mikudagur 15. desember 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 15. september 1999
Viðmerking:
Frá heimastýrisskipan til
rikjafelagsskap og fullveldi
Allir flokkar vilja, at føroy-
ingar fáa evsta vald í egnum
landi, og allir flokkar vilja,
at vit gera ein nýggjan sam-
starvssåttmåla við Dan-
mark. Grundlógin kann
tryggja, at bæði hesi ynski
verða uppfylt.
Eftir at hava lisið Hvítu-
Þók og fylgt eitt sindur við
í aðalorðaskiftinum og
jakinum aftaná, kann ein
gera sær nakrar tankar um,
ivørt nakar møguleiki er
fyri, at fáa allar flokkar at
semjast um eina felags kós
fyri framtíðar ríkisrættar-
igu stóðu Føroya.
Verður alt smáligt parta-
politiskt og persónligt sidl-
að frá, stendur hetta eftir:
Sambandsflokkurin vil, at
Føroyar og Danmark skulu
vera javnbjóðis partar í ein-
um felagsskapi. Hann hevur
lagt fram eitt uppskot um
broytingar, men leggur dent
á, at talan er um eitt sam-
ráðingarupplegg. Einasta
treyt floksins er, at Føroyar
verða verandi í "rikisfelags-
skapi" við Danmark.
Javnaðarflokkurin vil, at
fóroyskir = myndugleikar
skulu hava evsta vald i Før-
oyum, og at ein samveldis-
sáttmáli skal gerast við
Danmark um samstarvið
framyvir. Flokkurin setir
kortini eisini sum treyt, at
Føroyar verða verandi i
"rikisfelagsskapi” við Dan-
mark.
Landsstyrissamgongan
vil, at Føroyar fåa fullveldi.
Tað merkir, at Føroya Løg-
ting fær evsta vald og fulla
ábyrgd av øllum føroyskum
viðurskiftum. Men sam-
gongan vil eisini, at gjørdur
verður ein sáttmáli við Dan-
mark um tætt og umfatandi
samstarv. M.a. er ætlanin,
at føroyingar og danir eftir
teirri nýggju skipanini skulu
hava full rættindi hvor hjá
øðrum. Landsstýrismaðurin
við sjålvstyrismålum hevur
ferð eftir ferð lagt dent á, at
samgongan ikki stílar ímóti
eini skipan, har alt samstarv
við Danmark heldur uppat.
Tað er ikki talan um kvett-
ing ella loysing, men ein
sáttmála sum ásetir, at vit
samstarva við Danmark
sum javnbjóðis partur. Onk-
ur hevur nevnt hetta ein
”rikjafelagsskap” - t.v.s. ein
felagsskap av tveimum ríkj-
um.
Miðflokkurin hevur víst
ætlan landsstýrisins væl-
vild, men tekur ikki stóðu
til sáttmálan, fyrr enn tað
sæst, hvat úrslit spyrst burt-
urúr samráðingunum.
Viðvíkjandi blokkstuðul-
inum hava allir flokkar á
Føroya Løgtingi boðað frå,
at hann eigur at verda mink-
aður burtur. Løgtingid er
samt um, at Føroyar skulu
hava ein sjålvberandi bú-
skap.
Frå rikisfelagsskapi
til rikjafelagsskap
Við hesum í huga kann stað-
festast, at flokkarnir standa
ikki longur hvor frá øðrum
enn, at tað saktans átti at
borið til at gjørt semju um
eina felags støðu. Men hví
er henda semja so íkki
gjørd? Hvat er tað sum skilir
partarnar?
Jú tað er, at meðan Sam-
bands- og Javnaðarflokk-
urin vilja hava ein ríkisfel-
agsskap, so vil samgongu-
meirilutin hava ein ríkjafel-
agsskap.
Hvør er munurin á hes-
um?
Ríkisfelagsskapur er sum
kunnugt tað, sum verður
brúkt til at lýsa okkara ver-
andi støðu - og tað er í ver-
uleikanum eitt sera misvís-
andi hugtak. Tað er jú ikki
nakar felagsskapur millum
ríki. Danska ríkið er ikki ein
felagsskapur - tað er eitt
tíðindablaðið
eindarríki. Tað er eingin úti
í heimi sum tosar um tað
grønlendska-danska-før-
oyska ríkið. Tað finst nevn-
iliga ikki. Tað finst bara eitt
danskt ríki. Orðið ríkisfel-
agsskapur er tískil eitt mis-
vísandi heiti fyri tað danska
eindarríkið.
Hvat ríkjafelagsskapur er,
er eingin ivi um. Tað er ein
felagsskapur av ríkjum. Í
einum ríkjafelagsskapi ber
til at hava greiðar linjur fyri
samstarvinum millum rík-
ini, tí partarnir eru sjålv-
støðugir, og hava evsta vald-
ið í egnum landi. Um Før-
oyar og Danmark ganga
saman í ríkjafelagsskap,
kunnu vit byggja upp eitt
virðiligt samstarv millum
javnbjóðis partar.
Tað er hetta sum allir
flokkar siga seg ynskja.
Men tað ber ikki til, so
leingi Føroyar eru partur av
tí danska eindarríkinum.
Fortreytin fyri javnbjóðis
samstarvi, er javnbjóðis út-
gangsstødi. Fortreytin er, at
føroyingar fáa evsta vald í
egnum landi.
Grundlógin kann tryggja
ríkjafelagsskapin
Sum nevnt omanfyri tykjast
fortreytirnar at vera til stað-
ar fyri eini breiðari semju
um spurningin. Men hvussu
kunnu partarnir metast?
Hvussu ber til at tryggja, at
vit bæði fáa evsta vald og
samstarvssåttmåla við Dan-
mark?
