Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 11. desember 1999 tíðindablaðið 13 Tað snýr seg um broyttan hugburð a øllum økjum í samfelagnum — Og at tað eru avmarkingarnar í umhvórvinum og í teimum mongu skipaðu virksemunum í samfelagnum, t.d. upplýsing, samskifti og útbúgving, sum forð- ar fólki við fórleikatarni at vera uppi í ymiskum á jóvnum fóti við onnur, held- ur enn at tað er sjálvt brekið, sum er forðingin, segði Helena Dam á Neysta- bó m.a. undir aðalorðaskiftinum í sambandi við alheims handikappdagin tann 3. desember í ár ÓLAVUR Í BEITI Helena Dam á Neystabø, almanna-og heilsumálaráð- harri, legði í farnu viku fram frágreiðing sína í sambandi við alheims handikappdag- in 3. desember 1999. Tað er ST sum hevur valt 3. des- ember at vera alheims hand- ikappdag. Hetta varð gjørt fyri at lond um allan heim skulu hava møguleika at fylgja tí arbeiði upp, sum flest øll lond, eisini Føroyar, byrjaðu í 1981, ið var al- heims handikappár. Enda- málið við degnum er, at pol- itikarar í øllum londum eft- irmeta tað, ið gjørt er, og hvat enn liggur á láni. — Til tess at tryggja at henda eftirmeting kann fara fram, og at stóða teirra brek- aðu regluliga verður sett á politisku dagsskránna, fær Løgtingid við hesari frå- greiðing eitt høvi til at skifta orð um málið, sigur Helena Dam á Neystabø. ST fyrimyndarreglur — Enn eru Føroyar ikki sjålvstødugur limur i ST. Kortini eiga vit at leggja stóran dent á, at Føroyar fylgja altjóða leiðsreglum STs. Nú ST-fyrimyndar- reglurnar eru komnar å før- oyskum, eru tey politisku målini um javnstødu og javnbjóðis rættindi teirra brekaðu gjørd sjónlig og í- tøkilig, og ikki minst, hvussu farast skal fram. — Til dømis áseta ST-fyr- imyndarreglurnar í teimum fyrstu greinunum, at vit al- samt og støðugt eiga at gera vart við tørv og rættindi hjá brekaðum, at brekað eru borgarar við somu rættind- um og skyldum, sum aðrir borgarar, og sostatt hava rætt til tiltók sum beina burtur allar forðingar sum tarna teimum at vera uppi í øllum, at brekaðum verður tryggjað viðgerð, endur- búgving og annan stuðul, soleiðis at tey kunnu luttaka i samfelagslívinum á jøvn- um føti við onnur. — Hesar grundleggjandi fyritreytir verða fylgdar av ítókiligum leiðbeiningum um, hvussu vit veita øllum fullgóðan møguleika til vit- an, kunning og samskifti eins væl og til útbúgving, arbeiði, inntókutrygd og al- manna trygd, familjulív, mentunarlív, frítíð, ítrótt og átrúnað. Somu rættindi - somu skyldur — Víst verður á, at tá ið brek- að fólk fáa somu rættindi sum onnur, skulu tey eisini hava somu skyldur. Tað merkir, at tá ið hesi rættindi eru vunnin, skal samfelagið vænta sær meira av brekað- um fólki. Tí, sum part av mannagongdini at vinna javnstødu, skulu tiltók verða sett í verk til at hjálpa brek- aðum at taka við fullari á- byrgd sum samfelagsborg- arar. — ST-fyrimyndarreglurnar geva itøkiliga leidbeining, sum Løgting, Landsstyri og aðrir myndugleikar eins væl og einstaklingar og feløg beinleiðis kunnu og eiga at brúka, sum grundarlag und- ir meiri tilvitsku og fram- takssemi í tí dagliga ar- beiðinum. — Hetta merkir, at tað ikki bara snýr seg um almanna- viðurskifti ella heilsuviður- skifti, tá ið vit róða um at tryggja øllum borgarum, ið bera brek møguleikan fyri at fáa fulla luttøku og somu møguleikar, men um eina felags ábyrgd, sum eisini hvílur á skúlaverki, ment- unarlívi, arbeiðsmarknaði, samferðslu o.s.fr. Almannanevnd — »Somu møguleikar fyri øll« merkir ein manna- gongd, har allar tær ymisku