mikudagur 15. desember 1999síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
tíðindablaðið SOS/
Nr. 239 - 15. september 1999
JOLA-
GAVUNA =
+ Alt hetta ;
fært tú í Sosialinum
Keyp eitt haldaragjald
fyri bert kr. 320, -/ársf.
Prísur fyri haldaragjald
í Europa kr. 490, -/ársf.
Ella eitt internethald
fyri bert kr. 240, -/ársf.
Ymiskir prísir fyri lond uttanfyri Europa,
ring og hoyr nærri.
; Tíðindablaðið j
: i | i OKEYPIS
' S0SIa urin Sosialurin
Box 76 rindar
; 110 Tórshavn postgjaldið
+ Undirritaði ynskir at gleða: 67
við O. så si
iFørogum Eure IE
! Um gåvan er eitt internethald, skal e-mailadressan hjá
; móttakaranum skrívast her:
; Gevari:
: Send lepan til Tíðindablaðið Sosialin
og tú fært eitt jólagávukort sendandi
Felagið Høganes 15 ár
Eitt stutt yvirlit yvir mentanartiltók, og nakrar hugleiðingar um mentanarlívið
í Eysturoy
Nú øldin rennur út, fara
helst nógvar uppgerðir at
verða gjørdar yvir bæði
leyst og fast. Nevndin í Fel-
agnum Høganes hevur gjørt
støðuna upp hesi seinastu
árini, ið sluppin Høganes i
Runavik hevur verid karm-
ur um eitt fjølbroytt ment-
anarvirksemi. Eisini eru
vidlagdar nakrar hugleid-
ingar um mentanarlívið í
Eysturoy.
Felagið Heganes
Hetta felag hevur í ár 15 ár
á baki. Endamálið hevur
verið at varðveitt seinastu
sluppina í Eysturoy sum eitt
sjógripasavn. Hetta hevur
eydnast hampuliga væl.
Skipið er restaurerað soleið-
is, at tað eisini kann nýtast
til ymisk mentanartiltøk.
Aftaná umvælingar í uml.
3 ár, vrð byrjað í smáum at
hava ymisk tiltók umborð.
Ymsar sidsøguligar fram-
sýningar og fyrilestrar eyð-
kendu 80-årini. Eftir at ung-
dómsbólkurin Tónasjón fór
at virka í 90-årunum, eru
mentanartiltøkini vorðin alt
meira fjøltåttad. Her eigur
at vera nevnt, at vøggan hjá
vælkenda bólkinum Enekk
stóð umborð á Høganes -
har hesir dugnaligu sangar-
ar og tónleikarar mangan
bæði vandu og framførdu
umborð. Tey ymsu tiltøkini
eru flokkaði í hesar bólkar:
sidsøguligar framsyningar,
listasyningar, yrkingaupp-
lestur, sjónleikur, fyrilestrar
& frágreiðingar, Kingo-
sangur, fólkatónleikur, jazz-
tónleikur, popp-tónleikur,
vísusangur, blues-tónleikur,
rokk-tónleikur, klassískur
tónleikur, fólkadansur, kór-
sangur, kabarett og films-
sýning. Verður hugt at
myndini niðanfyri, sæst, at
fólkatónleikurin er einamest
umboðaður: ein triðingur av
teim almennu tiltókunum
(tils. 152 í tali) hevur verið
fólkatónleikur. Men listar-
greinir sum klassiskur tón-
leikur, jazzur, visusangur
eru eisini vælvið.
Hesi mongu mentanartil-
tøk eru vordin møgulig i
einum góðum samstarvi við
t.d. Norðurlandahúsið.
Summartónar og Fólkatón-
leikarastevnuna. Uppmøt-
ingin hevur sum heild verið
góð. Vanliga eini 15-20
fólk, vidhvørt upp í 50-70
fólk. Tónleikarar hava latið
væl at akustikkunum um-
borð og hava verið glaðir
fyri at framføra í einum so
serstøkum umhvørvi, sum
ein umbygd skipslast nú
einaferð er. Ein virkin ferða-
leidari (Såmal Blåhamar)
hevur enntá skýrt skipið
»eitt mini-Norðurlandahús<
- eitt heiti, ið Felagið Høga-
nes er errið av!
Fólk eru ofta komin lang-
vegis frá at lýða á. Mest
kenda úr Eysturoynni, men
eisini úr Sundalagnum og
Suðurstreymi. Hvussu er so
vorðið við møguleikunum
fyri mentanarframførslum í
Eysturoy yvirhøvur?
