Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 15 - 22. januar 2005 SAMRØÐA Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Hvussu kunnu tit yvirornað lýsa tykkum sjálvar? Jógvan: Mær dámar illa at lýsa meg sjálvan, tí fari eg skeiv- ur, so verður tað ikki niðuraftur- lagt. Men skal eg siga okkurt, sum eg fegnist um, so er tað, at eg dugi hampiliga væl at tosa, tað liggur væl fyri at skriva, og eg havi tað gott, tá eg eri millum fólk. Og so kann eg eisini hava sterkan vilja. Tað stendur sína roynd í løtuni, nú eg aftur stríðist við at leggja av at roykja. Herfyri legði eg av í trý ár, men datt út í aftur, tá eg kom í løgtingið, tí har var so keðiligt. Bestu løturnar har niðri vóru í roykirúminum. Men nú havi eg aftur sett mær fyri at basa siga- rettunum. Magni: Hóast Jógvan er tólv og eitt hálvt ár eldri enn, líkjast vit nógv. Eg meti meg somuleið- is hava evnini at tosa og formu- lera, og eg kann hava ein sterkan vilja. Arbeiðssaman haldi eg meg eisini vera. Eg havi hug til at engagera meg so nógv í mítt arbeiði og mínar uppgávur, at eg kanska havi lyndið til at gloyma uppgávurnar heima við hús. Mær dámar eisini væl at vera ímillum fólk og eri eitt rættiliga sosialt menniskja. Tvær tíðir - tveir persónar Hvussu kunnu tit lýsa hvønn annan? Jógvan: Magni hevur verið ein fínur lítlibeiggi. Hann var ógvu- liga forkelaður, tí hann var eftir- nølari, men tað er farið av hon- um. Í dag er hann raskur, fram- fýsin og málsøkin. Hann dugir væl at meta um tað, sum fer fram kring hann, og hann torir at satsa. Sum stjóri í Atlantic Air- ways hevur hann brotið upp úr nýggjum í føroyskum vinnulívi og er farin út um eingjagarðar- nar. Hevði hann valt sær jour- nalistikk sum lívsleið, høvdu Føroyar verið alt ov smáar fyri hann. Hann hevði saktans kunn- að verið millum fremstu krígs- reportarar hjá CNN ella BBC. Magni: Jógvan er óluksáliga arbeiðssamur. Hann hevur fram- úr evni at samskipa og leggja sær arbeiðið til rættis, og hann steðgar ikki, fyrr enn arbeiðið er gjørt liðugt og til lítar. Hygg bara allir bestseljararnir, hann hevur spýtt út á bókamarknaðin ár undan ári. Hann kundi vera nokkso kantutur fyrr men er brýndur nógv tey seinnu árini. Ikki minst varð hetta staðfest á býráðsvalinum, tá Jógvan við flestu persónligu atkvøðunum í Havnar kommunu helt rimmar- fast um eina samgongu, har kvinnurnar eru í meiriluta, og hann sjálvur var nøgdur við "bert" at gerast varaborgarstjóri. Tað hevði hann ikki latið sær lyndað fyri 15 árum síðani. Hvørjir eru so munirnir tykkara millum? Jógvan: Genini skuldu verið nøkurlunda tey somu, men munurin er, at vit eru børn av hvør sínari tíð. Eg vaks upp í fimtiárunum, tá tú skuldi vera nøgdur við lítið. Hvørt oyra skuldi vendast, og hvørt plagg skuldi slítast. Magni vaks upp í sekstiárunum, tá tíðirnar vóru batnaðar og lunnar lagdar undir modernaða samfelagið, og so vóru vit so nógv í húsi, sum kappaðust um at taka okkum av honum. Hesar ymsu uppvakstrar- umstøður hava í ein mun myndað okkum á ymsan hátt. Hava tit eitt tætt forhold? Jógvan: Ja, vit síggjast javnan. Og síggjast vit ikki í nakrar