mikudagur 15. desember 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 15. september 1999
Røkke við
rukandi
ferð
Hann byrjaði á einum trolaradekki fyri
góðum 20 árum síðani. Í dag er hann
mest umtalaði persónurin í Noregi, og
hann stýrir milliardum av krónum. Kjell
Inge Rókke blandar seg sjáldan uppí,
um ikki hann er vísur í, at her eru peng-
ar at vinna
JÓGVAN HUGO GARDAR
SKRIVAR ÚR OSLO
Sum ungur fór Kjell Inge
Røkke út at fiska. Aftan á
at hava roynt seg í norskum
sjógvi eina tíð setti hann kós
móti Alaska. Hann fór skjótt
undir at byggja sítt egna reið
arí og bygdi upp sín egna
flota. Kjell Inge Røkke
gjørdist skjótt ein av mæt-
astu reiðarunum í Alaska og
statinum Washington. Tað
var fyrst og fremst Alaska
Pollock, sum fekk pengar-
nar at streyma inn í kassan
hjá tí unga Røkke úr Molde.
Hann var púra ókendur í
Noregi. Oljupengar og
gamlar ríkar familjur vóru
tað nóg mikið av, og so
passaði Røkke ikki inn í
myndina av, hvussu norð-
menn skulu gerast ríkir.
Hesum hóvaði Kjell Inge
væl. Hann kundi koma heim
til Noregs uttan at nakar
kendi hann. Hann bygdi sær
høvudsstød í Seattle í Was-
hington. Ein byur, eisini
nógvir føroyingar hava
funnid eydnuna i.
Pengastreymurin frå Al-
aska Pollock øktist skjótt.
Tað vóru ongar kvotur. Trol-
ararnir kundu fiska so nógv
teir kláraðu innan fyri nærri
fastsett tidarmørk. Hetta
førdi við sær eina kapping
millum reiðaríini um at
byggja so stórar og vælvirk-
andi trolarar sum gjørligt.
Samstundis sum trolararnir
gjørdust stórri, so minkaði
Pollock-mongdin i havi-
num. Kjell Inge Røkke
tryggjaði síni yvirskot við
at seta pengar í m. a. fasta
ogn í Seattle og øðrum am-
erikanskum býum.
Myndugleikarnir hava nú
skjerpt krøvini, og ikki er
líka lætt at royna eftir Al-
aska Pollock í amerikansk-
um sjógvi. Tá talan gjørdist
um at gera strangari reglur
fyri Pollock-fiskiskapin, fór
Kjell Inge Røkke samstund-
is at umhugsa at flyta høv-
udsstød.
Heim i eldin
Fyri fimm árum síðani fóru
Kjell Inge Røkke og vin-
maðurin Bjørn Rune Gjel-
sten at gerast kend nøvn i
Noregi. Teir vóru farnir
undir at keypa seg inn í
norsk feløg, og so komu
boðini um, at teir vildu flyta
høvudsskrivstovuna til Aker
Brygge i Oslo. Aker Brygge
er ein gomul skipasmiðja,
sum nú er bygd um til skriv-
stovur og handlar.
Við Aker Brygge sum
stóð fóru Kjell Inge og
Bjørn Rune av alvara at ger-
ast vælkend nøvn í Noregi.
Teir keyptu næstan alt, teir
fingu hendur á, og spakuliga
komu teir innum dyrnar hjá
Norski ríkmaðurin, Kjell
Inge Røkke
tidindabladid
ej
American Monarch er leigaður russiskum felag í 10 år, tí verður tað ikki hann. sum kemur undir føroyskt falgg, um
samstarvið gerst veruleiki, men annað skip hjá felagnum. Ein møguleiki er American Empress, sum sæst á myndini
gomlu fyritøkuni Aker, sum
millum annað hevur havt
fleiri skipasmiðjur. Hetta er
eisini ein av teimum heilt
stóru fyritøkunum í Noregi.
Tá teir høvdu tryggjad sær
nóg stóran part av Aker,
syrgdu teir fyri, at felagið
hjá Røkke RGI bleiv lagt
saman við Aker, og nú kall-
ast fyritøkan AKER RGI,
og Kjell Inge Røkke situr
einsamallur vid umleid 90
prosentum av partabrøvu-
num.
Hetta keypið hevur syrgt
fyri, at orðaskiftið hevur
verið javnt um Røkke og
hansara hugsanarhátt. Fleir
vilja vera við, at hann bara
hugsar um pengar. Men
Verður samstarv við JFK Trol
verður talan um annað skip
Tað verður ikki American Monarch, sum kemur undir fóroyskt flagg.
