leygardagur 11. desember 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24
Spenningur um
Bokmentavirdislønina
Stórur spenningur er um. hvør fær Békmentavirdisløn
Íslendskur endaspurtur
Í hesu vikuni hevur ráðstevna verið í Norðurlandahúsinum
í Reykjavík um norðuratlantiska umráðið. Ráðstevnan er
hildin í sambandi við, at Ísland nú letur formansskapin í
Norðurlandaráðnum til Danmark. Siv Fridleifsdottir, sum
er ráðharri í umhvørvi og norðurlendskum samstarvi, setti
rådstevnuna. Endamálið við rådstevnuni er at tosa um
havumhvørvi, menningina hjá oyggjasamfeløgum, ferða-
vinnu, fjarundirvísing og fjarviðgerð av sjúklingum. Mill-
rarnar á ráðstevnuni vóru Høgni K. Hoydal,
og Walter Noel, sum ráðharri umboðar New
Eftir fundin tann 8. des. hildu norðurlendsku
vsráðharrarnir Siv Fridleisdóttir úr Íslandi, Mari
elved úr Danmark, Høgni K. Hoydal úr Føroyum,
1 Motzfeldt ur Grønlandi og Jan-Erik Enestam úr
um luttal
Ålmanakkin
2000 komin
Í 72 ár hevur H.N
Jacobsens Bókahandil
trúliga givið út Alm-
anakkan. Og í vikuni
kom Almanakkin
2000 út. Tað er Olavur
Clementsen, sum hev-
Nr. 237 — 11. desember 1999
Onnur bók
úr ritverki
undur, legði úr
hondum. Rødin
ber heitið
»Streingir, ið
tóna<, og í fyrstu
bókini eru yrk-
ingar og yrking-
atýðingar Símun-
ar, 99 í tali, skap-
aðar i tíðarskeið-
inum 1896-1937.
Í 2. bók. sum
júst er komin í
bókabúðirnar, er
meginmergurin
søguligar greinir,
bæði um samtíð-
arsøgu og eldri
søgu. skrivaðar í
árunum frá 1909
til 1932. Um-
framt er ein deild
um skaldskap og
Søguligar greinir, skaldskapur og søge
Símunar
Í fjør kom fyrsta bók í ætlaðum ritverki, sum fer at
lýsa, hvat ið Símun av Skarði, háskúlamaður og høv-
Simun
av ;
Skarði
Streingir, ið tóna
. —
ANNIR
søgu við tveimum greinum, skrivaðar um 1930.
Abbadóttir Símunar, Turið Sigurðardóttir, ritstjórnar
verkinum, og henda onnur bókin kemur út júst 100 ár
eftir, at háskúlin, sum var hjartabarn Símunar. varð
Norðurlandaráðsins næsta ár. Hesir norðurlendingar ur ritstjórnað. Hópin .
Henrik Nordbrandt og Thomas Boberg av hentum upplysing-
nark. Paavo Rintala, og Peter Sandelin úr um eru í bókini. sum |
Guðbergur Bergsson og Kristin Omarsd6ttir telir slakar 300 síður. : se
Íslandi. Frode Grytten og Georg Johannesen úr Har eru førovsk hag- F
Noregi. Katarina Frostenson og Beate Grimsrud úr tól. mát. lógir og reglu- Pr:
Svøriki. Oddvør Johansen úr Førovum og Jørgen gerðir. ásetingar. ,
Fleischer úr Grønlandi. I januar verður greitt, hver skipalistin, og annað
verður hepni vinnarin mangt. i -—
Subject: Teldubræv
Date: Fri 10. des. 1999
To: postsosialurin.fo
From: gardar(Dosto.online.no
Reply to: gardarosto.online.no
= stovnsettur. Forlagið Fannir gevur út.
TELDU-
POSTURIN.
SR
Ein framtíð fyri einstaklingar?
28. november vóru fimm ár síðan norð-
menn søgdu nei til at gerast limir í Eur-
opeiska Samveldinum (ES). Til hesa
folkaatkvøduna samlaðust fólk um eitt
politiskt mál. Antin at gerast limir í ES,
ella at royna at forða fyri einum lima-
skapi. Hesi fimm árini hava broytt nógv í
norskum politikki.
