Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 22. januar 2005 15 mótans svimjihøll í jóla- gávu: 25-m kappingarhyl, kavingarhyl, venjingarhyl og smábarnahyl. Hetta er einasta gongda leið, skal svimjiítróttini sum kappingargrein verða lív lagað. Eftir er so bara at ynskja, at fyritakssemi klaksvíkinga, sum dømi var í ítróttarhallamálinum, eis- ini fær onnur býráð at taka betur partar fyri seg - ikki minst høvuðstaðsins býráð, sum tá tað snýr seg um ítróttarmál hevur ógvuliga deydligt seinastu árini. Væl fullu orðini hjá Árna Dahl, fyrsta ítróttablað- manni føroyinga. Tað fløvar at lesa hesa oddagrein nú næstan 31 ár seinni, og man ikki fyrimyndin hjá klaks- víkingum og orðini hjá Árna hava fingið havnar- menn at taka seg um reiggj og fara undir fyrireiking til bygging av nýggjari svimji- høll í høvuðsstaðnum. Men lat okkum venda okkum móti orsøkini til hesa grein: svimjing í Klaksvík. Svimjifelagið Ægir Tann 14. januar 1975 varð so svimjifelagið Ægir sett á stovn. Millum undan- gongumenninar vóru Poul Nolsøe og Magnus Mikk- elsen. Lagt varð til brots beinanvegin og longu 28. juni 1975 var svimjikapp- ing í nýggju høllini. Í ein- um kuti úr Dimmalætting sæst, at luttøka var úr Fuglafirði, Havn, av Tvøroyri og sjálvandi úr Klaksvík. Dimma nevnir eisini áskoðaratalið, 650 klaksvíkingar hugdu at kappingini. Føroyameistarakapping var so fyriskipað í Klaksvík leygardagin 4. og sunnu- dagin 5. oktober, og tað er merkisvert at síggja, at longu 10 mánaðir eftir stovnanina, varð Ægir trið- besta felag við 4 vunnum kappingum, Høgni Mikkel- sen vann 3 og Jógvan Ullman eina. Tvøroyra Svimjifelag vann 10 og Havnar svimjifelag 8 kapp- ingar. Longu árið eftir, tá triðja FM kapping var í Havn í oktober 1976, gjørdist Ægir nógv besta felagið og vann 24 av teimum 36 kappingunum og Havnar svimjifelag vann hinar 12. Hyggja vit at hesum úrslitum, so tók tað Ægir eitt ár og tíggju mánaðir at koma úr ongum til at gerast besta felag í Føroyum. Sjálvandi kann onkur siga, at venjingin og skipaninar vóru ikki so framkomnar tá sum í dag, men øll kappast jú á jøvn- um føti. Ægir hevði sett seg á fyrsta plássið í føroyskari svimjing, eitt pláss, sum felagið helt uttan íhald fram til 1989 tá høllin mátti stongjast vegna misrøkt. At koma til kappingar í svimjihøllini í Klaksvík var eitt serstakt upplivilsi. Hetta var jú einasta rætti- liga svimjihøll í landinum og fyri okkum, ið komu úr svimjihylinum á Tvøroyri, ið er 12,5 metrar langur, var tað sum at koma í himmi- ríki, men tað var ikki einglasongur, ið møtti okk- um. Sum fyrr nevnt var vanliga áskoðaratalið mill- um 600 og 700 áskoðarar, og fleiri høvdu viljað inn, um hurðin ikki varð stongd. Eg, og helst eisini onnur, minnist serliga tvær kapp- ingar, Føroyameistarakapp- ingina í 1975 og Norðoya- stevnukappingina í 1976. Høgni Mikkelsen og eg kappaðust í frísvimjing, ella sum tað varð kallað tá "crawl". Tá ein kom inn í høllina, sást dagsljósið ikki fyri áskoðarunum, ið vóru allastaðni og ýlini vórðu øgilig. Sigrar tað vildu klaksvíkingar hava! Tað var ein øgiligur gróð- ur í føroyskari svimjing. Serstakliga tvøramenn og klaksvíkingar kappaðust, hetta kom sjálvandi av, at vit høvdu innandura hyljar, meðan havnarmenn bara fingu vant um summarið. Høgni Mikkelsen Ægir hevði nógvar evna- ríkar svimjarar, men ein stóð framum allar hinar og var tað Høgni Mikkelsen. Høgni var fyrsti føroyingur, ið svam undir minuttin í 100 frísvimjing. Hann setti tað føroyska metið í 100 frí í 1977 við tíðini 0.55.3. Heri á Lava Olsen metið frá 1963 til 1975 við tíðini 1.05.6. Hetta metið varð ikki sligið fyrr enn í 1989 tá Petur Heðin á Fløtti svam 0.54.9 í finaluni til Oyggja- leikirnar. Til samanlíkn- ingar kann sigast, at