leygardagur 22. januar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2005
21
Størv á Føroya
Læraraskúla
frá 1. august 2005
Hevur tú hug at royna teg í einum mennandi
námsfrøðiligum starvi í støðugari broyting,hava vit
eina spennandi avbjóðing til tín á Føroya Lærara-
skúla skúlaárið 2005/06
Føroya Læraraskúli hevur til uppgávu at útbúgva
lærarar og pedagogar. Útbúgvingin er skipað við
fastari tímatalvu, sum við jøvnum millumbilum
verður niðurløgd til frama fyri evnis- og verkætlan-
ararbeiði.
Størvini eru tímalærarastørv. Tímarnir, sum leysir
eru at søkja, eru í hesum lærugreinum:
Støddfrøði: grundlærugreinin í 1. flokki á lærara-
útbúgvingini. 5 undirvísingartímar um vikuna.
Drama: á pedagogútbúgvingini,umleið 5 undirvís-
ingartímar um vikuna, og á læraraútbúgvingini, 2
undirvísingartímar um vikuna. Herumframt 2 tímar
um vikuna til alment drama.
Danskt: Grundlærugreinin danskt í 1. flokki á
læraraútbúgvingini. 4 undirvísingartímar um
vikuna.
Samtíðarkunning: Í 1. flokki á læraraútbúgvingini.
3 undirvísingartímar um vikuna.
Samfelagsfrøði: á pedagogútbúgvingini 2,75
undirvísingartímar um vikuna.
Sangi: Umleið 5 tímar um vikuna
Tey,ið sett verða í størvini,skulu hava útbúgving frá
hægri góðkendum lærustovni, ella á annan hátt
prógva neyðugan førleika.
Viðkomandi skulu vera fús at samskipa útbúgving-
arvirksemið í teirra lærugrein/um við aðrar læru-
greinar, m.a. í sambandi við evnisarbeiði og verk-
evni, og hava skyldu at luttaka í arbeiðsbólkum, út-
búgvingunum at frama,og sum heild í øllum tiltøk-
um,sum sett verða í verk at menna útbúgvingarnar.
Eisini kunnu tey, ið sett verða, fáa møguleika at
undirvísa á teimum eftirútbúgvingum,sum Lærara-
skúlin setur í verk.
Tímalærarastørvini verða sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Magistarafelag Føroya,
annars sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir skulu stílast til Føroya Læraraskúla og
sendast til
Føroya Læraraskúla,
Postsmogu 348,
FO-110 Tórshavn
Áskrift: Umsókn
Umsóknirnar skulu vera skúlanum i hendi innan
15. februar 2005 á middegi.
Tey, sum ynskja fleiri upplýsingar um størvini, eru
væl komin at seta seg í samband við rektaran, ið er
at hitta á tlf.313501 ella á tlf. 225328 ella á
telduposti paulini@flsk.fo
Føroya Læraraskúli
12. januar 2005
Ársaðalfundurin
2005
Fráboðaði aðalfundurin er fluttur til leygardagin
hin 19. februar kl. 14.00 á Hotel Føroyum.
Skráin fyri fundin verður lýst seinni.
Møtið fjølment.
Nevndin
Pedagogur til
Sambýli á Bóndaheygi 14
Innan Heimarøktina og Serforsorgina við fyribils
tænastu á Sambýlinum á Bóndaheygi 14 er eitt
tænastumannastarv sum pedagogur leyst at søkja
til setan 01.02.2005 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um eitt fulltíðarstarv sett eftir sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag,
lønt eftir tænastumannatalvuni fyri pedagogar
lønarstig 24-33.
Talan er um vaktararbeiði bæði dag, kvøld og nátt.
Á Sambýlinum á Bóndaheygi 14 búgva fimm
menningartarnað fólk við serligum tørvi.
Viðkomandi, sum settur verður, skal kunna arbeiða
sjálvstøðugt og vera førur fyri at taka ábyrgd og
avgerðir í sínum arbeiði, skal vera opin fyri
nýhugsan og hava vilja til at samstarva við onnur.
