leygardagur 11. desember 1999síða 22
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 237 — 11. desember 1999
Havana
helvtina av mánaðarlønini
umframt teir síðuvinningarnar,
sum triðja hvønn mánaða verða
býttir út.
Tað ger sjálvandi, at bólka-
trýstið er øgiligt. Eingin vil
verða tann, sum er orsøkin til, at
allir missa tilverugrundarlagið
so at siga.
Gomul útgerð
Fernando arbeiðir á einum virki,
sum ger lidnar rættir. Fiskaburg-
arar, rækjur í portiónum, og
vidhvørt verður lagt um til at
friturukóka høsnarungar.
Høvudsdenturin verður tó
lagdur á fiskavørur, og virkið
verður roknað sum eitt fiska-
- Hóast revsingin er sera hørd, verður tú avðúkaður,
stjala fólk dúgliga
Men hetta heldur tó ikki fólki
frá at skava til sín, sigur
Fernando. Stødan er so vónleys
hjá teimum flestu, at tey taka
kjansin.
Hann reisir seg og fer út úr
stovuni, men er skjótur aftur við
einum posa í hondini. Upp úr
posanum tekur hann einar
øgiliga stórar cowboybuksur,
einar súkklubuksur og eina rullu
av breiðum, brúnum klistribandi.
- Hetta havi eg gjørt iløgu í,
greiðir Fernando frá. Hetta
kostaði mær eina månadarløn,
men eg brúki tað, tá eg skal taka
mær okkurt við heim av verk-
smiðjuni.
Fyrst klistrar hann tað, hann
tekur, inn at kroppinum. Vanliga
innanlærs. So fer hann í súkklu-
buksurnar og síðan tær víðu
cowboybuksurnar uttaná. Tá
sæst ikki so væl, hvussu tjúkk
lørini eru vorðin, sigur hann.
- Men eg vildi nógv heldur
fingið eina ordiliga løn fyri tað,
eg geri. Fekk eg eina løn, tað
bar til at liva av, hevði eg ikki
gjørt hetta her, sigur Fernando.
virki, sigur Fernando.
Fyrr kom råvøran vanliga frå
kubanska fiskiflotanum. Men nú
er so lítið eftir av hesum flota,
at neyðugt er við innfluttari
råvøru.
- I løtuni hava vit ein såttmåla
vid Columbia, hadani vit inn-
flyta råvøru, sum vit vidgera og
flyta út aftur sum lidnar
døgurdarættir, greiðir Fernando
frå.
Hann sigur, at hann arbeidir å
nåttarvakt. Teir eru triggir, sum
arbeiða saman frá klokkan 23 til
06 á morgni. Fimm nætur um
vikuna. Og tá vaktin er endað,
skulu maskinurnar reinsast. Tað
skulu teir tríggir eisini gera.
Tað eru vánalig viðurskifti,
teir arbeiða undir, sigur
Fernando. Maskinurnar eru
gamlar og illa viðlíkahildnar.
Í grundini skuldu tær havt
verið skiftar út fyri fleiri árum
síðan. Men tað eru pengarnir
ikki til. Urslitid er millum
annað, at verksmiðjan mátti lata
aftur einaferð í vár, tí alt
steðgaði upp. Tá vórðu - av
berari neyð - nakrar fáa åbøtur
gjørdar, sum skuldu verðið
gjørdar fyri fleiri árum síðan,
greiðir Fernando frá.
Sum dómi um, hvussu ringum
standi alt er í, sigur Fernando, at
nakrir spaniólar vóru og hugdu
at verksmiðjuni fyri stuttum.
Teir ætlaðu at gera nakrar íløgur,
men kúvendu, tá teir komu inn í
framleidsluhøllina og s6u
standin. Síðan er hvorki frætt
orð ella eiður frá teimum. Og
Fernando hevur einki frætt um,
at nakar annar stendur klárur við
pengum, at seta í kubansku
vinnuna.
- Tað er vandamikið at arbeiða
við slíkum maskinum, sigur
Fernando. Tær flestu eru umleið
20 ára gamlar og langt frá tí
stødi, sum er aðrastaðni.
Kortini eru tey sloppin sjáld-
sama væl frá álvarsligum
arbeiðsvanlukkum, sigur Fer-
nando. Ein fingur reyk nú ein
dagin, greiðir hann frá. Men
maðurin er longu aftur við somu
maskinu, sigur hann.
Og Fernando sjálvur er ikki
bangin fyri at arbeiða við síni
gomlu maskinu. Hann sigur, at
hann hevur havt vandamikil
arbeiði fyrr, og heldur, at hann
dugir at fara við maskinuni,
hann nú passar.
Onkur vinnur pening
Hóast Fernando ikki dugir at
siga nágreiniliga, hvussu stórur
umsetningurin á virkinum er, vil
hann vera við, at eitt einasta
tons av lidnari, útfluttari vøru
klárar at rinda alla arbeidslønina
til arbeiðsfólkið.
Restin fer til virkisleiðsluna,
sum fær ein part, meðan >onkur
annar< fer við tí sóra partinum.
Og >onkur annar<, leggur
hann aftrat, er stjórnin. Hann
tekur um høkuna og strýkur
hondini gjøgnum luftina, sum
streyk hann sær um skeggið. Ein
sera beinleiðis ábending til Fidel
Castro.
Og tað er vanligt mannatos á
Kuba, at Fidel Castro persónliga
er millum teir 100 ríkastu per- |
sónarnar í Amerika yvirhøvur. I
felag við monnum sum Rocke-
Feller og Bill Gates.
- Sjálvandi fer nakað av inn-
tøkuni til skúlar, sjúkrahúsverk
og so framvegis, sigur Fernando.
Men verri enn so alt, heldur
hann uppá.
23
Tað er ringt at eftirkanna slíkt
páhald á Kuba, tí ikki ber til at
sleppa til nøkur almenn hagtøl.
Fernando greiðir frá, at ar-
beiðsfólkið fær at eta á arbeiðs-
plássinum. Og tað er sera bíligt,
sigur hann.
- Men tað er einki serliga
góður matur, vit fáa, vil hann
vera við.
Tað, sum fólk annars skulu
liva av, fáa tey á skamtanarkorti.
Skamtaðu vørurnar skulu keyp-
ast í almennu handlunum fyri
kubanskar pesos. Hevur tú hin-
vegin dollarar ber til at fara í
sonevndu dollara-forrætning-
arnar og keypa tað. tå hevur hug
til. Har fæst at kalla hvat sum
helst. Men tað er fyri europe
iskar prísir, og tað hevur vanligt
fólk ikki ráð til
Skamtaðu
ingar at fáa hendur á. ti trot «
vørurnar eru ofta
at kalla ollum
Fernando rópar á dóttrina. og
hon kemur inn í stovuna við
emum konservesblikki. Ein
makrel er avmyn 3 itlar
blikkinum. Eitt kk av n
stødd. sum frensurir I
Før« i n fæ cin w%
dagl a
Try slík blikk er mánaðarlis
skamtanin av fiskavørum hjá
eini kubanskari familju við fýra
fólkum. greiðir Fernand
- Jú. Vit eru eitt fátækt fólk
og vit kunnu akkurát tað sama
viðganga tað, sigur Fernando
Fernándes.
Eftir ynski og fyri ikki at koma
keldum okkara í trupulleikar
heima á Kuba, eru oll nøvn i
greinini broytt. Blaðmaðurin
kennir tó samleikan hjá
persónunum og kann vátta
rættleikan í greinini.