leygardagur 22. januar 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 15 - 22. januar 2005
Listin gevur fólki nógv
Jenny C. Petersen er nýsettur stjóri á Tjóðpalli Føroya.
Men tað var mestsum av tilvild, at hon endaði innan
sjónleikaraheimin
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kr. Vang
Tað eru eitt ótal av sjónleikum,
har Jenny C. Petersen hevur havt
ein stóran fingur við í spælinum,
sjálvt um hon ikki er at síggja á
pallinum. Seinastu mongu árini
hevur hon starvast innan sjón-
leikaheimin. Bæði av áhuga, og
seinastu knøppu fimm árini,
hevur hon havt fast starv niðri í
Grímu sum fyrisitingarligur
leiðari.
– At vera fyrisitingarligur
leiðari merkir, at eg havi gjørt alt
frá skrivstovuarbeiði og bókhaldi
til at finna fram útgerð til leikir,
selja leikir. Eg havi gjørt so at
siga alt leikhúsarbeiði, sigur
Jenny. Hon brúkar norska hug-
takið "poteten", sum ein kann
brúka til alt.
– Ja, eg havi verið eitt slag av
»altmulig« kvinnu.
Ljóskastarin á leikin
Jenny hevur eisini staðið á palli
til onkra ólavsøkukabarett og til
barnaleikir, men tað mesta av
tíðini hevur hon brúkt handan
leiktjøldini. Spurd um tað er við
vilja, at hon hevur verið so
ósjónlig, svarar hon:
– Eg haldi, at tað er meira
týdningarmikið at ljóskastarin
verður settur á verkið. Sjálvandi
verði eg freistað viðhvørt at stilla
meg á pallin, men tað eru allar
freistingar, sum ein kann útføra.
Eg vil heldur skapa umstøður
fyri hinum, so tey kunnu gera ein
góðan leik.
Og stuttligt er tað eisini.
Serliga tá nakað eydnast væl.
Tað gevur nóg mikið, heldur
Jenny. Til eina frumframførslu er
altíð okkurt serligt.
– Tað er spennandi at síggja
reaktiónirnar hjá áskoðarunum.
Tú skalt trúgva uppá tað, og so
situr tú og bíðar eftir reaktión-
unum, sum onkuntíð als ikki
koma, og sum onkuntíð koma.
Ella koma tær onkustaðni, har tú
als ikki hevði væntað tað.
Jenny leggur afturat, at hon
hevur tað júst sum sjónleikarar-
nir, sum skulu á pallin, sjálvt um
hon sjálv ikki skal framføra.
– Eg havi spælt leikir sjálv, og
sjálvt um eg ikki eri við, so
pumpar adrenalinið júst á sama
hátt, sum tá.
Áhugi
Áhugin fyri sjónleiki heldur
Jenny vera nakað, ið hon hevur
havt alt lívið. Fleiri í familjuni
hava spælt sjónleik, og serliga
omman var virkin innan hetta
yrkið. Hon minnist eisini, at
omman plagdi at taka hana og
systrina við sum smágentur at
hyggja eftir sjónleiki, so tað
hevur altíð verið ein partur av
gerandisdegnum hjá Jenny.
– Eg byrjaði sum teskari hjá
einum áhugafelag, so síðani
hevur tað bara ment seg.
Í 1986 vóru nøkur lista- og
ítróttarfólk í Noregi í Føroyum á
vitjan. Árið eftir fekk hon bjóðað
starv í Noregi, sum hon valdi at
taka av fyribils í eitt ár. Tá fór
hon so frá sínum skrivstovu-
arbeiði hjá Carl Vilhelm Weihe.
– Ætlanin var bara at vera har
í eitt ár, men tað endaði so við,
at eg var har í 14.
Nú Jenny sær í bakspeglið, so
heldur hon, at tað kanska bara
hevur verið av tilvild, at hon er
endað í hesum yrkinum í dag.
Men hon undirstrikar, at tað er
sanniliga eisini av áhuga.
– Tú sært úrslit av tí, tú gert.
Tú fortelur søgur og ert felags
um verkini við arbeiðsfelagarnar.
