Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 15. september 1999 tíðindablaðið 100 heim við Norronu til jóla Heldur fleiri jólagestir enn í fjór hava í ár valt at koma heim til jóla sjóvegis. Hjá Smyril Line meta tey hetta sum eitt úrslit av miðvísari marknaðarfóring JOHN JOHANNESSEN Leygardagin stevnir Nor- røna frá Hanstholm við kós móti Føroyum við góðum 500 jólagestum og 125 bil- um umborð. Talan er um eitt sindur fleiri siglandi jóla- gestir enn í fjør, tá talið var 430. Mikudagin 22. desember ger Norrøna aftur ein jólatúr úr Hanstholm til Havnar, har hon verður jólaaftan. Tá verða umleið 200 jólagestir og 21 bilar við umborð. Hetta er annað árið á rað, at Norrøna siglir við ferða- fólki millum Danmark og Føoyar um jólini. Góð marknadarføring Vit hava í ár gjørt nógv við at marknaðarfóra vetrar- siglingina hjá Norrønu, og sæst hetta nú aftur í ferða- fólkatalinum um jólini. Aki Jespersen, leiðari á ferðamannadeildini hjá Smyril Line, er sannførdur um, at tað er miðvísa mark- nadarføringin, ið er orsøkin til økta ferðafólkatalið á jól- um í ár. Fólk hava uppdagað, hvussu nógv bíligari tað er at ferðast sjóvegis, tá talan er um familjur, og tí velja fleiri og fleiri at ferðast sjó- vegis, eisini um veturin. Harafturat ber tað jú eisini til at hava bilin við, tá tú ferðast við Norrønu, vísir leiðarin á ferðafólkadeildini hjá Smyril Line á. Aki Jespersen sigur, at Smyril Line framhaldandi ætlar sær at gera nógv burt- urúr at marknadarføra vetr- arsiglingina, og miðar hann ímóti, at enn fleiri jólagestir velja at koma heim við Nor- rønu næstu jól. Hugnaligur túrur Tað er sjávandi skjótt og lætt at koma heim til jóla við flogfari. Serliga, um jól afrítíðin er stutt, og tú tískil ikki hevur nógvar dagar at geva av. Men skal ein heil familja heim til Føroya at halda jól, er tað hugnaligt og lætt at koma heim við Norrønu. Aki Jespersen vísir á, at nógv verður gjørt burturúr at hugna um umborð á skip inum jólatúrarnar. Tónleik- ur og undirhald verður á skránni, jólapynt er hongt runt skipið, og hartil verður stóra matstovan opin jóla- túrarnar. Veðrið hevur verið gott á seinastu túrunum hjá Nor- rønu, og vónar ferðafólka- leiðarin hjá Smyril Line, at tað sama fer at vera gald andi fyri jólatúrarnar Smábýtt avstað aftur Jólagestirnir fara ikki avstað aftur til Danmarkar við Nor- rønu í eins stórum klump- um, sum tey komu til Før oya. Til tårin 1. januar vera 250 ferðafólk og 50 bilar, meðan hagtølini fyri túrin 7. januar vísa á 290 ferða- fólk. Norrøna siglir eisini av 3 "eg 5 4 ! z 1 AL st På Fleiri ferðafólk enn í fjør hava í år valt at koma heim sjóvegis til jóla Havnini við kós móti Hanst- holm jólaaftan, men tá er talan um ein skaran farmatúr. reinan og Norðoyingar stovnað vanlukkugrunn Limir í bygdafelagnum Báruni hava eftir vanlukkuna umborð á Ágot herfyri tikið stig til at stovna ein vanlukkurgrunn fyri Norðoyggjar JOHN JOHANNESSEN Tað var syndarliga vanlukk- an umborð á línuskipinum Agot herfyri, har skiparin lat liv, ið gjørdi, at norðoy- ingar tóku stig til at stovna ein vanlukkugrunn. Grunn- urin hevur fingið heitið Norðoya Vanlukkugrunnur, og er endamál grunsins at stuðla teimum, ið eftir sita eftir syndarligar vanlukkur, fíggjarliga. | Atli Justinusen er ein teirra, ið hevur tikið stig til at stovna grunnin. Hann sig- ur, at hóast tað eru limir í bygdafelagnum Báruni, ið hava tikið stig til at stovna grunnin, er ynskliligt, at onnur taka við, fyri at ar- beiðini til frama fyri bygda- felagið og til frama fyri grunnin ikki skulu fella saman. Hósdagin ger Norðoya Vanlukkugrunnur sína fyrstu roynd at savna inn pening. Tá skipar grunnurin nevniliga fyri stórum bingo í Skálanum í Klaksvík klokkan 19:30. Atli Justinusen vísir á, at grunnurin hevur fingið allar vinningarnar til bingoið 6- keypis frá handlum í Norð- oyggjum, Eysturoynni og í Havn. Tískil skuldi møgu- Landsstýrið fund við andstøduna I gjár vóru Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin á fundi hjá landsstýrinum um samráðingaruppleggið viðvíkjandi ríkisrættarligu stóðu Fóroya JOHN JOHANNESSEN Sokallaða »politiska pro- sessin< hjá landsstýrinum viðvíkjandi fullveldismáli- num er nú rættuliga farin í gongd. Í gjár setti landsstýr- ið fyrst Sambandsflokki- num og síðani Javnaðar- flokkinum stevnu úti í Ting- anesi. Endamálið við fundunum var at fáa í lag nógv umtal- aðu breiðu politisku semju- na, løgmaður og Høgni Hoydal javnan hava víst á at vera neyðuga í sambandi við samráðingarnar við donsku stjórnina um ríkis- rættarligu støðu Føroya. Miðflokkurin og Javnað- arflokkurin hava fyrr verið á fundi hjá landsstýrinum um tað sama, men á teimum fundunum varð ikki farið dýpdina við ymisku mál- unum. Á fundinum í gjár var ætlanin at viðgera ymisk mál meira nágreiniliga. Hógni Hoydal sigur seg trúgva, at tann breiða semj- an verður funnin í uttan- landsnevndini. Men hann er kortini fegin um, at partarnir kunnu tosa saman áðrenn samráðingaruppleggið fer í uttanlandsnevndina. Hetta, heldur hann, økir um møgu- leikan fyri, at semjan í uttanlandsnevndini verður funnin skjótt og lætt. Formaður Javnaðarfloks- ins, Jóannes Eidesgaard, hevur fleiri ferðir víst á, at hann ikki trýr uppá, at nøkur semja verður funnin í uttan- landsnevndini. Hann heldur nevniliga ikki, at uttan- landsnevndin er nakað mekka fyri fólkaræði. Hin- vegin sær hann ein lítlan møguleika fyri eini semju undir >politisku prosessi- ni<, men tá skal talan vera um eina avtalu, ið liggur innan fyri ríkisfelagsskapin. Møguleikin fyri einari politiskari semju millum samgonguna og Sambands- flokkin er lítil, fyri ikki at síga eingin, men tó ynskir landsstýrið at hava fund við flokkin um málið. leiki verið fyri at fingið væl av peningi í grunnin eftir hetta fyrsta bingoið. Norðoya Vanlukkugrunn- ur ætlar at leggja seg eftir at stuðla vanlukkuraktum fólkum so væl sum til ber. Wrangler-skógvar fært tú hjá okkum Handilskjarnin N. Finsensgøta 8 * Tlf. 317919 www.handilskjarnin.fo