Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

somdonon Ábyrgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild: Dagfinn Olsen : Postadr: Postsmoga 76, Jan Møller Jonhard Hammer Johannessen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Blaðstjóri: Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson Ålvur Haraldson ' Telefon: SD friede ici | Blaðfólk: Eydun Klakkstein ari, uppseting: elefax. 5 Eirikur Lindenskov | Åki Bertholdsen, Høgni Mohr SÅ Sosalum e-mail: post&sosialurin.fo internet: www.sosialurin.fo Turið Kjølbro Niclas Johannesen Bústaður: | Lýsingar: lysing & sosialurin.fo & Dånjal Højgaard Yngd: Jåkup Mørk Argjavegur 26, Argir rent: Sosialurin J Åhugaverd alternativ ætlan Oddagrein NU frættist, at klaksvikingar enn einaferð ganga undan á vinnulivsøkinum. Hesaferð er talan um at taka stig at menna fiskivinnuna á sjónum. Felag í Klaksvík hevur júst gjørt avtalu við norðmenn um at keypa gamlan verksmiðjutrolara, sum eftir ollum at doma skal kynda nýtt lív í aftur gomlu ætlaninar at framleiða lidna voru burtur úr uppisjóvar- fiskasløgum á foroyskum oki. Tað eru mong ár síðani, at líknandi royndir vórðu gjørdar við stórum og nútímans forum. Ynskið var tá at Kunna troyta tær stóru nøgdir av fiski so sum svartkjafti til konsumendamål - heldur enn at allur hesin fiskurin fór til fiskamjøl. Men royndirnar miseydnaðust av ymsum orsøkum. TAÐ er greitt, at stór perspektiv eru í hesum nýroyndum. Við hesum kunnu fyri tað fyrsta Skapast nyggj arbeiðspláss. Harnæst troyta vit ein fiskastovn, sum er nóg stórur og sum vit í dag fyri tað mesta veiða til mjol. Vit Kunnu so eisini fáa nógv hægri prís fyri lidnu alternativu voruna FOROYINGAR eru annars ikki vanir við at arbeiða umborð á verksmiðjutrolarum um okkara egnu leiðir. Nakað hevur verið tjakast um hetta, og hevur tað fingið rættiliga stóra mótstoðu frá fakfelogunum hjá teimum, sum arbeiða á virkjunum á landi. Hesi bera ótta fyri, at nógv arbeiðspláss fara fyri skeyti. Men her hevur kanska serstakliga verið hugsað um botnfisk. Nú verður so farið eftir fiski, sum matveruvirkini á landi ikki gera nógv burtur úr. Forkvinnan í Foroya Arbeiðarafelag sigur við blaðið í gjár, at tað er hol í hovdið at flyta arbeiðsplássini av landi út á hav. Hesum eru vit ikki ósamd í, men er talan um at skapa alternativ og at troyta nakað, sum ikki flytur arbeiðspláss av landi, so er hetta nakað, sum eigur at roynast. Eftir okkara tykki eiga vit at viðgera svartkjaft, sild ol. fiskasløg bæði á landi og á sjónum.Men fyritreytin fyri hesum er sjálvandi, at hetta er nakað sum ber seg. VIT kunnu bert vóna, at stigtakararnir til hesa verkætlan fáa eina góða byrjan, og at teir veruliga hava treytað sær, at marknaður er fyri voruna - og at teir ikki endurtaka somu mistøk sum vit fyrr hava gjørt. Eingin ivi er um, at mong eygu fara at fylgja teimum, og tey eru helst eisini mong, sum fegnast um, at fiskaslog sum svartkjaftur, lodna, makrelur og sild heldur verða góðskað víðari til dýra mat- veru enn til guano. Tað ger so eisini, at okkum nýtist ikki at hugsa í nogd á sama hátt. Harfyri er ikki sagt, at okkum ikki eisini torvar at veiða uppisjóvarfisk til mjølframleidslu. Men í tann mun tað ber til og marknaður er fyri at brúka fiskin til matvoru eigur hetta at verða gjort. Sjálvandi brúkar tú hann eisini til matvoru óbeinleiðis, tá hann fer til alifóður, men tað er kommunu kom og bjóðaði | hendanvegin, tað sum eing- Í annadkvøld klokkan 20 onkran enskan sangin við. gott at hava fleiri bein at standa á. Og eisini grundøki í teirra kommunu, = in vildi hava í aðrari komm- od nasa