leygardagur 22. januar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga tøkk tit sum mintust meg á føð-
ingardegnum við vitjan, gávum, blómum,
telefonsamrøðum og fjarritum.
Heilsan
Steingrím Joensen, Argjaboða
Marjun Heimá
85 ár
Mánadagin 24. januar 2005
fyllir Marjun Heimá í Havn
85 ár.
Marjun Heimá er eitt
kent navn í samband við
handilin
við
Bernina-
seymimaskinum, lýnlásum,
knappum o.l.
Marjun er fødd og upp-
vaksin í Havn sum nummar
6 av teimum 12 børnunum
hjá Poulinu, f. Pálsson,
ættað av Tvøroyri, og Jens
Paula í Dali, sjómansskúla-
stjóra úr í Havn.
Marjun hevur frá ungum
árum av havt stóran áhuga
fyri seyming, og fór hon til
Danmarkar at læra til
seymikonu á tekniskum
skúla.
Hon var í Danmark øll
krígsárini og kom heim
aftur eftir kríggið og stovn-
aði sína egnu seymistovu í
Havn.
Hon hevur eisini undir-
víst í seyming og tilskering
í kvøldskúlanum, Tekniska
Skúlanum og á Føroya
Læraraskúla.
Í 1959 byrjaði hon við
egnum handli, sum seldi alt
innan seyming og tilskering
av klæðum, lynlás, knappar
o.l.
Síðan 1960 hevur hon
havt umboð fyri tær kendu
Bernina-seymimaskin-
urnar.
Seinnu árini hevur hand-
ilin verið partafelag við
Marjun og systrini, Ingu
Mortensen, sum partaeig-
arum í P/F Marjun Heimá.
Marjun giftist við Petur,
f. Petersen, úr Sørvági. Tey
fingu
sær
eftirnavnið
Heimá.
Petur andaðist í 1993, 78
ára gamal.
Marjun hevur altíð verið
sera virkin og arbeiðssom,
men seinasta árið hevur
hon ligið á Pleygudeildini á
Landssjúkrahúsinum.
Føðingardagurin verður
hildin í KFUK sunnudagin
23. januar frá kl. 16-20.
Nú tað er ein tíð liðin síðan
mamma fór heim til Harran, fellur
tað okkum ómetaliga tungt at seta
seg niður og skriva nøkur minn-
ingarorð um okkara høgt elskaðu
mammu, sum vit elskaðu yvir alt á
jørð og sum so brádliga bleiv tikin
heim til Harran alt ov tíðliga, tí vit
hildu, at vit høvdu stóran tørv á
henni, og hon fylti so nógv í lívi
okkara.
Mamma var kjarnan í okkara
heimi. Babba arbeiddi hvønn dag,
so mamma gekk heima og passaði
okkum børn og pápa á ein kær-
leiksfullan hátt. Mamma var rólig
og stillfør, hevði ikki nógv orð um
alt, var altíð har tá vit høvdu tørv á
henni nær á degnum tað var. Í heim
okkara komu nógv fólk, sum børn
og vaksin høvdu vit altíð vinir heim
við, hon tók við gleði ímóti øllum.
Øll vóru góð við mammu okkara,
hon var eitt serstakt menniskja,
sum øll tóku til sín. Hon var so
sjáldsama góð, at tað verður torført
hjá okkum at liva upp til hennara.
Mamma okkara upplivdi eisini at
fáa 14 ommubørn og eitt lang-
ommubarn, sum hon var sera errin
av. Hon hevði stóra umsorgan fyri
teimum, vildi altíð vita, hvar tey
vóru stødd, fóru tey av bygdini,
hevði hon samband við tey ella
okkum, líka til tey vóru heima
aftur. Tað var eisini ein tryggleiki
hjá okkum at vita, at okkara børn
altíð kundu fara til hennara, tá vit
vóru til arbeiðis, tí mamma var
altíð inni og sat klár at geva teimum
okkurt at eta, tí svong máttu tey
ikki ganga, segði hon altíð. Tey
vóru so sanniliga eisini góð við
ommu sína, tey vistu eisini at hon
altíð var klár at taka ímóti teimum
við opnum ørmum, so saknurin hjá
teimum er sera stórur, nú tey hava
mist teirra høgt elskaðu ommu.