Umsøkjarin skal eisini vera væl fyri likamliga, og
vera førur fyri at taka lut í fríðtíðartiltøkum og
arbeiðstilboðum saman við húsfólkunum.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
fyristøðufólki á tlf. 315917.
Skrivlig umsókn við prógvi, viðmælum v.m. skal
vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. januar og
sendast til:
Sambýlið Bóndaheygur 14
att: Fyristøðufólki
Bóndaheygur 14
100 tórshavn
Varaleiðari
til Sambýlini á Bóndaheygi 14
Innan Heimarøktina og Serforsorgina við fyribild
tænastu í Sambýlinum á Bóndaheygi er eitt starv
sum varaleiðari leyst at søkja til setan 1. mars 2005
ella eftir nærri avtalu. Starvið er tænastumanna-
starv, sett eftir avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Pedagogfelag, lønt lønarstigini 32, 34, 36 og
38.
Á Sambýlinum á Bóndaheygi 14 búgva fimm
menningartarnað fólk við serligum tørvi.
Arbeiðsuppgávurnar hjá varaleiðaranum eru fyri-
uttan at luttaka í vanliga arbeiðinum á sambýlinum
eisini at luttaka í leiðsluarbeiði í sambýlinum, eins
og hann má vera førur fyri at yvirtaka uppgávur
leiðarans, tá hesin er burturstaddur.
Væntað verður av varaleiðaranum, at hann hevur
samstarvsevni, vilja og evni at fáa arbeiði í gerand-
isdegnum at ganga, hevur hugflog og kann átaka
sær nýggjar avbjóðingar.
Týdningur verður lagdur á, at umsøkjarin hava fak-
liga vitan og er áhugaður í at menna seg í arbeiðin-
um.
Bert fólk, sum hevur lokið námsfrøðiligt prógv,
kunnu søkja starvið.
Nærri fæst at vita um starvið frá fyristøðufólkinum
á tlf.315917.Umsóknarfreistin er 7.februar 2005 og
skulu umsóknirnar sendast til:
Sambýlið á Bóndaheygi
att. leiðarin
FO-100 Tórshavn
Rakstrarleiðari
til fyritøku á Toftum
Søkt verður eftir rakstrarleiðara til fiskavirkið
Valhalla P/F á Toftum.
Valhalla P/F er ein fyritøka, har høvuðsvirksemið
er framleiðsla og søla av feskari fiskavøru av
bestu góðsku. Vøran verður seld í Europa og
Stóra Bretlandi.
Valhalla P/F hevur síðani byrjan havt stóran
vøkstur og inntøku. Framleiðslan á Toftum liggur
um 5.000–6.000 tons um árið. Stórir møguleikar
liggja fyri framman;at royna hesir er treytað av,at
finna rætta rakstrarleiðaran, sum megnar at
ímøtikoma teimum.
Høvuðsuppgávan verður at optimera núverandi
framleiðslu. Eftirhondini vil eisini ein stórur part-
ur av arbeiðnum verða samferðsla við fiskibátar,
innkeyp á fiskamarknaði og framleiðsla av nýggj-
um vørum.
Vit vænta av tær,at tú á ein leiðandi hátt í tøttum
samstarvi við stjóra og onnur starvsfólk í fyri-
tøkuni kanst tryggja virkinum eina positiva
menning.Tað er umráðandi,at tú hevur góð sam-
starvsevnir, ert álítandi og megnar at taka
ábyrgd.
Vit bjóða eitt starv, sum er áhugavert við atliti til
ávirkan, sjálvstøðuga tilrættisleggjan og møgu-
leikar til menning.
Løn eftir førleika. Við tíðini, møguleika fyri at
starvast eftir eini bónusskipan
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknir við møguligum prógvum,royndum og
viðmælum skulu vera okkum í hendi innan
28. januar 2005 og sendast til:
Valhalla P/F
FO-650 Toftir
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til
stjóran Peter Vognsen Nørgaard á tlf. 449780.