leygardagur 22. januar 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NORÐURLANDAHÚSIÐ
TILTØK FEBRUAR 2005
"Greivadømi"(IS) framsýning við myndum eftir Karl
Einarsson Dunganon "Greivi av St. Kilda" er í Húsinum til
06. mars.
MIKUDAGUR 2. FEBRUAR
KL. 19.30
Norrøna felagið (FO) skipar fyri fundi
LEYGARDAGUR 5. FEBRUAR
Kl. 16.00
H. C. Andersen Parada (DK), ungdóms-
bólkur úr Odense framførir sjónleik úr
ævintýrunum hjá H. C. Andersen.
Atgongumerki kr. 75.- eru at fáa í
Kunningarstovuni í Havn, á
Kunningarstovuni í Runavík og í
Norðurlandahúsinum
LEYGARDAGUR 5.FEBRUAR
PRIX undanumfar 1 (FO) í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
MIKUDAGUR 9. FEBRUAR
Kl. 20.00
Klipp filmsfelag Norðurlandahúsins
sýnir svenska filmin "Om jäg vänder
meg om" leikstjórnað hevur Bjørn
Runge (SE) (115min). Filmurin vann 4
Guldbagevirðislønir í 2004.
LEYGARDAGUR 12.FEBRUAR
PRIX undanumfar 2 (FO) í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
LEYGARDAGUR 19. FEBRUAR
Kl. 17.00
Eivør (FO) og Kasahópurin (ÍS) konsert
SUNNUDAGUR 20. FEBRUAR
Kl. 16.00
Jógvan á Lakjuni mentamálaráðharri
(FO) lesur upp eitt ævintýr sum H. C.
Andersen hevur skrivað
HÓSDAGUR 24. FEBRUAR
Kl. 19.30
Quattro Musicanti (SE), Ragnhild
Hadland sang, Linda Saglien
Svensen trompet, P. K. Svensen
trombone og Terje Hadland piano og
Orgel.
LEYGARDAGUR 26. FEBRUAR
PRIX undanumfar 3 (FO) í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum!
Norðurlandahúsið er opið:
Mánadag-fríggjadag kl. 10.00-17.00
leygardag kl. 11.00-17.00
sunnudag kl. 14.00-17.00
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM
Telefon nr. 317900. Telefax nr. 319790
www.nlh.fo e-mail: nlh@nlh.fo
Upplestur og sjónleikur
minna okkum á, at æv-
intýrini hjá gamla H.C.
Andersen hava havt ein
ómetaligan týdning fyri
høg og lág
Í 2005 eru 200 ár liðin,
síðan mæti danski rithøv-
undurin H.C. Andersen varð
borin í heim. Hann er
heimsins mest lisni rithøv-
undur, og tí verður hetta
sjálvandi hátíðarhildið kring
allan knøttin.
Í Norðurlandahúsinum
verður eisini givið pláss fyri
H.C. Andersen hetta árið,
og fyrstu tiltøkini verða
hildin longu í januar og
februar, hóast føðingardag-
urin ikki er fyrr enn 2. apríl.
Lagt verður til brots
sunnudagin 23. januar, tá
ið sjálvur Føroya løgmaður,
Jóannes Eidesgaard, fer at
lesa upp ævintýr í Klingr-
uni. Tiltakið verður klokkan
16.
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður við mentamál-
um, fer eisini at lesa upp
úr ævintýri eftir H.C. And-
ersen, og tað verður í
Norðurlandahúsinum
sunnudagin 20. februar
klokkan 16.
Tað stóra H.C. Andersen
tiltakið í byrjanini av hesum
árinum verður tó tann 5.
februar í Norðurlandahúsi-
num, tá ið ein ungdóms-
bólkur úr Odense framførir
sjónleik úr ævintýrunum hjá
H.C. Andersen.
Tað er Klaksvíkar býráð,
ið hevur vinarbýarsamstarv
við heimbýin hjá H.C. And-
ersen, Odense, ið saman
við Atlantis hevur fingið fat-
ur á H.C. Andersen sýning-
ini. Tey sýna eisini fram í
skúlunum í Klaksvík og At-
lantis.
H.C. Andersen Paradan
er ein sjónleikabólkur við
ungdómum úr Odense, sum
hava havt framførslur í eitt
nú Kina, Hollandi, Belgia,
Týsklandi og Onglandi um-
framt Danmark.. Í serliga
prýðiligum búnum, ið hóska
til ævintýrheimin hjá H.C.
Andersen, hava tey ser-
merkt seg við einari gjøgn-
umførdari skrá, har tey
kendastu ævintýrini hjá
H.C. Andersen eru saman-
sett.
