leygardagur 11. desember 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
IS meini tad
Rakel Helmsdal.
rithovundur. skrivar
Hvussu heppin kann
man vera?
mr »r
hetta er
min seinasta meining i år, - i hesi
1 årtusundinum, fyri at brúka stór
orð. So eg kann næstan ikki loyva mær at hava eina
la” meining
kann líka so væl siga tað bart út: Eg haldi.
t eru óvanliga heppin. ja. vit her i Føroyum. Tað
Ov sjáldan. at vit steðga á eina lotu ella
igsa um tað. Okkara lítla klettaland er so
øguleikum, at vit ikki síggja skógin fyri
aldin. 1 hesun
€ gjøgnumhola eini 2-3 av teimum
y ER grenjunum um okkara land:
Tað mest vanlig: snið: men eisini tann mest
Veðrið er av hundunum til! Veðrið er
tjølbroytt Vit fáa ons tíð at blíva troytt av ti.
Sjálvt summar og sól kunnu verða troyttandi í
longdini, og ein góð ódn, sum ruskar hárið og sinnið,
er ikki altíð so galin at seta tankarnar á plássrer
Ein lika vanlig: Vit eru langt burturi frå øllum,
her burturgloymd úti í Norduratlantshavi! Men hvat
við at venda ti á og siga, at vit so eru so mikið nógv
frælsari til at gera sum okkum lystir, og fyri at
lodda dýpið. so er verðin jú kortini ikki longur enn
eitt telefonstikk burturi.......
Og so tann versta: Vit eru so få og so små! Tibetur!
Hvussu nógv einfaldari verður ikki tað allarmesta,
tá tað ikki eru ov nógvir kokkar? I Føroyum kann
næstan ein og hvor, ið hevur eitt gott hugskot og
vilja til at gjøgnumføra tað, gera tað hann droymir
n, hvussu gott ella hvussu svakt tað annars er. Alt
í lagi. kanska verður tað ikki á tí måtistokki, sum
tað heyði kunnað verið í einum stórum landi, men í
ninsta lagi slapst tú at gera tað. Í einum størri landi
sleppur tú als ikki framat at royna teg, tí tað eru so
nógv um boðið. Nettup tí, at vit eru so fá og smá,
so ér pláss fyri øllum.
Ja, nú droymi eg... eg meini sjálvandi: so átti
verið pláss fyri okkum ellum..... Tí at vit eru so få,
so hava evnini hjá hvørjum einstøkum menniskja í
landinum týdning fyri heildina. Men tíverri er tað
innan fyri øll oki í samfelagnum galdandi. at tann,
sum er ov ødrvisi, Ov nógv uttanfyri teir givnu
normarnar ella rákini ikki er vælkomin, og kann
vera, um ikki beinleiðis útihýstur, so útifrystur. Og
tann, sum sær sítt egna virði og ger tað, hann heldur
vera rætt og vágar sær at stinga heysin eitt sindur
upp um fjøldina, hjá honum er tað bara ein spurn-
ingur um tíð, nær guilliotinan dettur og kvettir
hendan hugmóðuga heysin av. Munnu ikki oll, sum
nakrantíð hava gjørt nakað eitt sindur óv anligt og
framskygt her á landi, standa og bíða eftir, nær tað
verður teirra túrur til at hava gjørt ov nógv um seg?
Og tað er tað, sum eg ikki skilji, - ikki vil skilja.
Hví eru vit ikki greið yvir, hvussu nógv vit í veru-
leikanum kunnu útinna í einum lítlum landi, har
tað er hvaðna lættari at samskifta enn í einum stórum
landi. Í staðin fyri at kuta høvdid (og eldhugan) av
fólki, sum vilja og tí kunna nakað, áttu vit stuðlað
teimum. Við eitt sindur minni av smáligheit og
øvundsjåku og eitt sindur meira av opnum sinni,
vælvild og samarbeiði kundu vit rokkið langt í
einum samfelag sum okkara, sum júst hevur tann
stóra fyrimunin at vera lítið, og tí er so nógv lættari
at flyta...
Kom latum okkum flyta okkum! Fyrsta stig á
leiðini avtakið Jantelógina.....
- og annars: Gott ártúsund :)
„saklev såa”
Lisa Heinesen og omman, hon eitur eftir
Lisa hevur lisið nógv
leikrit undir útbúgvingini,
og skaldsøguna „Móðir
Sjeystjørna” kennir hon
væl. Men til hesa upp-
gávuna hevur sjálvsagt
verið neyðugt at lisið
leikritið við eygunum hjá
einum leiktjaldameistara.
- Tað, sum eyðkennir
skaldskapin hjá Williami
er, at hann lýsir persón-
arnar ógvuliga væl. Í so
máta ger tað mína upp-
gávu lættari. Og í fórum
haldi eg, at eg havi ein
fyrimun at skilja ávís
brigdi í bókini, tí eg kendi
hann jú.