í Kórleiðari hjá Kristiliga á i og so var tað málið loyst. unu. Tá stóðu Sjómansskúl- avnar Kirkju. Sangkórinum er Hanus tá talan or um at na arbeiða hann bæði a Eg snakki ikki um bygn- = arnir í vanda fyri sínari út- Tað er Kristiliga Sang- Joensen, og verður tað sjónum og á landi. Tí ynskja vit klaksvíkingum ingamar við Áir soleiðis. búgving her á klettum. kórið, sum fer at syngja Sonja Klein, prestur, fer góða eydnu við hesi royndini. Tað sýnist, at tit skilja Áir- Skúlamál hevur Signar á norðurlendskar sangir og — at prædika. Sosialurin Viðmerking: Oljuhavn og floghavn Nú vit eru á veg inn í eina nýggja old, og inn í eitt nýtt ártúsund, standa stórar av- bjóðingar fyri framman. Løgtingid hevur júst havt fyrstu viðgerð av uppskotið til løgtingslég, sum skal geva oljufeløgum loyvi til at bjóða uppå- og fara undir at leita eftir kolvetnum í før- oyskum eki. I viðmerkingunum til uppskotið, sigur Eyðun Elt- tør, landsstýrismaður í olj- umálum, at vinnan sjálv skal gera av, hvar møguligar oljuhavnir skulu vera. Tó leggur hann afturat, at landsstýrið ætlar at hava eft- irlit við gongdini, so slepp- ast kann undan ovurstórum íløgum. Tað er í tráð við politikk Sambandsfloksins, at vinn- an sjálv skal gera av, hvussu hon skipar sítt virksemi. Men í landsstýrissamgong- uni hava longu røddir verið frammi, sum beinleiðis hava sagt, at ein olju- og útgerðarhavn liggur best í Suðuroynni. Við Sosialin tann 25. nov- ember í ár, sigur formaður Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, at stødan í Suðuroynni nú er so vána- lig, at skal hon framhald- andi vera ein livandi partur av Føroyum, má ein kom- andi oljuvinna verða savnað har. Ein kann spyrja, hvønn politikk, samgongan ætlar at reka á hesum eki, tá landsstýrismaðurin = sigur eitt, meðan formaðurin fyri størsta samgonguflokkin sigur nakað annað. Tað kundi eisini verið á- hugavert at fingið at vita, hvat oljufeløgini siga til, at teirra størsta uppgáva í Før- oyum, verður at halda lív í einum lokalum øki. Føroyskur kajkantur og føroysk floghavn Í viðmerkingunum hjá landsstýrismanninum verð- ur eisini sagt, at øll útgerð sum kann, skal um føroysk- an kajkant, og allur fólka- flutningur skal um føroyska floghavn. Hvat siga oljufeløgini til slíkar treytir ? Ein umboðs- maður fyri hesi feløg hevur longu sagt alment, at ver- andi floghavn i Føroyum, er ikki nóg góð, tå talan er um oljuvinnu. Eisini hava rødd- ir verið frammi sum hava sagt, at tað ikki verður góð- kent, at ein og sami flog- vøllur verður nýttur til bæði oljuvinnu og ferðafólka- flutning. Tað hevur alstóran týdn- ing, at vit hava ein hóski- ligan kajkant, og eina nýti- liga floghavn, um treytin fyri at leita eftir olju er, at fólk og útgerð skulu tann vegin. Vit kunnu ikki seta treytir, sum vit sjálvi ikki klára at halda. Men í viðmerkingunum verður eisini sagt, at neyð- ugt verður við stórum út- byggingum, um olja ella gass verða funnin. — Er tal- an her kanska um nýggja floghavn á Glyvursnesi ? Um oljuvinnan verður savnað í Suðuroy, sum nakr- ir politikarar ætla, so er floghavnin á Glyvursnesi ein náttúrligur partur av heildini. Tað er í miðstað- arøkinum, at flestu tænast- uveitingarnar eru, og tí gev- ur tað onga meining at kunna flúgva úr Suðuroynni og vestur í Vágar, fyri síðani at koyra í bili aftur til Havn- ar eftir tænastuveitingum. Tá er baði skjótari og lættari at sigla. Um floghavn verður bygd á Glyvursnesi, er møguleiki fyri at nýta hana til olju- vinnuna í fyrstu syftu, og síðani til ferðafólkaflutning, tá oljuævintýrið einaferð er liðugt. Hvat sigur vinnan? Hesa seinastu tíðina hevur kjak