Vit vita at hjá tær, góði babba, er
saknurin sera stórur, nú tú hevur
mist hana, sum tú hevði so kæra,
hon var perlan í tínum lívi. Ta
seinastu tíðina var tú sera nógv um
hana, nú hon var blivin veikari, og
passaði hana á ein fyrimyndarligan
hátt, var altíð um hana á degi sum á
nátt.
Á páskum vóru vit øll heima, og
tað dámdi mammu so væl, at øll
familjan var savnað saman, bæði
børn, svigarbørn, ommubørn og
langommubarn, tí tá hevði hon tað
best. Vit vóru øll saman kvøldið
fyri, at mamma bleiv sjúk, hon var
í góðum lag, og vit høvdu eina
serstaka løtu saman. Vit síggja
mammu okkara fyri okkum, hon
sat still og lurtaði, sum hon altíð
gjørdi og hevði tíð til, meðan vit
prátaðu og sungu. At tað skuldi
verða seinastu ferð, vit vóru saman
við henni, varnaðust vit ei, tí somu
nátt bleiv hon sjúk, og samband
fingu vit ikki við hana aftur. Hon
doyði bert tríggjar dagar eftir.
Tað kom eisini fram í taluni við
jarðarferðina hjá mammu, hvussu
gott menniskja hon var. Har blivu
so sanniliga nógv góð orð søgd um
okkara høgt elskaðu mammu og
eisini tøkk til tann stóra skara, sum
vísti okkum samkenslu við at koma
at fylgja henni til hennara seinasta
hvíldarstað her á jørð.
Mamma góða, saknað verður tú
ómetaliga nógv, tað er so svárt at
góðtaka, at tú ikki ert ímillum
okkum meira. Tað er so tungt at
koma til babba, nú ongin mamma
situr har. Tín stólur stendur nú
tómur, men vit vita, at tú hevur tað
betur nú, og at vit øll ein dag skulu
síggjast aftur, vit sum trúgva á
hann, ið øllum ræður.
Góða mamma, takk fyri alt tú var
fyri okkum her á fold.
Harrin styrki teg, babba, og
okkum øll víðari fram í lívinum.
Ærað veri minnið um okkara
høgt elskaðu mammu.
Aldri tey sum Harran kenna
Hittast skulu síðstu ferð,
Tá ið tár við skilna renna
Troyst í hesum orðum er.
Óla Jákup, Elisabeth,
Anna Sofía og Daisy
Minningarorð um okkara mammu
Helenu Dragaberg
Minningarorð um
okkara høgt elskaðu
ommu og langommu
Helenu Dragaberg
Eina seinastu heilsan frá okkum tú fært
tú sum hevði okkara hjarta so kært,
vit ei skilja tað sum hendir her,
at tú ei millum okkum longur er.
Omma góða tú var okkum so kær,
vildu ynskt at tú vart okkum nær,
men tað ein troyst hjá okkum tó er,
at tú betur hevur tað, har sum tú nú er.
Ein kærleiksfull omma tú var,
títt hjarta hugsaði um alt,
vit vita at ein eingil tú nú er,
og ansar okkum í hesari verð.
Vit bestu ommu hava átt,
lýsti tá vit komu inn á gátt,
tú tók okkum øll inn at tær,
vit sum vóru tær so kær.
Vit vilja tær takka fyri alt,
fyri tað tú gjørdi og vart,
minnini um teg vit vilja goyma,
og aldri vit teg fara at gloyma.
Ommubørnini og langommusonurin
Gjørt verður kunnugt fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara høgt elskaða
Hjørdis Christiansen
Tórshavn
fødd Lamhauge, ættað úr Rituvík
andaðist hósmorgunin 20. januar á
Ríkissjúkrahúsinum, 77 ára gomul.
Kistan kemur í Havnar kirkju
sunnukvøldið klokkan 18.
Jarðarferðin verður týsdagin klokkan 13.
Familjunnar vegna
Poul
Marita, Suni og Kirstin við familjum