leygardagur 22. januar 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 15 - 22. januar 2005
Tá útvarpsmanning
við feðgunum Niels
Juel og Jógvan Arge á
odda fóru til Olymp-
isku leikirnar í
München í 1972, man
fáur hava roknað við,
at hetta skuldi fáa
avgerandi týdning
fyri føroyska svimji-
ítrótt. Ein tann
størsta stjørnan í
München, var ameri-
kanski svimjarin
Mark Spitz. Tá av-
tornaði hevði hann
vunnið 7 gullmerki
og var eitt navn allir
føroyingar kendust
við. Hesir leikirnir
vórðu settir 26. au-
gust og endaðu 11.
september 1972
FØÐINGARDAGUR
Jon Hestoy
Menn lógu ikki á hesum
áhuganum. Longu 22. sep-
tember 1972 var svimji-
kapping í Havn og stevndu
fólk saman úr øllum Føroy-
um. Henda kappsvimjing
hevði stóran týdning og
mett verður, at hetta var
byrjanin til ta skipaðu
kappsvimjing, ið er í Før-
oyum í dag. Kagar tú gjøg-
num skránna fyri hesa
kappsvimjing, síggjast lut-
takarar úr Havn, av Skála,
Strondum, Tvøroyri, úr
Vestmanna, av Sandi og ein
einstakur luttakari stendur
at vera úr Klaksvík, tað var
eingin minni enn tann
navnframi Poul Nolsøe.
Eitt navn, ið seinni fær
stóran týdning fyri svimji-
ítróttina í Klasvík.
Kappsvimjingin
søguliga
Fyrsta eg veit um, at skipað
hevur verið fyri kappsvimj-
ing, er tá Tingakrossur 26.
juli 1911 hevur eina lýsing,
har boðið verður til kapp-
svimjing í Kirkjubø tann
13. august sama ár. „3 silv-
ur virðislønir" verða bodn-
ar út. Teir, ið skriva undir
lýsingina eru: Poul N. Pat-
ursson og Poul T. Samuel-
sen úr Kirkjubø, Johannes
Danielsen Velbastað, C.F.
Hansen og Einar Mohr úr
Havn. Undirtøkan bleiv
ikki nóg dygg, og 2. august
verður
kapping
avlýst
vegna ov lítla undirtøku.
Fyrsta svimjikapping vit
vita um, bleiv so á ólavsøku
1912. Lýsing er í Tinga-
krossi 24. juli 1912. Kapp-
ast skal í 20-40 metrar fyri
dreingir, 50-500 metrar fyri
vaksin, og svimjast skal,
sum tað stendur í lýsingini:
"Undervandssvømning,
Livredning, Rygsvømning,
Sidesvømning, Haand over
Haand-Svømning
etc.".
Stigtakarin var eysturoyar-
presturin Absalon Joensen.
Sum mann vera tann ein-
staklungurin, ið hevur gjørt
mest fyri at fáa føroyingar
at læra at svimja.
Tingakrossur hevur tann
31. juli 1912 frásøgn frá
ólavsøku-kappsvimjingini,
og greiða teir frá, at áhugin
var stórur frá áskoðarunum,
hóast tað ringa veðrið.
Teir ið fingu vinningar
vóru: Poul Poulsen av EiðI,
ið svam 156 metrar í 4
minuttir. Poul Olsen av Eiði
svam 104 metrar í 2
minuttir og 15 sekund. S.P.
Petersen (yngri) úr Fugla-
firði svam 52 metrar í 59
sekundum. Andreas Johan-
sen úr Havn svam 40 met-
rar í 43 sekund. Peter Vige-
lund, Frits Kristiansen úr
Havn og Sofus Hansen av
Nesi svumu 20 metrar í 30
sekund.
Ólavsøkukappsvimjing
var síðani fastur táttur fram
til 1984. Mong mugu vera
tey, ið minnast kappingar-
nar í gamla hyli í Gunda-
dali. Tann áhugin ið har var,
flutti ongantíð við yvir í
nýggju høllina í Gundadali.
Svimjihyljarnir
Gamalt var, at menn gjørdu
hyljar í áum, eins og svom-
ið var í ósum og á sjónum.
Við einum vatnhita um tey
tíggju stigini var tað so sum
so við møguleikunum fyri
undirvísing, tó so, at manga
staðni vóru eldsálir, ið
gjørdu stórt arbeiði at læra
ungdómin at svimja.
Í fimtiárunum vórðu so
hyljar bygdir í Vestmanna
og í Havn. Hylurin í Vest-
manna var 10 metrar lang-
ur, meðan tann í Havn var
25 metrar, men hesir vóru
uttandura, so bara var
svomið um summarið. Í
sekstiárunum
vorðu
so
skúlahyljarnir bygdir. Hetta
vóru hyljar, ið flest allir
vóru 16 2/3 metrar langir.
Vikuna áðrenn fyrstu Før-
oya meistarakappingina í
september 1974 skrivaði
Árni Dahl so í ítrótta-
oddagrein í Dimmalætting:
...Nakað er batnað í sein-
astuni, tá menn í samband
við
skúlabygging
hava
kloynt ein svimjihyl upp á
tekningina - hervið fekk
skúlaungdómurin betri kor
til at læra at svimja, men
skuldu tey so havt hug til at
luttikið í svimjikappingum,
fyri ikki at siga fyrireikað
slíkar, so er heft og fyri-
bundið, tí skúlahyljarnar á
ongan hátt eru kapping-ar-
hyljar - einar 10-12 m ov
stuttir til tess. Ófatuligt at
myndugleikar og ráðgevar-
ar teirra í okkara nýmótans
tíð kunnu gera slíkar brøla-
rar, sum tað er at byggja 15
m hyljar - tað hevði jú
kostað so lítið meira at
longt hylin við 10 m, so
hann stóð altjóða kapping-
armál.
Hóast hesi brek sýnist
áhugin fyri svimjiítróttina
nú at vera í menning og
takk skal svimjideild ÍSFs
eiga fyri tað áræði, sum tað
er at skipa fyri FM-kapping
undir givnu viðurskiftum.
Sanniliga hevði Árni
rætt! Tað er hugstoytt at
hugsa sær til, at vit í Før-
oyum eiga 20 svimjihyljar,
men bert tríggir eru 25
metrar. Restin er frá 10 til
16 2/3 metrar. Árni Dahl
endar tó oddagreinina við
góðum orðum:
... Ein glotti er tó framma
fyri stavn, og sum so ofta,
tá talan er um slíkan innan
fyri okkara lítla ítróttar-
heim, skulu eyguni leita
sær til Klaksvíkar fyri at
finna hann: Býráðið har
norðuri gevur borgarunum
og ítróttarungdóminum har
norðuri heilt ígjøgnum ný-
Hugarensl í samband við tríatiára dagin hjá svimjifelagnum Ægir
Frá Mark Spitz til Borðoyarvík
Føroyameistarakppingin 1974. Frá vinstru: Bjarni Rubek Nielsen, Poul Nolsøe og Jens Andreasen.
Føroyameistarakappingin 1975. Frá vinstru: Høgni Mikkelsen
og Jon Hestoy
Ægirliðið, ið fór til Íslands í 1977