skipanirnar í samfelagnum um umhvørvinum, sum til »Tann ósjónligi filurin« Rúsdrekka- og Narkotika- ráðið gevur í dag út bókina >Tann ósjónligi filurin«. Danin Jørgen F. Nis-sen hevur skrivað bókina. Hann er løgfrødingur, men hevur síðan 1989 givið út fleiri bøkur viðvíkjandi rús- drekkatrupulleikum. >Tann ósjónligi filurin« er fyrsta bók hansara. Tann ósjónligi fílurin er eitt lærandi dómi um, hvussu rúsdrekka kann fylla eitt heim ella eitt arbeiðs- pláss. Familjan og starvs- felagarnir vita, at fílurin er har, og tey ansa væl eftir ikki at erta hann. Tey eru øll merkt av ti, men tosa ikki um tað. Tey vilja ikki vera við, at fílurin er har. Bókin er ein bersøgin frå- søgn um, hvussu ålvarsligir rúsdrekkatrupulleikarnir kunnu verða. Hon greiðir frá vandamiklu gongdini til at verða bundin av rús- drekka. Hon sigur frá, hvussu rúsdrekkamisnýtsl- an gongur út yvir tey av- varðandi, men sigur eisini frá, hvat hjúnafelagi, fam- ilja, vinir og tey á arbeiðs- plássinum kunnu gera til tess at steðga misnýtsluni. Bókin vísir á, hvussu hjálp fæst fyri rúsdrekka- misnýtslu, hvussu viðgerðin fer fram, og hvussu tey av- varðandi kunnu vera til hjálpar. Hetta er ein vinalig, men bersøgin leidbeining til rús- drekkamisnytaran og tey, sum eru rundan um hann. Boðskapurin er, at tað loysir seg at leggja uppí og royna at broyta vånastøduna hjá rúsdrekkamisnýtaranum - men tá er neyðugt at vera væl fyrireikaður. Rúsdrekka- og Narkotik- aráðið skipar fyri tíðinda- fundi fríggjamorgunin 10. des. kl. 9.00 í Sigmundar- gøtu 5. Til staðar verða ráðslimir og Poul Jákup Thomsen, rúsdrekkaráð- gevi. Vit fara at greiða eitt sindur frá virksemi ráðsing og ætlaninar við hesi bók- ini. Tað er Jústines Eides- gaard, sum hevur týtt bók- ina til føroyskt. dømis tænastur, arbeiði, upplýsing og skjól verða gjørdar atkomuligar hjá øll- um, serliga brekaðum fólki. — Hóast hesar reglur ikki eru bindandi, kunnu tær ger- ast fyrimynd um allan heim, tá ið nógvar tjóðir seta tær í verk við ætlanum um at virða tær sum reglu í altjóða lóg. Tær krevja, at hvor ein- stók tjóð bindur seg bæði moralskt og politiskt, at ar- beiða fyri javnrættindi fyri brekað fólk. — Soleiðis eiga vit eisini at tryggja, at politikkurin, sum verður rikin í Føroyum er í samsvari við >Fyri- myndarreglurnar um javnlík rættindi hjá brekadum«. M. a. á henda hátt lima Føroyar seg inn í altjóða samfelagið. — Almannanevndin sum fer til verka áðrenn jól, og sum verður sett saman av fakfólki, brúkarum, fyrisit- ingini og fólki við almenn- ari vitan, skal millum annað Umi!. 48 stk. Helena Dam å Neystabø, landsstyriskvinna gera tilmæli til tær tillag- ingar av føroysku almanna- lóggávuna sum krevjast, til tess at tryggja brekadum javnbjóðis rættindi og skyldur, segði Helena Dam á Neystabø m.a., tå ið hon legði sína frágreiðing fram SMØRKØKUR 5 Daim-barrir (ella 150 gr. Daimkúlur) 300 gr. hveitimjøl 2 spsk. sukur 2 tsk. vaniljusukur 100 gr. brunt farin 200 gr. bleytt smør | 4 spsk. kalt vatn Rør smør, farin og sukur væl saman í eini skål. Rør síðani vatn og Daim í. Blanda mjøl saman við vaniljusukrinum og natron og vend tað í smørblandingina. Koyr deiggið á eitt mjølstrøytt borð og deil tað í tvey. Rulla hvønn partin til eina uml. 40 cm. langa pylsu. Sker hverja pylsu í uml. 24 stykkir og legg hesi á eina bakiplátu við bakipappiri. Trýst tey eitt sindur flot (uml. 5 cm. í ummáli). Baka køkurnar í heitum ovni við 250? í 4-6 min. Kokurnar kunnu møguliga pyntast við strípum av smeltaðum Marabou. 3 + 1tsk. natron