Eivind Eysturoy hevur metið í dag við tíðini 0.52.94. Høgni var fyrsti svimjarin, ið fekk gullnálina. Høgni var ein føddur sprintari, og minnist eg týðuliga tann eina veturin, hann svam saman við okkum í AGF, at norski venjarin hjá okkum tók til, at betri sprintara hevði hann ikki sæð. Oyggjaleikir og uttan høll Ta tíðina, meðan eg svam niðri, hevði eg ikki nógv samband við Ægir. Í 1983 kom eg heim aftur og tá var nógv samband norðureftir, bæði sum landsliðsvenjari, nevndarlimur í Svimjisam- bandinum og venjari hjá Havnar Svimjifelag. Tá var Ægir nógv sterkasta svimji- felag í landinum. So sterkt var Ægir, at tá farið var til FM í Vági í 1984 kastaði Oluffa á Høvdanum handskan og segði í Norð- lýsinum, at tey ætlaðu at vinna allar kappingarnar. Hetta var sum at vísa hundi brand og bardagin var øgiligur í Vági. Vit, tvs. Havnar svimjifelag helt seg hava klárað seg avbera væl, tá vit vunnu 7 kappingar, men hugsa tykkum hvussu sterkt Ægir hevur verið. Eg verði noyddur at viðmerkja tað serstaka við Ægir, tá tey vóru so nógv sterkari enn øll hini feløg- ini, tey høvdu ongantíð hug at dovna og vera nøgd við støðuna, nei, skjótari og betri alla tíðina. Vit fóru við landsliðnum til Danmarkar í 1983, vitjaðu í Fredericia og Århus, ein avbera góður túrur, har vóru svimjarar úr Vági, Havn og Klaksvík. Í desember sama árið vóru vit við trimum svimjarum til NJM í Linköping í Svø- ríki, Petru Gardar og Símun á Høvdanum úr Ægir og Hera Mortensen úr Vági. Áttatiárini vóru góð ár fyri svimjingina í Føroyum og størsta upplivingin var Oyggjaleikirnar í vórðu hildnir í Havn í 1989. Oluffa á Høvdanum hevði átikið sær at vera venjari fyri oyggjaleikaliðnum, men best sum fyrireiking- arnar vóru komnar væl áleiðis, komu boðini seint í 1988: Høllin í Klaksvík stongd! Av misrøkt var neyðugt at stongja høllini, annars var vandi fyri, at hyljarnir duttu saman. Vit kláraðu okkum gjøgnum oyggjaleikirnar við sera góðum úrslitum. Men uttan svimjihøll datt virksemið hjá Ægi so gott sum niðurfyri. Kanska kann ein siga, at eftir øll tey góðu árini komu tey soltnu. Tá høllin so var latin upp aftur vóru klaksvíkingar til dystin fús, og tað kann tykjast hugstoytt, at beint sum gongd var komin á, so var aftur stongt fyri at byggja takið um. Vána viðurskifti fyri eitt av okk- ara bestu svimjifeløgum. Tillukku og føðingardagsgáva Tá tit nú øll sita við væl- búgvi borð í kvøld 22. januar, og øll lukkuynskini verða borin fram, so vil eg loyva mær at vera burtur- blíður. Nú skulu tit tryggja tykkum at fáa eina svimji- høll afturat í 30 ára gávu. Ikki ein av hesum luft- kastellunum, tit vita "størri og betri" men eina góða 25 metra venjingarhøll, sum Ægir hevur fult ræði yvir alla tað tíðina skúlarnar ikki nýta hana. So skulu vit øll síggja, at felagið hjá tykkum skjótt verður aftur við fullari styrki. Góðu tit øll, gomul sum ung, hjartaliga tillukku við teimum tríati árunum og við einari hjartans tøkk fyri árini, ið eru farin. Jon Hestoy, føddur 12. juli 1959 á Tvøroyri Formaður í Svimjisam- bandi Føroya1988-1996. Svam fyri Tvøroyra Svimjifelag 1969-1976, fyri AGF í Danmark 1976- 1983 og fyri Mission Viejo í California, 1980- 1981. Á danska landslið- num frá 1978-1982.Vann 7 donsk meistaraheiti og setti 8 donsk met. Vann bronsumerki í 200 fir- vald til NM-kappingina í 1979. Luttók fyri Føroyar til HM í Ekvador í 1982. Landsliðsvenjari 1983- 1984 og 88. Venjari fyri Havnar Svimjifelag 1983-1984. Nevndar- limur í Technical Open Water Swimming Com- mittee í Evropeiska Svimjisambandinum síðani 1998. Høgni Mikkelsen Glaðir gullvinnarar eftir liðsvimjing á Oyggjaleikunum 1989, frá vinstru: Petur Heðin á Fløtti, HS, Heri Mortensen, VS, Elmar Ósá, Ægir og Martin Venned, Ægir.