leygardagur 22. januar 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2005
25
Menninir hjá Kyndli
skulu sunnudagin
vísa, at teir megna at
basa hoyvíkingum,
sum leingi hava verið
marran hjá føroya-
meistarunum
ATLANTIC AIRWAYS-
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Seinnu árini hevur tað
gingið ógvuliga striltið hjá
Kyndli at basa hoyvíking-
um. Í fjør var heilt galið, tá
ið ósigrarnir hjá Kyndli
móti júst H71 vóru nær við
at kosta teimum grønu før-
oyameistaraheitið. Í steypa-
kappingini var tað eisini
H71, sum setti fót fyri
Kyndli, og spurningurin er
tí, um tað eydnast Kyndli í
hesum kappingarárinum at
fáa gjørt ein enda á H71-
kompleksinum.
Tá ið liðini hittust í fyrra
dystinum í grundspælinum
í Hoyvík í november mán-
að, sá tað annars út til, at
Kyndil ikki slapp av við
marruna, tí tá vann H71 31-
27. Men ein lítlan mánað
seinni eydnaðist tað so
teimum grønu í høllini á
Hálsi at vinna 29-26 á hoy-
víkingum.
Sunnudagin hittast hesi
bæði liðini so aftur í
endaspælinum á Hálsi, og
skal Kyndil royna at fylgja
við vestmenningum, so er
neyðugt hjá teimum at basa
H71.
Grannadystur í
Vestmanna
Oddaliðið VÍF skal sunnu-
dagin spæla á heimavølli.
Vestmenningar hava verið
stak væl fyri seinastu um-
førini, og teir mugu metast
sum stórfavorittar, tá ið
grannarnir úr Kollafirði
vitja í høllini í Vestmanna.
Seinasta sunnudagin vitjaði
VÍF í Havn, har teir vunnu
ein tryggan sigur á Neistan-
um. Tá var Sámal Joensen
heilt stóri spælarin hjá vest-
menningum við sínum 13
málum, og sunnudagin
verður Áki Olsen so aftur
við á liðnum, eftir at hann
var
leikbannaður
móti
Neistanum.
Kollfirðingar dystaðust
farna leygardag við Kyndil
á Hálsi, og tá stóð leingi
nógv á hjá havnarliðnum,
áðrenn teir fingu bast KÍF.
Spurningurin
er
eisini,
hvussu úrslitið í dystinum
hevði verið, um ikki koll-
firðingar tíðliga í seinna
hálvleiki mistu landsliðs-
leikaran Regin Petersen, ið
fekk sína triðju útvísing.
Vestmenningar skulu tó
ikki taka nakað fyri givið
sunnudagin, tí tá ið liðini í
grundspælinum hittust í
Vestmanna, eydnaðist tað
akkurát VÍF at basa KÍF.
Úrslitið gjørdist 22-21 til
vestmenningar. Hinvegin
var eingin ivi, tá ið liðini
nakað eftir hetta hittust í
Hoyvíkshøllini, tí tá vunnu
vestmenningar 32-20.
Strandingar ríða á
aldukambinum
Seinasti dysturin í Atlantic
Airways-kappingini hetta
vikuskiftið verður á Skála
sunnudagin, har StÍF fær
vitjan av botnliðnum Neist-
anum. Strandingar tykjast
av álvara at verða komnir
fyri seg, nú teir aftur hava
fingið
Marian
millum
stengurnar.
Tá ið StÍF fyri viku síðani
vitjaði í Hoyvík, fingu hoy-
víkingar av at vita, og tað
var ikki sørt, at spælið hjá
strandingum í tí dystinum
kveikti gomul minnir frá
glæsiligum tíðum hjá StÍF.
Neistin hevur hinvegin
havt tað trupult alt kapp-
ingarárið, og liðið liggur
einsamalt í botninum av
kappingini. Hinvegin mundi
avrikið hjá Neistanum móti
vestmenningum farna viku-
skifti verða eitt tað frægasta
í longri tíð hjá havnarliðn-
um, og tað eigur at geva vón
um frægari úrslit í næstum.
