leygardagur 22. januar 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2005
31
Hann risti heldur ikki í brókun-
um, tá Sinn Fein-stuðlar loðsaðu
hann gjørgnum duldar gøtur í
Belfast til sjálva Bernadette
Devlin. Stutt eftir lupu prote-
stantar á húsini hjá Sinn Feinn
og drupu ein av Sinn Feinn-
stuðlunum í sama húsi, har tey
hittust.
Hvat hevur ávirkað tykkum
mest?
Jógvan: Tað er ongin ivi um,
at tað eru tey umhvørvi, sum vit
hava livað í. Mest eru vit ávirk-
aðir av foreldrunum Niels Juel
og Petru, men serliga vit eldru
systkinini fingu eisini mangt og
hvat við okkum niðri í Tróndar-
gøtu hjá abbanum Bil-Óla og
ommuni Mallu. Vit komu eisini
norður til Gøtu at ferðast hjá
ommuni og abbanum har, Suffíu
og Jóan Eliasi Gregersen. Tað
vóru altíð fagnaðarferðir, og har
vóru eisini nógvar gummur,
gubbar, skyldfólk og vinfólk av
ymsum slag.
Magni: Mesta ávirkanin er
heimanífrá. Abbarnar minnist eg
ikki nógv til, tí teir doyðu, með-
an eg var lítil, men ommurnar
kendi eg. Í okkara húsi var pápi
tann almenni persónurin, men
mamma smæðist ikki burtur.
Hon hevur sínar sterku og av-
gjørdu meiningar og er av mest
sannførdu loysingarfólkum. Tað
sigur kanska okkurt um okkum
báðar, at vit eru úrslit av eini
samanrenning millum genini frá
Gregersen og Arge.
Handan brynjuna
Vit kenna tykkum sum tveir
brøður við sjálvsáliti og áræði,
sum ikki fýra fyri at nýta albog-
arnar og gera um tykkum.
Hvaðani kemur henda náttúran?
Jógvan: Hatta við hasum
albogunum man vera ein mýta,
sum onkur kappingarneyti hevur
funnið uppá. Tað kann vera, at
vit gera um okkum viðhvørt,
men hvat so? Tað eru tað so
nógv onnur, sum eisini gera.
Men tað merkir ikki, at vit nýta
hvørt høvi til at leypa framav og
troðka onnur til viks. Minni enn
so.
Magni: Eg hugsi, at evnini at
formulera seg føra teg skjótari
fram í oddin at tala eina sak. Og
dámar tær at taka við slíkum
avbjóðingum, so gongur tað bara
slag í slag frameftir. Hvussu fólk
meta um hetta, kann vera so
ymiskt. Onkur fegnast um, at
nøkur eru, sum hava dirvið at
taka við ábyrgd, onnur halda seg
vera troðkað til viks. Onkur
heldur, at vit altíð tráa eftir at
vera í fokus. Tað slapst ikki
undan at vera frammi av og á í
einum lítlum útvarpi, men so
løgið tað ljóðar, so hugsi eg ofta
um, hvussu eg best kann sigla
millum skerini og skáka mær
undan tí stóra polemikkinum.
Jógvan: Vit skuldu longu sum
blaðungir hoyra fyri øll tey mis-
tøk, útvarpið gjørdi, og fyri tað,
sum ikki riggaði har. Einaferð
løgdu nonnurnar á meg í skúl-
anum fyri okkurt, sum útvarpið
skuldi hava sagt. Tað kundi vera
eitt sindur beiskt at standa skúla-
rætt í mannamúgvu fyri slíkt,
sum tú ikki átti lut í, men tú
herdist óivað av tí.
Magni: Longu sum 10 ára
gamal sat eg og vardi avgerðir
hjá pápa móti atfinnandi lærar-
um. Eg skuldi hoyra nógv um
mína familju, og tað hevur iva-
leyst gjørt, at samanhaldið
innanhýsis er sterkt, og at vit
úteftir hava brynjað okkum at
taka ímóti ágangi og atfinning-
um. Hin almenni profilurin er
merktur av hesi brynjuni.
