Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 15 - 22. januar 2005 Røtt avgerð Eftir at hava umhugsað støðuina hava myndugleikarnir í Kina kortini gjørt av at minnast fyrrverandi floks- formannin Zhao Ziyang, sum doyði mánadagin. Zhao Ziyang var floksformaður, tá myndugleikarnir sendu herin eftir studentum, sum skipaðu fyri stórum mótmælum á Himmalska Friðartorginum í Beijing á sumri í 1989. Zhao var ímóti avgerðini, sum kostaði fleiri hundrað studentum lívið, og støða hansara hevði við sær, at hann misti øll álitisstørv og bleiv settur í húsavarðhald, har hann sat, til hann nú doyði. Myndugleikarnir royndu at dylja deyða hansara burtur, men í gjár boðaði uttanríkisráðið í Beijing frá, at ætlanin er at minnast gamla floksformannin. Hetta merkir kortini ikki, at stjórnin tekur undir við støðutak- an hansara fyri 16 árum síðani. Tá talsmaðurin hjá utt- anríkisráðnum bleiv spurdur um hetta, svaraði hann, at gongdin í Kina hevur víst, at tað var stjórnin, sum tók ta røttu avgerðina í 1989. Fingu onga umbering Í Svøríki hevur stjórnin hjá Gøran Persson, forsætisráð- harra verið fyri hvøssum atfinningum, tí nógvir sviar halda, at stjórnin drálaði ov leingi við at kanna viður- skiftini hjá teimum túsundtals sviunum, sum hildu jól í teimum flóðalduraktu økjunum í Suðurasia. Meiri enn 50 sviar eru funnir deyðir eftir flóðalduna, og 786 eru ikki komnir afturíaftur. Andstøðan kravdi tí, at forsætisráðharin skuldi biðja Ríkisdagin og svenska fólkið um umbering, tá ársins fyrsta formansorðaskifti var í Ríkisdegnum hósdagin. Men har kom eingin umbering. Tvørturímóti gjørdi forsætisráðharrin nógv burtur úr ymsum politiskum til- tøkum, sum stjórnin setti í verk í fjør, og hann vildi vera við, at tað gongur væl í Svøríki. Andstøðan er sera misnøgd. Tá formenninir í and- støðuflokkunum royndu at leggja trýst á Gøran Pers- son, viðgekk hann, at stjórnin hevði gjørt ávís mistøk í sambandi við vanlukkuna í Suðurasia, men longri fór hann ikki. Nýtt stórveldi Í einari nýggjari meting av, hvussu tann heimspolitiska støðan fer at síggja út í 2020, skrivar trygdarráðið hjá amerikonsku stjórnini, at tá verður Brasil tað leiðandi stórveldið í Latínamerika, og at landið eisini fer at hava eina týðandi støðu á altjóða pallinum. Sambært metingini gongur tað so mikið væl í Brasil, at búskaparliga og politiskt verður landið í einum flokki fyri seg saman við Kili í 2020. Hini londini í Suðuramerika og Miðamerika fara framvegis at hava tørv á amerikanskari hjálp, skrivar trygdarráðið. Heimspolitiskt væntar amrikanska trygdarráðið, at Kina og India verða teir størstu kappingarneytarnir hjá USA um 15 ár, bæði búskaparliga, politiskt og hernað- arliga. Ráðið ger samstundis vart við, at ein samgonga ímillum Kina, India, Indonesia og Brasil kann gerast ein álvarssom avbjóðing hjá USA. Víst verður á, at meiri enn helmingurin av øllunum fólkinum í heimin- um búgva í hesum fýra londunum. Loysir seg Tey seinastu 150 árini hevur tann kenda Wallenberg- ættin í Svøríki gjørt íløgur av ymsum slagi og tað við so hepnari hond, at íløgurnar geva ættini fleiri milli- ardir krónur í avlopi um árið. Í 1916 stovnaði Wallenberg-ættin íløgufelagið In- vestor, sum millum annað hevur sett pengar í stórar fyritøkur so sum bankan SEB, heilivágfyritøkuna Astra Zeneca, elektronikkfyritøkuna Ericsson og orkufyri- tøkuna ABB. Hesar íløgurnar góvu íløgufelagnum meiri enn átta