týsdagur 14. desember 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 14. desember 1999
tíðindablaðið S0S/2/U7
1
Kyndilsmenn iðra seg í dag um, at teir ikki megnaðu a halda fast í teimum avgerandi løtunum ímóti vestmenn-
ingum. Við janleikinum sunnudagin strykti VIF um sína stóðu áðenn endaspælið byrjar
Mynd: Álvur Haraldsen
Mistu sigurin í seinastu lotu
Hondbóltur: Í einum dysti, sum í byrjanini sá út til at gerast alt annað enn
spennandi, megnaðu vestmenningar at enda at tryggja sær javnleik, og har við
enn eitt stig til endaspælið. Kyndilsmenn munnu hinvegin iðra seg um, at teir
ikki megnaðu at binda fyri, tá líkt var til at hæði stigini vóru komin í posan
JÁKUP MORK
Kyndil-VÍF 25-25 (12-8)
Mangan hava uppgerðirnar
millum risarnar báðar í før-
oyskum hondbólti, Kyndil
og VIF, verið tættar, og í so
máta var dysturin sunnu-
dagin einki undantak.
At ein hondbóltsdystur
endar við javnleiki boðar í
sær sjálvum frá, at talan
hevur verið um eina sera
spennandi uppgerð, men
um nakar var komin við tí
pástandinum, tá fyrri hálv-
leikur var hálvrunnin,
høvdu nógv ivaleyst smílst
eitt sindur til viðkomandi.
Kyndil hevði
trygga leiðslu
Tað var nevnliga soleiðis, at
Kyndil streyk avstað frá
gestunum, beinan vegin
sum dysturin byrjaði. Einki
bar til hjá teimum gulu, sum
satt at siga ikki fingu fótin
fastan
Verjan hjá Kyndli riggaði
so at sgia perfekt, og komu
vestmenningarnir framvið
verjuni, stóð Lars á réttum
stað í málinum.
Tá 15 minuttir vóru leikt-
ir, fekk VIF sítt næsta mál í
dystinum, men tå høvdu
grónu vertirnir longu skorað
8 ferðir, og líkt var til, at
talan fór at gerast um rætt-
uligt sorl.
VIF hevur tó fleiri ferðir
prógvað, at ein dystur er
ikki liðugur fyrr enn urið
hevur talt til 30 tvær reisur,
og hetta var enn einaferð
sjón fyri søgn sunnudagin.
Spakuliga tóku teir burtur
av leiðsluni hjá heimaliðn-
um, og lagið á mongu vest-
mannaáskoðarunum gjørd-
ist alsamt betri. Sjålvt ikki
hendingin, har Martin
Hummeland fekk osta-
skorpuna frá dómarunum,
tók nakað av móti frá úti-
liðnum.
I seinna hálvleiki var lag-
ið hitt sama. Kyndil hevdi
tó munin so at siga alla tíð-
ina, men VIF leikararnir
góvu ongantíð skarvin yvir.
Tá 5 minuttir vóru eftir at
og hóast Kyndil megnaði at
toga seg eini 2 mál framum,
so fingu vestmenningarnir
at enda fatur í teimum, tá
Kyndil seinastu 2 minutt-
irnar fekk 2 mans útvístar.
A kyndilsliðnum var tað
serliga yngsti Wardum-
beiggin, Bjarni, sum gjørdi
um seg, við tað at hann átti
nærum helmingin av mál-
unum, sum Kyndil fekk í
dystinum. Hóast Bjarni so-
statt var nógv besti mál-
skjúttin, so var talan av
sonnum um eitt gott lidavr-
ik, har allir leikarar bakkadu
upp um hvønn annan.
Serliga í verjupartinum
var liðið væl skipað, men
sjálvt sterkasta verjan kann
ikki halda menn sum Sámal
og Inga frá fatinum. Hesu
ferð varð tað Ingi, sum
gjørdi størsta hålid, men
hevdi kanónin hjá Såmali
verið eitt sindur betri stillad,
so hevði hann ivaleyst fing-
ið fleiri enn 8 mál. Tað man
í hvussu so er ikki vera ser-
liga stuttligt at vera málverji
á mótstøðuliðnum, tá hesin
risin sveiggjar høgra arm.
Gandaðir
Ivaleyst eru Kyndilsleikar-
arnir sera vónsviknir um, at
teir ikki megnaðu at halda
fast um tryggu leiðsluna, sm
teir vunnu sær fyrstu løtuna.
Í fleiri av dystum teirra hetta
árið, hevur tað verið sera
tætt, men teir vælkendu
smáu mariginalarnir hava
hvørja ferð verið til fyrimus
fyri mótstóðuliðið.
Hesu ferðina var tó líkt
til, at tað endiliga skuldi
eydnast teimum at fáa sig-
urin til høldar, men lagnan
vildi tad ødrvisi, og um onk-
ur av leikarunum er farin at
tosa um gand og liknandi,
so er hetta væl skiljandi.
Javnleikurin hevur t6 vid
sær, at bæði liðini fáa enn
eitt stig við til endaspælið,
men við tað at hin topp-
dysturin inni á Skála eisini
endaði javnur, broytist stød-
an einki, eftir at hetta viku-
skifti varð avgreitt.
