Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vegurin til borð um- boðsmans- ins skal vera stuttur Tá vinir okkara í Grónlandi fyri 5 árum síðani fingu teirra umboðs- mann, varð kjakast, um eitt lítið samfelag sum teirra hevdi tørv á og fór at megna slíkan stovn. Tíðin hevur víst, at allur ivi var ógrund- aður, og í dag er umboðsmans- stovnurin ein náttúrligur partur av samfelagi teirra, sigur Jenis av Rana m.a., sum vegna Miðflokkin hevur lagt uppskot fram um løg- tingsins umboðsmann OLAVUR I BEITI I vidmerkingunum til uppskotið, sigur Jenis av Rana, at farnu árini hevur spurningurin um setan av umboðsmanni verið aft- urvendandi kjakevni bæði millum politikarar, alment og á Løgtingi. Longu í 1978 var málið til politiska viðgerð á Løgtingi, aftur i 1980, 1982 og í 1993, uttan tó at urslit spurdist. Einki bendir å, at manglandi årslit skuldadist tørvandi åhuga ella sannføring um rættleikan i at fåa stovn- sett umbodsmansstovn, heldur tykist tilvildin at hava havt sina aktivu og óhepnu åvirkan I øllum londum, vit vanliga sammeta okkum vid, er umboðsmans- stovnur settur å stovn, og hesin virkar aktivt vid i almenna virkseminum. Løgid, at tætta tilknytid tjóðanna millum ikki hevur virkað við til, at vit eisini hava fingið slíkan, sigur Jenis av Rana. 2-3 mió. krónur Í viðmerkingunum vísir Jenis av Rana eitt yvirlit yvir virksemi hjá grøn- lendska umbodsmanni- num, har tað av samlaðu 247 klagunum, vórðu 51 endaliga avgeiddar, í 46 førum varð avgerðin tikin klagaranum til fyrimunar. 158 klagur vórðu avvístar áðrenn viðgerð, meðan klagarin ikki fekk viðhald í 5 klagum. Av yvirliti- num framgongur eisini, at prosentvísi parturin av vidgjørdum málum, sum enda við viðhaldi til klagaran, er vaksandi, frá 26,8% í 1996 til 40% i 1997 og 62,8% i 1998, meðan prosentvísi part- urin, sum ikki vidførdi á- talu v.m., er fallandi, frá 19,2% i 1996 til 8,5% í 1998. It er frammanundan at meta um virksemið, og harav figgjarliga kostnad- in av umbodsmansstovn- inum. Royndir úr øðrum londum vísa, at virksemið er stórri við byrjan fyri síðani at minka, og fer hetta sjálvsagt at síggjast aftur í fíggjarliga kostn- aðinum, metir Jenis av Rana. Ein meting av kostn- aðinum fyrsta árið er kr. 2.5 til 3 mió. kr., og fram- haldandi sjálvsagt tengt at enn ókenda virkseminum verða árligu útreiðslurnar mettar til kr. 2 til 2,4 mió kr, sigur Jenis av Rana m.a. í uppskotinum. tíðindablaðið Løgmadur heilsar Tórleifi Sigurðsson vælkomnum á ting JOHN JOHANNESSEN Torleif Sigurðsson úr Klaksvík hevur fyribils tik- ið sæti á tingi fyri Vilhelm Johannesen. Í skrivi dagfest 13. desember í ár bað Vil- helm Johannesen um at fáa farloyvi frá tingarbeidinum og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins fyri Norð- oyggjar tekur sæti á tingi fyri hann. Umsókin varð játtað av tinginum. Men sambært landsfólkayvirlitinum býr næsti maður á Javnaðarlist- anum í Norðoyggjum, Mamy Dahl Sørensen, í Danmark, og kann sostætt ikki taka sæti á tingi. Tingformaðurin bað tískil Nr. 240 - 16. desember 1999 Sigurðsson fyrstu ferð á tingi Fyrradagin tók Torleif Sigurðsson úr Klaksvík á fyrsta sinni sæti á tingi tingmenninar, Bjarna Djur- holm, Páll á Reynatúgvu og Hergeir Nielsen um at kanna valbrøvini fyri Javn- aðarflokkin í Norðoya val- dómi. Urslitid av kanningini visti, at Torleif Sigurdsson er triðji maðurin á Javnað- arlistanum