hósdagur 9. desember 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
; Marknaðardeild: Dagfinn Olsen Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76,
Jan Múller | Jonhard Hammer John Johannessen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
iéri- | Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson Álvur Haraldsen Telefon: 311820
Blaðstjóri: | Blaðfólk: Eyðun Klakkstein Útgevari, uppseting: Telefax. 314720 —
Eiríkur Lindenskov = | Áki Bertholdsen, Høgni Mohr Sp/f Sosialurin e-mail: post Gsosialurin.fo
| Turid Kjølbro Niclas Johannesen Bustadur: | Lysingar: lýsing Bsosialuin.ip
R Dånjal Højgaard Yngd: Jåkup Mørk Argjavegur 26, Argir F rent: Sosia um.
Ein ballansugongd
Oddagrein
UPPSKOTID til 1. útbjóðing hevur verið til 1.
viðgerð á tingi og er farið í Vinnunevndina til
víðari viðgerð. Flestu tingmenn róstu mynd-
ugleikunum og landsstýrismanninum fyri eitt
gott uppskot, men kortini høvdu fleiri teirra
ymiskt at spyrja um. Hví skal royalty bara vera
2%, hví hevur man heilt sæð burtur frá einum
almennum oljufelag, hví er partafelags-
skatturin ikki eins fyri oll felog, hví trúgva vit
so nógv uppá oljufelogini, hví kann foroysk
vinna ikki fáa framihjårætt, hví hevur lands-
stýrið íkki gjørt av, hvar oljuútgerðarhavnin
skal vera osfr. osfr.?
EIN 1. viðgerð av einum so stórum máli eigur
ikki at skundast igjøgnum. Hon eigur at elva
til tjak, og tað eiga at verða settir spurningar
Ein saknaði kanska eina meira nágreiniliga
viðgerð av teimum ymsu lutunum í ollum
málinum. Tað var líkasum farið ov skjótt og ov
lætt yvir stóru spurningarnar. Men har vórðu
sett fleiri spurnartekin, og vónandi fáa
tingmenn svar undir viðgerðini í Vinnu-
nevndini. Eru treytirnar ov linar ella hevur man
kravt tað, sum er gjørligt til tess at skapa
áhuga fyri leiting? Ahugavert kundi verið at
hoyrt grundgevningarnar hjá Figgjarmåla-
styrinum fyri ti skattliga partinum.
HETTA er einki lætt mál, heldur ikki hjá ting-
monnum at taka stoðu til. Tí hetta er ein nýggj
og fremmand verð fyri okkum oll. Og hetta er
ein verð, har bara ein lítil skeiv avgerð kann
koppa øllum. Talan er um eina ballansugongd
millum at tryggja ognaranum, tvs. Føroyum
sín fulla og rættvísa rætt til tilfeingið, samtíðis
sum tú tryggjar teimum, sum skulu gera ílog-
urnar og harvið skapa grundarlag undir
okkara egna ágóða, so mikið góðar umstoður,
at teir eru tilreiðar at vága stórar upphæddir.
OLJUMÁLASTÝRIÐ hevur gjort eitt stórt
arbeiði og onnur stýri við. Men stóri spurn-
ingurin hjá politikarunum er: er hetta nokk?
Er tað nakað, sum kundi verið gjørt oðrvísi?
Nú hevur Vinnunevndin ikki bert møguleika
men eisini skyldu til at fylla karmarnar út við
at finna seinastu svarini. Tað er tí ómetaliga
týdningarmikið, at Vinnunevndin setir seg í
samband við fólkini, sum hava lagt alt hetta
tilrættis og kanska eisini ger eitt uppsokjandi
arbeiði sjálv við t.d. at spyrja seg fyri hjá t.d.
serfroðingum innan oljuskatt í Danmark og
ødrum londum enn Bretlandi. Og t.d. fáa eina
útmelding frá norðmonnum um almenna
oljufelagið. Hetta merkir, at tað liggur stór
ábyrgd á Vinnunevndini nú - soleiðis at tað
besta fæst burtur úr. Tað kann heldur ikki vera
rætt at vera ímóti verandi uppskoti bara fyri at
vera ímóti. Tí her liggur sanniliga stórt arbeiði
og ikki minst nógvar metingar aftanfyri. So til
seinast og síðst hevur tað nógv at siga at
royna at skilja, hví embætisfólkini og ráðgevar
teirra eru komin til tær niðurstøður, sum eru í
uppskotinum. Harfyri ber kortini til at „tjekka“
ini h rum eisini. , ,
ting já oðrum e Sosialurin
80% í skatti
Høvudsuppgåva samgong-
unar er, at Føroyar verða
loystar úr ríkisfelagsskapi-
num her og nú, - og tað hava
teir sjálvandi rætt til
Orð sum "Einki minni
enn skeytið kann góðtakast.