Finnast so eisini bleytar síður
handan brynjuna?
Jógvan: Sjálvandi. Øll menn-
iskju hava sínar bleytu síður og
eginleikar, og tú skalt minnast
til, at tær løturnar, tú ert í al-
mennum víggi, eru ein so lítil og
avmarkaður partur av einum
heilum menniskja og allari tíðini,
tú livir. Tí ber ikki til at gera
niðurstøður um menniskju bert
út frá tí almenna partinum.
Heildarmyndin kann saktans vera
meiri nuanserað.
Magni: Tað er møguliga tor-
ført at sleppa inn um brynjuna,
men handan hana býr sjálvsagt
ein bleytari og eymari partur,
sum er meiri sjónligur í privata
lívinum, og sum tey nærmastu
uppliva. Men eg meti eisini, at
hesin parturin gerst sjónligari við
árunum yvirhøvur.
Lívið, sum munar
Vildu tit onkuntíð ynskt tykkum
eina meiri friðarliga og anonyma
lívsleið?
Jógvan: Nei, tað havi eg ikki
hugsað so nógv um, tí at vera í
almennum ljósi er ein partur av
tí, eg havi hug at gera. Eg upp-
livi tað ikki sum eina byrðu,
hóast tað av og á hevur leikað
hart á.
Magni: Eg havi trivist væl í
frontlinjuni og havi helst brúk
fyri stórum avbjóðingum fyri at
koma upp í gear, men eg havi
dugað illa at halda frí og kobla
frá. Onkuntíð vildi eg ynskt
meiri frið kring meg sjálvan og
mítt arbeiði.
Men er tað ikki prísurin, um
ein vil avrika nakað her í lívin-
um?
Jógvan: Tað kemur ið hvussu
so er lítið burtur úr at renna
undan og goyma seg burtur.
Magni: Skalt tú avrika nakað
út yvir tað vanliga, noyðist tú at
leggja lív og sál í arbeiðið.
Tilveruna frá 8-16 við fimm
viku frítíð kanst tú gloyma alt
um.
Út eftir kann tilveran í al-
menna ljósinum tykjast glamou-
røs, men úrslitini koma ikki av
sær sjálvum - tað skal arbeiðast
fyri sakini.
Hetta eru royndirnar, sum eitt
nú pápi okkara gjørdi sær í
útvarpinum, og tað er hesin
andin, vit bera víðari. Eitt virkið
lív, sum munar.
ru brøðurnir bleytir
ni, áræði og sjálvsálit. Onnur við vald og
Magni Arge eru samdir um, at handan
eir eisini bleytir
Jógvan Arge
Vit kenna hann frá mongum pallum. Á politiska
økinum hevur hann fyri Tjóðveldisflokkin verið
býráðslimur, løgtingsmaður og gjørdist 1. januar
2005 varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu. Í
bókmentaheiminum hevur hann roynt seg sum
rithøvundur og eftirhondini givið 17 søguligar
bøkur út um teir menn, sum undan okkum tóku
hetta land. Hann hevur starvast sum tíðindamaður
í Útvarpi Føroya í 35 ár og verið tíðindaleiðari,
programleiðari og sagt frá óendaliga mongum
ítróttarligum stórhendingum, har hann best er
kendur frá kappróðri og fóbólti.
Formaður í Næmingafelagnum í
Hoydølum 1965
Studentsprógv 1966
Prógv sum journalistur 1970
Programmedarbeiðari í Útvarpi
Føroya í 1970
Tíðindaleiðari í ÚF 1979-1989
Programleiðari í ÚF frá 1989
Formaður í Ítróttasambandi
Føroya 1978-1980
Býráðslimur í Havn frá 2001
Løgtingsmaður fyri
Tjóðveldisflokkin 2001-2002
Varaborgarstjóri í Havn frá 2005
Fakta um Jógvan Arge
Mynd: Jens Kristian Vang
Næstu ferð:
Rúna og Mathea Hilduberg