Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. desember 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOS2/urI Nr. 238 - 14. desember 1999 Ein servingur fekk fitt burturúr í Sørvågi sunnu- dagin, men hann var á »skeivum« liði. Tað var Ragnar á liðnum hjá Fram Sørvingar mistu trådin Flogbóltur: Unga SÍ liðið kláraði heldur ikki at vinna á Fram, sum smeig sær upp á annaðplássi SÍ-Fram 2-1 (21-15, 21-17, 18-21, 13-21, 11-15) SVEINUR TRONDARSON Tad gekk heldur ikki hes- aferð hjá SÍ. Seinasta = vikuskiftið spældu teir móti Mjølni og taptu 2-1 í einum rætt- iliga spennandi dysti og hetta vikuskiftið spældu teir móti Fram, sum teir hava kappast við um ann- að plássi. Og enn einaferð varð úrslitið, at SÍ fór av vøll- inum sum tapandi liðið, og gongdin var á leið tann sama, sum hon var ímóti Mjølni. Byrjaðu best endaðu verst Tað var heimaliðið sum var fyrst at fóta sær í dyst- inum. Teir fingu gongd á spælið og serliga var tað Jón Nielsen, sum er ein av teimum berandi, sum gjørdi sína skyldu, men smátt um smátt, fekk Fram rættað spæl sítt eftir sérvingum, og tað gjørd- ist alt torførari hjá SÍ at vinna. Kortini megnaðu teir at hála fyrra hálvleik til høldar, men so var eisini liðugt. Fram tók yvir leiðsluna í dystinum og tað sum SÍ hevði vunni í fyrra hálv- leiki taptu teir í seinna. Kortini var triðja sett rættuliga javnt eins og annað var tað. Munurin var bara, at hesaferð var tað Fram sum hevði mun- in. Fjórða sett vunnu teir rættuliga greitt, og so var neyðugt við einum javn- brótara fyri at avgera dystin og tann javnbrót- aran vann Fram. Urslitid varð 15-11, og tað var ikki so illa farið av Fram, tí teir vóru aft- anfyri einu løtuna. Fóru Framum Við sigrinum í Sørvågi sunnudagin = tryggjaði Fram sær at teir einsa- mallir eru á øðrum plássi frammanfyri SÍ og Mjølnir. Hjá sørvingum er tað sjálvsagt keðiligt at missa stevið tá ein er komin so langt upp, men dreingir- nir skulu ikki missa mótið fyri tað. Teir hava framtíðina fyri sær, og við úrslitun- um í seinastuni hava teir víst, at tað ikki nýtist vera so leingi til rættulig gongd kemur á, og at teir fara at klára at halda fast í tey »dyraru« plássini í landskappingini. Tað krevur kanska nakrar broytingar, men mest av øllum krevur tað mót og vilja. Sørvingar hava víst at teir hava tað, um enn tað hevur kiksað ruddiliga í onkrum dysti. Í | | | | | | | | | | Servuvillur gjørdu munin Flogbóltur: Dráttur var betra liðið á Giljanesi, men servuvillurnar hjá fugl- fjarðakvinnum hjálptu væl til at geva vágakvinnunum sigurin Dráttur-ÍF 2-1 SVEINUR TRÓNDARSON Tað var lagt upp til spenn- andi dyst í høllini á Gilja- nesi um vikuskiftið tá Drátt- ur tók ímóti IF í meistara- deildini hjá kvinnum. Seinast liðini bæði hittust var á Kambsdali, og tá vann Dráttur í einum sera spenn- andi dysti. Fuglfirðingar høvdu ti nakað at hevna og tær høvdu eisini ætlað sær at vísa vágagentunum hvar skápið skuldi standa, men tá til stykkis kom, varð hetta av ongum. Dráttur vann nevniliga dystin 2-1. , Liðskiparin hjá ÍF, Randi Larsen, sigur við Sosialin, at tað var rætta liðið sum vann. Hennara egna meting er, at vágagenturnar vóru nógv vikuskiftið leiktu móti ÍF Dráttur, sum her eru avmyndadar seinas meira avgjørdar í álopinum, og tí spurdist meira burtur úr hjá teimum. — Kortini haldi eg, at vit vóru rættuliga væl við, tí vit vunnu nógvar bóltar. Servivillurnar avgerandi Sum kunnugt er tað ikki nóg mikið, at vinna bóltarnar, tí tað ræður eisini um at klára at halda servini. Við tí teljiskipan, sum verður brúkt í dag, telur hvor bóltur, og tí kostar >hvort kiks< eisini. Tí var tað ein dyggur smeitur hjá IF, at tær ikki kláraðu at fáa servurnar yvir