Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 Oljufeløgini vilja helst hava, at før- oyingar sjálvir taka avgerð um, hvar í oljuhavnir skulu vera. Olju- feløgini vilja sleppa undan at blanda seg uppi politikk i teimum londum, tey ar- beida i. Og ti vilja tey helst sleppa undan á- byrgdini at gera av, hvussu og hvar, eitt land skal byggjast út, sigur varastrjórin í Saga Petroleum í Føroyum AKI BERTHOLDSEN — Oljufeløgini eru ikki kom- in til Føroya at føra politikk. — Ti vilja tey helst, at tað verða politikararnir, sum gera av, hvar i Føroyum oljuhavnir skulu vera Pauli Einarsson. vara- stjóri í Saga Petroleum í Føroyum, sigur, at ongin ivi er um, at sjálvi vilja olju- feløgini helst sleppa undan at taka stóðu til, hvar í Før- oyum oljuhavnir skulu vera. Í seinastuni hevur nógv kjak verið um. hvar í Før- oyum oljuhavnir skulu vera Og. ikki minst hevur dúg- liga verið kjakast um, hver skal gera av, hvar oljuhavn imar skulu vera Summi halda, at tad er oljufeløgini sjálvi, sum skulu gera av, hvadani tey vilja reka sitt virksemi, ti sjålvandi eru tey best før fyri at dóma um hvar olju- havnir liggja best fyri Millum teirra er sjålvur landsstýrismaðurin i olju- málum, Eyðun Eltør, sum ikki vil gera av, hvar olju- feløgini skulu leggja virk- semi sitt, i hvussu so er ikki i fyrstu syftu Onnur halda, at tað er ein sjålvsøgd uppgáva hjá pol- itikarunum at gera av, hvar oljufeløgini skulu vera. Og m.a. skulu politikarar hava økismenning í huga, tå ið teir gera av, hvar olju- vinnan skal vera. Fera ikki politikk Men enn eru tað mest poli- tikarar, vinnulívsfólk og vinnufeløg, sum hava út- talað seg vegna oljufeløgini. Vit hava tí spurt eitt olju- — Oljufeløgini koma ikki Føroyar at føra politikk. Ti vilja tey eisini sleppa undan at gera av, hvar í Føroyum oljuhavnir skulu vera. Tað er ein tíðindablaðið Nr. 240 - 16. desember 1999 Oljufeløg: Føroyingar skulu sjålvir gera av hvar oljuhavnir skulu vera spurningur, sum politikarar skulu taka stóðu til. Og tað skal helst gerast beinanvegin, tå ið leitingin byrjar, sigur Pauli Einarsson, varastjóri í Saga Petroleum í Føroyum. Sostatt eru bæði landsstýrismaðurin í oljumálum, løgtingslimir og vinnulívsfólk á skeivari leið, tá ið tey siga, at tað skal oljuvinnan sjálv avgera felag, hvat oljuvinnan sjálv heldur um útgerðarhavnir í Føroyum og um, hver skal gera av, hvar tær skulu vera. Og Pauli Einarsson, sum er varastjóri í Saga Petrol- eum Føroyar, sigur, at olju- feløgini føla tað ikki sum sína uppgåvu at at føra poli- tikk. —Ti vilja tey eisini helst sleppa undan at gera av, hvaðani oljuvirksemið i Føroyum skal rekast. Sostatt vilja oljufeløgini eisini hava eina politiska avgerð um, hvar oljuhavnir í Føroyum skulu vera. Og tað skal helst vera gjørt longu tå ið leitingin byrjar. Pauli Einarsson sigur, at oljufeløgini fara sostatt ikki uppfata tað sum eina forð- ing, um ein politisk avgerð verður tikin um, hvaðani tey skulu reka sítt virksemi. - Tverturímóti. Ti olju- feløgini hvorki kunnu, ella hava hug til at leggja seg út í, hvussu eitt land verður útbygt. — Hava myndugleikarnir í einum landi eina lands- ætlan, fara oljufeløgini ikki at royna at ávirka tað Krevur ikki nógv Annars sigur varastjórin í Saga Føroyar, at í leiting- arskeiðinum eru tað nógvar havnir í Føroyum, sum kunnu brúkast til útgerðar- havnir. - Tí tað einasta sum krevst til oljuvinnuna í leit- ingarskeiðnum, er reint vatn, brenniolja og eitt utt- andura goymslupláss uppá 2.000-5.000 fermetrar. Harumframt krevst ein goymsluhøll uppå einar 300 fermetrar og skrivstovuhøli uppå einar 50 fermetrar fyri hvønn operatør. - Men annars krevst bara ein bryggja uppå 20-40 metrar, ella kanska eitt sindur meir, har tað er einar 8-10 metrar djúpt framvið, og har bryggjan hevur eitt berievni uppá 5-10 tons fyri hvønn fermetur. - Og hesar treytirnar eru tað nógvar havnir í Føroy- um, sum lúka. — Annars krevur oljuvinn- an ikki so nógv annað enn tað, sum longu finst á nógvum havnum framman- undan av