Men verður talan um samstarv við fóroyingar, so verður tað eitt ann-
að skip hjá Aker RGI, sigur kunningarstjórin, Per Eikrem við NTB
EIRIKUR LINDENSKOV
Stóra norska tíðindastov-
an, NTB siteraði mána-
dagin tíðindini í Sosiali-
num í gjár um, at Americ-
an Monarch skuldi undir
føroyskt flagg.
— Vit hava als ongar
ætlanir um at senda Am-
erican Monarch á svart-
kjaftafiskiskap í føroysk-
um sjógvi, sigur kunning-
arstjórin hjá Aker RGI, Per
Eikrem við NTB.
Per Eikrem sigur, at tað
er ikki rætt, at ætlanir eru
um at gera eitt føroyskt
partafelag saman við JFK
Trol, sum skal reiða út
American Monarch. Men
samstundis váttar Per Eik-
rem, at tað kann gerast ak-
tuelt við samstarvi við
føroyingar.
— Men um so verður, so
verður tað við ødrum trol-
ara, enn American Mon-
arch, sum er leigaður út til
eitt russiskt felag í tíggju
ár, og sum nú fiskar poll-
ock í Okhotsk-havinum
uttan fyri Eystursibiria.
American Monarch var
heimsins best útgjørda
fiskiskip, tá tað varð latið
av skipasmidjuni, sum
Kjell Inge Røkke sjålvur
eigur, Langsten i Tomre-
fjord f Romsdal i 1996.
Røkke satsadi tå upp å,
at båturin skuldi fåa loyvi
at fiska uttan fyri kilsku
strondina, men tad eydn-
adist ikki. I tvey år lå trol-
arin óvirkin við bryggju í
Seattle. Í 1998 varð hann
so leigaður til eitt av
størstu fiskiskipafeløgu-
num f Russlandi, Dalmor-
ereprodukt (DMP), skrivar
norska tíðindastovan,
NTB.
samstundis eru tað ikki so
nógv sum halda, at teir
gomlu eigarararnir vóru
nógv betri. Munurin er, at
meðan Røkke byggir risa-
stórar smáttur og skjótt-
gangandi bilar og bátar, so
velja gomlu eigararnir at
brúka pengarnar uttan at øll
leggja merki til tað. Røkke
er opin og ger ikki nógv fyri
at halda seg uttan fyri upp-
tøkut6l og fototól.
Hann hevur eisini valt at
gera nógv burturúr fótbólti,
og hevur keypt bretska fel-
agið Wimbledon. Barn-
dómsfelagið Molde hevur
hann eisini åtikid sær á-
byrgdina fyri og hevur m.a.
bygt teimum eitt stadion
fyri minst 250 milliónir
krónur.
tallerkur
DISNEY CDer
Palli Pumm:
og djúpur
tallerku
Jólagávan
tiltey ;
yngstu '%
Mickey: Krúss,
flatur og djúpur
Koppur, flatur
Fiskimaðurin
Hesa tíðina Kjell Inge
Røkke hevur verið sjónligur
í norskum fjølmiðlum, so
hevur fiskimadurin Røkke
ikki verið so sjónligur. Tað
er bert einstaka ferð, at
nevnt verður nakað um Nor-
way Seafood og America
Seafoods Company. Tað er
fløgumadurin Røkke, sum
setur pengar i fyri at taka
alt yvirskotið í egnan
lumma so skjótt sum til ber.
Nú tykist Kjell Inge Røkke
at trekkja seg burturúr virk-
seminum í Alaska, hóast
fleiri halda, at hann nokk
man hava ein fingur við í
spælinum eisini í framtíðini.
Hann eigur framvegis
American Monarch, Amer-
ican Empress og hinar trol-
É
<
å Krúss við
ararnar, og hesir skulu eisini
hava okkurt at gera.
At Røkke í staðin velur
at samstarva við millum
annað føroyingar eru uttan
iva ein partur av hugsanini
hjá honum um at flyta meir
virksemi til norðuratlants-
hav. At so størsta hvítfisk-
reiðarin í Noregi velur at
samstarva við eina føroyska
fyritøku, sum JFK-Trol,
eigur ikki bert at vekja ans i
Klaksvik.
Eitt slíkt samstarv hevur
áhuga fyri allar tjóðirnar,
sum fiska í norðuratlants-
havinum, og eydnast hetta
samstarvið, so er hetta bert
byrjanini til eitt sterkt og
gevandi samstarv millum
Noreg og Føroyar. Har báð-
ir partar fáa nakað burturúr.
5 Disney figurum
>
Niels Finsensgøta 18 * Boks 1094 * 110 Tórshavn * Tel. 314930 * Fax 314933