Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. desember 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 tíðindablaðið Nr. 238 - 14. desember 1999 Danir komu í truplasta bólkin <M-lutakast: Lutakast var seinnapartin sunnudagin til endaspælið í summar, og tað er synd at siga, at danir komu í ein lættan bólk. Men í bólki A varð lagt upp til enn eitt >heimsstríð< í fótbólti millum Týskaland og Ongland JÁKUP MØRK Seinnapartin sunnudagin var lutur kastaður um, hvussu leikast skal. tá EM- kappingin ferð av barka- stokki komandi summar Frammanundan var stórur spenningur um, hvussu UE- FA fór at styrkismeta ymsu liðini. við tað at hetta sjálv- andi heyði stóra ávirkan á. hvussu sterkum mótstoøðu- liðum ymsu londini komu at meta Endin varð, at liðini vóru styrkismett í fýra bólkar, og niðanfyri verður greitt eitt sindur frá liðunum í ymsu bólkunum Arvafiggindar hittast Bólkur A Rum Týskaland uga enia hava fleiri erð verið partar í bæði dramatiskum og spennandi lystum. Vit hava oll svort hvítu klippini frá HM 1966, tá Geoft sæð st gjørdist fyrsti og hig- til einasti leikarin, sum hevur skotið harttrick í eini HM finalu. At málið til 3-2 var atvold til mikla øsing varð eisini nógv tosað um, men síðani hava týskarar hevnt onglendingum hetta aftur Bæði 1990 og 1996 skuldu brotssperk til, áðr- enn ein vinnari varð funnin millum liðini bæði. og báðu ferðirnar vóru tað tyskarar, sum drógu longra stráðið Hini bæði liðini í bólkin- um eru Rumenia og Portu- to, gal, og hóast hesi lið ong- antíð hava megnað at vunn- ið nakað EM- ella HM heiti, so kunnu tey bæði geva øll- um mótsteðuliðum ein skarpan gang. Rumenia hevur framvegis at sera sterkt landslið, hóast fleiri av berandi kreftunum nú eru komin nakað upp í árini. Kendasti leikarin man helst vera Georghe Hagi. sum annars gavst á lands liðnum fyri hálvum øðrum ári síðani, men sum síðani er farin í aftur gula lands liðsbúnan Harumframt hevur liðið í Adrian lie ein av vanda tu áleyparunum í eur opeiskum fotbolti, so tað er púra vist. at skal vænta sær ein tan dyst móti tekniskt sterku rumen unum mikia el n i flein ål havt sera góð ungdóms Portugal hevur landslið, har teir seinastu árini hava vunnið fleiri HM heiti, men enn hevur hetta Ikki grvið tey stóru urslitini á A-landsliðnum vakran fótbólt kviku portogi ; aloftast verður eisini funnist 1 1 Talan er aloftast um sera t at, at urtøkan ikki stendur måt vid vakra spælid Spennandi verður tó at síggja, um portugisar hesu ferðina fara at liva upp til tær vónir, sum áskoðarar teirra hava. Linligt í bólki B Bólkur B: Belgia, Svøriki, Turkaland og Halia. A pappirinum er likt til, at bólkur B man vera tann veikasti bólkurin. og lítið er at ivast i, at Belgia er veik- asta liðið, sum varð styrk- Munnu danir fara at fáa høvid til at fegnast sum teir gera her móti Ísrael. Teir komu í ein knallharðan bólk við Hálandi, Frankaríki og Kekkia ismett í ovasta bólki. Ors- økin til høgu styrkismetina er tann, at landid saman vid Hollandi er vertur fyri kapp- ingini. Seinnu árini hevur tað verið langt ímillum at belg- isku áskoðararnir hava havt nakað at fegnast um, og lið- ið hevur als ikki somu styrki nú, sum teir reyðu devlarnir høvdu miðskeiðis og seinast í åttatiårunum, tá teir mill- um annað vunnu sær eitt 4. pláss í 1986, tá HM-kapp- ingin varð