Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 15. september 1999 Kunnu ikki fáa alt við Vit kunnu ikki taka alt við í lógarupp- skotið. Har er tí hvórki landsoljufelag ella optión, men vit hava tryggjað okkum, at vit kunnu fáa so gott sum alt við uttan eitt landsoljufelag segði Eyðun Elttór, landsstýrismaður á JAN MÚLLER Hóast nógvar ivaspurningar og lutvíst eisini atfinningar, so helt Eyðun Elttør, lands- stýrismaður í oljumålum kortini uppskotið lagt varð fyri tingið verða eitt gott grundarlag fyri 1. útbjóð- ing. Sum vera man svaraði hann fyrst uppá atfinning- arnar um oljuútgerðarhavn- ina: -Eg havi ikki ætlan um at áleggja oljufeløgunum at brúka ávís stød í landinum til útgerðarstoð í leitiskeið- num. Tørvurin á flutningi til og úr Føroyum verður í leitiskeiðnum so avmark- aður, at neyðuga grund- arlagið fyri hesum ikki er til steðar. Eyðun Elttør metti tað heldur ikki vera rætt at geva fólki ta fatan, at ein útgerð- arstød fer at føra til mun andi virksemi ella bjarga eini oyggj. -Verður eydnan við okk- um, og tað verður funnin olja, fer virksemið í samfel- agnum at vaksa munandi, men tað liggur langt frammi, og serliga í útbygg- ingarskeiðnum - og heldur ikki fyrr - verður tað møgu- liga neyðugt at áleggja loyvishavaranum at brúka åvis stød til virksemi teirra. Um so verður, verður tað gjørt í sambandi við góð- kenning av teimum leið- byggiætlanum, sum jú skulu leggjast fyri lands- stýrismannin. Og hesar verða so eisini lagdar fyri tingið til kunningar, og har ber so eisini til at tosa sam- an um møguligar broyt- ingar. Men í síðsta enda er tað landsstýrismaðurin, sum avger hetta. Eyðun Elttør metti tað annars at vera ráðiligt at seta oljufeløgunum trý sløg av figgjarligum treytum, nevniliga partafelagsskatt, royalty og serskatt. Fleiri tingmenn spurdu landsstyrismannin, hvi hann longu hevdi avskrivað bæði alment oljufelag og eina optión tvs. eitt borið felag! -Vit kunnu ikki taka alt við í lógaruppskotið. Har er tí hvorki landsoljufelag ella optión fyri tað almenna. Vit hava tryggjað okkum so- leiðis, at vit kunnu fáa so gott sum alt við uttan eitt landsoljufelag. Skulu vit hava eitt lands- oljufelag ella optión, sum í veruleikanum er tað sama, við. mugu vit slaka onkra aðrastaðni. Eyðun Elttør vísti á, at tey, sum skulu bera almenna oljufelagið, eru oljufeløgini, og ein dag skulu vit gjalda aftur. -Er samfelag okkara so væl fyri, at vit kunnu byggja eina umsiting upp og eitt olju- felag eisini spurdi lands- stýrismaðurin? Men skulu vit hava optiónina, so mugu vit sleppa onkrum øðrum, td. serskattinum. Til atfinningarnar um, at royalty er sett ov lágt í mun til t.d. í Noregi, visti hann á, at royalty í Noregi datt burt í 1986. Tey 12% galda tí bert fyri tey gomlu økini. Landsstýrismaðurin helt sjálvur 2% í royalty, fram- leiðslugjaldi vera skilagott. Tað átti ikki at vera hægri. Eyðun Elttør segði, at vit mugu vera varin, og ein partur av tí er ikki at gera so nógv av í hesi leitifasuni. -Vit byrjaðu at lata upp hurðina til eina nýggja olju- vinnu, tá vit yvirtóku máls- økid råevni í undirgrundini. Nú hava vit latið hana longur upp. Og vit síggja inn í framtíðina. tíðindablaðið SOS2 Skal vera pláss fyri bæði fiski og olju -Tað má vera pláss fyri báðum vinnum. men fyrilit má takast fyri fiskivinnuni, tí henni koma vit at liva av víðari. Soleiðis sum tað er lagt upp higartil við oljuvinnu, so er fyrilit tikið til fiskivinnuna segði Jørgen Niclassen, landsstýrismaður á tingi JAN MULLER Eisini fiskimålaråØharrin, Jørgen Niclassen tók orðið undir viðgerðini av útbjóð- ingini til oljuleiting á tingi í farnu viku. Hann ásannaði, at oljuvinnan fór at ávirka fiskivinnuna, men vit máttu royna at gera hesa ávirkan so lítla sum gjørligt. Hann vísti á, at tað er týdninga- rmikið, at oljuteigarnir nerva fiskivinnuøkini sum sum minst. Hann metti, at tað verður neyvan meirå enn ein trið- Ingur av tí øki, sum nú er bjóðað út, ið verður tilluttað til leiting. Tí verður okið, hugsa vit um fiskivinnuna, minni ávirkað enn tað, sum framgongur av uppskot- inum. Talan er um eitt øki, sum gongur frá 250 metra dýpi út á 1400 metrar, men mest sannlíkt er, at boringarnar verða úti á 1000 metra dýpi. Veiðan eftir botnfiski fer fram á dýpi minni enn 500 metrar, og tí eru avleiðing- arnar á tann fiskiskapin lítlar ella ongar, um borað verður djúpri. Somuleiðis kemur boringin ikki at hava stórvegis ávirkan á útróð urin. Fyri uppisjóvarfiska- sløgini kemur tað at