Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KLIPP: UM EG VENDI MÆR VIÐ Klipp, filmsfelag Norðurlandahúsins, sýnir tann 9. februar svenska filmin "Om jag vänder meg om", ið hevur fingið fleiri heiðurslønir "Om jag vänder meg om" vann fýra Guldbage-virðislønir í 2004. Filmsfestivalin í Berlin sama ár gav leikstjóra- num Björn Runge "Der Blaue Engel"-virðislønina fyri besta evropeiska filmin, og filmsliðið fekk eina silvur- bjørn fyri samanlagt besta sjónleikin. Tað var væl uppiborið, hildu ummælararnir, tí filmurin er eitt norðurlendskt meistaraverk um lygnir, sjálvssvik og aðra menniskjaliga vesaligheit. Sjálvur sigur Björn Runge, at hann vil lýsa nøkur mið- aldrandi fólk á teirra ringasta degi í lívinum. Filmurin er um tríggjar ymiskar lagnur, ið verða fortaldar eina langa nátt. Tá ið nýggi dagurin byrjar, savnast træðrirnir í eina søgu, ið samantvinnar hjúnalagskreppur og samfel- agsspeisemi. Meðan dimmið so líðandi lættir, koma nýggj sjónar- horn fram fyri fólkini, ið verða møtt við fyrigeving og ein- um nýggjum møguleika. "Om jag vänder meg om" er um fólk í broyting. Um týdningin at venda við fyri ikki at falla í avmakt. Boðskapurin er, at kærleikin er størri enn hat- ur. Filmurin ýður í kenslubornum løtum við nógvum nær- myndum, ið setir fokus á frálíka sjónleikin. Björn Runge sigur sjálvur, at hann fór eftir andlitunum, tí har síggj- ast kenslurnar. Rúmið hevur bara týdning í fyrstuni, og leikstjórin stendur fast við, at innihaldið í filminum kem- ur fram um formin. Allur filmurin er tikin upp eftir 13 døgum, og hvør leiktilburður er tikin upp í einum uttan slit. Mynda- maðurin ferðaðist millum sjónleikararnar, og gjørdist so- statt sjálvur ein leikari. "Om jag vänder meg om" er í ætt við Bergman, men uppaftur týðiligari er, at danski dogmefilmurin hevur givið ríkan íblástur. "Om jag vänder meg om" er 115 minuttir til longdar og verður sýndur í Norðurlandahúsinum tann 9. februar klokkan 20. Atgongumerki fáast í húsinum. HELGA HJÖRVAR TAKKAR FYRI SEG MÓTTØKA: Nýggjur stjóri fyri Norðurlandahúsið byrjar í februar. Samstundis takkar Helga Hjörvar fyri sína tíð á odda fyri Norðurlandahúsinum í Føroyum. Í hesum sam- bandi verður samkoma fyri Helgu Hjörvar í Norður- landahúsinum mánadagin tann 31. januar klokkan 15. KAMARTÓNLEIKUR ÚR SVØRÍKI Kamartónleikabólkurin "Quattro Musicanti" úr Svøríki leika í Norðurlandahúsinum hósdagin 24. februar. Tey spæla barokktónleik, norðurlendskar kompositiónir og norðurlendskan fólkatónleik. Teir fýra leikararnir í bólkinum eru Ragnhild Hadland sopran, Linda Saglien Svensen trompet, P. K. Svensen trombone og Terje Hadland piano og orgul. Bólkurin hevur spælt víða, og í løtuni eru tey á konsertferð í Norðurlondum. TILTØK FEBRUAR 2005 Eivør syngur saman við íslendska Kasahópinum og roynir enn einaferð nýggjar leiðir. Á palli- num eru seks kvinnur, ið lata løgini hjá Eivør í ein klassiskan búna Eivør Pálsdóttir hevur gjørt nógv um seg síðsta árið og hevur verið at sæð og hoyrt í fjølbroyttum høpi. Nú vísir hon enn eina síðu av sær sjálvari. Leygardag- in 19. februar klokkan 17 fáa vit aftur høvi at uppliva Eivør á palli í Norðurlanda- húsinum. Hesa ferð verður tað í einum klassiskum samanhangi saman við kla- veri, violin, cello og floytu. Kasahópurin, ið er eitt ís- lendskt kamarorkestur, setti seg tíðliga í fjør í samband við Eivør. Tey ynsktu at gera eina konsert saman við henni og henn- ara tónleiki. Eivør hevur síðan arbeitt við at fáa tón- leikin útsettan til kamaror- kestur, og tað hava Hilmar Ørn Hilmarsson, Árni Mathiasson, Pétur Grétars- son og Kjartan Valdemars- son síðan fingið í