Taka vit Sambands- og
Javnaðarflokkin fyrst, so
mugu teir flyta seg í spurn-
inginum um tann sokallaða
ríkisfelagsskapin. Meina
teir tað í álvara tá teir siga,
at vit skulu samstarva við
Danmark sum javnbjóðis
partur, so noyðast teir at
ganga frá kravinum um, at
vit framhaldandi skulu vera
partur av tí danska eindar-
ríkinum, og tískil undir
donskum valdi.
Afturfyri eigur samgong-
an at ganga við til eina skip-
an sum gevur fulla vissu
fyri, at vit framhaldandi fara
at hava tætt samband við
Danmark eftir at vit hava
fingið fullveldi. Karmurin
um hetta samstarv kundi
verið nevndur ein ríkjafel-
agsskapur.
Ein nevnd, har tá mátti
borið til at funnið saman um
hetta, er grundlógarneynd-
in. Har eru allir flokkar um-
boðaðir.
Grundlógaruppskotið á-
setir sjálvsagt, at løgtingið
fær evsta vald í landinum.
Men í grundlógina kundi
eisini verið sett ein grein,
sum ásetir, at Føroyar verða
í ríkjafelagsskapi við Dan-
mark til ein meiriluti (t.d
50% av øllum ið hava val-
rætt) ynskir nakað annað
Eingin við demokratiskum
hugburði kann vera ímóti
eini slíkari grein.
Um uppskotið verður
samtykt fer tað tískil at hava
við sær, at vit fara frá eini
heimastýrisskipan, ið bert er
tryggjað við fólkatingslóg,
til ein grundlógartryggjaðan
ríkjafelagsskap og fullveldi.
Tað hevði tænt allari tjóð-
ini til heiður og sóma, um
tey fólkavaldu funnu saman
í hesum álvarsmáli, ið við-
kemur okkum øllum og fer
at hava stra åvirkan å sam-
felag okkara í allari framtíð.
Málið er alt ov álvarsamt til
at verða nýtt til partapolit-
iska kapprenning eftir at-
kvødum.
Gud gevi at oll tit fólka-
valdu fyri einaferð skyld
kundu staðið saman sum ein
maður. Tað hevði styrkt álit
og umdømi tykkara manna
millum, bæði her á landi og
aðrastaðni.
Absalon Absalonsen
Føroyar sum partur av norður-
atlantisku verjusamgonguni
Almennur fyrilestur verður á Fiskirannsóknarstovuni í kvóld 15. des. 1999
kl. 20.00 Jákup Thorsteinsson, Dr. Phil., heldur fyrilestur, ið hann kallar:
Føroya sum partur av norðuratlantisku verjusamgonguni. Hetta er annar
fyrilestur í rødini við evnum m.a. úr Hvítubók
Jákup Thorsteinsson hevur
skrivað ritgerð um søgu-
ligu-statsrættarligu viður-
skiftini Føroya og Dan-
markar millum vid serlig-
um atliti at politisku stød-
uni i 19. øld. Seinri hevur
hann ført gransking sina å
hesum øki fram móti nú-
tíðini. Hann var limur í
stýrisbólkinum, sum
Landsstýrið setti at kanna
hernaðarmálini (NATO- og
loranmálini) í Føroyum í
50- og 60-árunum, og hann
hevur savnið inn søguligt
keldutilfar hesum viðvíkj-
andi í Ríkisskjalasavninum
í Keypmannahavn og
skjalasavni Landsstýrisins
í Tinganesi.
Við stødi í politisku
hendingunum í Føroyum í
1940-árunum snýr fyrilest-
urin seg um hernaðarmál
og politikk i Føroyum í
1950- og 60-årunum. Ser-
lig evni, id verda umrødd,
eru heimastýrislógin, inn-
liman Føroya í NATO, ym-
isk hernaðarlig áhugamál
hjá NATO, USA og Dan-
mark í Føroyum, føroyskur
politikkur í hesum saman-
hangi og politisku viður-
skiftini Føroya og Dan-
markar millum f nevnda
tíðarskeiði.
Fróðskæarsetur Føroya
L
Robert Mohr
Poulsen
. . .
til minnis
Nu er longu yvir 10 månadir sidan Robert
andaðist. Kom at kenna Robert, meðan hann var
í læru hjá Hans B. Arge, smiðjumeistara. Robert
búði tá úti í Grønlandi. Seinri flutti hann við
familju síni heim í Dr. Jakobsensgøtu, har tey
bygdu sær hús. Aftaná at vera flutt og vit nærum
blivu grannar, vaks ein vinskapur millum hansara
familju og okkara. Robert var meginpartin av
lívi sínum sjómaður, og sigldi hann øll krígsárini.
Aftaná krígslok fór hann niður til Danmarkar,
har hann tók prógv sum maskinmeistari.
Umframt at hava siglt við sluppum, trolarum.
sigldi hann fleiri ár sum maskinmeistari við
bátum hjá Mjólkaforsýningini og
Strandfaraskipum Landsins, og í farmasigling
uttanlands.
Tey seinastu árini var hann í vinnu hjá Tórs-
havnar kommunu, har hansara styrki og arbeiðs-
hegni kom væl við.
Robert var fakfelagsmaður burtur av, og var
hann nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag
í fleiri ár. Eisini var hann ein av álitismonnunum
í flokksleiðslu Javnaðarfloksins, har hann vardi
tey veiku í samfelagnum. Robert var hjálpsamur
og trúfastur og ongantíð bangin fyri at rætta
eina hjálpandi hond.
Hvíl í friði.
Jákup Sune
Tel 4298 31 95 40
Fax 4298 31 75 41
Alt innan prentlutir
Maif“ jakzacQ post olivant.fo
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.Sosialurin.fo