"Flyta okkum ikki ein
tumma”, "Ein dagførd
heimastýrislóg kemur als
ikki uppá tal”, o.s.fr., er
javnan at hoyra frá tingsins
rødarapalli, uttan at hetta
verður mótmælt, so her er
eingin slingur í valsinum
Har er einki alternativ, har
finst eingin millumvegur,
har er snøgt sagt einki at
samráðast um
Samdir og ósamdir
Líka so ósamdir, sum sam-
gongumenn annars eru um
landsins dagligu viðurskifti.
líka so samdir eru teir um,
at nú skal loysast. Nú skal
endaliga gerast upp við dan-
ir
Spurningurin er bert um
danska stjórnin gongur við
til eina skiftistid, ella ikki
fosid um eina breiða
semju í løgtinginum, um eitt
sokallað samráðingarupp
legg um fullveldið Føroyar,
er ti slutur og vrøvl
Andstødan hevur
greidar linjur
Sambandsflokkurin = ger
onga semju, sum ber brá av,
at Føroyar enda uttanfyri
ríksifelagsskapin
Javnaðarflokkurin hevur
nú eisini endaliga tikid ta
støðu, at hann vil verða inn
anfyri ríkisfelagsskapin, so
andstødan hevur greiðar
linjur hesum viðvíkjandi
Dugi tí ikki við mín besta
vilja at síggja nakað grund
arlag fyri eini breiðari
semju, hvorki so ella so.
Tí verður tað samgongan
einsamøll, sum kemur at
seta dagsskrånna Føroya
vegna vid donsku stjórnina.
Ikki fyrr enn loysingarskjal-
ið formelt er komið uppá
pláss og samtykt av
danska fólkatinginum og
løgtiginum sleppur før-
oyski veljarin, sum skal
gjalda gyldid (80% í skatt),
at siga sína hugsan. Og tá
er als eingin trygd fyri, at
samgongan góðtekur úrslit
ið av eini folkaatkvødu, um
hon skuldi gingið ímóti eini
møguligari fólkatings- og
eini løgtingssamtykt, um at
fullveldid Føroyar verður
sett á stovn
Fólkið má
verða eftirspurt
Ti hevdi verið rættast, um
føroyski veljarin slapp at
t |
siga sína meining, áðrenn
loysingarskjalið = millum
Føroyar og Danmark verður
endaliga undirskrivað av
Poul Nyrup og Høgna Hoy
dal
Foroya fólk má fáa ein
møguleika, at avmontera
hesa tikkandi bumbuna,
landsstýrið spælir sær við,
áðrenn alt liggur í skelja
sorl.
Flemming Mikkelsen
løgtingsmadur
Leikhúsjól í Utvarpshøllini
Enn einaferð hevur Havnar
Sjónleikarfelag so nógv á
skránni, at rúm er ikki fyri
øllum í Sjónleikarhúsinum.
Sum fleiri áður hava víst
á er virksemi hjá Havnar
Sjónleikarfelag ógvuligani
stórt. Í grundini nógv tað
stórsta í landinum.
I Sjónleikarhúsinum gera
vit klárt til stóra tiltakið sum
fer av bakkastokki nýggjár-
saftan so aftur einaferð
við út um okkara
egnu húsakarmar at hava
sýningar. Vit hava fyrr havt
sýningar hjá Leikarafelag-
num á Gamla Meiarínum og
í Norðurlandahúsinum og
nú eru vit í Utvarpshellini
við LEIKHUSJOL 1999:
Nógv fólk halda óiva at
tað er so langt frá býnum at
fara niðan í Útvarpið, at tað
ikki er >tað sama« o.s.fr.,
mugu
men fyrimunirnir eru fleiri.
T.d. eru nógv fleiri parker-
ingsplåss enn uttanfyri
Sjónleikarhúsið, pláss er
fyri eini 180 åskodarum, og
tað kemur væl við hjá øll-
um, tí flest fólk vita hvussu
torført tað kann vera at fáa
atgongumerki til LEIK-
HUSJOL.