Eg sigi ikki, at eg onkuntíð ikki
havi ynskt meg aftur til eitt
skrivstovuarbeiði, har ein hevur
kunnað sløkt telduna klokkan 16
og farið heim, men eg trívist her.
Tað er eitt ógvuliga lívsjáttandi
yrki.
Fótbólts-Jenny
Tá Jenny verður spurd um,
hvussu væl hon dugir at halda
frí, sigur hon, at hon sjálv
heldur, at hon dugir heilt væl.
Meðan tey í nærumhvørvinum
halda kanska ikki, at hon dugir
so væl.
– Men um ein fótbóltsdystur
er í sjónvarpinum, so er alt um
sjónleik gloymt. So siti eg og
rópi og skráli við heima í
stovuni. Og tað er allur fótbóltur.
Bæði føroyskur og útlendskur.
Fótbóltsáhugin kemur heilt frá
barnsbeini av. Pápi Jenny, Kári,
spældi við í hornorkestrinum
fyrr, og tá plagdi hon at fara við,
tá hann skuldi spæla til dystir.
– Kanska tað vóru hyljarnir
rundan um vøllin, sum eg var
meira áhugað í, tá eg var yngri,
men so hvørt sum eg vaks og sá
uppum girðingina, so vaks
áhugin eisini.
Hon greiðir frá, at hon er upp-
vaksin í einum grannalagi, har
øll halda við B36, men sjálv er
Jenny heilhjartaður HB´ari. Og
so hevur hon eisini viðhaldslið í
stóru fótbóltstjóðunum, Ong-
landi, Spania og Italia. Týskum
fótbólti hyggur hon ikki so nógv
eftir longur, og í Danmark er
heldur hon við teimum gulu og
bláu, Brøndby.
– Til HM og EM plaga vit
altíð at vera í Noregi á eini lítlari
oyggj, so tá síggi eg ikki so
nógv. Men eg hyggi eftir øllum,
eg kann, so tá vit sigla ímillum
oynna og fastlandið, havi eg fast
pláss uppi í stýrhúsinum, har eg
hyggi eftir fótbólti, flennir Jenny.
Felags ábyrgd
At listin er týdningarmikil fyri
Jenny, ber ikki til at fjala.
– Tá tað kemur til list, so
verður hugsað nógv í hagtølum,
men list kann ikki metast í hag-
tølum. Tú kanst hyggja, hvussu
nógv atgongumerki eru seld, og
seta tað upp í hagtøl, men tú
kanst ikki siga, hvørja listarliga
uppliving fólkið fær, ella hvussu
tað listarliga avrikið var, greiðir
Jenny frá, og leggur afturat:
– Allir leikir eru ikki ein
áskoðara-succes. Men fyri tað
um tað ikki er ein áskoðara-
succes, so kunnu teir væl vera
ein listarlig succes. Tí ein sær,
hvussu alt hevur ment seg ígjøg-
num leikin.
Við nýggja starvinum fær
Jenny eisini høvi til at føra
nakað út í lívi, sum hon brennir
fyri.
– Tað er ein felags ábyrgd hjá
politikarum og øðrum at stuðla
góðari list. Góð list gevur nógv
aftur til eitt samfelag. Tað sæst
kanska ikki aftur, eins og nakrir
stertar, ið verða blakaðir á land,
men eitt fólk, ið upplivir nógv
ígjøgnum gerandisdagin virkar
betri, heldur Jenny.
Treisk og jalig
Jenny trýr upp á menniskju, og
tað sæst eisini aftur í hugburð-
inum, hon hevur til arbeiðs-
felagar og fólk, sum heild. Hon
er optimistisk, og at síggja til
altíð smílandi og í góðum lag.
– Um tú hevur ein negativan
hugburð, so er tað ringt at sann-
føra hini um, at tað tú heldur, er
rætt. Um tú hinvegin er optimist-
iskur og trýr upp á tað sjálv, so
er tað nógv lættari, sigur Jenny.
Hon lýsir seg sjálva sum
treiska, men tó sum ein jaligan
persón, sum verður lætt sáraður.
– Eg verði lætt sárað, men eg
komi eisini skjótt yvir tað. Eg
hugsi um, hví tað varð sagt, sum
varð sagt, og hugsi um, hvaðani
kritikkurin, eg havi fingið er
komin frá.
