leygardagur 22. januar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 15 - 22. januar 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í morgin, 23. januar,
fyllir ein vælkendur
havnarmaður, Leif Berg,
ríðilærari og ríðihallar-
eigari, fimmti ár.
Hvør skuldi trúð tí, at
hesin spelkni ungling-
urin fer um henda stóra
marknasteinin
nú?
Í
hvussu er ikki tey, sum
regluliga síggja hann
svinga seg í saðilin.
Sum so nógvir aðrir
við Berg-eftirnavninum
hevði Leif áhuga fyri tí
sum rullar. Hann gjørd-
ist tó ikki bilsmiður,
men setti seg í gravi-
maskinur og lastbilar.
Frá rættiliga ungum
árum hevði hann sína
egnu
fyritøku
við
maskinum og lastbilum
og tók sær av jørð og
betongarbeiði, eins og
hann eisini arbeiddi fyri
aðrar.
Eitt av teimum stóru
arbeiðunum, sum hann
hevði um hendi, var
jørð- og betongarbeiðið
í svimjihøllini í Havn og
grótarbeiðið uttanfyri.
Í dag er hann millum
teirra, sum regluliga sita og sveitta í baðstovuni, og
orðna heimligar spurningar og "verðinsproblemini".
Yvirskriftirn er heintað frá árunum sum entrepre-
nørur, tá hann brúkti hetta rámandi "logo" fyri at
marknaðarføra fyritøkuna. Men spurningurin er, um
hesi orð framvegis ikki kunnu brúkast.
Í øllum førum hevur Leif verið knávur í stríðnum at
fáa ríðifyritøkuna BERG-hestar og ríðihøllina í
Marknagili á føtur, sum í dag er týðandi partur í
reiðvirkseminum her á landi.
Í kreppuárunum saðlaði Leif um - í bókstaviligum
týdningi. Gravimaskinur og lastbilar vórðu sett, tá alt
byggivirksemi helt uppat. Ístaðin fór at hann at byggja
upp eina fyritøku við rossum.
Í smáum fór hann at skipa fyri ríðing fyri rørslu- og
menningartarnað og ríðitúrum fyri ferðafólkum frá
bústaðnum og trøðni við Marknagilsvegin.
Við hjálp frá vinum er henda vinnan spakuliga bygd
upp, og í dag er ríðingin ein fittur partur í arbeiðnum
at hjálpa um støðuna hjá rørslu- og menningar-
tarnaðum og ein partur av ítrivinum hjá hesum
íbúgvunum.
Í øðrum londum verður ríðing nógv brúkt sum
terapi, tá talan er at hjálpa fólki, sum hava sálarliga
sjúku, við góðum úrslitum, men so langt eru vit ikki
komin enn.
Krúnan á verkinum - hóast verkið ongatíð verður
liðugt hjá einum so arbeiðssomum manni sum Leif - er
ríðihøllin í Marknagili, sum varð tikin í brúk fyri
góðum trimum árum síðani.
Nú ber til at hava ríð-
ing fyri tey handikapp-
aðu inni og úr Markna-
gili er lættari at sleppa út
á ríði- og bygdagøturnar
við útlendskum og før-
oyskum ferðafólkum. Ja,
tað er so, at alt fleiri
landsmenn nýta høvi at
fara ein ríðitúr við
BERG-hestum. Og tey,
sum hava verið einaferð,
royna tað aftur. Tað er
so, at øll eru før fyri at
seta seg í saðilin á teim-
um væl vandu rossunum
hjá BERG-hestum.
Tað eru nógv, sum
hava
sína
regluligu
gongd í ríðihøllina, og
nógv - gentur og dreing-
ir - hava gjøgnum árini
tikið eina hond í við at
sópa og geva. Afturfyri
eru tey sloppin at ríða og
mang-ir av teimum ungu
"rúttarunum" eru vand
upp hjá BERG-hestum.
Ja, vit kunnu siga, at
Leif hevur vakt áhugan
hjá nógvum fyri ríðing
og rossaumhvørvinum.
Uttan hetta og mangt
annað sjálvboðið ar-
beiðið høvdu BERG-hestar neyvan verið komið so
langt ávegis - enn í hvussu er. Leif hevur tann
eginleika - við tí sjarmu hann hevur - at knýta fólk og
vinir til sín og fáa tey at taka eina hond í.