lag. Løgini, ið spæld verða, eru fyrst og fremst løg hjá Eivør, men harumframt framføra tey eitt íslenskt skjaldur "Krummi sat á Klettagjá" og so vøgguvís- una "Sof ðu unga ástin mín". Kendi føroyski sang- urin "Far lítli útum ein løtu og spæl", ið Finnbogi Ísak- son skrivaði, verður her framførdur við lagi, ið Es- mann Jacobsen úr Gøtu skrivaði fyri nøkrum árum síðan. Kasahópurin var settur á stovn í 2001 og hevur síð- ani tá regluliga havt kon- sertir bæði í Íslandi og aðrastaðni, eitt nú í Japan, og ummælini hava verið sera góð. Við í Kasahópinum hesa ferð verða 5 kvinnur, og tað er helst eitt sindur forkunn- ugt at síggja orkesturfram- førslur bara við kvinnum. Kvinnurnar í Kasahópinum eru: Nína Margrét Gríms- dóttir, klaver, Sif M. Tulini- us, violin, Áshildur Har- aldsdóttir, floyta, Helga Þórarinsdóttir, violin, og Bryndís Björgvinsdóttir, cello. Og so tann sætti sansurin sjálvandi: Eivør! EIVØR Í KLASSISKUM BÚNA Frá vinstru: Nína Margrét Gríms- dóttir, klaver, Sif M. Tulinius, vio- lin, Áshildur Haraldsdóttir, floyta, Helga Þórarinsdóttir, violin, Bryn- dís Björgvinsdóttir, cello Norðurlandahúsið sýnir í hesum døgum fram 72 sermerktar myndir eftir navnframa Karl Einarsson Dunganon. Edvard Fuglø leggur til rættis "Noget af den allerstørste kunst fra tidernes morgen er skapt uden teori, men med tro, mod eller med kult". Soleiðis tók Karl Einars- son Dunganon, sáli, eina- ferð til í einari samrøðu. Nú verður hansara list fyri fyrstu ferð sýnd fram í bý- num hann vaks upp í - við trúgv, dirvi og eitt sindur av kult. Framsýningin hevur fingið navnið "Greivadømi", tí sjálvur útnevndi hann seg Greiva av St. Kilda. Fram- sýningin er fingin í lagi við samstarvi millum Norður- landahusið og Listasafn Ís- lands, sum Karl Einarsson læt allar sínar málningar við arvabrævi. Tað er Ed- vard Fuglø, sum valdi myndirnar út og setti fram- sýningina upp. Talan er um eina serliga framsýning eftir ein heilt serligan mann. Her verða framsýndar 72 myndir frá "L’oracle humain" eftir Dunganon. Tað er eitt verk, ið er samansett av umleið 300 myndum, allar í stødd- ini 19x12,5 cm, nakrar gjørdar í oljukriti og nakrar eisini við akvarell og tusch í árunum frá 1948 til 1960. Karl Einarsson Dunganon æt upprunaliga Karl Kerúlf Einarsson og varð føddur í Seyðisfirði í 1897. Longu í 1900 flutti hann saman við mammuni og pápanum og tveimum systkjum til Før- oya. Hann vaks upp í Tórs- havn, í Dungahúsunum hjá foreldrunum í Bringsna- gøtu. Pápi hansara, Mag- nus Einarsson, var urmak- ari og keypmaður í Havn, men flutti stutt eftir fyrra veraldarbardaga til Keyp- mannahavnar. Har fór Karl í handilsskúla, men skjótt fór hann at ferðast ymsastaðni í Evropa - fyrst til Spania og haðani til Fraklands og Belgia, har han var í longri tíð. Har hitti hann eisini Siggert Patursson, og teir báðir høvdu eitt ævintýr- kent vinarlag. Seinni, í 1927, búsettist Dunganon í Keypmannahavn, og har búði hann fyri tað mesta, til hann andaðist í 1972. Hann fór tíðliga at skriva, bæði á bundnum og óbund- num máli, men seinni fór hann at mála og tekna. Sítt lívsverk læt hann íslendska statinum, ið skuldi stovna "Dunganon Foundation" til at fyriskipa framsýningar, útgeva verk og umsita upp- havsrættin. Hann gav út fleiri yrkingasøvn, og í 1962 útkom t.d. yrkinga- savnið "Corda Atlantica" á 17 ymiskum málum, teirra millum vóru íslendskt og føroyskt. Myndir hansara vórðu fyrstu ferð sýndar fram á Listahátíð Reykjavíkar í 1976. Nú eru tær komnar til Føroya, her hann vaks upp, og nógvar ódeyðiligar søgur eru eftir hann. Framsýningin "Greiva- dømi" er í Húsinum til 6. mars. GREIVIN AV ST. KILDA SÝNIR FRAM