Við í H.C. Andersen Par-
aduni eru 15 ungdómar og
høvuðspersónurin Torben
Iversen, sum spælir H.C.
Andersen, fortelur og er
bindiliðið millum teir ymsu
leikirnar.
Hetta er eitt ógloymandi
tiltak fyri alla familjuni. At-
gongumerki á 75 krónur
eru at fáa í Kunningarstov-
uni í Havn og í Norður-
landahúsinum. So set ein
kross í kalendaran tann 5.
februar 2005 og tak alla
familjuna við.
ÆVINTÝRLIGUR UPPLESTUR OG PARADA UM H.C. ANDERSEN
Tað er eitt endurnýggj-
að Prix Føroyar, sum
fer í luftina tann 5.
februar í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði.
Bólkarnir til Prix Føroyar
eru fyri fyrstu ferð dygdar-
mettir frammanundan. Til-
samans 32 bólkar meldaðu
til kappingina, og út frá ein-
ari demoupptøku hevur
nevndin gjørt av, hvørjir teir
24 bólkar í Prix Føroyum
2005 verða.
Semifinalan verður á
Tvøroyri 2. apríl og tann
stóra finalan, sum nú verð-
ur kallað Atlantic Music
Event, verður í Norður-
landahúsinum 23. apríl.
Egnt verður við størri
vinningum hesaferð enn áð-
ur, og bólkarnir fáa fleiri
møguleikar at koma út at
spæla. Um tað hevur sína
ávirkan, skal vera ósagt,
men nógv kend og etabler-
að nøvn eru millum luttak-
ararnar hesaferð, og tón-
leikaliga er skráin meira
fjølbroytt enn onkuntíð áður.
SKRÁIN ER ANNARS
HENDAN Í MENTANAR-
HÚSINUM:
5. februar:
Go Go Blues Paradox,
Dimmi , SIC, DejaVu og
Lama Sea
12. februar:
PH 5,5, Side Effect, All
that Rain, Makrel, Róp og
MMM
26. februar:
Eyðun Nolsøe , Lawetz,
ROK, Direct Level, Frostbit
og The Dreams
5. mars:
Braquet , Kristleif Zachar-
iasen, Synarchy, EGR2PLZ,
Terji Rasmussen Band og
onkikanndiskuterast.altkann
2. apríl:
Semifinalan á Tvøroyari
23. apríl:
Atlantic Music Event í
Norðurlandahúsinum.
Romeo & Julia kórið
framførir tónleik,
drama, sjónleik og kor-
eografi í einari sjáld-
samari eind, har gam-
alt og nýtt eru blandað
saman
Sunnudagin 23. januar kl.
19.30 verður konsert í
Norðurlandahúsinum við
svenska kórinum Romeo &
Julia saman við Tórshavnar
Kamarkóri.
Romeo & Julia kórið er
vorðið kent kring um heimin
fyri at endurskapa og end-
urnýggja en part av ríka
tónleikaskattinum úr Rene-
sansuni.
Stevnan hjá listarliga
leiðaranum Benoit Malm-
berg er at lata teir 500
ára gomlu sangirnir í ein
leiklistarligan búna, soleiðis
at evropeiski mentanararv-
urin gerst livandi, og sjón-
leikarhúsini fáa nýggjar
áskoðarar.
Bólkurin varð til í 1991 í
sambandi við, at sjónleikur-
in Romeo & Julia varð
spældur í Kungliga Dramat-
iska Teatern í Stokkhólmi.
Eftir hetta fór kórið at
menna og framføra sjálvt,
og í hesum framførslum
ganga tónleikur, sjónleikur
og koreografi upp í ein
spennandi eind. Tær mynd-
ir, sum spretta úr tónleiki-
num, verða knýttar at eini
søgu.
Tónleikurin flytir søguna
fram, samstundis sum tað
leiklistarliga gevur sangun-
um megi. Hetta samspælið
hevur ávirkað bæði áskoð-
arar og ummælarar um all-
an heimin - úr Frankaríki til
Tibet.
Romeo & Julia kórið
framførir eisini vanligar
konsertir, har kórlimirnir
hava frítt spæl, og smáar
sketsjir verða framførdar
uttan stórvegis fyrireiking.
Málið hjá kórinum er at
skapa tónleik, ið flytir mørk.
Kórið ferðast nógv og var
eitt nú í Íslandi í fjør. Næsti
steðgur er í Norðurlanda-
húsinum, har Kamarkórið
framførir við teimum, og
kórhugaðu føroyingarnir
kunnu vænta sær eina for-
kunnuga konsert á altjóða
støði.
PRIX FØROYAR FER Á FLOG
DRAMATISKUR KÓRSANGUR