Framførslustød í
Eysturoy
Allar kommunur í Eysturoy
hava skúlar, ið javnan verða
nýttir til konsertir, framsýn-
ingar og ymsar aðrar fram-
førslur. Her kunnu kanska
serliga nevnast Fuglafjørd-
ur, Skåla, Runavik, Toftir og
Oyrarbakki (lesarin biðist
orsaka, um onkur skúli
kennir seg lopnan um - hetta
er mest av ókunnleika hjá
greinskrivara). Eisini verða
tær ymsu ítróttarhallirnar
nýttar til stórri konsertir -
har stór mannfjøld kemur
saman.
Bygdin Strendur hevur
prýðiligt bygdarhús, ið
regluliga verður nýtt sum
biografhøli; men her koma
tidun fyri forvitnisligar kon-
sertir, við tónlistafólki úr
ymiskum londum. Í Runa-
vík hevur sluppin Høganes
leingi verið ein miðdepil
fyri mentanarframførslum,
og nú hevur Runavíkar Bý-
ráð eisini tikid upp henda
tátt við frálíkum framførsl-
um í Býráðssalinum. I Gøtu
hevur — tónleikasamtakið
Grót, fast tilhald í Losjuni.
Her er rættilig gongd komin
á at skipa fyri konsertum
við-ymiskum kendum sum
ókendum tónleikabólkum
úr Eysturoy. Í Fuglafjarðar
Kommunu liggur ein spild-
urnýggj, stór og góð hell við
Studentaskúlan á Kambs-
dali. Tá ið henda hóll hevur
fingið akustiskar åbøtur, er
at vænta, at hon verður
flaggskipið til mentanar-
framførslur í Eysturoy.
Utlagnir fuglfirðingar
stridast vid at gera håbærs-
liga skipið »Kyrjastein« til
savn og kanska samkomu-
stað í Fuglafirði. Hetta ar-
beiði er drúgt. Fer tað at
eydnast, kann enn eitt
spennandi stað leggjast aftr-
at framførsluhølunum í
Eysturoy. Eitt annað stórt
aktiv fyri alla Eysturoynna
er komandi Sjónleikarhúsið
í Fuglafirði. Her er at vóna,
at hetta megnarhús skjótt
kann gerast liðugt og vera
við til at fáa gongd á tað
kanska nakað sovandi sjón-
leikalívið í oynni.
A Oyrarbakka stendur
vælútgjørda bygdarhúsið
Eydnan. Eitt hitt mest
virkna húsið til sjónleik:
men aðrar framførslur koma
eisini javnan fyri.
Kirkjukonsertir er eitt lut-
falsliga nýtt fyribrigdi í
oynni. Kirkjulig ella onnur
trúarlig kórverk við lokal-
um kreftum hava sjálvsagt
verið framførd til høgtidir
og aðrar tíðir. Hugsið t.d.
um Kór Glyvra Kirkju v/
Símun Nónklett, Kórið í
Siloa v/ Eyðun á Lakjuni,
Jóhan Mortensen við sínum
nýskrivaðu løgum til Dåvid-
sálmarnar o.fl. Men tað, at
fremmandir = ténleikarar
vitja regluliga, er við at
vinna frama í stásiligu
kirkjunum: Fríðrikskirkjuni
og Gøtu kirkju. Hvat annað
hevur Eysturoyggin at bjóða
íbúgvarum sínum - ella
vitjandi uttaneftir?
Gongd er við at koma á
varðveitsluna av ymiskum
fornminnum.Gøtuf6lk hava
leingi ligið á odda við
Blásastovu-bygningunum,
ið skjótt áttu at fingið status
sum tjóðarsavn. Men eiðis-
fólk og runavíkingar hava
eisini fingið um endan við
ávíkavíst teim væl varð-
veittu Látra-húsunum og
fornminnissavninum Forna
á Glyvrum. Haraftrat eru
privatfólk í ferð við at varð-
veita >Gamla Handil< og
>Neystið< í Runavík.
Við at vitja tey nevndu forn-
minnastødini og -bygning-
arnar kann tann vitjandi so
at siga hoyra gomlu tidina
siga hoy ra gomlu tíðina siga
frá - ja, nærum tala og tóna.
Við at vitja tey mongu fram-
førslustødini i Eysturoy
annars, kann tann vitjandi
njóta nýggjari og aðrar tón-
ar frá nútíðini. Taka vit sam-
an um, so kann staðfestast,
at mentanarlívið í Eysturoy
er í støðugum blóma. Í stød-
um er nógv arbeiði eftir at
gera; men sum heild er
framgongd, og framfýsni
sæst nógvastaðni millum
fólkið. Vit eysturoyingar
eiga tí við treysti at heilsa
nýggja ártúsindunum væl-
komin á hesum øki.
Dånjal Petur Højgaard