Tolni er eisini nakað, ið eyð-
kennir Jenny. Sjálv sigur hon, at
hon til tíðir kann vera í so tolin,
men tað skal nógv til at øsa
hana. Men tað, ið øsir hana mest,
er órættvísi og óndsinnaður slat-
ur, sum ikki átti at havt nakran
gróðrarbotn.
– Sjálvt um eg eri løtt at sára,
so eri eg hinvegin eisini løtt at
gleða. Eitt klemm til dømis. Og
so sjálvandi tá ting eydnast. Ikki
bara hjá mær, men eisini hjá
øðrum.
Jenny heldur, at tað eru so
nógv ting í gerandisdegnum, sum
vit áttu at gleðst um. Lítil ting,
sum ikki áttu at verið tikin fyri
givið.
Nýggja starvið
Um eina góða viku tekur Jenny
so við starvinum sum stjóri fyri
Tjóðpall Føroya. Hon fer fram-
vegis at hava sætið niðri í Grímu,
har hon kemur at húsast.
– Tað fer bæði at vera stuttligt
og spennandi, og eg fari at fáa
nógvar stórar avbjóðingar. Eg
haldi, at eg kann føra Tjóðpallin
víðari við at fara í ein dialog við
myndugleikar, privatar og al-
mennar stovnar. Vit kunnu í felag
gera góð leikverk.
Jenny gleðir seg at skula í
gongd, men ásannar, at enn er
málið ikki heilt rokkið við
Tjóðpalli Føroya. Men hon fer til
verka við góðum treysti og dirvi
at taka allar avbjóðingarnar upp.
Fimm ferðir ?
Hvør skuldi verið tú, um ein filmur varð gjørdur um títt lív?
– Ein norsk sjónleikarinda, sum eitur Grete Norderå, tí hon e
rein fantastiska góður leikari. Hon kennir meg heldur ikki, so
hon kundi hildið eina passaliga frástøðu frá mær, so eg kundi
sjálv eygleitt leikin.
Hvat kundi tú ongantíð funnið uppá at goldið fyri?
– Tað er so nógv! (lang tøgn...) Eg hevði ongantíð kunnað
funnið upp á at mutra nakran.
Um tú kundi viðtikið eina lóg, hvør skuldi hon so verið?
– At øll fingu ta hjálp, sum teimum tørvar.
Hevði tú kunnað funnið uppá, at etið menniskjakjøt?
– Tey siga tað smakkar søtt. Nei, men hvat neyðin kann fáa ein
til, skal eg ikki svara upp á í dag.
Enda setningin »ein góður sjónleikur er...«:
– ... ein góð søga, sum skapar kjak og rørir við kenslurnar á
fólki.
Um ein fótbóltsdystur er í sjónvarp-
inum, so er alt um sjónleik gloymt. So
siti eg og rópi og skráli við heima í
stovuni. Og tað er allur fótbóltur. Bæði
føroyskur og útlendskur.
”
Eg haldi, at tað er meira týdningarmikið
at ljóskastarin verður settur á verkið.
Sjálvandi verði eg freistað viðhvørt at
stilla meg á pallin, men tað eru allar
freistingar, sum ein kann útføra.
”
Um tú hevur ein negativan hugburð, so
er tað ringt at sannføra hini um, at tað
tú heldur, er rætt. Um tú hinvegin er
optimistiskur og trýr upp á tað sjálv, so
er tað nógv lættari
”
Navn: Jenny Christina Petersen
Fødd: 15.09.1961
Bústaður: Velbastaður
Útbúgving: Lívsins skúli
Ein minnilig hending: Beint nú
er tað mánadagurin 17. januar, tí
tá fekk eg at vita, at eg fekk tað
starvið, eg skal í nú. Og eg slapp
ikki at siga tað fyri nøkrum - tað
var ræðuligt!
Nakað tú ikki visti um Jenny:
Jenny elskar fótbólt. Hon hyggur
bæði eftir føroyskum, donskum,
norskum, sponskum, italienskum
og enskum fótbólti.
Blá bók