týsdagur 14. desember 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 14. desember 1999
tíðindablaðið
Flyta inn til várs
Gamla politistóðin í Klaksvík, sum skal nýtast til granskingardepil, verður nú
umvæld fyri hálva millión. Ætlanin er, at klárt skal vera at flyta inn til várs
JOHN JOHANNESSEN
Klaksvíkar Kommuna hev-
ur keypt gomlu løgreglu-
stødina í Klaksvík fyri
451.000 krónur. Húsið
verður nú umvælt fyri hálva
millión krónur, og ætlanin
er, at nógv umtalaði gransk-
ingardepilin í Klaksvík skal
flyta inn einaferð til várs.
Tað er byggifelagið Kan-
jon, ið stendur fyri arbeiði-
num at gera gomlu løgregl-
ustødina til ein vakran og
tíðarhóskandi bygning, ið
kann hýsa einum gransking-
ardepli.
Spennandi ætlan
Jógvan við Keldu, Býráðs-
formaður í Klaksvík, sigur
seg meta ætlanina við
granskingardeplinum sum
eina ógvuliga spennandi
ætlan, og tí vil kommunan
stuðla ætlanini so nógv, sum
hon kann.
Tó er Jógvan við Keldu
eitt sindur argur um, at
hvørja ferð nakað alment
skal leggjast í Klaksvík, má
kommunan leggja penig út,
fyri at ætlanin yvirhøvur
skal koma í lag. Hann vísir
í hesum sambandi á, at
kommunan mátti út við
600.000 krónum til trygd-
armiðstøðina.
Skal nakað alment
leggjast í Havn, so rindar
landið allan kostnaðin.
Hetta er ógvuliga órímiligt,
men tað skulu vit nokk fáa
DrOytt.
Dýrari enn ætlað
Klaksvíkar Kommuna
evdi ætlað at keypt gomlu
øgreglustødina fyri einar
200.000 krónur. Men prís-
urin gjørdist tvær ferðir so
hógur. Hetta komst av, at
onnur eisini vóru áhugað í
at keypa húsini. Men
kommunan vildi ogna sær
húsini, og tí vórðu tey keypt
fyri 451.000 krónur, hóast
tey eru í sera vánaligum
standi.
Prisurin var høgur fyri
bygningin, men talan er í á-
vísan mun um ein søguligan
bygning. Hann hevur nevni-
liga hýst posthúsinum i bý-
num, løgreglustødini, og nú
fer hann at hýsa einum
granskingardepli. Haraftur-
at verður talan um ein
ógvuliga vakran bygning, tá
hann er gjørdur í stand, so
eg haldi, at talan er um eitt
skilagott keyp hóast høga
prísin, vísir býráðsformað-
urin í Klaksvík á.
Ætlanin er at umvæla
gomlu løgreglustøðina
leypandi gjøgnum fleiri år
fyri umleið hálva aðru milli-
ón.
Granskingardepulin skal
halda til í gomlu
politistødini í Klaksvík
Prísurin á Norrønu almennur í februar
Danska blaðið, Sófart, metir nýggju Norrønu at kosta
einar 750 millónir, men Smyril Line heldur prísin loyni-
ligan til figgingin er komin upp á pláss
JOHN JOHANNESSEN
Tølini hjá Søfart standa
fyri teirra egnu rokning.
Prisurin á nýggju Norrønu
er ikki farin út til almenn
ingin, og fer hann heldur
ikki út fyrr enn oll fígging
er komin upp á pláss.
Oli Hammer, stjóri á
Smyril Line, ger greitt, at
talan er um egnar framrokn-
ingar hjá blaðnum, tá Sofart
metir prísin á nýggju Nor-
rønu at vera einar 750 milli-
ónir krónur.
— Hóast eg ikki fari at al-
mannakunngera prísin enn,
kann eg siga, at hann liggur
langt frá hasari upphæddini,
sigur Oli Hammer og vísir
á, at seks boð komu uppá at
byggja nýggju Norrønu, og
var okkurt teirra væl lægri
enn 750 milliónir krónur
Hjá Smyril Line vænta
tey, at fíggingin kemur upp
á pláss einaferð tíðliga í
komandi ári, og fæst byggi-
prísurin tá at vita.
Væleydnað
vetrarsigling
Vetrarsiglingin hjá Norrønu
sýnist vera væl eydnað.
Skipið fer fullfermt av
Havnini við kós móti
Hanstholm hvort hoskvøld.
Annaðhvort månakvøld ger
skipið sama túr, og tå er
skipið eisini nærum fullsett
hvønn túr.
Orsøkin til, at Norrøna
eisini fór at sigla månakvøld
var tann, at skipið ikki
megnaði at taka allan farm-
in við hvønn túrin. Men
nýggja Norrøna skal hava
tvey trailaradekk, og fer hon
at taka tríggjar ferðir so
nógvar trailarar, sum gamla
Norrøna. Tískil verður ikki
neyðugt framhaldandi at
hava gomlu Norrønu í reið-
aríðnum, tá tann nýggja er
komin.
Tað verður helst við
sorgblídni, at vit selja hetta
góða skip, sum hevur tænt
okkum so leingi. Men hava
jú einki at brúka gomlu
Norrønu til, tá tann nýggja
er komin, og tí mugu vit
sjálvsagt selja hana, sigur
Oli Hammer.
Gerdabok løgtingsins skeiv
JOHN JOHANNESSEN
Gerðabók løgtingsins á int-
ernetinum visti hósdagin at
siga, at Jógvan við Keldu,
tingmaður, ikki var møttur
á tingfundinum mikudagin.
Sosialurin tók gerðabókina
fyri góða vøru og endurgav
tí, at Jógvan við Keldu var
millum teirra, ið ikki var á
fundi.
Men hetta var ikki rætt.
Jógvan við Keldu var nevn-
iliga á tingfundi allan fyrra-
partin, men fór avstað eftir
dógurða, tí hann skuldi til
jarðarferð.
Marjus Rein frá løgtings-
skrivstovuni ásannar, at
villa var í gerðabók løg-
tingsins, og tekur hann á seg
alla ábyrgdina fyri mistaki-
num.
— Vit kanna altíð tvær
ferðir eftir, um tingmenn
eru á fundi. Á mínum lista
var Jógvan við Keldu ikki
møttur, men tó stóð hann á
hinum listanum, ið onnur
taldu upp. Tí er tað eg, ið
havi ábyrgdina av mistaki-
Jógvan vid Keldu møtti á tingfundinum mikudagin, hóast
gerðabókin segði nakað annað
num, og havi eg givið Jógv-
ani við Keldu eina umber-
ing - og rættað villuna.
Protokoll verður altíð
førd yvir, hvørji tingfólk
móta til tingfundirnar, fyri
at kunna halda eftirlit við
ferðapeningi tinglimanna.
Skódeildin í
Handilskjarnanum
Fjølbroytt úrval 2
av skóm -