Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 237 — 11. desember 1999 Hon Williami Heinesen í køkinum í barnaheiminum, hon kann sig onkra skemtiliga søgu frá túri í plantasjuni í Havn, og seinni kom hon eisini at kenna stóra føroyska rithøvundin hansara Dokmentir sum hon til sjålv hevur sett løg William var ein skemtiligur maður. og hann kundi koma við g t hann og nåpD in ÝKINU 1 11OS stýri Sigur Annika HOYdai að er ti IKKI av ongum, at Annika Hoydal hevur stóran tokka til rithøvundin, sum eisini gjørdist eitt navn í utlandinum Hon møtti honum í heimliga umhvørvinum, og seinni leitaði hon inn í bøkurnar hjá honum. Eg minnist eina ferðina. at Vit gingu túr í plantasjuni. Tað var um tað mundid, tá nógv varð tosað um sputnikkarnar hjá russarum. Tað var stjørnuklårt, og tá sigur pápi mín við William: Hvat hevði tú sagt, um tú hevði sloppið upp í ein sputnik, tá tú skuldi at vitja meg? So haldi eg, at eg hevði flogið hinvegin kring jørðina, svaraði William - Soleiðis var William. Hann gjørdi sær nógvar tankar, og hann kundi koma við nógvum stuttligum viðmerkingum um smáting, greiðir Annika Hoydal frá. Ymisk sløg av yrkingum Nýggja fløgan hjá Anniku verð- ur gjørd sum ein heiður til før- oyska rithøvundin, og umframt, at allar yrkingarnar verða prent- aðar í heftinum, sum fylgir við fløguni, hevur Gunnar Hoydal eisini skrivað nøkur orð um William. John von Daler, sum er ætt- aður úr USA, hevur lagt sang- irnar til rættis. John von Daler hevur spælt klassiska violin, síðani hann var smádrongur, og hann hevur prógv í bókmentum av Princeton universitetinum. - John hevur gjørt sær sera stóran ómak við at skilja yrk- ingarnar hjá Williami fyri at kunna leggja lógini til rættis, og eg haldi, at hann hevur klárað sína uppgávu sera væl, heldur Annika Hoydal. Á fløguni spælir John von Daler eisini í eini strúkara- kvartett, sum er at hoyra á fleiri av sangunum. Annars eru tað Fløga og fullveldi Annika Hoydal hevur sett løg til 14 yrkingar hjá Williami Heinesen. Fløgan við hesum sangum kemur út á 100 ára fødingardegnum hjá rithøvundinum í januar mánaði Annika Hoydal danskir tónleikarar, sum hava spælt ljóðfórini til sangin hjá Anniku Hoydal. - Eg havi sjálv valt yrking- arnar til fløguna, og eg havi gjørt tað soleiðis, at eg havi tikið ymisk sløg av yrkingum hjá Williami við, sigur Annika Hoydal. - Hevdi tað verið fyri 10 árum síðani, so høvdu allar yrkingar ivaleyst verið umsettar til før- oyskt, áðrenn eg hevði sungið tær inn, men nú er tankin um fullveldi so klárur, at tað ber væl til at syngja alt á donskum, sigur Annika Hoydal. "- - Hvat ger tað, um føroyingar missa eitt sindur av klæðum sum pris fyri sítt egna land, spyr Ræðast ikki stóru verðina Annika Hoydal fegnast í hesum døgum um, at føroyskt fullveldi tykist vera nærri enn nakrantíð. - Tað er farin ein broyting fram í Føroyum. Unga fólkið hevur nógv stórri sjålvsålit, enn vit høvdu, tå eg var ung. Vit tordu nóg illa at hyggja upp, men nú hava útbúgving og tøknifrødi gjørt, at Føroyar eru ein meira natúrligur partur av heimssamfelagnum, heldur Annika Hoydal. - Ungu fólkini í Føroyum i dag eru realistisk og víðskygd. Tey kjakast eisini á einum heilt øðrum stødi, enn tað hevur verið vanligt i Føroyum. Tað er ikki tann sami haturin og somu aggressiónirnar millum ósamdar partar. Nú kjakast tey meira um málini, og tað fegnist eg um. Annika Hoydal gevur nýggju tøknifrødini, har lættliga kann samskiftast um øll heimsins mørk, ein part av skuldini fyri, at føroysk ungfólk eru vorðin meira búgvin og sjålvstødug. - Nýggja ættarliðið er ikki bangið fyri umheiminum, tí vit hava hann í heiminum hjá okkum hvønn dag. Vit síggja útlendskar sjónvarpsrásir, og á 17 k HOM GrOvIr nun s 11 HOT r sum ett sjálVstóðug ind, og tann dreyt € ruiecikakendadur seinnu árini. Hon heldur. at nú er fullveldi meira r tað nakrantíð hevur verið Førovingar eru ikki líka ban e IK r [ står n beinum eisini sterka IKK ngur burtur nu kann ettt og hvort stað KNÓTT in rða mio0adepii Annika Hoydal flutti úr Førovum sum 19 á sidani hevur hon bud i útlandinum. Nógvu seinnu árini hevur hon búð í Danmark, har hon livir av at verða sjónleikari og tónleikari Men hóast hon er utiseti, og í grundini kundi lagt líka í. hvussu føroyingar velja at húsast, so fylgir hon væl við í tí, sum hendir i Føroyum, og brennir fyri fullveldistankanum. - Tað verður nógv tosað um, at vit ikki klára okkum uttan pengarnar úr Danmark, men eg haldi tað er burtur við at hugsa soleiðis, tí fullveldi snýr seg um kenslur og sjálvsvirði. Hvat ger tað, um føroyingar missa eitt sindur av klæðum sum prís fyri sítt egna land, spyr hon. - Eg kann ikki prógva. at fullveldi er betri fyri Føroyar enn núverandi stóða, tað er ein spurningur um trúgv. Men tað ræður um at seta sær nøkur mål, sum man trýr uppá og kann arbeiða fram ímóti. Og tað haldi eg, at vit eiga at gera við fullveldi. Tað kann ikki vera gott fyri ein persón, um hann ongantíð kann sleppa skjúrtinum hjá mammu síni, sigur Annika Hoydal.