Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 22. januar 2005 19 ð fótbólti Landslið og steyp Hóast tað ikki var talan um nakran skipaðan landsliðs- fótbólt fyrstu mongu árini av søguni hjá MB, so vóru føroysk úrvalslið av og á og royndu seg uttanlands. Fyrsta ferðin av hesum var í 1910, tá eitt føroyskt lið fór til Bergens at royna seg. Her átti MB tríggjar leikarar, og vóru hesir Godtfred Heine- sen, sum var málverji, Jóan Pauli Ellefsen og Heini Jo- ensen. Úrslitið var tó ikki nakað at reypa av. Føroyska liðið tapti ikki minni enn 7- 0, men í øllum førum, so fingu leikarar á hesum liðn- um eina góða ferðauppliv- ing, og ikki minst lærdóm um, hvussu fótbólturin varð leiktur aðrastaðni enn í Før- oyum. Og so kunnu miðvingar- nir helst eisini erpa sær av, at teir vóru teir fyrstu, sum vunnu eina veruliga før- oyska kapping. Hetta hendi, eftir at bretski konsulin, A.C. Coates, lat eitt sera vakurt steyp til FBU. Eitt steyp, sum var stoypt á roy- alu verksmiðjuni í London. Fyrsti finaludysturin í kappingini um steypið stóð í 1914 millum MB og TB, og her eydnaðist miðving- um at vinna. Kappast varð í nøkur ár um hetta steypið, men FBU varð ikki langt lív lagað, og í 1918 var tann kappingin í øllum førum av. Gysari í FM-finalu Tað tóktist eisini, sum var føroyskur fótbóltur í einum lítlum aldudali hesa løtuna. Bløðini gera ikki stórvegis burtur úr nøkrum dystum gjøgnum 20’ini. Nakað verður tó sagt frá, og í minn- isritinum hjá MB verður víst á einstakar dystir, sum felagið leikti hesi árini. Tríatiárini vóru tó tíðin, tá gongd spakuliga kom á aftur. Farið varð nú eisini at tosa um møguleikan at skipa fyri eini veruliga før- oyameistarakapping. Ikki minst kom lív av álvara í, tá mongu bretsku hermennin- ir komu til landið. Í 1942 varð so fyri fyrstu skipað fyri FM-kapping, og vann KÍ hetta árið. Verður sæð burtur frá kappingini um Coates- steypið, sum helst var at rokna sum eitt meistaraheit- ið tá, so er enn ikki eydnast MB at gerast føroyameistari í bestu mansdeildini. Longu í 1943 var tó heilt nær við, tá MB leikti seg fram til finaluna, har TB stóð fyri framman. Í hálvfinaluni leikti felagið móti KÍ, og tann dysturin verður í gerða- bókini lýstir soleiðis. » Úrslitið av hesum dysti varð tað, at MB vann 3-1. Hesin dystur var sera for- vitnisligur og væl umtalaður í bløðunum, sum skrivaðu, at leikurin var góður, men at miðvingar royndust væl bet- ur enn klaksvíkingar henda dagin. Serliga róstur vórðu vinstri og høgru veingirnir, brøðurnir Laurentius og Torstein Haldansen.« Og hóast tað síðani gjørdist til tap í finaludyst- inum móti TB, so gjørdist her talan um ein dyst, sum helst seint verður gloymdur av teimum, sum høvdu høvið at uppliva. Aftur leita vit til gerðabókina. »Hesi bæði liðini sýnast at vera javngóð, og eftir hvat í bløðini skriva, var úrslitið av kappingini rættvíst eftir spælinum at døma. Annars siga bløðini, at hesin dystur var sera forvitnisligur. Bæði feløgini sýndu góðan leik og fótbóltsteknikk, sum ikki ofta er at síggja á Havnar leikvølli. Og hin stóra áskoðarafjøldin stóð líka spent til seinasta minutt, hóast spælt varð í 2 tímar og regnið oysti niður.