hildin í Mexico. Svenskur fótbóltur hevur verið í einum rættuliga ald- udali, síðani teir í 1994 vunnu bronsumerki í USA, men í hesari undankapping int hava sviar rættuliga gjørt vart við seg aftur Til undankappingina vóru sviir styrkismettir sum nr 3, men teir gjørdu ikki mæt ari enn at leggja bæði Pól- and og Ongland aftur um g, soleiðis at teir vunnu sær beinleiðis atgongd til undankappingina A liðnum í dag er eingin Dahlin ella Brolin, men staðin hava teir eitt sera væl virkandi kollektiv, umframt at teir vid Kenneth Anders- son og Henrik Larsson hava havt eitt sera vandamikið álop. Fyri stuttum var Henrik Larsson, Henke, tó so 6- heppin, at hann breyt sær beinið i dysti fyri felag sítt, Celtic. og tískil verður hann ikki tøkur til EM-endaspæl- ið. Turkiskur fótbóltur er nógv framfarin, síðani Pion- tek og hansara menn vóru og vitjaðu okkum fyrst í hesum ártígginum Hetta er onnur ferðin á rað, at turkar hava leikt seg til EM-endaspælið, og hóast urtøkan ikki var nakað at reypa av seinast, so hevur hetta ivaleyst givið turkun- um nógvar virðismiklar royndir, sum teir gera nýtslu av hesu ferðina Seinasta liðið í bólki B er Italia, og fyri fótbóltsáhuga man tað vera nyttuleyst at siga, at tað her er talan um ein av risunum í altjóða fót- bólti. Tríggjar ferð hava teir megnað at vunnið HM-heit- ið, meðan tað í EM-høpi bert hevur bragda ta einu ferðina í 1968. Hesu ferðina ætla teir so, at nú skal tað verða, men ítalska liðið tykist ikki at hava somu styrki, sum tað onkuntíð hevur havt. seg, Kunnu slovenar gera nakað Bólkur C: Spania, Noreg, Jugoslavia og Slovenia. Uttan at taka munnin ov fullan ber helst til at siga, at tað er ein sensatión, at Slov- enia hevur megnað at leikt seg til endaspælið. Av mongum varð tað mett sum eitt bragd, at teir megn- aðu at fáa eitt annnaðpláss í undankappingini, og at teir síðani megnaðu at vinna á Ukraina, gjørdi bara bragd- ið enn stórri. Lítið er tó at ivast í, at slovenska ævintýrið steðgar eftir bólkaspælið í summar, tí hini liðini í bólkinum mugu oll metast at vera sterkari. Grannar okkara úr Noreg fingu eina heldur laka byrj- an upp á undankappingina, men síðani skúgvaðu teir allan iva til viks, og gjørdust sannførandi vinnarar av bolki sinum Nógv eru ivaleyst tey, sum halda at norski fótbólt- urin ikki er hin vakrasta at líta á, men eingin kann taka úrslitini frá teimum. og tey hava verið góð Enn væntar teimum at prógva, at teir eisini kunnu gera vart við seg, tá á stend- ur, men hetta ætla teir sær helst at prógva komandi summar Jugoslavia er í dag ikki eins stórt, sum tað var fyri fáum árum síðani, men fót bóltsliga eru teir ikki vikn tað stóra. Eyðkenni teirra er framvegis sami tekniski fótbólturin. har teir koyra við sera lágari ferð, fyri síðani at eksplodera fram eftir vellinum. Tað tykist tó ofta soleiðis, at jougoslavar ongantíð megnað at sláa til, tá talan er um endaspøl, og vandi er eisini fyri, at hetta eisini verður søgan í 2000. Seinasta liðið í bólkinum er Spania, sum seinnu árini hevus ment seg til at vera eitt av sterkastu lidunum i heiminum Tað verður tó ofta sagt, at spaniólar, eins og jugoslav- ar, hava trupulleikar, tá teir koma til endaspælið. Liðið telur tó nógvar stjørnuleik- arar, og munnu flestu teirra ikki verða sera uppsettir upp á at prógva, at ringa lagnan