týsdagur 14. desember 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 14. desember 1999 tíðindablaðið SU 21
Tjaldur leyst av botninum
Hondbóltur: Tjaldur megnaði leygardagin at vinna sín triðja dyst í hesum
kappingarári, og eru 4 stig framman fyri niðasta plássið, nú jólasteðgurin fer at
nærkast
JÁKUP MØRK
Fjaldur-H71
30-29 (14-12)
Leygardagin var seinasta
botnuppgerðin hesu megin
nýggjár leikt, og endin
gjørdist at Tjaldur smoygdi
sær upp á triðaftasta plássið
í kappingini, soleiðis at teir
nú hava fingið eitt sindur av
luft niður til kollfirðingar á
niðasta plássinum.
Mundi gloppið
Tað var tó ikki fyrr enn í
seinastu minuttunum, at
Mjaldur kundi tryggja sær
stigini, og framman undan
høvdu áskoðararnir verið
vitni til ein sera spennandi
dyst, har dramatikkurin var
í hásæti, meðan skipaða
hondbóltsspælið kanska
ikki kom so væl til sín rætt.
Tjaldur var annars á odda
frá fyrsta til seinasta bríksl,
men hóast teir onkuntíð
fingu økt um munin, so
megnaðu hoyvíkingarnir
alla tíðina at svara aftur.
Móti endanum megnaðu
runavíkingarnar enn eina-
ferð at slíta seg eitt sindur
leysar, men hóast teir eitt
skifti førdu 28-24, so var tað
um reppið, at hoyvíkingar
snýttu teir fyri sigrinum.
Soleiðis skuldi tó ikki
verða, og leikararnir kundu
saman við áskoðarunum
fegnast um enn tvey kær-
komin stig.
Tilfar til meira
Tjaldur hevur nú vunnið sær
6 stig higartil í ár, og hóast
tað ikki er líkt til, at teir
skulu nerta tey 4 ovastu lið-
ini, so er lítið at ivast i, at
runavikingar eru fegnir um,
at tað nú er líkt til, at liðið
megnar at bíta seg fast í ov-
astu deildini.
Verður hugt at leikaratil-
farinum, átti heldur ikki at
verið nakað sum helst iva-
mål um, at Tjaldur hoyrir
heima í fremstu rød i før-
oyskum hondbólti.
Fleiri góðir individualist-
ar eru á liðnum, men hin-
vegin hevur tað kanska
mangla eitt sindur í kollek-
tivinum.
Serliga verður her hugs-
að um verjupartin, har tjald
ursmenn aloftast sýnast at
vera sera óskipaðir, eins og
tað ofta hevur halta krops-
liga, við tað at fleiri dystir
eru mistir á gólvið seinasta
løtuna av dystunum.
Megna runavikingar at
hava sama fólk, eins og ny-
byrjaða ungdómsarbeiði
helst skuldi borið åvøkst um
nøkur, so er lítið at ivast í,
at Tjaldur fer at vera við at
mynda føroyskan hondbólt
langt inn í komandi old.
Fyri fyrst mugu teir tó
sláa seg til tols við, at tað
her og nú ræður um at halda
ein ávísan likamspart yvir
vatnskorpuni.
Byrja av nýggjum
Aðrenn kappingarársbyrjan
skrivaðu vit, at Hoyvíkingar
nú mugu byrja av nýggjum,
við tað at so nogvar av ber-
andi kreftunum frá undan-
farnu árum eru burtur.
Liðið er eisini nógv um
skipað í mun til seinastu
kappingarárini, og enn hev-
ur so ikki bragdað nakað
serligt hjá hoyvíkingunum.
Verður hugt at teimum
leikarum, sum ikki eru á
liðnum, sammett við sein-
asta ár, verður tú skjótt
greiður yvir, at talan er um
eina rættuliga kollvelting,
sum er farin fram.
A liðnum eru tó fleiri
ungir og evnaríkir leikarar,
og megna hesir at útvikla
seg enn meira, eiga teir iva-
leyst at kunna taka okkurt
óvæntað stig í kappingini.
Higartil hevur hetta tó
ikki eydnast, hóast teir hava
verið nær við onkran dystin.
Mundi og kundi hjálpir tó
ikki nógv, og í H71 mugu
teir bara ásanna, at teir
verða noyddir at arbeiða
nógv harðari, um so er at
teir skulu gera nakað sum
helst við ovaru liðni.
Stødan í landskappingini í hondbólti
1. deild kvinnur
vunnin tapt mál-
dystir v j t mål mál munur stig |
1. Stjørnan 9 8 0 í 255 204 51 16
2. VÍF 9 6 1 2 219 173 46 13 |
3. Kyndil 9 6 0 3 226 205 2 1 |
4. Neistin 9 315 177 193 -16 7 |
5. VB 9 2 2 55 215 228 -13 6
6. Tjaldur 9 0 0 9 167 256 89 0
1. deild menn |
vunnin tapt mål- |
dystir yv j t mål mál munur stig |
1. VÍF um 9 1 1 331 264 67 19
2. StiF 1 9 1 O 306 251 55 19
3. Neistin 1 7 1 3 309 284 25 15
4. Kyndil 1 5015 308 271 3 Au
5. Tjaldur 10 3 0 7 244 306 -62 6
6. H71 12 2 0 10 290 329 -39 4
7. KÍF 1 1010 228 311 -83 2
Enn hava teir tó, eins og
Tjaldur, megnað at hildið
kollfirðingum niðanfyri sær,
og má hetta ivaleyst eisini
verða arbeiðssetningurin,
tað sum eftir er av kapping-
arárinum.
Dysturin í tólum:
Tjaldur: Súni F. Johanne-
sen 7 (3), Elias Hansen 7,
Sverri Justinussen 5, Mort-
an Hansen 5, Kári Hansen
3, Tummas Magnussen 2,
Arnfinn Langgaard 1
H71: Halgir D. Olesen 8,
3årdur Brimvik 4, Jákup á
Borg 4, Annfinn Debes 3,
Allan Mørkøre 3 (2), Rene
D. Olesen 3 (1), Tréndur
Vatnhamar 3, Eyðun Høj-
gaard |
Brotskøst: Tjaldur 3, H71
g
Utvisingar: Tjaldur 3, H71
3
Burturvising: H71 |
Dómarar: Hanus Kúrberg
og Hans Thomassen
f
}
Í
|
Målskjuttaralistin
i hondbolti
1. deild kvinnur
Regina Rádó
loana Råpa
Vesna Tomajek
Lotte Sørensen
Inga F. Danberg
Sunrid Gleðisheygg
Jacklin Durhuus
VB
VIF
Stjørnan
Kyndil
Neistin
VIF
75
74
70
65
55
51
41
37
(27)
(21)
(31)
(29)
(17)
(7)
(3)
(2)
(6)
Venjarin hjá VB, Regina Rádó, hevur lagt seg
ovast á máltindin, sum er merktur av útlendskum
nøvnum
1. deild menn
Artur Johansen
| Heini Joensen
| John Petersen
| Petur M. Johansen
| Ingi Olsen
|
i
Í -
| Sámal Joensen
Í
I
i
Bjarni Wardum
Haigir D. Olesen
Jakob Jonsson
91
85
81
80
77
66
63
60
54
51
(15)
(22)
(11)
(19)
(19)
(21)
(1)
(14)
(3)
Bjarni Wardum gjørdist tann stóriu málslúkurin hetta umfari við 12 málum