Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ea TR AA AA ss UA ir Á tidindabladid Nr. 239 - 15. september 1999 Minst 9 milliónir at leiga i tveir månadir Kanningarferðin hjá strandferðsluni til Irlands at hyggja eftir einum skjótt- gangandi avloysaraskipi til suður- oyarsiglingina, eydnaðist ikki serliga | Va AK E fyri suðuroyingar. Tvíkiljur, og onnur skjóttgangandi skip í somu stódd, hava sig stórri aldu, verða tey sera stór og hartil sera dýr HOLDSEN sindur myril, sum er 91 r og 16 metrar fólk og 160 bilar Storar avmarkingar Magnus Magnussen, tekn vinnumålastyrinum eina frágreiðing um ferðina Men hóast hann ikki bein eiðis sigur tað, skilst á hon- at hann er meiri enn asamur um at mæla til, at t slíkt skjóttgangandi skip Jur útvegað til suðuroy OU tt í SIEd, d ikki nóg mikið at seta ferð ma niður, tá ið aldan er stórri enn tríggjar metrar Ti fer aldan uppum, hevur skipið heilt einfalt siglings- torboð Magnus Magnussen sig- ur, at tað sama er galdandi fyri allar skjóttgangandi bátar í hasi støddini, eisini tvíkiljur ftir ferðina í Írlandi er tekniski stjórin á Strandferðsluni ikki minni sannførdur, e Hetta var báturin, sum Strandferðslan hevur havt í kikaranum til suðurovarsiglingina ímeðan Smyril verður í dokk í vár. Hann er eitt sindur stórri enn Smyril og siglur 35 míl. Men eins og aðrir skjóttgandandi bátarnir hevur hann stórar avmarkingar. Hann kann ikki sigla í vanligum, føroyskum vetrarveðri og tí kemur hann at avlýsa nógvar fráferðir. Skulu teir sigla í stórri aldu, mugu teir vera so 6- metaliga stórir, at vit tosa um ein bys 120, sum liggur skeivu megin milli ardina, sigur tekniski stjórin á Strandferðsluni Hann sigur, at hesar av- markingarnar høvdu borið í sær, at tað høvdu blivið sera nógvar avlýsingar í suðuroyarsiglingini. Eitt nú heyði hann ikki kunnað siglt mánadagin, og tað mesta av farnu viku hevði hann heldur ikki kunnað siglt Tekniski stjórin sigur teir sluppu ein royndartúr við Jetliner. Tá var aldan á mark inum til at hann kundi sigla og vindurin lá inn á síðuna Men tað kundi ikki sig- ast at vera nakar hugnaligur túrur, tí hann rullaði og høgdi illa, hóast hann hevði fýra stabilisatorar. Hann arbeiddi nógv harðari og nógv krappari enn Smyril ger. Tað er helst ti, at umframt at sigla skjótt, ger aluminiumsskrokkurin hann so lættan. Hetta var heilt ødrvisi enn at sigla við Smyrli Annars var tað eitt sera snotiligt og væliitgjørt skip og umstødurnar umborð vóru sera góðar. Hann sigur, at í Írska Havinum er sera nógv sigl- ing. Og tað skerst ikki burt- ur, at tað eru tey vanligu skipini, sum eru álitið, í- meðan tey skjóttgandandi ferjurnar mest verða brúktar at hava afturat, tá ið veðrið er gott. Dýrur at leiga Magnus Magnussen sigur, at ein bátur sum Jetliner kostar um eina millión at leiga um dagin. — Men tað er bara sjálv leigan fyri bátin. Tí haraft- urat koma útreiðslur til trygging, manning, slit, við- gerug sup í nn hann var áðrenn um, at eitt vanligt skip sum Smyril er tað besta lingsforboð um aldan fer upp um 3 metrar. Skulu tey kunna sigla í líkahald 0,.s.fr. Harafturat kemur, at vit høvdu neyvan sloppid undan at leiga hann f minni enn tveir månadir, hóast Smyril bara verður i dokk í umleið ein mánaða. — Tað tekur sína tíð at fara eftir bátinum og tað tekur sína tíð at lata hann aftur Harumframt er tað ein stórur spurningur, hvussu stutt leigumál reiðarin vil gera. So alt í alt hevði prís- urin fyri at fingið Jetliner at avloyst Smyril í vár, neyvan verið undir níggju milliónir, sigur Magnus Magnussen. Hann sigur, at Strand- ferðslan hevur bara 1,8 millión til endamálið. So samanumtikið tykist tað, sum um ein skjóttgand- andi ferja á suðuroyarleið- int er minst líka langt burtur nú, sum hon hevur verið. Men tað veldst sjálvandi um tann politiska vilja. og ikki minst, veldst tað um, hvat suðuroyingar vilja góð- taka av avlýsingum og rulli. Spurningurin er fyrst og fremst, hvat verður góðtikið av prísi og av avlýsingum. M.a. er tað ein spurn- ingur, um suðuroyingar vilja góðtaka, at ferjan skal avlýsa so nógvar túrar, sum talan hevði verið um við eini skjóttgangandi ferju av hesari støddini Tí ein alduhædd uppá triggjar metrar er ikki annað enn vanligt, føroyskt vetrar veður. Tað vil so aftur siga, at spurningurin hevði skjótt farið at gjørt vart við seg at tað heyði verið neyðugt at havt eitt vanligt skip afturat at siglt, tá ið ein skjóttgang- andi ferja hevdi siglings- forboð fyri veður. — Tað verður í øllum før- um neyðugt at hava eitt van- ligt skip afturat, um ferða- sambandið skal vera líka trygt og støðugt, sum tað er nú. Magnus Magnussen sig- ur, at ferðin í Írlandi var lærurík. Men nú er hann enn meiri sannførdur um, at ein skjótt- gangandi ferja er ikki ein brúkilig loysn á ferðasam- bandinum ímillum Suður- oynna og Havnina. - Nú eri eg enn meiri sannførdur um, at besta loysnin fyri suðuroyingar er eitt vanligt skip. Og skal siglingstíðin styttast, er tað frægast at seta so mikið stórar motorar í eitt vanligt skip, at tað ber til at fáa tíðina so mikið langt niður at tað kann góðtakast. Hann heldur, at tað av- gjørt er rætt til at kanna, hvørjir møguleikar eru við einum skjóttgangandi skipi og at lýsa teir møguleikar, sum eru. - Og vil man góðtaka prísin og avlýsingarnar, hava vit onki ímóti at út- vega eitt slíkt skip. Men so mugu øll eisini gera sær greitt, at tað hevur sínar av- markingar í avlýsingum, og sínar vansar fyri ferðafólk- ið, tí afturímóti Smyrli, eru tey ótespulig at vera um- borð á í ivavedri sigur Magnus Magnussen.