Hóast arbeiðið tekur nógva tíð, eru eisini stundir at
seta seg í saðilin og Leif er millum okkara fremstu
reiðfólk, tá tað kemur til íslandsrossaríðing. Hann
hevur vunnið nógvar kappingar í gonguløgum her
heima, m.a. við ryssuni Stóð og hestinum Tór, og hann
hevur eisini umboðað Føroyar uttanlands í altjóða
kappingum. Men í hesum eru "vit enn smáir" - hóast
vit royna at vera "knáir".
Áður reið Leif eisini kapp, men nú eru fleiri ár
síðani, at hann royndi at koma fyrstur á mál í kapp-
ríðing. Ístaðin fyri hevur hann lagt seg eftir tí meiri
kreativu gongulagsíðingini.
Harafturat er áhugurin fyri handboltinum vaksin
síðstu árini, so hann er ikki so tíðum á ríðitúrum
sunnudagar meiri, tá dystir verða leiktir.
Men tíð hevur hann framvegis til vinir, kenningar og
okkurt rossaprátið, tí altíð er hann blíður og fryntligur,
tá komið verður í høllina ella á gátt.
Hjartaliga tillukku og alt tað besta í framtíðini, sum
óivað fer at hava stórar og spennandi broytingar við
sær í næstum.
Vinarliga
Stígandi og Fjalar
Eru vit smáir - eru vit knáir
Leif Berg fyllir fimmti
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Dagurin
22. januar. Vincentius, deyður umleið ár 300 í
Zaragoza. Píndur til deyða undir Diocletianus
keisara.
Navnið er lanínskt og merkir hin sigursæli.
23. januar. Emerentius. Navnið er komið skeivt
fyri; tað skal vera Emerentiana, deyð umleið ár 300
(í gomlum álmanakkum Emerent). Hon var vinkona
við Agnas (sum varð tikin av døgum umleið ár 300)
og var steinað til deyða, tá ið hon fylgdi vinkonuni
og harðliga hevði at teimum, sum píndu og drupu
hana.
24. januar. Timoteus, deyður umleið ár 68. Vin-
maður og fylgisveinur hjá Paulusi ápostli, sum
skrivaði honum tvey brøv. Eftir fornkirkjuligari
frásøgu var hann eftir deyða Páls biskupur í Efesus,
men toldi blóðvitnisdeyðan undir Nero keisara eins
og ápostulin.
Grikst navn ið merkir: tann sum óttast Guð.
95 ára føðingardagur
Mánadagin 24. januar verður Zacharias Stórá,
Skopun 95 ár.
85 ára føðingardagur
Mánadagin 24. januar verður Marjun Heimá, 85 ár.
Dagurin verður hildin í KFUK sunnudagin 23.
januar frá kl. 16.00-20.00.
Brúdleyp
Í dag, 22. januar kl. 14.00 giftast í Bíggjar kirkju
Rannvá Evaldsdóttir, Bøur og Eystein Jacobsen,
Miðvágur. Opið hús verður í heiminum frá kl.
19.00.
Miðvágs Fornminnis-
felag fer leygardagin í
næstu viku at skipa
fyri myndaframsýn-
ing við gomlum
myndum úr Miðvági
FRAMSÝNING
Leygardagin í føstuinn-
gangi verður forkunnug
framsýning í Miðvági, sum
Miðvágs Fornminnisfelag
skipar fyri.
Felagið sigur soleiðis í
tíðindaskrivi:
Miðvágs Fornminnafelag
skipar fyri framsýning av
gomlum
myndum
úr
Miðvági leygardagin 5
februar 2005 frá kl. 15.00
til 21.00. Tær elstu mynd-
irnar eru frá umleið 1890-
1900, men flestu myndir-
nar eru persónsmyndir frá
umleið 1930-1940. Absa-
lon Joensen prestur hevur
avmyndað. Nakrar for-
vitnisligar myndir eru av
grindadrápi umleið 1910.
Høvið verður at síggja
tekningar av gamla presta-
garðinum í Jansagerði og
øllum teimum bygningum
sum hoyrdu til húsini. Ha-
rafturat eru skjøl um av-
gerðinar, tá íð prestagarð-
urin varð niðurtikin og
uppisitarahúsini vóru flutt
á prestagarðsgrundina til
skjals.
Forminnafelagið skipar
eisini fyri køkutombola og
høvið verður at keypa sær
ein drekkamunn við onkr-
um góðum afturvið.
Atgongumerkir á 20,00.
Hendan dagin er ókeypis
at koyra gjøgnum Vága-
tunnilin.
Framsýning í Miðvági
Mðvágs Fornminnisfelag fer at hava framsýning av gomlum
myndum, har ein partur fer at vísa gamla prestagarðin í
Jansagerði
Mynd: Edvard Joensen