tikid seg upp, um hvar í landinum, ein oljuhavn skal vera. Nakrir politikarar hava longu bjóða seg fram, til at arbeiða fyri, at oll oljuvinnan verður savnað í Suðuroynni. Um nú eitt lóg- aruppskot verður samtykt, sum sigur, at oljuhavnir bert mugu vera í Suðuroy, og lat okkum siga, at 10 risafeløg koma at leita eftir olju, verð- ur so pláss fyri øllum har? Og hvat hendir, um pláss ikki verður fyri øllum, og løgtingid hevur samtykt, at feløgini ikki mugu koma norður um Suðuroyarfjørð? Ein annar áhugaverdur spurningur er eisini, hvat hendir, um løgtingid fellir uppskotið, um at leggja oljuvinnuna í Suðuroy? Er Suðuroyggin so, fyri allar tíðir, útilokað frá oljuvinn- uni? Tað einasta rætta í hesum samanhangi er, at vit í leit- ingarfasuni vísa oljufeløg- unum å tær havnirnar, sum vit hava. Síðani kunnu vit, um olja verður funnin, sam- an við oljufeløgunum velja best egnaðu havnirnar (tað kundi til dómis verið Suð- uroy, Sund og Skålafjørd- urin). Fá arbeiðspláss Tá talan hevur verið um, at oljuhavnirnar í leitingarfas- uni skulu bjarga allari Suð- uroynni, so trúgvi eg ikki, at hetta verður so. Einastu arbeiðsplássini, ið hetta fer at skapa, eru nakrir fáðir arbeiðstímar, við lossiar- beiði. Sambandsflokkurin hevur í skrivi til Suðuroyar Olju- vinnuráð boðað frá, at flokkurin einki hevur ímóti. at Suðuroyggin fær olju- havnirnar, um felggini ynskja at verða har. Men flokkurin heldur tað ikki vera rætt, at føroyskir pol- itikarar longu nú skulu taka avgerðir hesum viðvíkjandi. Føroyingar skulu vera við Vit mugu ikki spæla kortini so illa út, at vit als ikki fáa lut í eini møguligari olju- vinnu á føroyskum øki. Tí hevdi verið rættast um landsoljufelag varð sett á stovn, eins og gjørt varð í Noreg, tá oljuvinnan har byrjaði. Á tann hátt kundu vit tryggja okkum møgu- leikan, fyri luttóku í oljuvinnuni - um ikki nú, so seinni. Heðin Mortensen Legtingsmaður Svar til Jens Paula í Dali, Kvívík Tú hevur havt stórt gagn av at ganga í Skúla við Air. Tað frøir meg, og vil eg ynskja tær góða eyðnu við próv- num. Síðan skrivar tú, at eg kundi roynt at farið í Hand- ilsskúla og síðani til Air fyri at síggja munin, men tað er ikki neyðugt, tí at eg trúgvi tær. Her til skal sigast, at eg eri ikki ímóti nøkrum skúla, men mannagongdini at plasera skúlar og annað líknandi uttan um myndug- leikarnar á staðnum og síð- ani koma aftur og siga, at teir sova í tímanum og eru sum bleytar dýnur at sláa í. Tá ið eg vísti á Áir til røktarheim, varð tosað um at gevast við ALV skúlanum við Air, men Heðin Zach- ariasen vegna Hvalvíks nar út frá tí, tit útintu har. Hósvíkar kommuna hevur eitt ídnaðuargki beint niðan fyri har, ið eg vísi á til sjó- mansskúlarnar, Vaktar og Bjargingar Tænastuna ella hvør tað skal verða. Eg bjóði matrikul hjá Hósvíkar kommunu út, og ikki tað hjá landsstýrinum. Jens Pauli, tú ert væl komin at koma til Hósvíkar at tosa við meg. Eg fari eis- ini at geva tær eitt tilboð, eins og tú gavst mær, sum eg takki tær fyri. Tú kundi kanska fylgt við mínum ar- beiði, har eingin er at hjálpa mær, men aðrir høgir mynd- ugleikar arbeiða í móti mær. Tað verður ikki eg, sum stongi nakran skúla, tað verða teir myndugleikarnir, sum komu dragsandi norður Brúnni til målsøki, so tað er hansara leiklutur at niður- leggja skúlar ella upprætta skúlar. Eg vil bara hava loyvini til skúlaranar og ein og hvønn stovn, eins og kravið er til ein og hvønn borgara í komununi skal verða í ordan. P. S. Tað næsta verður møguliga, at tú bjóðar ALV- skúlanum vælkomnum til Kvívíkar kommunu. Hví ikki tað? Jógvan Mørkøre, Hósvík Sanggudstænasta í Havnar Kirkju