milliardir krónur í avopi í fjør, og rokn- skapurin fyri árið vísti, at Investor eigur virði fyri umleið 90 milliardir krónur. Roknskapurin vísir, at tað mesta a avlopinum komst av, at partabrøvini í Ericson hækkaðu nógv í virði í fjør. UTTAN ÚR HEIMI Nakrir týskir ES-politikarar skjóta nú upp, at tað skal vera bannað at brúka nazi- tekin í samveldinum. Upp- skotið er vorðið serliga við- komandi, eftir at enski prinsurin Harry var í einum nazi-búna á einari veitslu herfyri, og myndirnar av prinsinum hava fingið øði í nógvar bretar. ES hevur kortini ikki heimild til at banna borgar- um í limalondunum at brúka nazi-tekin, men eyg- leiðarar siga, at uppskotið hjá teimum týsku politikar- unum kann eggja teimum einstøku londunum til at herða sínar reglur á økinum. ES-kommiserurin Franco Frattini, sum umsitur slík mál, heldur lítið um uppskotið. Hann sigur, at tað týdningarmesta er at berjast ímóti teimum nazistisku hugsjónunum. Bretskir fornfrøðing- ar leggja amerikansk- ar og polskar her- menn undir at hava oyðilagt fornminnini í Babylon FORNMINNI Árni Joensen fartekst@mail.dk – Tungir amerikanskir og polskir stríðsvognar hava oyðilagt tey 2500 ára gomlu steinsettu túnini í Babylon, og steinarnir, sum Nebukadnezar byghdi múrarnar í býnum við, eru knústir og endaðir í sandsekjum. Tað skriva fornfrøðingar hjá British Museum í einari nýggjari frágreiðing. Teir vísa á, at polsku herdeildir- nar í Irak hava gjørt sær eina støð við oljugoymslum, lóðurgoymslum og tyrlu- palli mitt í tí, sum forn- frøðingarnir kalla "heimsins týdningarmesta fornfrøði- staði". Teir siga seg eisini stúra fyri, at olja og annað hevur oyuilagt nógv av tí, sum enn er undir jørð. Polski verjumálaráðharr- in, Jerzy Smjajdzinski, er als ikki samdur við teimum bretsku fornfrøðingunum. Hann sigur við BBC, at teir útlendsku hermenninir hava bjargað Babylon, tí vóru hermenninir ikki komnir hagar, hvødu nógv fornminni endað á svarta marknaðinum. Ein av teimum bretsku fornfrøðingunum, John Curtis, sigur, at í fyrstani forðaðu hermenninir fyri, at brotsmenn stjólu fornminni í Babylon, men tað var eitt stórt mistak av pólending- um at byggja sær eina her- støð mitt í tí søguliga staðnum, sigur hann. USA hevur sett sær fyri at tryggja øllum heimsin tjóðum frælsi, segði George W. Bush, forseti, í innsetanarrøðuni INNSETAN Árni Joensen fartekst@mail.dk Tey flestu høvdu væntað, at afturvaldi amerikanski for- setin fór at nýta ein part av innsetanarrøðuni til at lýsa støðuna og framtíðarútlitini í Irak, men hann valdi tað øvugta. Hann tók snøgt sagt ikki Irak upp á tung- una. Ístaðin fyri var røðan ein boðskapur um, at USA er farið undir og ætlar sær at halda fram við arbeiðinum at útvega øllum heimsins tjóðum frælsi. Hann legði tó dent á, at USA fer ikki at noyða onnur at skipa sítt frælsi eftir amerikonskum leisti, men at landið tvørtur- ímóti fer at virða tær avgerðir og leiðir, sum tey velja. – Okkara mál er at rudda alt einaræði í heiminum burtur, segði Bush, men hann lovaði, at hetta skal ikki einans gerast við hermegi. – Okkara ávirkan er ikki óavmarkað, men til alla lukku fyri tey kúgaðu hava vit rættiliga stóran ávirkan, segði afturvaldi forsetin, eftir at hann við aðrari hondini á Bíbliuni hevði svorið forsetaeiðin. Nazi-tekin skulu burtur Hava oyðilagt Babylon Bjóðaði heiminum frælsi George W. Bush brúkti meginpartin av setanarrøðuni til at tosa um frælsi