týsdagur 14. desember 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið SOSTENUI
Nr. 238 - 14. desember 1999
at upp : ! Kyndil er komið fyri seg
Hondbóltur: Við sigrinum sunnu-
dagin tryggjaðu klaksvíksgentur
oddasessin, men enn eru ikki allar
súður syftar, tí longu komandi vik-
uskifti kann Kyndil koma upp á
liðina av Stjørnuni, tá oddaliðini
bæði bresta saman á Hálsi
JÁKUP MORK
Stjórnan-VB
29-24 (17-12)
Annan dagin á rað skuldu
vágsgenturnar í eldin, tá
tær sunnudagin vóru
staddar í Klaksvikini. Eft-
ir góða avrikið dagin fyri,
vóru vónirnar fyri einum
líkinda úrsliti ivaleyst til
staðar, og eina løtu var
eisini líkt til, at VB skuldi
geva Stjórnuni eina Ogvu-
liga harða mótstøðu
Fylgdust væl
Tað var nevnliga soleiðis,
at liðinin bæði fylgdust,
til fyrri hálvleikur var á
leið hálvrunnin. Tá gjørdi
Stjørnan av, at seta ferð-
ina nakað upp, og eftir
stuttari tíð høvdu tær
vunnið sær eina 5 mála
leiðslu.
Hesin munur helt sær
so, tað sum eftir var av
dystinum, og hóast VB
sostatt megnaði at fylgja
stjørnuni efitr hetta lopid,
so megnaðu tær ongantíð
av álvara at hótta sigurin
hjá heimaliðnum.
Hetta er kanska enn eitt
dómi um, hvussu væl
klaksvíksgenturin eru fyri
kropsliga. Í fleiri dystum
hevur gongdin verið so-
leiðis, at liðini fylgjast
væl eina létu, men so
brádliga eksploderar
Stjórnan, og rennir undan
øllum.
Ivaleyst ber hetta eisini
boð um, at leikararnir hjá
Stjórnuni eru sera væl fyri
tekniskt. Serliga er tað
Vesna, sum megnar at
spæla sera skjótan hond-
bólt, men sum so oftani
sagt áður, so er Stjórnan
meira enn bert tann eini
leikarin.
Ikki bert Regina
Fleiri ferðir hevur verið
ført fram, at VB liðið í ov
stóran mun stendur og
fellur við, hvussu lagið er
á Reginu Radó, men hetta
tykist ikki longur at vera
heilt so rætt.
Í hvussu so er heyði VB
tveir ymiskar toppskjúttar
hetta vikuskifti, og tær
vóru báðar føroyskar.
Eftir at Gurið hevði
gjørt eitt gott hál leygar-
dagin, varð tað sunnudag-
in Arnieyð, sum fór at
gera rættuliga vart við
seg. Gleðiligt er at stað-
festa, at tað nú er líkt til,
at hinir leikararnir á liðn-
um eru farnir at gera um
seg.
Alt gott um Reginu, tí
hon er einastandandi góð-
ur leikari, men skal VB
standa seg móti oddalið-
unum, er eisini neyðugt,
at hinir leikararnir vilja og
tora at taka ábyrgd, og
sum gongdin hevur verið
nú seinastu dystirnar, so
er eisini líkt til, at hetta
er í fer við at henda.
Hvussu langt hetta so
fer at røkka á stigatalvuni
vil tíðin so visa, men í
øllum er líkt til, at tær
kunnu fara at spæla onkr-
um oddaliðið eitt puss,
um skilið framhaldandi
fer at verða eins gott, og
tað var hetta vikuskifti.
Framvegis favorittar
At klaksviksgenturnar
framvegis eru favorittar at
vinna FM heitið er lítið
at ivast í. Enn hava tær tó
ikki skrætt seg heilt leys-
an frá nærmastu kapping-
ameytunum, og komandi
vikuskifti skulu tær so til
Havnar, har tær skulu
royna seg móti Kyndli.
Seinast hesi líðini hitt-
ust, var munurin ikki tann
stóri, men tað er eftir
hondini við at vera langt
síðani, tí tå var nevnliga
talan um fyrsta dystin í
grundspælinum.
Megnar Kyndil at
koppa Stjørnuni í kom-
andi dystinum, verður
stødan tann, at liðini bæði
fara at liggja púra jøvn,
tá endaspælið fer í gongd,
og so kann alt brádliga
gerast rættuliga spenn-
andi.
Dysturin í tólum:
Stjórnan: Vesna Toma-
jek 14 (9), Joan M. Joen-
sen 5, Annika Ljósstein 3,
Anna K. Samson 3, Andr-
eana Milodanovic 2,
Jastrid Gullaksen 1, Una
Olsen I
VB: Arnleyð Krosslå 9,
Regina Rad6 5 (3),
Christina Holm 3, Rann-
vå Augustinussen 2, Gur-
ið Mortensen 2, Sólrun
Krosslå 2, Laila Jespersen
]
Brotskøst: Stjørnan 9,
VB 3
Utvisingar: VB 2
Démarar: Alfred Humm-
eland og Erling Hansen
Hondbóltur: Føroyameistararnir frá seinasta kappingarári vístu sunnudagin,
hví tær eiga at teljast við, tá tosað verður um bestu hondbóltsliðini her á landi
JÁKUP MORK
Kyndil-VÍF 26-17 (11-8)
Lagt var upp til ein rætt-
uligan stórdyst, tå Kyndil og
VIF skuldu gera av, hvørt
av teimum skal anda Stjørn-
una í nakkan.
