leygardagur 22. januar 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 • leygardagur • 22. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Doping í Eystur
og Vestur
Síða 40–41
HJÁLPARARBEIÐI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í komandi viku fer Ingrid Holm,
sjúkrarøktarfrøðingur, niður til
Danmarkar at verða við í einum
donskum hópi, sum fer til
Indonesiu at hjálpa hart raktu
íbúgvunum har eftir herviligu
flóðalduna, sum gjørdi feigdina
um seg.
Tað er Føroya Landsstýri, sum
sendir Ingrid avstað, og hon
verður partur av danska "Bered-
skabsstyrelsen" – ella donsku
tilbúgvingini, sum sendir eitt
"neyðsjúkrahús" til Indonesiu at
fremja hjálpararbeiði.
- Føroyingar hava havt ein
aktivan lut í innsavnanini av
peningi til at hjálpa hart raktu
fólkunum við Indiska Havið, og
í hesum førinum hevur
landsstýrið boðið sær til at
luttaka aktivt saman við dønum
á staðnum, sigur Ingrid Holm.
Hon sigur, at tá ið hon kemur
niður til Danmarkar, fer hon í
ein dag at fylgja við donsku
starvsfólkunum, sum verða við í
ferðini, áðrenn farið verður
víðari til Indonesiu.
- Hetta er fyri at "briefa"
okkum øll saman sum eitt team,
sigur hon.
Ingrid sigur, at danir senda eitt
heilt "team" avstað við læknum,
sjúkrarøktarfrøðingum og ymisk-
um hjálparfólki, sum eitt nú
koma at taka sær av tí tekniska.
- Talan er um bingjur sum
neyðsjúkrahús og tjøld til bústað
hjá okkum. Umframt útbúnaður
til skaðastovuvirksemi, verður
eisini útgerð til reinsan av vatni,
matur og annað. Hetta er við
øðrum orðum eitt fullfíggjað
"hjálparkonsept", har vit serliga
skulu veita ortopediskar við-
gerðir eins og á eini skaðastovu í
samband við beinbrot og annað.
Hon sigur, at ætlanin er ikki,
at fólk skulu liggja leingi á
sjúkrahúsinum, men koma til
viðgerð og síðan fara avstað
aftur.
- Í Indonesiu skulu vit í fyrsta
lagi arbeiða saman við indones-
arum og japanesarum, sigur
Ingrid.
Ætlandi skuldi hon ikki fara
úr Føroyum fyrr enn í februar,
men ferðin er vorðin
framskundað, soleiðis at farið
verður longu avstað í komandi
viku.
- Eg meti, at føroyskir sjúkra-
røktarfrøðingar eru væl kvali-
fiseraðir, bæði fakliga og
ástøðiliga, at verða við í slíkum
hjálpararbeiði, sigur Ingrid, sum
varð vald út millum fleiri
sjúkrarøktarfrøðingar at verða
við í hjálpararbeiðnum.
Hon sigur, at fleiri føroyskir
sjúkrarøktarfrøðingar bjóðaðu
seg fram, og hon heldur, at hetta
vísir, hvussu fegin fólk vilja
hjálpa teimum neyðstøddu í fjar-
eystri.
Ingrid sigur, at bæði maður og
børn hennara, sum nú eru
vaksin, stuðla henni í at fara til
Indonesiu.
- Tey halda tað vera rætt av
mær at brúka mín fakliga før-
leika og drúgvu royndir – eisini
til slíkt arbeiði, har fólk veruliga
líða neyð.
Sjálv heldur hon, at mongu
starvsroyndirnar og serútbúgv-
ingarnar, hon hevur nomið sær,
fara at verða henni ein góður
stuðul í hjálpararbeiðnum.
Umframt at vera sjúkrarøktar-
frøðingur við drúgvum royndum,
hevur Ingrid eisini nomið sær
serútbúgvingar innan eitt nú
doyving og traumaviðgerð.
- Eg meti meg tí vera væl
kvalifiseraða til hesa uppgávu,
sigur hon.
Ingrid Holm sigur, at hon
hevur fingið at vita, at danska
neyðsjúkrahúsið hevur útgerð til
ein mánaða.
- Síðan verður "sjúkrahúsið"
sent heimaftur til Danmarkar og
pakkað av nýggjum, sum hon
tekur til.
At enda sigur hon, at tað er
upp á tal at senda ein annan
sjúkrarøktarfrøðing til Indonesiu
saman við donsku hjálpini, sum
fer avstað, tá ið tey, sum nú fara
yvir, koma heimaftur.
- Jú, tað er at fegnast um, at
fleiri bjóða seg fram til slíkar
átroðkandi uppgávur, tá ið høvið
býðst at hjálpa neyðstøddum,
sigur Ingrid Holm, sum annars
væntar, at hjálpararbeiðið í
Indonesiu verður ein sálarliga
krevjandi uppgáva.
– Maður og børn stuðla mær at fara
- Hetta verður ein sálarliga krevjandi uppgáva. Men eg meti, at føroyskir
sjúkrarøktarfrøðingar eru væl kvalifiseraðir, bæði fakliga og ástøðiliga, til
slíkar uppgávur, sigur Ingrid Holm, sum nú fer til Indonesiu at hjálpa
fólkinum har eftir herviligu flóðalduna
- Eg vænti, at hjálpararbeiðið í Indonesiu verður ein sálarliga krevjandi uppgáva, sigur Ingrid Holm
Mynd: Jens Kr. Vang