dagar, so hittast vit í telefonini. Tað er ikki altíð, eg eri ajour við, hvar Magni er, tí hann fartast so nógv, og mangan hevur hann verið langt av landi skotin, tá eg havi funnið hann. Vit hava arbeitt nógv saman gjøgnum árini. Ikki minst í sambandi við bókaútgáv- urnar hjá pápa okkara í áttati- árunum, tá Magni var tann drív- andi researcharin í enskum, týsk- um og donskum skjalagoymsl- um, meðan eg mest sat heima á klettunum og tók mær av mynda- redigering og slíkum. Magni: Vit hava eisini arbeitt nógv saman í útvarpinum. Eg mundi varpa ítrótt út í eini 17 ár, og alla hesa tíðina samskipaðu vit hvørt einasta vikuskifti summarhálvuna, tá vit skuldu siga frá fótbólti og kappróðri kring landið - so vit eru meiri enn bert brøður. Tað hevur ofta verið stuttligt og spennandi at arbeiða saman sum frásøgu- menn, og intuitiva forstáilsi okkara millum gjørdi tað ofta til eitt spæl at levera eina spennandi og flótandi frásøgn. Tað kom serliga til sjóndar á okkara mongu og spennandi ferðum við fótbóltslandsliðnum sum reportarar. Á hesum ferðum havi eg havt nakrar av mínum mest spennandi arbeiðs- upplivingunum yvirhøvur, tí vit vitjaðu javnan í vandamiklum og dramatiskum økjum við spentum politiskum støðum. Haðani gjørdu vit nógvar samfelagsligar reportasjur, sum lurtararnir fingu afturat fótbóltinum. Jógvan: Hetta var so stutt eftir, at Múrurin fall í 1989, at tey forfjónaðu og niðurundir- komnu londini eystanfyri vóru líka spennandi, sum fótbólturin sjálvur. Vit endaðu t.d. mitt í eini stórari mótmælisgongu í jugo- slaviska høvuðsstaðnum Beograd stutt áðrenn kríggið á Balkan brast á. Landið var proppfult av vápnum, og fólk stúrdu fyri framtíðini. Belfast í Norður- írlandi var ein annar ketil, har tú kendi teg illa av hesum grønu stálarmeraðu bilunum og øllum gyrðingunum, hermonnunum og riflunum. Eg má siga, at eg havi sjáldan sæð slíkt journalistiskt áræði, sum tað, Magni vísti á hesum ferðum. Hann fýrdi ikki fyri at renna kapp við CNN um at koma upp á trappurnar í jugoslaviska parlamentinum, meðan mótmæl- ini vóru upp á tað harðasta. Handan brynjuna er Summi seta teir í samband við framfýsn albogar. Men brøðurnir Jógvan og M brynjuna eru te Magni Arge Hóast útbúgvin tíðindamaður og drúgvar royndir sum ítróttarfrásøgumaður í Útvarpi Føroya hevur hugurin staðið til vinnulívið. Fyrst sum leiðari og samskipari á Nýggja Bókhandli og telduhandlinum T-Mac. Síðani sat hann við róðrið á Ferðaráðið Føroya, áðrenn hann fór inn í oljuvinnuna og gjørdist formaður á Føroya Oljuídnaði/Oljuvinnu- felagnum. Í 1995 náddi Magni tindinum innan føroyskt vinnulív, tá hann gjørdist stjóri á føroyska flogrisanum Atlantic Airways. Formaður í Ungmannafelagnum Skansastovu 1975-1977 Studentsprógv 1978 Samfelagsfrøði við Århus Universitet 1979-83/85-86 Føroyskt mál og bókmentir á Fróðskaparsetrinum 1983-85 Journalistikk á DJH í 1987 Frílansari í ÚF frá 1978-1996 Samskipari og stjóri í Nýggja Bókhandli og T-Mac 1987-93 Formaður í Ferðaráði Føroya 1993-1995 Formaður í Føroya Oljuídnaði/Oljuvinnufelagnum frá 1993 Stjóri á Atlantic Airways frá 1995 Fakta um Magna Arge