Sýningarnar verða 7 í tali:
11.412.413.415.417.418.
Og 19. desember, allar dagar
kl. 17.
Børnini sum eru leikarar í
LEIKHUSJOL i ár, eru 7
13 åra gomul og ganga øll
á Sjóleikaraskúlanum sum
Havnar Sjónleikarfelag og
Frítíðarvirksemi hjá Tórs-
havnar Kvøld-og ungdóms-
skúla samstarva um. Leiðari
er aftur í ár Hedvig Wester-
lund, sum vit eru glað fyri,
m.a. orsaka av framhaldi-
Kvinnutidindi
utaftur
So vóru Kvinnutíðindi aftur
við einum serblaði um 90-
árini aftan á steðg í 9 ár!
Ynski okkara hevur verið
at fáa Kvinnutíðindi útaftur
fyri jól hetta seinasta árið í
hesari øldini og hesum tús-
undáraskeiði, og blaðið
verður væntandi í bókabúð-
unum hálvan desember.
Endamálið hevur serliga
verið at tryggja okkum
minnið um tey 6dnartøk,
hugrák og úrslit, sum niti-
árini góvu á tí kvinnupolit-
iska økinum her á landi,
men eisini at draga eitt sind-
ur saman um tær broytingar,
sum kvinnulívinum hevur
verið fyri hesa øldina.
Sum vant er innihaldið í
Kvinnutíðindum ein bland-
ingur av søguligum, pol-
itiskum og mentunarligum
tilfari. og vit meta, at tað
hevur eydnast okkum rætti-
liga væl at gera eitt spenn-
andi, flott og fjølbroytt blað
aftur hesa ferð.
Handilsfólk ella onnur
áhuga, sum kundu hugsa
sær at selt blaðið, kanska
serliga á bygd, kunnu skriva
til Kvinnufelagið, postboks
1111, 110 Tórshavn ella
faxa til 312545; so ringja
vit aftur. Blaðið, sum er í
litum og fult av myndum,
er 64 síður og fer at kosta
umleið 80 kr.
num í undirvísingini/frálær-
uni.
Temaði í år er jOlasøgur
og sangir úr ymsu norðan-
løndunum. Søgurnar verða
á føroyskum, meðan sangir
og yrkingar verða fram-
bornar á upprunamálinum.
Tankin í øllum er at venda
baki til stressaðu jólini sum
vit kenna tey og toyggja
okkum aftur í tíðina til jóla-
hugnan og siðvenjuna sum
var í hesum londum.
Børnini hava sjálvi saman
við Hedvig dramatiserað
søgurnar, og eru sloppin
sera væl frá tí.
Annars er at siga, at Sjón-
leikarskúlin koyrir nú á 2.
ári. Í fjør var tað MáF og í
ár Havnar Sjónleikarfelag
sum hava samstarva við
Tórshavnar Kvøld-og Ung-
dómsskúla um skúlan. Allir
doyði og varð jarðað.
seinasta hvíldarstað
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi tá okkara elskaða
mamma, vermamma og omma
KIRSTEN DAM,
Tórshavn (fødd Holm Jacobsen)
vanliga nevnd Kitte
Tøkk fyri blómur. kransar, telefonsamrøður, vitjanir
og troystarrik orð. Eisini ein hjartans tøkk til heima-
hjålpir, heimasjúkrasystrar, starvsfólk á Lands-
sjúkrahúsinum og á Umlættingarheiminum.
Føkk til oll tykkum sum fylgdu henni til hennara
Familjunnar vegna
Katrin, Pauli, Rakul og Duan
næmingarnir sum melda seg
til sleppa framat, einasta
krav er at næmingurin møtir
upp til hverja venjing. Tað
sigur seg næstan sjålvt at tað
má verða minsta krav, tí um
ein ikki veit hvor ella
hvussu nógv móta til venj-
ing, ber ikki til at fyrireika
undirvisingina og slett ikki
eina almenna sýning. Ann-
ars verður ikki skilt ímillum
um næmingurin er gávurík-
ur ella ikki, meiningin er at
geva næmingunum kunn-
leika til artikulation í rødd
og rørslum og týdningin av
at kenna leiklutirnar hjá hin-
um leikarunum eins væl og
sín egna.
Birita Krossteig.
Nevndarlimur við
ábyrgd fyri barna og
ungdómsarbeiði