leygardagur 11. desember 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
Kubanskur verksmiðuarbeiðari:
Fólk yvirliva av stuldri
Nr. 237 — 11. desember 1999
Stuldur frá arbeiðsgevaranum er dagligur kostur á kubanskum verksmiðjum. Tí tað ber heilt einfalt ikki til at yvirliva
við erligum arbeiði, sigur verksmiðjuarbeiðarin Fernando Fernándes í Havana, sum opið viðgongur, at hann stjelur
partar av ti, familjan livir av
+ sd I
FF
í bj
|
Spaniólar hugdu at verksmiðjuni fyri stuttum. Teir ætlaðu at gera iløgur, men kúvendu, tå teir komu inn í framleidsluhøllina og su standin. Síðan er hvørki frætt orð
ella eiður frá teimum.
E
Edvard Joensen
Eini månadarløn upp á umleið
35.- danskar krónur kunnu
fýra fólk ikki liva av. Men slíkar
eru treytirnar, ein vanligur
Kubanskur verksmiðjuarbeiðari
livir undir
Tí verður dúgliga stolið á flest
øllum kubanskum arbeiðspláss-
um.
- Av teirri einføldu orsøk, at
lónin er so lág, at ikki ber til at
forsyrgja eini familju við henni,
greiðir verksmiðurarbeiðarin
Fernando Fernándes frá. Hann
stjelur sjálvur ein stóran part av
tí, familjan skal liva av, sigur
hann.
Tó fær hann, umframt lønina í
kubanskum pesos, eisini nakrar
pakkar av fiskakøku, eitt sindur
av shampoo og tannpasta, 10
blikk av ymsum fiskakonserves,
eitt kg. av høgguslokki og 10
rækjur aftrat lønini triðja hvønn
mánaða.
Fernando býr saman við
konuni og tveimum børnum í
eini íbúð í einum av tyngru
byarpørtunum í Havana.
Tey hava eina lítla íbúð í veg-
hædd, og bæði hurðar og vind-
eygu er gyrd við tjúkkum jarn-
rimum, so alt líkist einum
fongsli.
Ein hundur goyr innanfyri, tá
vit stíga út úr hýruvogninum, og
tulkurin rópar inn um rimarnar
og spyr, um nakar er inni.
Jú, ein umleið 10 ára gomul
smágenta kemur út til rima-
portrið, sum er stongt við ketu
og hongilási. Í middagshitanum
stendur sjálv úthurðin tó opin.
Hon letur upp og býður
okkum inn. Vit fara inn í eitt
rúm, har ein ottoman og eitt
sjónvarpstól eru inni umframt
tveir stólar og eitt lítið borð.
Hetta er helst frægasta rúmið í
húsinum. Vit síggja einki annað,
men hoyra ein mann siga eitt-
hvert heldur illsliga við hundin.
Umsett til føroyskt hevði tað
ljóðað nakað soleiðis:
- Halt kjaft hundur!
koma við eini elektriskari viftu,
sum verður sett á sjónvarpið. Og
tað var rættiliga svalandi.
Stuldurin er rættiliga umfatandiá kubaftsku arbeiðs-
plássunum. Og tað hóast leiðslurnar gera nógv fyri
at kanna arbeiðsfólkið, bæði tá tey koma og fara av
arbeiðsplássinum.
Tað varð í hvussu er úrslitið.
Hundurin steintagdi restina av
tíðini, vit vóru inni.
Stjala av berari neyð
Maðurin kemur inn til okkara,
og vit heilsast. Hann er 34 ára
gamal, sigur tulkurin mær, men
hann sær væl eldri út.
Hann sær beinanvegin, at
hesin bleiki europearin sveittar
heldur illa í øllum hesum
hitanum, og hann biður dóttrina
Tað er einki uttanumtos, tá
Fernando fer at greiða frá. Hann
er so opinskáraður, at tulkurin
aftan á segði mær, at hann
øtadist við, at Fernando tordi at
sita soleiðis og siga fremmanda-
fólki frá, hvussu hann at kalla
livdi av stuldri.
- Stuldurin er rættiliga umfat-
andi á kubansku arbeiðsplássun-
um, sigur Fernando. Og tað
hóast leiðslurnar gera nógv fyri
at kanna arbeiðsfólkið, bæði tá
tey koma og fara av arbeiðs-
plássinum.
- Hóast revsingin er sera hørð,
verður tú avdúkaður, stjala fólk
dúgliga, sigur hann.
Og tað kostar veruliga, um ein
verður tikin fyri eitthvert óreglu-
semi á einum kubanskum
arbeiðsplássi.
Fernando greiðir frá, at fólk
arbeiða undir umstødum, sum
liggja tætt at mannarættinda-
brotum. Í Føroyum høvdu vit
ivaleyst hildið, at langt síðan
varð farið um tað markið, sum
definerar mannarættindi.
Tað er soleiðis, at arbeitt verð-
ur í sjakki, og allir í sjakkinum
verða løntir eftir, hvussu
samlaða mánaðarliga urtøkan er.
Men Guð náði og troysti tann,
sum ger nakað, sum leiðsluni
ikki dámar.
Er tað so, at onkur verður
avdúkaður fyri at gera okkurt
óregluligt, missir alt sjakkið