í HM-98 bert var eitt ein- stakt fyribrigdi. aðir D sum í deyða Bólkur D: Holland, Kekkia, Frankaríki og Danmark. Bólkur D fekk beinanvegin heitið „deyðans bólkur<, og satt er tað, at hetta helst er sterkasti bólkurin av teim- um 4. Hesi 4 liðini hava vunnið hvor sítt EM-heitið seinastu 6 ferðirnar kapp- ingin hevur verið hildin, og lítið er at ivast í, at tey øll ætla sær at liggja ovarlaga, tá heiðursmerkini verða býtt í summar. Vertirnir úr Hollandi eru millum liðini í hesum bólki, og lítið er at ivast í, at teir vilja royna at vísa seg frá síni allarbestu síðu framm- an fyri áskoðarunum. Síðani HM-endaspælið hava úrslitini hjá Hollandi tó ikki verið nakað serligt, men parvíst er hetta orsakað Grasið ærður munandi grønari at detta á hjá Zahov- ic, og valla fer honum at nýtast vøttir tå hann skal á vøllin í móti Spania, Noreg og Jugoslavia í summar, og mann ikki Allan Simonsen fer at hava eitt vakið eygað við Sløenunum av, at liðið bert hevur leikt venjingardystur síðani HM, við tað at teir sum vertir ikki nýttust at leika seg til enda- spælið. Bulurin á liðnum eru framvegis teir leikarar, sum førdu Ajax upp á ov- astu tindarnar fyri fáum ár- um síðani, men sum í dag eru spjaddir út til onnur stór feløg í Europa. Kekkia, sum varð numm- ar eitt í okkara bólki, er eis- ini millum liðini í hesum sterka bólki, og hóast teir høvdu ein lættan bólk í und- ankappingini, so sigur tað ikki so lítið, at Kekkia varð einasta liðið, sum vann allar sínar dystir. Síðani EM-endapsælið í Onglandi hava kekkar klintra beina leið upp eftir styrkislistanum hjá FIFA, og er hesin listin eftirfar- andi, er lítið at ivast í, at Kekki er millum heitastu evnini til ein komandi euro- pameistara. Sjálvur lovyi eg mær tó at ivast í hesum, men fyri 4 árum síðani gjørdu teir øllim spádómum til skammar, so hesu ferðina farið eg ikki at meta um, hvussu langt kekkar fara at røkka. At Frakland eru heims- meistarar bodar sjålvsagt frå, at talan her er um eitt sera sterkt lið. Hóast teir høvdu stórar trupulleikar í undankappingini, so megn- aðu teir at enda at basa russ- um, ukrainum og íslending- um, soleiðis at heimsmeist- ararnir koma beina leið til endaspælið. Størsti trupulleikin hjá Fraklandi hevur annars ver- ið. at vónirnar frá áskoð- arunum eru øgiliga stórar, men sum heimsmeistari er hetta nakað. sum tú mást venja teg til. Megnað fransar at taka uppgávuna í nóg stórum álvara, eru teir ivaleyst eis- ini millum teirra. sum fara at liggja ovarlaga, tá enda- liga stødan verður gjørd upp. Seinasta liðið úr hattinum var Danmark, men verður hugt at søguni, so er kanska ikki so galið, at danir eru endaðir í einum somikið sterkum bólki Tá HM varð hildið í Mex ico í 1986 endaðu danir eis ini í einum sterkum bólki. sum somuleiðis fekk heitið „deyðans bólkur<, og oll minnast vit helst, hvussu leikur fór ta ferðina. Fótbólturin, sum danir spæla í dag, er tó ikki eins vakur sum tá Laudrup. El- kjær og hinar stjórnurnar fingu okkum øll at veittra við donskum fløggum á miðjari nátt, men úrslitini hava hóast alt verið betri seinastu árini, enn tey vóru í dynamitt-dógunum. Hetta er fimta ferðin á rað, at danir eru við í enda- spælinum, og um tær megna at endurtaka bragdið frá 1992 fáa vit ikki at vita, fyrr enn bólturin er farin á rull komandi summar. Livst so spyrst.