Størsta ivamålid undan
dystinum var helst, um Io-
ana Rapa fór at vera á vøll-
inum, og í hvønn mun, hon
er darvað av skaðanum, sum
hon fekk fyri 2 vikum síð-
ani, tå VIF var í Klaksvík.
Nógv grammari
Tað gjørdist rættuliga skjótt
greitt, at Kyndilskvinnurnar
ætlaðu at forkoma øllum
tosinum ujm, at dysturin um
FM-gullid stendur millum
VIF og Stjørnuna.
Tær grónu vóru rætt og
slætt nógv grammari enn
gestirnir, og har umframt
tóktist tað eisini verða
greitt, at loana langt frå er
før fyri at geva seg eins
nógv, og hon kundi undan
skaðanum.
Ikki tí, nøkur mál vóru at
síggja frá leikandi venjar-
anum, men ongantíð sást tú
hana fara rennandi gjøgnum
verjuna, soleiðis sum vit eru
von við at síggja.
Jacklin royndi tað hon var
ment, til tess at halda vest-
menningunum ajour, hvat
málskjóting viðvíkti, men
hetta var bara ikki nóg mik-
ið, og so kundi tað bara
ganga, sum tað gekk.
Ikki tí, heyði talan verið
um okkurt annað mótstøð-
ulid, so hevði VIF møguliga
kunna fingið stig burtur úr,
men sum kyndilskvinnurnar
leiktu hendan dagin, skal
nógv til fyri at basa teimum.
Vanliga verður tikið til, at
verjan er týdningarmesti
parturin á einum hondbólts-
liðið, og verjan á hjá heim-
aliðinum riggaði eisini sera
væl sunnudagin. Har um-
framt stóð Marita ein sera
góðan dyst í málinum, har
hon fleiri ferðir megnaði at
verja fyri, tá vestmanna-
genturnar komu einsamallar
móti henni.
Eisini álopsparturin rigg-
aði væl hjá heimaliðnum,
og var tað serliga Lotte, sum
gjørdi um seg í hesum end-
anum. Sum sagt, so var tað
tó serliga í verjupartinum,
at heimaliðið stóð seg væl,
og megna tær at halda fast
um hetta, so kann tað gerast
rættuliga spennandi, tá
Stjórnan kemur á vitjan í
komandi viku.
Ov nógv at siga?
VIF kvinnurnar mugu so
bara ásanna, at hetta ong-
antíð skuldi gerast teirra
dagur. Verjan var ikki eins
væl skipað, sum vanligt
hevur verið, og í álopspart-
inum vóru alt ov stórar
byrðar lagdir á herðarnar
hjá Jacklin.
Møguliga vilja fleiri siga,
at hetta bara sýnir, hvussu
nógv loana hevur at siga
fyri liðið, og er hetta eisini
partvíst rætt. Hinir leikar-
arnir hava tó áður prógvað,
at tær eisini megna at gera
epo
Ann Hansen å veg gjøgnum verjuna hjå VIF i dystinum sunnudagin. Kyndil hevur funnið
nú seta ferð á fyri at fáa Stjórnuna aftur, meðan VÍF má sleikja sárini eina stund
um seg, hóast stórskjútti
teirra ikki er við, og móti
øðrum liðum fara tær tó
helst at skava sær nøkur stig
saman.
Tað tykist tó heilt vist, at
uttan loanu megnar VIF ikki
at blanda seg í toppstríðið,
men verandi fólki man tó
helst vera nóg sterkt til at
stríðast um heiðurskrónur
av onkrum slag.
Sjálvandi kann tað verða,
at loana verður klár aftur
rættuliga skjótt, men tað má
helst metast sannlíkt, at hon
ikki verður meira enn 80%
komandi mánaðirnar. Spell
fyri VIF og fyri landskapp-
ingina sum heild, tí nú tykist
tað bert vera Kyndil, sum
kann gera nakað sum helst
við oddaliðið úr Klaksvík.
Dyturin í tólum:
Kyndil: Lotte Sørensen I I
(4), Rakul N. Joensen 5,
Jórun Ludvig 4, Ann Han-
sen 3, Semona Fjallstein 1,
Palma Petersen 1, Jensia
Petersen I
VIF: loana Rapa 6 (2),
Jacklin Durhuus 6 (1), Frida
Johannesen 3, Nikolina Jo-
ensen 1, Randi Kúrberg Í
Brotskøst: Kyndil 5, VIF 5
Utvisingar: Kyndil 5, VIF
3
Diskvalifíkatión: Kyndil 1
stevid aftur æ kann
Mynd: Álvur Haraldsen