hósdagur 9. desember 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 9. desember 1999
tíðindablaðið
Foroya Livstrygging
umskipast í partafelag
Ikki fyrr enn hesar broytingar eru gjórdar, verður frí kapping á lívstrygg-
ingarókinum mógulig. Hetta tí at einkarrætturin sambært 1966-lógini fellur
burtur, og Føroya Lívstrygging kemur at virka á privatrættarligum grundar-
lagi og eftir somu treytum sum møguligir kappingarneytar, sigur Finnbogi
Arge m.a. í uppskotinum at umskipa Føroya Lívstrygging
ÓLAVUR Í BEITI
Landsstýrismaðurin
stovnar eitt lívs-trygging-
arpartafelag vid partapen-
ingi, sum verður teknaður
av landsstýrinum. Navnið á
partafelagnum verður P/t
Føroya Livstrygging. Sam-
stundis fer ur gildi løgtings-
lóg frå 10. oktober 1966 um
livstryggingarvirksemi vid
seinni broytingum, og løg-
tingslóg frá 23. mai 1997
fyri Føroya Livstrygging við
seinni broytingum, stendur
m.a. í nýggja uppskotinum
sum Finnbogi Arge, lands-
stýrismaður hevur lagt fram.
I viðmerkingunum til
uppskotið, sigur Finnbogi
Arge, at við hesum uppskoti
verður lagt upp til, at gald-
andi lóg um lívstrygging-
arvirki verður tikin av, og
Føroya Lívstrygging um-
skipað í eitt partafelag, sum
skal virka eftir løgtings-
lógini frá 13. februar 1996
um tryggingarvirksemi.
Uppskotið er seinasta
stig í nútímansgerðingini av
tryggingarøkinum í For-
oyum, sum byrjaði tann
18. juní 1986, tá ið lands-
stýrið setti ein arbeiðsbólk,
sum skuldi kanna trygg-
ingarlóggávuna og tryg
ingarviðurskiftini.
Lógin er generel,og
fevnir tí um alt tryggingar-
virksemi t.v.s. bæði skaða-
tryggingarvirksemi og lívs-
tryggingarvirksemi, sigur
oe"
b
Finnbogi Arge í við-
merkingunum.
Landskassin
eigur eginognina
Orsakað av ivamåli um
rættarligu støðuna hjá Før-
oya Lívstrygging eru gjørd-
ar någreiniligar løgfrødilig-
ar kanningar av, hver
rættarliga stóða stovnsins
er, bæði av Vinnumålastyri-
num og Føroya Lívstrygg-
ing, og er nidurstødan greið,
at Føroya Livstrygging er
ein partur av almennu fyri-
sitingini, sum ein serligur
fyrisitingarligur = stovnur,
og eigur landskassin egin-
ognina í stovninum. Tó
skulu grundaðar vónir hjá
tryggingartakarum um bon-
usveitingar uppfyllast, sigur
Finnbogi Arge
Og víðari sigur landsstýr-
ismadurin, at ikki fyrr enn
hesar = broytingar eru
gjørdar, verður frí kapping
á lívstryggingargkinum
møgulig. Hetta tí at einkar-
rætturin sambært 1966-lóg-
ini fellur burtur, og Føroya
Lívstrygging kemur at virka
á privatrættarligum grund-
arlagi og eftir somu treytum
sum møguligir kappingar-
neytar.
Miðað verður ímóti, at
partafelagið verður stovnað
við einum kontantum inn-
skoti upp á kr. 500.000.
Folk skulu hava møgu-
leika til smærri bústaðir
Eftir at húsalánsgrunnurin,
aftaná búskaparkreppuna í
landinum, gavst við lánsút-
gjaldinum, hevur grunnurin
so gott sum ongan lut tikið
í sethúsabygging og nýggj-
um fíggingum. Húsaláns-
grunnurin hevur ístaðin
virkað fyri ætlanum um
alternativar bústaðir.
Grunnurin hevur soleiðis
ásannað, at ein ringrås
treingir til í bústaðarmarkn-
aðinum, har møguleiki
gevst fyri, at fólk, sum sita
í einum ov stórum húsum,
fáa møguleika at sleppa sær
av við hesi hús og keypa
ella leiga seg inn í eina íbúð
ella eini smærri hús. Yngri
og vaksandi húski kunnu so
keypa teirra hús.
Tí hevur Húsalánsgrunn-
urin saman við Ibudar-
grunninum tikið stig til, at
fáa lendi til vega fyri at fyri-
skipa og fíggja nýggjar bú-
staðarhættir. Eitt bústaðar-
mynstur har lagt verður upp
fyri, at eldri og yngri fólk,
rørslutarnad fólk og lesandi,
kunnu húsast saman, og har
møguleiki verður fyri at
kunna velja ímillum ogn-
ar, lutafelags- ella leigu-
íbúð. |
Endamål Íbúðargrunsins
er at fremja og studla
kommunum, feløgum og
stovnum, sum sambært lóg-
um grunsins eru góðkend,
at útvega og reka íbúðahús.