fyri Norðoyggj- ar, og mælti Hergeir Nielsen tískil til, at Torleif Sigurðs- Mynd: Jens Kristian Vang son tók sæti á tingi, meðan Vilhelm Johannesen hevur farloyvi. Til løgtingsvalid í 1998 fekk Vilhelm Johannesen 266 atkvødur, Mamy Dahl Sørensen fekk 98 atkvødur og Torleif Sigurdsson fekk 75 atkvødur. Vit fylgja við ongdini í spenningi 18 skip hava svartkjaft í loyvinum í dag, og 2 tilsógnir eru úti sum um fáar mánaðir verða hálaðar inn, og eg skrivi einki nýtt loyvi og heldur onga nýggja tilsøgn, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, sum eisini er fegin um tær ætlanir, sum hann hevur fingið á borðið viðvíkjandi svartkjaftinum ÓLAVUR Í BEITI Tað eru fleiri spennandi ætlanir á borðinum hjá fisk- imálaráðharranum Jørgen Niclasen sum fiski- málaráðharrin ikki enn fær sagt nakað um. Og er hann eisini vitandi um ætlanirnar hjá JFK Trol í samstarvi- num við eitt nú norðmenn, sum Sosialurin áður hevur skrivað um, og sum norsk blød hava skrivað dúgliga um síðan. Fiskimálaráðharrin sigur seg hava tvær stórar upp- gávur fyri framman at loysa, og eru tær okkara rækjurættindi við Svalbard og komandi ár samráðing- arnar viðvíkjandi Flemmsih Kap, og so ídnaðarfiski- skapurin í Norðsjónum., har vit eiga útvið 40.000 tons. Umframt hetta eru so samráðingarnar í NEAFC, har nógv er fingið uppá pláss viðvíkjandi fleiri fisk- asløgum, teimum sokallaðu ferðandi fiskasløgunum, har svartkjafturin eisini kemur inn í myndina. Við- víkjandi svartkjaftinum er ikki nøkur semja fingin í lag enn viðvíkjandi býtinum, men Jørgen Niclasen ivast ikki i at fyrr ella seinni må eitt býtið koma sum viðvíkj- andi sildini, kongafiskinum og eisini makrelinum. 1 millión tons — Samlaði fiskiskapurin av svartkjafti hevur verið yvir | millión tons, har norð- menn og íslandingar hava okt sín part munandi seinnu árini við meiri effektivum skipum, so tað er eyðsæð, at henda øking fær ikki staðið við og fyrr ella seinni mugu londini í NEAFC fara at býta sínámillum, tá tosað verður um at tað bert skulu fiskast eini 800.000 til- samans. — 18 skip hava svartkjaft í loyvinum í dag, og 2 til- søgnir eru úti sum um fáar mánaðir verða hálaðar inn, so tað sigur seg sjálvt, at skulu øll hesi 18 loyvini koma við effektivum skipum er vandi á ferð, og tí er neyðugt at vit koma til eina semju um eitt býti. — Teir sum fiska svartkjaft í dag kundu hugsað sær allan svartkjaftin, at hann varð býttur millum verandi skip, men tað fáa vit ikki gjørt. Og teir sum hava ætlanir um at fara at fiska svartkjaft, vilja hava okkum at bíða, til teir eru við, sigur Jørgen Niclasen um verandi stóðu. Ongan lykil enn Spurdur, hvussu so býtt fer at verða einaferð, sigur Jørgen Niclasen, at enn hev- ur hann ikki nakran lykil at býta eftir, so tað fær hann ikki sagt nakað um. Tonsa- talið er avmarkað og tí er umráðandi at fáa sum mest burturúr hvørjum kilo, og her er tað at tann menning sum nú er at hóma í vinnuni verður okkum til fyrimunar, skoytir fiskimálaráðharrin uppí. — Vit eygleiða í spenningi gongdina, men vit eru ikki við fíggjarliga, og tað er at fegnast um, at tað er vinnan sjálv sum er farin í gongd. Vit fáa eitt fleirfalt virði um hetta tilfeingi verður góðsk- að víðari við eini góðari og sunnari menning, sigur fisk- imálaráðharrin í viðmerking um tær ætlanir sum nú eru frammi viðvíkjandi at gera surimi aftur úr eitt nú svart- kjaftinum.