Teir politisku flokkarnir stríðast fyri at
yvirliva. Flokkarnir eru við at minka burt-
ur í einki.
Her í Noregi tykist tað meir og meir
eyðsýnligt, at flokkarnir halda lív í sær
sjálvum við at byggja á kommunustýris-
limir sum ganga aftur val undan vali, og
so nøkrum fáum sum hava framtíðina aft-
an fyri seg. Hetta er ein menning, sum
serliga hevur verið sjónlig seinastu fimm-
tíggju árini.
Seinastu tíðina hava fleiri norskir pol-
itikarar roynt at fingið lív í eitt orðaskifti
um framtíðina hjá norska fólkastýrinum,
- og kanska ikki minst í flokkunum. Stór-
tingsforsetin Kirsti Kolle Grøndahl hevur
kallað inn til ein fund fyrst í komandi åri,
har spurningurin um framtíðina hjá
norska fólkavaldinum stendur á skránni.
Hon hevur millum annað víst á, at grund-
lógin eigur at kannast gjølla. Norska
grundlógin er skrivað fyri so nógvum
árum síðani - á donskum - at ringt kann
vera at seta hana inn í dagin í dag.
Formaðurin í norska javnaðarflokkin-
um, Thorbjørn Jagland, hevur gjørt seg
til talsmann fyri stórum broytingum í
flokkinum, og tey hava sett eina nevnd at
kanna, hvussu flokkurin skal møta fram-
tíðini. Og tað eru ikki smávegis broyt-
ingar Jagland hugsar sær. Millum upp-
skotini er, at flokksformaðurin skal veljast
beinleiðis av limunum, og ikki av einum
landsfundi. Harafturat kann hann hugsa
sær at senda týdningarmikil mál út til
atkvødugreidslu millum limirnar. Alt
hetta skal gerast fyri at fáa fólk við í
politiska arbeiðið í flokkunum.
Orsøkin til hesar hugsanir eru broyt-
ingar í samfelagnum. Fólk hava ikki sama
áhuga fyri samfelagnum sum so. Tey øsa
seg upp um einstøk mål, og helst mål,
sum raka tey sjålvi å ein og hvønn hått.
T.d. vísir tað seg her í Noregi at er tað
nakað sum fær fólk út á gøturnar fyri at
krevja sín rætt, so eru tað spurningar um
nærumhvørvi, skúlar, barnagarðar og so
framvegis.
I hesum høpinum passa teir politisku
flokkarnir ikki inn. Flokkarnir sprottu úr
tjóðskaparligu og búskaparligu kollvelt-
ingunum í farnu old. Tað var yvirklassin
og tey ráðandi sum bygdu flokkarnar og
londini.
I dag eru fólk ikki lika áhugaði í at
byggja samfelagið saman við øðrum. Og
tað er her, at tað gerst so trupult hjá teim-
um politisku flokkunum at finna sítt pláss.
Hetta er ikki bert galdandi í Noregi, men
allastaðni har vit í dag hava eina politiska
skipan sum byggir á flokkar og fólkaræði.
Tað er møguligt, at tíðin er farin frå
teimum stóru kollektivu rørslunum, sum
vit hava kent síðani fronsku kollvelting-
ina. Nú eru tað einstaklingarnir sum
vinna, og oll berjast móti øllum.
Men eitt vælferðarsamfelag byggir á
felags loysnir og ein ávísan rætt til, at øll
í samfelagnum hava somu sømdir og
somu møguleikar. Um hetta skal eydnast,
so noyðast flokkar. politikkarar og tann
politiska skipanin at leggja til rættis fyri
hesum.
I dag hava norskir politikarar ikki funn-
ið sítt pláss í teimum globalu broyting-
unum sum fara fram, og tí leita teir eftir
einum plássi har teir kunnu yvirliva -
eisini í framtíðini. Um tað eydnast teim-
um fer tíðin at visa. Higartil vísa limatøl-
ini, at teir íkki eru á rættari leið. Talið á
teimum, sum eru politisk virkin og sam-
stundis eru limir í einum flokki, minkar.
Jógvan Hugo Gardar, Oslo