Íbúðargrunnurin ella
kommunur kunnu sjålvi
seta á stovn tílík íbúðarfelgg
ella stovnar.
Hugburðurin hjá fólki
viðv. bústaði er munandi
broyttur tey seinastu árini.
Sum annan møguleika til
verandi siðvenju um bústað-
arhættir, har hvor einstakur
skal binda seg fíggjarliga til
ein bústað í óavmarkaða tíð,
ynskja fólk nú ein meiri
leysari bústaðarhátt.
Húsalánsgrunnurin, sum
eisini umsitur Íbúðargrunn-
in, hevur fingið nógvar fyri-
spurningar frá fólki um
íbúðir, og grunnurin kannar
nú tørv og byggimøguleik-
ar.
Við tankanum um at fáa
eina ringrás í bústaðirnar og
í kjalarvørrinum á eldraári-
num, vendir grunnurin sær
fyrst til tey eldru fyri at
kanna tørvin á einum fram-
tíðar ynskiligum bústaðar-
mynstri. Í hesum døgum
verða spurnarblød send til
øll, sum eru 55 år og eldri,
um alt landið, undir heiti-
num eldrabústaðir.
Spurnarblødini eru send
út, uttan at nakað navn er
skrásett.
Spurnarblaðið er sett upp
í tveimum pørtum:
+ Um bustadarvidurskiftini,
sum tey eru.
* Um ætlanir eru um annan
bústað.
Spurnarblaðið skal vera
grunninum í hendi aftur inn-
an 20. des. 1999.
Vónandi kann ein slík
kanning verða við til at lýsa
og seta saman ein framtíðar
bústaðarmøguleika, har ein
valmøguleiki verður fyri at
kunna keypa sethús, seta
seg fyri lutafelagsíbúð ella
at hava møguleikan fyri at
leiga ein bústað.
Við heilsan
Húsalánsgrunnurin
1
Minningarorð um vin mín
Pól Eyðfinn Ólason
Poulsen
Tað vóru tung boð at fáa tann 31. oktober 1999.
Eg var við at seta døgurdan á borðið, tå
telefonin ringdi. Beiggi tók hana, eg forstóð at
tað var Simona, eg visti at hon og børnini
skuldu koma norður aftaná døgurda ein túr,
men so sigur beiggi, at Agot hevði fingið ein
sjógv og at hann rakti Pól Eyðfinn so meint at
hann doyði.
Tað fyrsta eg hugsaði um, var at fara yvir til
Simonu og børnini at hjálpa teimum í stóru
sorg teirra.
Ja, tit høvdu eitt gott summar saman her norði
á Viðareiði, tá tit leigaðu húsini hjá Gretu, tú
dámdi so væl at vera saman við Simonu og
børnunum, at tú snakkaði um at byggja eini
summarhús her.
Ja vit høvdu tað eisini hugnaligt saman við
tykkum í summar, Alis og Julian vóru eisini
góð við teg, tú dugdi so væl við børnum, at øll
vóru góð við teg.
Ja, Pól Eyðfinn, tað verður stórur saknur í,
nú tú ikki verður ímillum okkum longur, men
einaferð skulu vit oll mótast aftur heima hjá
Jesus.
Eg hugsi eisini um tykkum, Agot og Oli,
systkin við familju, Turid omma, Lina omma
og Palli, manningin á Ågot og annars øll, sum
stóðu Pól Eyðfinn nær, má Harrin styrkja
tykkum í sváru sorg tykkara.
Góða Simona, Isak, Olivia, Petur og Bárður,
tað er ein stórur saknur hjá tykkum ikki at
hava hann hjá tykkum, men Jesuspápi verið
hjá tykkum, og hjálpi tykkum í stóru sorg
tykkara, eg veit at hann er hjá tykkum.
Pól Eyðfinn, eitt er sikkurt, at eg og Billy
skulu ikki gloyma Simonu og børnini, vit skulu
hjálpa teimum ígjøgnum hetta.
At enda vil eg skriva fyrsta ørindi i sálminum
sum Pól Eyðfinn helt so nógv av:
Sælasta vissa, jesus er mín.
Hann er mín hirði, nevnir meg sín.
Sælasta vissa, bjartasta mál.
Jesus meg keypti, likam og sål.
Friður verið við minninum um elskaða vin
okkara, Pól Eyðfinn.
Marian, Billy, Alis og Julian
7