Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 15 - 22. januar 2005 Skrivstovufólk til Lønjavningarstovuna Starv sum skrivstovufólk á Lønjavningarstovuni verður hervið lýst leyst til setan frá 01. mars 2005 at rokna. Lønjavningarstovan er skipað sum deild í Fiski- málaráðnum. Starvið fevnir m.a. hesar uppgávur: • viðgerð og avgreiðslu av fiskivinnustudn- ingum • telefonavgreiðslu • aðrar fyrifallandi uppgávur Førleikakrøv: • viðkomandi útbúgving • góð evni at samskifta við fólk • hollan telduførleika á brúkarastøði • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni • starvsroyndir innan líknandi starvsøki er ein fyrimunur Setanartreytir: Løn- og setanartreytir eru sambært avtalu mill- um Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/ stovnar tess, umframt hini aðalráðini og Løg- mansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Lønjavningarstovan. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum,og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Til ber at ringja til Fiskimálaráðið tel 353030 og Hanni Thomsen deildarstjóri kann geva neyvari upplýsingar um starvið. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum, cv og møguligum viðmælum, skulu vera Lønjavningar- stovuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 10. febr- uar 2005 kl. 12:00. Umsóknir skulu sendast til: Lønjavningarstovan, Postsmoga 347, 110 Tórshavn FISKIMÁLARÁÐIÐ LØNJAVNINGARSTOVAN Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Limafundur verður týskvøldið 25. januar kl. 20.30. Evnið: Fólkatingsvalið. Fundurin verður í hølunum hjá Starvsmannafelagn- um, J. H. Schrøtersgøta 9. Øll javnaðaráhugað eru vælkomin. Nevndin Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum hós- dagin 27. janaur kl. 13.00. Havið dóps- ella navnaseðil við. Tofta skúli Tlf. 447332 Lærari til Porkeris skúla Vegna farloyvi verður søkt eftir lærara til 9 t/viku frá 14. februar og til 30. juni 2005. Tímarnir vera undirvístir týsdag, ónsdag og tórsdag fyrrapart. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 2. februar. Nærri fæst at vita frá skúlaleiðaranum tlf. arb. 373253 ella 262864. Porkeris skúlastýri v/ Elken Bech, form. FO 950 Porkeri Bahá’í Miðstøðin Bønarmøti Mánadag 24. januar 2005 kl. 20.00 Øll eru vælkomin Tilverunnar tempul er mítt hásæti; reinska tað fyri allar lutir, at eg har kann seta búgv og har verða verandi. Bahá’u’lláh Fólk til matvøru- handil á Skála Søkt verður eftir fólki til nýggjan matvøruhandil á Skála, at arbeiða kvøld/vikuskiftisvaktir. Skal vera min. 18 ár. Meira fæst at vita við at ringja til leiðarin á tlf. 741412 Starvsfólk til Miðstøðina fyri minnisveik Søkt verður eftir starvsfólki, til demensdagtilhaldið við Dalavegin, at seta sum skjótast. Dagtilhaldið er opið í dagtímunum allar yrkadagar. Vit bjóða Eitt áhugavert og avbjóðandi starv innan demens- øki, har arbeitt verður eftir nýggjum umsorgs- teoriunum, sum stimbra tann sjúka psykososialt. Eitt starv har tú ert við til at røkka settu málum og at seta tín dám á stovnin. Førleikakrøv • hug og hegni at vera um persónar við demens • ávísa vitan og/ella royndir innan demens • vera fleksibil, positivur og hava góð samstarvsevni • hava tol og empati Til starvið krevst útbúgving sum sjúkrarøktarfrøð- ingur, ergoterapeutur, heilsuhjálpari/-røktari, peda- gogur ella onnur líknandi útbúgving.Tað er ein fyri- munur at hava eftirútbúgving sum demenssam- skipari. Miðstøðin fyri minnisveik er ein 2 ára long royndar- verkætlan. Starvið er tí tíðaravmarkað til 30. juni 2006. Møguleiki er fyri niðursettari tíð. Løn sambært Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ernu Háberg, leiðara á tlf. 318102 ella 228004 Frágreiðing um verkætlanina stendur at lesa á www.alzheimer.fo Umsóknarfreistin er hósdagin 27. januar 2005. Umsókn saman við viðmælum, upplýsing um út- búgving og royndir skal sendast til: Miðstøðin fyri minnisveik Dalavegur 4 FO 100 Tórshavn