Um tað fer at bragda á Skála
sunnudagin,
má
metast
ivasamt, men møguleikin er
til staðar.
Tað er eisini ein styrkur
fyri Neistin, at ein av sterku
útlendsku spælarunum hjá
felagnum, Blagoje Buha, er
komin við aftur eftir skaða-
steðg, og móti VÍF sunnu-
dagin var hann toppskjútti
við átta málum.
Í grundspælinum gekk
tað soleiðis, at Neistin í
seinasta dystinum í grund-
spælinum vann 31-28 inni á
Skála, meðan StÍF í fyrsta
dystinum í kappingarárin-
um vann 34-28 í Havn.
Brúðarmyndir
Øllum tykkum, sum á ymsan hátt gleddu okkum á
gullbrúdleypsdegnum 19. desember 2004, takka vit
hjartaliga. Vit ynskja øllum eitt gott nýggjár.
Kærar heilsanir
Sigrid og Absalon Jacobsen
Vági
Hjartaliga takka vit tykkum, sum vóru við til at gera
hjúnabandsdag okkara 9.10.2004 hugnaligan og minnis-
ríkan. Takk fyri gávur, blómur, heilsanir og fjarrit.
Vinarliga
Guðrun og Mortan Vang
Hjartaliga takk til øll tykkum, ið gjørdu okkum
hjúnabandsdegin hin 9.10.2004 so ríkan
og ógloymandi.
Nina og Jens Marni Hansen
Marran hjá Kyndli
Fýra dystir í fremstu
flogbóltsdeildunum
eru á skránni um
vikuskifti, og í øllum
fýra førunum má
annað liðið sigast at
verða greiður favor-
ittur
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Allir fýra dystirnir verða
leiktir sunnudagin, og
tveir av teimum eru á
Kambsdali. Bæði oddalið-
ini hjá kvinnunum, Mjøln-
ir og TB, skulu spæla á
útivølli, meðan oddaliðið
hjá monnunum, SÍ, hevur
frí hetta vikuskiftið.
Grannauppgerð í
Havn
Lítið man verða at ivast í,
at kvinnurnar hjá Mjølnir
eru stórfavorittar til at
vinna dystin móti ÍF
sunnudagin, hóast tær
taptu fyri TB farna viku-
skiftið.
Menninir hjá Mjølnir
vita, at um teir ætla sær at
hanga í sørvingum, so er
neyðugt hjá teimum at
vinna á ÍF á Kambsdali
sunnudagin, og tað er
eisini ógvuliga sannlíkt, at
so verður. Mansliðið hjá
ÍF hevur ikki somu styrki
sum áður, og tí eru føroya-
meistararnir úr Klaksvík
greiðir favorittar.
Botnliðið hjá kvinnun-
um, SÍ, fær í Sørvági
vitjan av oddaliðnum TB.
Tað hevði verið einki
minni enn ein sensatión,
um unga manningin hjá
sørvingum hevði megnað
at gjørt nakað við odda-
liðið, sum síðsta vikuskifti
vann á føroyameistarunum
úr Mjølnir í Klaksvík.
Hjá monnunum verður
eisini ein dystur á skránni í
Havn. Tað er dysturin
millum tey bæði havnar-
feløgini, Fleyr og Fram,
sum verður leiktur í
Gundadalshøllini sunnu-
dagin. Hesi bæði lið hava
spælt nógvar tættar og
spennandi dystir gjøgnum
árini, men sum kappingar-
árið í ár hevur lagað seg
higartil, so má Fleyr
metast sum favorittur til at
vinna dystin móti Fram,
sum hevur víst seg at
verða rættuliga óstøðugt
og tí torført at meta um.
Greiðir favorittar í
øllum dystunum