Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hóast ikki færri enn fimm dystir eru á skránni í Sunset- kappingini um viku- skiftið, so eru øll eygu vend móti dystinum í Klaksvík sunnudagin, tá ið tey bæði fremstu liðini, Stjørnan og VB, bresta saman SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sunnudagin fæst at vita, um tað fer at standa á jøvnum millum Stjørnuna og VB, tá ið farið verður undir endaspælið ínæstum, ella um Stjørnan fer at verða eitt vet framman fyri vágskvinnur. Vinnur VB í Klaksvík sunnudagin, hava bæði liðini 24 stig, men vinnur Stjørnan hava tær 26 og VB bert 22. Gamaní hava bæði liðini ein dyst afturat eftir í grundspælin- um, men neyvan man tað fara at eydnast Søljuni at gera nakað við VB í Vági í dag, og enn minni er møgu- leikin fyri, at Tjaldur kann gera nakað við Stjørnuna í Runavík. Tvey jøvn lið Seinnu árini hava júst Stjørnan og VB verið í ein flokki fyri seg í føroyskum kvinnuhondbólti, og tað er einans VÍF, sum av og á hevur gjørt ein vørr móti hesum báðum liðum. Hesi bæði lið hava dyst- ast tvær ferðir áður í hesum kappingarárinum. Tá ið liðini hittust í landskapp- ingardysti suðuri í Vági, vóru tað klaksvíkskvinnur, sum vóru við yvirlutan og vunnu 23-22. Men fyri góðari viku síðani hittust liðini aftur í Vági, og tá var tað fyrra hálvfinalan í Coca-Cola kappingini, ið var á skránni. Hesaferð vóru tað tær úr Vági, sum høvdu munin, og tær vunnu dystin 24-23. Sostatt kann staðfestast, at talan er um tvey ógvuliga jøvn lið, og tey flestu munnu verða á einum máli um, at tað verður dags- formurin, sum verður av- gerandi í dystinum sunnu- dagin. Uttan iva fara karmarnir til dystin at verða av teim- um bestu, og klaksvíkingar eru kendir fyri trúfast at stuðla Stjørnuni, men eisini vágbingar fylgja sínum liði, tá ið vitjað verður kring landið. Tí er lítið at ivast í, at tað verður trong- ligt á áskoðaraplássunum, tá ið teir báðir Hannis Wardum og Eyðun Samu- elsen bríksla dystin í gongd klokkan trý sunnudagin. VB eisini í dyst leygardagin Sum áðurnevnt skal VB spæla móti Søljuni í Vági í dag, og tað verður óivað ein trupul uppgáva hjá venjar- anum hjá VB at fáa sínar leikarar at gloyma dystin sunnudagin og bert hugsa um dystin móti vágakvinn- um fyrst. Vágskvinnur eiga tó at verða so mikið væl fyri, at tær vinna trygt á Søljuni, men spurningurin er so, um tann dysturin fer at sita í beinunum á leikarunum, tá ið tær fara á vøllin í Klaksvík sunnudagin. Ein annar dystur er á skránni í dag. Hann verður í Runavík, har heimaliðið Tjaldur fær vitjan av grann- unum á Skálafjørðinum úr StÍF. Strandakvinnur eru greiðir favorittar til at vinna dystin, og um tær tryggja sær sigurin, fara tær samstundis aftur frá Kyndli á næstaftasta plássinum á stigatalvuni. Sum nú er, hava bæði Kyndil og StÍF fimm stig í part, men all- arhelst hevur StÍF sjey stig, tá ið dagurin í dag er farin aftur um bak. Í morgin skulu so júst StÍF og Kyndil dystast. Hesin dysturin verður leiktur á Skála, og tá verður allarhelst talan um ein javnan dyst. Tá ið liðini hittust í Havn í heyst, end- aði tað við javnleiki 21-21. Seinasti dysturin hjá kvinnunum hetta vikuskifti verður í Havn í morgin. Tá koma kvinnurnar úr Vest- manna á vitjan hjá Neist- anum. Her man lítil ivi verða um, at Neistin er greiður favorittur at vinna á gamla venjaranum hjá sær, Sophus Dal-Christiansen, sum nú er venjari hjá VÍF. Tá ið hesi bæði lið dystað- ust í Vestmanna í november mánað, endaði tað við ein- um tryggum 34-22 sigri til neistakvinnur. Tá ið vikuskiftið so er farið aftur um bak, ber til at staðfesta, hvussu støðan verður, tá ið farið verður undir endaspælið. Nr. 15 • leygardagur • 22. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Eyguni eru vend móti Klaksvík vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 12 12 - 0 - 0 326 228 98 24 2 VB 12 11 - 0 - 1 377 229 148 22 3 Neistin 13 9 - 0 - 4 371 279 92 18 4 Søljan 13 8 - 0 - 5 361 297 64 16 5 VÍF 13 5 - 0 - 8 305 301 4 10 6 StÍF 12 2 - 1 - 9 249 325 -76 5 7 Kyndil 13 2 - 1 - 10 246 361 -115 5 8 Tjaldur 12 0 - 0 - 12 206 421 -215 0 vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 2 2 - 0 - 0 366 321 45 12 2 Kyndil 2 1 - 0 - 1 361 290 71 10 3 StÍF 2 2 - 0 - 0 325 353 -28 7 4 KÍF 2 1 - 0 - 1 301 331 -30 6 5 H71 2 0 - 0 - 2 354 359 -5 5 6 Neistin 2 0 - 0 - 2 330 383 -53 3 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 11 10 - 1 31 7 24 11 2 TB 11 9 - 2 27 13 14 9 3 Dráttur 12 6 - 6 27 21 6 8 4 ÍF 11 5 - 6 17 18 -1 6 5 KÍF 12 4 - 8 14 27 -13 4 6 SÍ 11 0 - 11 3 33 -30 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 9 8 - 1 25 8 17 9 2 Mjølnir 8 6 - 2 20 10 10 6 3 Fleyr 9 5 - 4 19 15 4 5 4 ÍF 9 2 - 7 9 23 -14 3 5 Fram 9 1 - 8 8 25 -17 1 Dystaryvirlit Hondbóltur: 22.01.05 Sunset-kappingin: Kl. 15.00 Tjaldur-StÍF Høllin í Runavík Kl. 15.00 VB-Søljan Høllin í Vági 23.01.05 Sunset-kappingin: Kl. 14.30 Neistin-VÍF Høllin á Hálsi Kl. 14.30 StÍF-Kyndil Høllin á Skála Kl. 15.00 Stjørnan-VB KÍ-høllin Atlantic Airways-kappingin: Kl. 16.00 StÍF-Neistin Høllin á Skála Kl. 16.00 Kyndil-H71 Høllin á Hálsi Kl. 16.00 VÍF-KÍF Høllin í Vestmanna Flogbóltur: 23.01.05 Meistaradeildin menn: Kl. 15.00 Fleyr-Fram Gundadalshøllin Kl. 16.00 ÍF-Mjølnir Høllin á Kambsdali Meistaradeildin kvinnur: Kl. 14.00 ÍF-Mjølnir Høllin á Kambsdali Kl. 14.00 SÍ-TB Sørvágur Seinnu árini hava VB og Stjørnan verið í einum flokki fyri seg. Sunnudagin hittast tey í KÍ- høllini í einnum dysti, sum væl kann fáa avgerandi ávirkan á, hvar meistaraheitið endar