um netið. — Vit kiksadu 13 servur í fyrsta og øðrum setti, og tað er alt í verðini ov nógv. Eg sigi ikki, at vit høvdu vunn- ið um vit ikki høvdu servað betri, men tað heyði sjålv- andi gjørt tað lættari at vunnið, sigur Randi. Annars heldur Randi, at teir royndu spælararnir á ÍF liðnum ikki megnaðu at hála tað upp sum tær áttu. — Nei, vit vóru í veikara lagið í myndini í dag, men tað skal eisini takast við, at Drátturgenturnar vóru drúgvar. Teirra álop var munandi betri enn okkara, og tað er sjálvandi ein av høvudsorsøkunum til, at tær vinna, sigur Randi Larsen. Høllin upptikin Annars er lidskipari IF's eitt sindur fortørnad inn á venj- ingarmøguleikarnar = hjá liðnum. — I løtuni eru vit avskorin frå at venja í fimleikahøllini í Fuglafirði, tí har verður ein pallur settur upp. Tað merk- ir, at vit missa tveir venj- ingardagar um vikuna, og tað er alt ov nógv, tá liðið er so nýtt í meistaradeildini, ta vikuskiftid tå tær tætu móti Mjølnir fótaðu sær aftur tå tær um sigur Randi Larsen. Hon vísir á, at tær bara venja ta einu ferðina í høll- ini á Kambsdali, og tvær ferðir inni í Fuglafirði, og tískil fara nógvir møguleik- ar fyri skeytið nú eingin venjing er. - Fyri at kunna spæla støðugt er neyðugt at venja nógv, og leikararnir á liðn- um hava verið raskir at møta til venjing, og tí er tað so keðiligt, at vit ikki sleppa at venja, sigur Randi. Hon vil kortini leggja dent á, at tað uttan iva var rætta liðið, sum vann á Gilj- anesi. — Tær spældu skilabetri enn vit og høvdu nakrar skarpar servur, sum vit so avgjørt ikki høvdu og so dugdu teirra spælarar frammi við netið betri at av- gera bóltarnar, sigur Randi Larsen at enda. savnsmynd Gudrid og Fortuna á fjórðaplássi Flogbóltur: Seinasta umfar í donsku flogbóltslandskappingini varð leikt um vikuskifti, og var tað bara Gudrid og hennara lið, sum kundu fara av vøllinum vid røttum ryggi SVEINUR TRÓNDARSON Dystirnir í donsku flog- bóltskappingini hetta viku- skiftið høvdu lagað tað so- leiðis, at Bárður, Gudrid og hini í Fortunu fingu vitjan úr Álborg. Hjá monnunum var bitin munandi stórri enn hann var hjá kvinnunum, tí talan var um oddaliðið í kappingini hjá monnum. HIK Álborg hevur sein- astu árini >svingað< seg upp í donsku flogbóltskapping- ini og tað sæst eisini aftur á talinum av landsliðsleikar- um í hópinum. Samstundis hava álborg- ensararnir flutt miðpunkti í donskum flogbólti úr Sæl- andi til Jútlands, og tað er annars langt síðani at so var. Holte, Gentofte og Skt. Jørgens, sum øll eru úr høv- udsstadarøkinum hava sitið væl og virðiliga á flogbólt- inum. Tað var tí lagt upp til ein torføran dyst hjá Bárði og Fortunu og so varð. Odenseanararnir kláraðu at halda tørn við oddaliðn- um í fyrra hálvleiki. Lidini vunnu hvor sítt sett, men HIK dróg longra stráðið í javnbrótaranum. Í øðrum hálvleiki var einki at gera hjá Fortunu og nú kom munurin á liðunum greidliga til sjóndar. HIK vann ruddiliga annan hálvleik og dystin 2-0. Hjá kvinnunum gekk beint øvugt. Gudrid og tær settu seg á dystin frá byrjan og lótu ongantíð nakran iva vera um hvort av liðunum skuldi hava sigurin. Fortuna vann kvinnudyst- in 2-0 og fór við sigrinum sunnudagin framum júst HIK Alborg, sum lá beint frammanfyri »føroyska« liðið við sama stigatali. Men við sigrinum um vikuskiftið sníktu Gudrid og tær seg upp á fjórðaplássi, sum er so týdningarmikið, tá enda- umfarið skal spælast. Hjá hinum báðum før- oysku kvinnunum í donsku kappingini gekk einki serl- igt. Annika og Alvilda spældu móti ASV í Árhus, men tær taptu ein javnan dyst 2-1. Við ósigrinum misti TVSS fyribils møgu- leikan at skræða seg leysan úr botninum, har tær annars hava ligið síðani kappingin byrjaði.