Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 15 - 22. januar 2005 Sum fjórða fótbólts- felag í landinum kann MB nú halda 100 ára føðingardag. Fríggja- kvøldið varð mark- erað við føðingardags- tiltøkum, og seinni í ár verður so stóra føðingardagsveitslan 100 ÁR Jákup Mørk Fríggjadin varð club 100 í føroyskum fótbólti víðkað við enn einum limi. Her hevði TB annars í nøkur ár verið einsamallur limur, men í fjør komuu HB og KÍ afturat, og nú er tað so Mið- vágs Bóltfelag, sum fer um tey 100. Í minningarriti, sum MB lat gera fyri 15 árum síðani stendur soleiðis um stovn- anina av felagnum. »Tann 21. januar 1905 komu menn saman í Miðvági við Carl Johansen, presti í Jansagerði, á odda at stovna eitt fótbóltsfelag. Hetta felag fekk navnið Midvaag Fodboldklub, sum seinni varð broytt til Miðvágs Bóltfelag, MB.« Hesin sami Carl Johan- sen var eisini formaður í felagnum fyrstu árini. Hann var komin til Føroya í 1893 sum vágaprestur, og hetta tengt saman við áhuganum fyri fótbóltinum førdi við sær, at hann millum manna fekk navnið, fótbóltsprest- urin. Í 1914 gjørdi hann tó av at flyta til Veflinge á Fyn saman við føroysku konu síni, og tá gjørdist so neyð- ugt við nýggjum formanni fyri felagið. Fiskimenn sluppu bíligari Lógir og reglur skulu eisini til, um skil skal vera í ein- um fótbóltsfelag, og heldur ikki her vóru miðvingar sørir. Felagið hevur fram- vegis fyrstu lógirnar í var- veitslu, og í hesm stendur soleiðis um endamál og virksemi felagsins. §1: Foreningens formål er ved øvelser i boldspil, særlig fodbold, at fremme udviklingen af legemlig kraft og behændighed hos dens medlemmer. Víðari framgongur av viðtøkunum, at limagjaldið fyrsta árið var ávíkavist eina og hálvaaðru krónu um árið. Eina krónu rindaðu teir, sum part av árinum fiskaðu undir Íslandi, og tí ikki altíð høvdu møguleika at taka lut í venjingum og dystum. Hartil var eisini gjørligt at tekna seg sum passivan lim í felagnum. Hesi skuldu rinda eitt ársgjald á 50 oyru. Móti »B71« í 1905 Fyrstu nógvu árini var sand- urin í Miðvági vøllurin, sum nýttur varð. Mangan var hetta eitt trupult undirlendi. Ikki minst, tá flóð var. Ein av allar fyrstu dyst- um felagsins var longu í juli mánaði 1905, tá sand- oyingar komu á vitjan. Tann dystin vunnu miðvingar 2- 0, men dysturin varð ikki settur ígongd fyrr enn kl. 10 á kvøldi. Tástaðni var fjarað somikið, at spælandi var, og hóast hetta, so var talan framvegis um bleytt undirlendi, har upprikni tarin eisini gjørdi sítt. Tá í tíðini var ikki talan um nakra skipaða kapping, men nakrir dystir vórðu so kortini leiktir. Eitt nú varð í 1908 skipað fyri tveimum dystum móti HB, sum vórðu umrøddir í Dimmalætting. Ikki minst frásøgnin frá seinna dystinum sýnir, at sosiala aspektið tá í tíðini mundi viga nakað væl meira, enn tað oftani tykist gera í dagsins útgávu av spælinum, har úrslitini í ov- urstóran mun eru avgerandi. »Der blev fra Midvinger- nes side vist en udpræget gæstfrihed mod Thorshavn- erne, der ikke tog afsted før henad ottetiden mandag morgen«. 100 ár við Blaðið, sum MB gav út í samband við 85 ára dag felagsins, er nýtt sum høvuðskelda undir greinini. Á permuni sæst m.a. mynd av »fótbóltsprestinum« Carl Johansen