- Eg veit ikki, hvat abbi
hevði sagt til mína tulking
av leikritinum. Eg vóni, at
honum hevði dámt tað.
Tað liggur mær ógvuliga
nær at virða tað, sum er
hansara, og sjálvsagt leik-
ritið hjá Ega Dam.
Fyrimunir og vansar
Brigdi og eyðkenni úr
øllum tí William skrivaði
og skapti, hava havt týdn-
ing í evningini hjá Lisu
av búnunum og pallinum.
- Eg brúki ymiskt úr
klippum, hann hevur
gjørt, bæði til búnar og
pallin, hóast áskoðararnir
ikki við fyrsta eygnakasti
kenna tað aftur. Abbi eins
og pápi mín, Zacharias,
geva mær íblástur til tað
eg geri. Tað er ilt at siga,
um eg beri nakað víðari frá
teimum, - kanska humorin,
sum er serligur fyri
okkum, haldi eg.
Lisa heldur, at tað eru
bæði fyrimunir og vansar
at vera partur av eini
familju, sum hevur eina so
stóra mentunarliga bak-
grund.
- Á ein hátt bindur tað.
Men í London eri eg meiri
frí.
Tað hevur ikki altíð ver-
ið ein sjálvfylgja, at eisini
hon skuldi fara tann listar-
liga vegin. Í langa tíð
skumpaði hon tankan frá
sær, og hevði ætlanir um at
fara undir at lesa heims-
speki. Eftir at studenta-
skúlaprógvið var komið til
høldar, var hon eitt stutt
skifti í London á skeið í
tekning, og tað gjørdi
útslagið. Hon valdi at lesa
palllýsing ella scenografi.
Dugir alt handverkið
Lisa Heinesen er fyrsti
føroyingurin, ið hevur
útbúgving sum leiktjalda-
meistari. Hon lesur nú
víðari innan somu grein og
komandi summar hevur
hon tikið Bachelor of Art.
Um hon fer undir Master
of Art, veldst um, hvønn
fíggjarligan stuðul hon fær.
- Tað er ørgrynna av
møguleikum, tú kanst velja
innan hesa útbúgvingina.
Eg havi valt búnar og
palldesign, sum altíð hava
havt mín áhuga, men vit
fáa samstundis eina vitan
um onnur øki eisini, sum
hava við pall at gera. Ut-
búgvingin er ógvuliga
praktisk, tú lærir alt tað
praktiska, sum skal gerast
á einum palli. Alt
handverkið skal lærast,
sigur Lisa Heinesen.
Á skúlanum, Lisa gong-
ur á, er eitt leikhús. har
næmingarnir sleppa at
royna seg, og í frítíðini
ger Lisa uppgávur fyri
leikhús í býnum. Størsta
avbjóðingin er at sleppa at
gera eitt tómt rúm ella pall
um til ein leik.
- Vit fáa eitt leikrit og so
Skulu vit formgeva pallin.
Aðrenn tú hevur lært gl!
tey praktisku tingini, er
frælsið stórt og tú loyvir
hugflognum at gera av,
hvussu endaliga úrslitið
verður. Men so skjótt tú
finnur út av, at pallurin
eisini skal vera praktiskur
og arbeiðsligur, koma
beinini niður á jørdini og
tú lærir at taka fyrilit fyri
ymiskum viðurskiftum so
sum tí praktiska, trygdini,
figgjarliga og ødrum.
Framtíðin
Aðrenn tað kemur so
langt, at pallurin stendur
Nr. 237 —
11. desember 1999
opin og bíðar eftir leik-
tjaldameistaranum, skal
leikritið lesast væl og
virðiliga. Leiktjaldameist-
arin skal kenna hvønn
einstakan í leikinum út í
odd og egg.
- Tú verður noydd at
seta teg fullkomiliga inn í,
hvussu ymsu fólkini í
leikinum hugsa og liva.
Tað snýr seg um
bakgrundsgransking.
Lisa vónar, at framtíðin
hjá henni sum leiktjalda-
meistari eisini liggur í
Føroyum, men hon dylur
ikki fyri, at tað er í
London størstu avbjóð-
ingarnar liggja. Og
samstundis harða kapp-
ingin um uppgávurnar.
- Vónandi verði eg biðin
aftur til at gera pall og
búnar í Føroyum. Men eg
rokni við, at framtíðin hjá
mær fyri ein stóran part
liggur í London. Í London
er stór leikhúsmentan og
enn havi eg nógv at læra.
y
Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, I
Email til 2'aran: turid&sosialurin fo. Åb
Layout og uppseting: Tidindabladid Sosi
alurin.
10 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720.
yrgdarblaðstjóri: Jan Miller. Bladstjørn: Turið Kjølbro.