Tað skal tó undir ongum
umstødum verða tikið nak-
að frá vestmenningum, tí
tann hugburður, sum teir
ferð eftir ferð hava víst í ár,
er alla æru verdur.
I fleiri dystum hava teir
eina løtu ligid greitt við
undirlutan, men kortini hava
teir í flestu fórum megnað
at vent dystinum til egnan
fyrimun. Einasta ferðin,
sum hetta er kiksa, var tá
teir taptu við einum máli
móti strandingum, tá leikt
varð á Skála, men henda
ósigurin kunnu teir so heyna
mikukvøldid, tá teir á heim-
avølli taka ímóti StIF.
Dysturin í tólum:
Kyndil: Bjarni Wardum 12
(4), Hans A. D. Christian-
sen 7, Hannis Wardum 5,
Jacob Jónson I
VIF: Ingi Olsen 11 (3),
Sámal Joensen 8, Harald
Bjørgvin 2, Martin Humm-
eland 2, Ragnar Zacharias-
en 1, Johnny Joensen I
Brotskøst: Kyndil 5, VIF 5
Utvisingar: Kyndil 6, VIF
9
Burturvising: VIF |
So bragdaði
aftur hjå VB
Hondbóltur: Fleiri ferð hevur ver-
ið skrivað, at VB hevur fingið ov
lítið burtur úr í ár, tá hugt verður
eftir fólkinum á liðnum. Leygar-
dagin vóru vágsgenturnar so í Run-
avík, har tær góvu heimaliðnum
eina hondbóltsuppvísing
JÁKUP MORK
Tjaldur-VB 17-37 (9-13)
Tá farið varð til hálvleiks
í dystinum í Runavík
leygardagin, mundu tey
vera fá, sum grunaðu at
tey í seinna hálvleiki
skuldu verða vitni til eina
sanna framsýning frá VB,
sum setti heimaliðið so
dyggiliga upp pláss sein-
astu 30 minuttirnar.
Eingin ivi
Fyrri hålvleikur hevði
sum so verið rættuliga
javnur, tó at VB moti end-
anum av hesum megnaði
at vinna sær eina hampu-
liga trygga leiðslu.
Tá seinni hálvleikur
byrjaði, gjørdist tó rættu-
líga skjótt greitt, at nú
høvdu vágsgenturnar
endiliga fingið trýst á ket-
ilin, og eftir 15 minuttum
høvdu tær økt um munin,
soleidis at måltalvan nå
visti 25-10.
Eftir hetta var lítið og
einki at spæla um, og rest-
in av dystinum var bert
ein spurningur um at fáa
tíðina at ganga.
Endiliga
Sum nevnt omanfyri, so
hava vit fleiri ferðir gjørt
vart við, at VB genturnar
eftir okkara tykki áttu at
fingið nógv meira burtur
úr tí leikaratilfari, sum tær
hava.
Í byrjanini sá heldur
ikki so galið út hjá teim-
um, men onkursvegna
tóktist tað soleiðis, ósig-
urin í Vestmanna full-
komuliga tók mótið frá
leikarunum.
Í alt taptu tær 4 dystir á
rað, og hóast tær sunnu-
dagin aftur máttu lúta fyri
Stjørnuni, er lítið at ivast
í, at suðuroyðargenturnar
nú eru um at finna rætta
stevið aftur.
Serliga er at fegnast
um, at tað ikki longur er
líkt til, at øll ábyrgdin skal
hanga á Reginu, tí líka-
mikið hvussu góður ein
leikari er, so er talan altso
um eina liðítrótt, og tá er
ein leikari ikki nóg mikið.
Sjálvsagt ger tað góðan
mun, at ein somikið góð-
ur leikari er á liðnum,
men við tað, at mótstøð-
uverjurnar mugu leggja
alstóra orku í at verja fyri
Reginu, skuldi hetta givið
nógv meira rásarúm til
víðleikararnar hjá henni,
og nú er eisini líkt til, at
hinar eru farnar at gera um
seg.
Enn er ivaleyst ov tidl-
iga at fara at gita nakað
um endastøðuna hjá
Vágsgentunum, men iva-
leyst fara tær at gera onkr-
an vørrin afturat í hesum
kappingarárinum.
Sær svart út
Hjá Tjaldrinum sær hin-
vegin svart út. Enn hava
tær einki stig fingið burtur
úr sínum royndum, og hó-
ast tær fleiri ferðir hava
verið nær við, so hevur tað
altíð gloppið á stokkinum,
tá avtornað er.
Nidurflyting til lægri
deild verður tó ikki aktuelt
í hesum umfarinum, og
aðalmálið hjá Tjaldrinum
má helst eisini vera, at
verða verðandi í deildini
komandi árini, soleiðis at
tær, sum nú eru í yngru
deildunum, hava eitt 1. lið
at koma upp til, tá tað eina
ferð verður teirra túrur.
Dysturin í telum:
Tjaldur: Sunrid Gleðis-
heygg 8, Kristian Ellipgs-
gaard 4, Mona Langgard
3, Oddvá Fossdalsá 2
VB: Gurið Mortensen 10,
Amleyd Krosslå 7, Sólrun
Krosslå 7, Regina Radó 5
(4), Rannvå Augustinus-
sen 5, Christian Holm 3
Brotskøst: VB 6
Utvisingar: Tjaldur 4,
VB I
Diskvalifikatién: Tjaldur
I :