« Úrslitið av tí dystinum gjørdist javnleikur 2-2, og hóast longda leiktíð, so fall eingin avgerð. Viku seinni var so nýggjur finaludystur á skránni, og aftur stóð á jøvnum. Støðan eftir van- ligu leiktíðina var 0-0, men tá TB so fekk avgerandi málið í umdystinum kundu teir rópa seg føroyameistara. Úrslitini tala annars fyri, at MB hevði eitt sera gott lið hetta árið. Eitt nú vórðu fimm dystir móti bretskum liðum á skránni, og bert ta einu ferðina vóru mið- vingar við undirlutan. Hondbóltur uppí Krígsárini kom hondbóltur eisini á skránna í MB. Kvinnurnar úr miðvági gjørdu eisini nógv um seg, og í 1944 leiktu tær seg fram til finaluna, sum var móti Vípuni av Sandi. Her gjørd- ust tær úr Miðvági tó ov stuttar, soleiðis at steypið fór til Sandoynna. At byrja við varð hond- bólturin skipaður sum ser- støk deild undir MB, men seinni varð Ternan sett á stovn til endamálið. Hetta felagið var eisini aktivt í nógv ár, og fleiri ferðir høvdu tær hug at ota seg heilt upp móti oddinum av føroyskum hondbólti. Upp og niður Sum nevnt áður í greinini, so var sandurin í Miðvági fyrsti heimavøllur felags- ins. Fram til 1969 hevði felagið ikki nakran vøll, sum tey kundu rópa sín egna, men eisini hetta stóð til at broyta. Við sjálvbodn- ari arbeiðsmegi frá bygdar- fólkinum varð ein vøllur gjørdur, og á sumri hetta árið hevði MB so egið grús undir fótunum. Tað fekk sum vera man eisini áhugan fyri spælinum at vaksa. Føroyskur fótbólt- ur var um hetta mundi býtt- ur upp í meistara- og meðal- deild, men tá kappingin í 1975 varð umløgd til at fevna um tríggjar deildir, máttu miðvingar taka til takkar við plássi í aðru deild. Longu í 1977 eydn- aðist tó felagnum at vinna deildina, og í fyrstu royndini hildu teir fast í plássinum í trý ár. Í 1980 var liðið tó aftur í aðru deild, men hóast teir tá hildu seg hava vunnið deildina, so endaði eitt langt trætumál við, at tað ístaðin gjørdust leirvíkingar, sum fluttu upp. Árið eftir eydnaðist tó MB at vinna oddasessin í deildini, so uppflytingin kundi gerast veruleiki, men hesaferð varð steðgurin bert eitt ár. Undan 85 ára degnum slapp felagið sær tó aftur fram í fremstu røð, soleiðis at teir í 1990 kundi spæla í bestu deildini. Tað var tó misjavnt, hvussu gekst hesi árini, og saman við SÍF tóktist MB at vera eitt lið, sum ferðaðist mill- um bestu og næstbestu deildina hesi árini. Í 1994 vórðu so stig tikin til stovnanina av FS Vágum. Fyrsta árið eydnaðist væl, og í 1995 skuldi samansetta liðið royna seg í bestu deild- ini. Tað tóktist eisini ganga rætta vegin, men eftir fyrstu árini tók aftur at ganga nið- ureftir. FS Vágar hevur fyri tað mesta yvirtikið leiklutin frá upprunafeløgunum sum elevatorlið, og í fjør gjørdi MB av at taka seg úr samstarvinum. Hetta hevur í fyrstu at- løgu merkt, at felagið skal spæla í 4. deild, nú 100 ára dagurin stendur fyri framman, men hetta tykist tó á ongan hátt hava tikið móti frá miðvingum. Felag- ið hevur við eini væl skip- aðari ungdómsdeild sum útgangsstøði sett sær nýggj mál fyri framtíðina. 100 ár av fótbóltssøgu eru ikki so- leiðis at skúgva til viks, og vónina um enn eitt blóm- andi tíðarskeið fyri fótbólt- in í Miðvági er tað eingin, sum fær tikið frá MB. Hjartaliga tillukku við degnum. Úr sama blað sæst eisini hendan síðan. Millum annað síggja vit ovast til vinstru mynd av liðnum, sum vann Coates steypið í 1914. Høgrumegin sæst kvinnuliðið hjá Ternuni, sum í 1964 vann meðaldeildina