trukkum, bilum, kranum o.s.fr. — Og tað er ikki stórt ørdvisi at lossa eitt útgerð- arskip enn tað er at lossa eitt vanligt farmaskip. — Alt annað sum oljufel- øgini skulu brúka, eitt nú tangar til sement, barite, bentonite 0.s.fr., hava tey við sær, tí tað er ikki til taks nakra staðni i Føroyum. Heilt fitt av virksemi Summi hava eisini víst á, at tað er ongin orsøk til at føra seg so nógv fram i roynd- unum at fåa oljuvinnuna til sin, ti talan er um litid og onki virksemið, í hvussu so er í leitingarskeiðinum. Men hesum er Pauli Ein- arsson ikki samdur í. — Talan er kanska ikki um so nógv virksemið eftir al- tjóða málistokki. — Men í einum lítlum samfelag, har lítið virksemi er frammanundan, skal so lítið til, at tað munar bein- anvegin. — Eitt nú sleppa handlar at selja pallunum matvørur og allan annan proviant. — Og hvønn mánaða koma nøkur tons av burt- urkasti av aftur pallinum til lands og skulu skiljast og fyribeinast. — Harumframt fåa verk- stød og adrir tænastuveit- arar nakað meiri at gera. — Og tað fer at hækka stødid á tænastuveitarunum munandi, so at tey blíva nógv effektivari, enn tey hava verið. — Møguliga verður hvor arbeiðstími eitt sindur dýr- ari. Men tað fer at koma nógv meiri burturúr hvørj- um tíma. — Og tað fer ikki bara at koma oljuvinnuni til góðar, men eisini bæði fiskivinn- uni og allari aðrari vinnu, tí tað fer at fáa ringvirkningar um alt samfelagið. Pauli Einarsson sigur, at í veruleikanum er tað ikki virksemið á sjálvari bryggj- uni, sum er tað mest av- gerandi. — Tað eru ringvirkning- arnir, sum virksemið á bryggjukantinum føra við sær, sum kunnu fáa stóran týdning fyri samfelagið annars. Pauli Einarsson sigur, at stødan verður heilt ødrvisi í útbyggingarskeiðnum. Ti tá krevst eitt uppland sum kanska er nærmari 50.000 - 100.000 fermetrar, og tað eru tað ikki nógvar havnir í Føroyum hava til taks. — I útbyggingarskeiðnum er tað tí neyðugt at hyggja eftir, hvar tað er nokk av plássi. — Tað er eisini útbygging- arskeiðini, sum kasta nógv mest arbeiðið av sær. — Tí tá ið pallarnir fara at bora olju, framleiða, minkar virksemið aftur. Seta ymsar treytir til oljuhavnir Spurningurin er so eisini, hverjar fortreytir oljufeløg- ini leggja dent á, at ein olju- havn annars skal lúka. Pauli Einarsson sigur, at tað kann vera so ymiskt. Hann sigur, at fjarstødan frá oljupallinum til útgerð- arhavnina hevur vanliga ikki tað stóra at siga, uttan so at tað eru fleiri tímar á muni á siglingstíðini. — Men er talan um eina tilbúgvingarstóðu, hevur fjarstødan sjálvandi nógv at siga. — Hinvegin er tað eisini ein spurningur, hvørjar tæn- astur eru, hvar tær eru og, hvussu skjótt tað ber til at fatur á teimum, um tær yvir- høvur fåast í Føroyum. — Annars setir ein útgerð- arhavn sjálvandi ávís krøv til samferðsluna, so at góðir møguleikar eru at koma til og frá. — Tað hevur stóran tydn- ing, at samferðslan er góð, so at tað er skjótt at flyta vørur og fólk ímillum, ikki minst ímillum útgerðar- havnina og flogvøllin. — Tydningurin av sam- ferðsluni skal tó ikki heilt yvirmetast heldur. — Tí er talan um bráneyð- ugan flutning, er tað vanligt at leiga bát, tyrlu ella flog- far, og er talan um at flyta stórar lutir ella amboð, koma tey oftast við serflutn- ingi kortini, sigur Pauli Ein- arsson. — Men annars vænta olju- feløgini sjálvsagt, at spurn- ingurin um samferðsluna verður loystur, leggur hann afturat. — Annars hevur tað eisini nokk so stóran týdning, hvørjir íbúðar- og fritid- armøguleikar eru á staðn- um. — Og tá verður als ikki bara hugsað um matstovur og náttklubbar, men um frí- tidarmøguleikar í víðastu merking og um møguleik- arnar fyri einum sosialum lívi aftaná arbeiðstíð. — Og tað hevur eisini stór- an tydning, hvørjir skúlar eru á staðnum, hverjir møguleikar eru fyri dagrøkt 0.s.fr. — Hetta er nakad, sum olju- feløgini leggja dent å, eru å staðnum. — Tí tey leggja eisini stór- an dent á, at tey vilja ikki koma higar at broyta sam- felagið, sum er, sigur Pauli Einarsson.