Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 16. desember 1999 fee Suduroyingar fåa helst 700.000 kronur afturat tidindabladid Meirilutin i figgjar- nevndini er ikki sinn- adur at hækkad jått- anina til Suduroyar Sjúkrahús. Sostatt er lagnan hjá sjúkra- húsinum enn Óviss. Leiðslan hevur boðað frá, sjúkrahúsið má fáa tvær milliónir afturat, bara fyri at varðveita stóðið. Hin møguleiki eru spar- ingar, sum kosta fleiri størv, og at niður- leggja funktiónir Ætlanin er nú, at arbeiðið at fyrireika tvey stór samferðslumál í Suðuroynni, skulu halda fram komandi ár. Men enn er lagnan hjá Suðuroyar Sjúkra húsi líka óviss AKI BERTHOLDSEN Næsta ár skal meiri ferð set- ast á arbeiðið at fyrireika byggingina av nýggjum Smyrli. Og somuleiðis skal meiri ferð setast á arbeiðið at fyri- reika bergholið ímillum Øravik og Hov. Hetta tykist greitt, nú figgjarnevndin hevur lagt álitið ul fíggjarlóg fyri næsta ár fyri tingið aftur. Tí bæði meirilutin og minnilutin í figgjarnevndini mæla til at játta meiri pen- ing til Suðuroynna. Men talan er fyri tað all- armesta bara um at játta pening til at fyrireika ymisk mál við. Og sum vanligt er tað mest sannlíkt, at tað verður uppskotið hjá meirilutanum í figgjarnevndini, sum verð- ur samtykt. Nú nógv hevur verið tos- að um syndarligu støðuna i Suðuroynni, hava vit hugt eftir, um tað hevur ført nakra broyting við sær, nú fíggjarnevndin hevur við- gjørt uppskotið hjá lands- stýrinum til fíggjarlóg fyri komandi ár. Og hóast lítil munur er á, so hevur figgjarnevndin ver- ið eitt sindur meiri vælviljað ímóti Suðuroynni, enn landsstýrið var í upp- runauppskotinum. Meirilutin í figgjarnevnd- ini, sum er umboðini hjá samgonguni, skjýtir nevni- liga upp at jåtta 700.000 krénur meiri til ymisk enda- mål i Suduroynni enn tad, sum landsstýrið skeyt upp í upprunaliga uppskotinum. Tað einasta, sum lands- stýrið hevdi skotið upp at brúka í Suðuroynni kom- andi ár, var 1,8 millión. Hesin peningurin skuldi brúkast til vegin ímillum Vág, Lopra og Sumba og til at halda fram til at fyri reika arbeiðið at gera berg- hol ímillum Øravik og Hov. Men nú hava samgongu- menninir i figgjarnevndini mælt til at jåtta 300.000 krónur afturat til vegagerð í Suðuroynni, og tær skulu allar brúkast til at halda fram við ætlanini at fyri- reika berghol ímillum Øra- vík og Hov. Harafturat hevur meiri- lutin skotið upp at játta 450.000 krónur til arbeiðið at fyrireika byggingina av einum nýggjum Smyrli. I ár var ein millión sett av til endamálið, men bara 48.000 krónur vóru brúktar. Og meirilutin heldur, at ar- beiðið at projektera skipið eigur at halda fram. Í meirilutanum eru Bjarni Djurholm, Heini O. Heine- sen, Jógvan Durhuus, Jákup Sverri Kass. Minnilutin játtar meir Hinvegin hevur minnilutin í figgjarnevndini, sum er Flemming Mikkelsen, Lis- beth Petersen og Vilhelm M. Johannesen, skotið upp at játta eitt indur afturat til Suðuroynna. Minnilutin skjýtur upp at játta 3,2,milliónir til vega- gerð ímillum Vág, Lopra og Sumba og til. Men minnilutin sigur, at av hesari upphædd, kunnu upp til 2,8 milliónir brukast til tunnilin ímillum Øravik og Hov. Minnilutin skjýtur eisini upp at tingið játttar 250.000 krónur at kanna møguleik- arnar at byggja uppí stud- entaskúlan í Vági, sum hús- ast undir sera trongum um- støðum. Minnilutin heldur eisini, at 250.000 eiga at verða játtaðar til bakkaverju í Sumba, umframt 500.000 afturat til Strandferðsluna, so at Smyril eisini kann sigla tveir túrar ímillum Havnina og Suðuroynna mánadag. Somuleiðis skjýtur minnilutin upp at játta 500.000 til arbeiðið at pro- jektera nýggjan Smyril, so at tað kann halda fram komandi ár. Og at enda mælir minni- lutin til at játta 610.000 krónur til sluppina Johonnu. Peningurin skal brúkast til at betala tað, sum Jo- hanna skyldar landskassan- um, so at tað slepst undan, at hon fer undir hamaran. Minnilutin heldur, at hó- ast sluppin fer undir ham- aran, er peningurin mistur kortini. Tí er hetta uppskot- ið útreiðsluneutral. Onki til Sjúkrahúsið Hinvegin er tað ikki líkt til, at játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús verða hægri enn landsstýrið = upprunaliga skeyt upp. Í ár hevur sjúkrahúsið eina játtan upp á 29,9 milli- ónir og næsta ár er ætlanin at játta 31,2 milliónir. Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur ført fram, athetta eru 2 milliónir ov lítið, um ætlanin er at varðveita sjúkrahúsi á sama stødi næsta ár, sum tað er á í ár Leiðslan hevur eisini gjørt greitt, at skal so nógv sparast sum landsstýrið og nú eisini meirilutin í fíggj- arnevndini hevur lagt upp til, mugu heilar funktiónir skerast burtur Samstundis fer tað føra við sær, at fleiri fólk fara at vera uppsøgd á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Og hetta er ein uppgåva, sum landsstýrið má taka sær av, hevur leiðslan á Suð- uroyar Sjúkrahúsi boða almanna og heilsumála stýrinum frá Ti tað er ikki ein uppgåva hjá sjúkrahúsleiðsluni at gera av, hvørjar funktiónir skulu vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi, hevur leiðslan boðað Almanna og heilsu- málastýrinum frá Minnilutin i fíggjar- nevndini førir fram, at jått- anin til Suduroyar Sjúkra- hús er undirmett, og mælir til at hon verður hækkað 2 milliónir krónur Men nú er tað sjálvdan, at minniluta uppskot verða samtykt Sostatt má staðfestast, at lagnan hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi er enn óviss. Løgtingid fer at viðgera fíggjarlógina í dag Eiansti tingmaður í sam- gonguni í Suðuroynni, Hergeir Nielsen, sigur hin- vegin, at fíggjarneyvndarlim- ir hava sannført hann um, at ætlada jåttanin til Sud- uroyar sjúkrahús fer ikki at føra uppsagnir vid sær THE DUBLINERS Aldarinnar konsert 8. januar 2000 Sølustødini eru hesi: Norðoyggjar í høllini á Hálsi. Kanska tín jólagáva? Statoilstoðin í Klaksvík Kioskin hjá Ann Eysturoy Shellstoðin í Gotudali Statoilstoðin í Skálabotni Streymoy: Shellstoðin í Vestmanna Kunningarstovan í Havn 3 arin i SMS Shellstødin á Sandi Shellstoðin á Tvoroyr Sandoy Suðuroy: Shellstoðin á Bakka í Vag Nólsoy Matvorubúðin Alive Music Stuðla tiltakinum hava: Hestprent * Atlantic Airways * Foroya Bjór