nerva nakað, men ikki verður tað munandi Leitiðskeiðið verður bert einar 60 dagar ella so. Avirkanin verður tí so lítil sum hon kann helt landsstýrismaðurin, sum metti tað vera neyðugt við upplýsing og samstarvi, tí vit skulu liva av fiskivinnu eftir at oljan er uppi. -Tað må vera pláss fyri báðum vinnum, men fyrilit má takast fyri fiskivinnuni, tí henni koma vit at liva av víðari. Soleiðis sum tað er lagt upp higartil við olju- Vinnu, so er fyrilit tikið til fiskivinnuna. Sjálvandi á- virkar tað fiskiskapin, men í hesum føri so lítið sum tað kann. Jørgen Niclassen vónaði, at Vinnunevndin kundi semjast um hetta frå- lika uppskotid, sum hann målbar seg Oljuvinna amboð at stýra samfelagsútbygging - Verður olja funnin vid Føroyar so stendur okkara samfelag fyri tí stórstu av- bjóðing nakrantíð . Ein avbjóðing, sum fóroysk vinna og multinationalar kon- sernir avgjórt ikki skulu vera einsamallar at taka stóðu til og avgerðir um. JAN MULLER Dan Petersen, tingmaður fyri javnaðarflokkin í Eyst- uroynni hevði eisini orðið undir viðgerðini av útbjóð- ingaruppskotinum. Hann takkaði landsstýrismannin- um og fyrisitingini fyri ar- beiðið. Hann metti arbeiðið hjá Oljumálastýrinum at vera tað mest professinella arbeiðið, ið er gjørt av allari fyrisitingini í hesum val- skeiðnum. Fakliga sterk og við øllum hugsandi og 6- hugsandi fyrivarnum. -Verður olja funnin við Føroyar so stendur okkara samfelag fyri ti størstu av- bjóðing nakrantíð. Ein av- bjóðing, sum føroysk vinna og multinationalar konsern- ir avgjørt ikki skulu vera einsamallar at taka støðu til og avgerðir um. Fer oljan at renna, so fer hetta at ávirka samfelagið so grundleggjandi, at tað er óðamannaverk at lata vinn- una einsamalla sæta sær. Tann privata vinnan, før- oysk sum útlendsk, hevur ikki skyldu til at taka sam- felagsfyrilit. Hon hevur heldur ikki sum sítt fremsta mál at skapa arbeiðspláss. Fremsta endamál er at skapa profitt til partaeigar- arnar. Og ofta eru vinnulig áhugamál beinleiðis í stríð við samfelagsáhugamál. Vinnan hevur td. onga > ábyrgd av okkara bústað- armynstri. Vinnan hevur heldur onga ábyrgd av okkara samfelagsstrukturi sum heild. Við eini komandi oljuvinnu hava vit fyri fyrstu ferð eitt veruligt am- boð at stýra uppbyggingini av samfelagnum. Og eitt komandi virksemi má og skal koma øllum landinum til góðar segði Dan Peter- sen. Aftofta útjaðaran Hann segði víðari, at vit mugu síggja í eyguni, at eitt samlað virksemi í megin- økinum fer at avtofta út- jaðaran. Og tað er ikki ein vinnuligur men ein polit- iskur spurningur, um fólk skulu stødast aðrastaðni enn í hóvuðsstaðnum. Tað skal eisini nágreiniliga stýrast, hvussu nógv virksemi vit skulu hava í landinum. Í dag er lítið og einki arbeiðs- loysi. Lítil og eingin tok ar- beiðsmegi. Ein nýggj gev- andi vinna kemur um vit vilja tað ella ikki at raka okkara traditionellu primer- vinnu. Tað kann blíva neyð- ugt at innflyta fremmanda arbeiðsmegi. Heldur ikki her skal vinnan taka støðu einsamøll. Okkurt ræðandi dømi er um onkran litlan oljustat, har fólkatalið er økt úir 45.000 upp í hálva mill- i6n. Her má stýrast eftir oðr- um kriterium enn bara profitti fyri eygað. Verður ikki neyv politisk styring av virkseminum, kunnu føroy- ingar skjótt enda sum ein minniluti í sínum egna landi. Tí er tað ein politiskur spurningur, hvussu vit leggja okkara land til rættis. Dan Petersen vísti á, at Javnaðarflokkurin er í hes- um grundleggjandi ósamd- ur við samgonguna. Tað er flokkurin eisini í spurning- inum um eitt alment olju- felag. -Argumentini hjá Olju- málastýrinum ímóti einum slíkum oljufelag sannførir ikki javnaðarflokkin Gongdin í Onglandi og Noregi er ein fylgja av ein- um politiskum ráki heldur enn av samfelagsnyttugum áhugamálum. Av Thater- iskum og Bondevigskum privatiseringsherindum Verður okkara einasta inn- tøka treytad av 2% i av- gjaldi og 27% i partafel- agsskatti kann inntøkan koma at roynast okkum svikalig Sum vit vita, so verður bara yvirskotið skattað. Og sum vit eisini vita, so hava partafeløg eini ótrúlig evni at sleppa undan yvirskoti, og sostatt at sleppa undan skatting. Hettta eru heldur ikki småpartafeløg men multinationalir figgjars- erfróðingar, sum vit skulu til at krevja skatt av. Dan Petersen vísti á, at politikurin hjá samgonguni er at fólksins ognir verða tillutaðar privatum at speku- lera í, og skal tað almenna draga hesar fólksins innaftur, so skal skattgjald- arin betala í dýrum dómum fyri sína egnu ogn.