Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 16. desember 1999 tíðindablaðið UU Hanus Andreassen ummælir: Enn gel i stavni Tá sólin man lækka í landsins holl, og kavin legst hvítur um dalar og fjøll, á keypmansins diskar seg leggja tær bøkur, ið røda um kærleik og sorg, og upplysing kveikja i småttu og borg, og - stundum - til fullveldis eggja. Ein dagin var komin - eg gjølla tad så - ein bók, sum á liti var ljósleitt og grá, hon huga mín brátt mundi fanga. A permu við eygum — á døkkari mynd ið søgdu: ein drottur oss loysir úr synd, har mundi ein hálshvítur pranga. Eg blaðaði í henni, dylji tað ei, eg kendi meg staddan á ríkari leið, og fekk mær á bókina fatur. Skaldið var norskt, men av skotskari ætt, hans eftirnavn Dass var, so havi eg frætt, hans ramliga fornavn var Pætur. Hann føddist í sekstanfjøruti sjey, í Norðnoreg tugdi hann barndómsins breyð, í Bergen hann gjørdist studentur. Í Keypmannahavn hann sín prestlærdóm fekk, tann læra — har sjón fyri søgnina gekk — hon sló ikki falskar mentir. Hann norðaftur flutti — til korini trong og sum kapellán í árini mong vit í Nesna hann búleika síggja. Men seinni hann sessast á feitari rók í Hálogalandi, í Alstahaug fekk kall hann í áttatiníggju. Hans sóknarbórn balast á kargari jørð, hygg, menninir skjútsa hann yvir um fjørð, meðan eystan av Kjølinum blæsur! Men yrkjarans vit varð av andgletti skerpt, so mangan tað sannast, at mótburður bert gevur skaldinum floygdari ræsur. Hans fyrimynd Luther tað bragd hevði gjørt sítt móðurmál balda í kirkjuna ført, á fedranna máli tey sungu. Brátt Pætur varð kendur um Noregi alt sum næmingur Luthers, ið Gud hevði valt at fetta ta norðlendsku tungu. Eitt konubrot var — ei eg havi tað droymt — av henni var eisini — tað veri ei gloymt — tann miðaldar målvansi bøttur. Tey samdust so væl undir Noregis lon, Pætur hin rádni og skaldkvinnan von: Dorothea Eingilbrektsdóttir. Meg minnist sum barn, tey sótu so svinn, tá faðir meg leiddi í kirkjuna inn, av reinleika alt mundi skína, tá sungu tey sálm hans — tey dugdu hann gll: tó lága lon fúnar og vegliga holl, fram fagurt Guds ríki skal trína. Ta tid, ið hann livdi, vit rópa barokk, tå skreytskrýdd — sum vøkstur, ið fer upp í slokk — bæði bønhus og dómkirkjur vóru, tá málmmikil Kingo bar Harranum takk, og tónanna fugur Sebastian Bach læt ljóma við tign inn í kórið. Hann sálmarnar yrkti, væl upp í ein leyp, tað hefti ei fyri, sum átti hann steyp, har altíð tað yvir man flóta, hann yrkti um Harrans skapanarverk, um fugl og um fisk og um villdjór so sterk, um hvalin, í dýpi man róta. Men krúnan á hansara skaldskapi er tann Norðlandslúður, vit umrøda her, ein lýsing av norðlanda lívi, ið gevur sum heild eina fjølbroytta mynd av skapningum Harrans úr fjóru í tind, av korum hjá manni og vívi. lir lúður Peter Dass Vit lesa um lappan, í skinnklæðum er, sum hús síni knáur á bakinum ber, og hjall sín í trøum man byggja, um finnan, sum loysir við gandi tín bát, so byrur gerst góður og manningin kát, brátt fúsir á miði tit liggja. Vit lesa um firðir og oyggjar og nes, um matgerð og mentan av fjalli í fles, um sólargang, skiftandi lýsi, um steinbít, ið svimur um sjógvin við gron, um flundruna feitu — ei gloymd veri hon — um hákelling, laks og um hýsu. Her andar eitt myndugt og innankátt skald, sum hevur á orðunum merkiligt vald, ein floygdur - og jarðbundin - vinur, ið eisini tyktar — ei royking og snús man kvinnuna fríðka, enn minni kardús man edla teir norðlanda synir. Týðingin henda úr penni er førd av kvivikarpresti, ið fyrr var, og gjørd, sum borin av innblåstri lyggjum. Her er ikki illgongt, tú flýgur avstað úr sýslu í sýslu, tað tykist, sum kvað eitt føroyskt skald her av nýggjum. Væl er hon handfarin útgávan, við, stadanøvn hava føroysk snið, so kunnugir kennast teir blettir, her hómast Jóhan Hendriks ráð, kopphyggin Valdemar tær prentvillur smá læt lúka, so eingin var eftir. Tøkk fái Stidin og Zakarias Wang, ið ei gloymdu prestin, um småmannin sang, og framdu tað útgávubragdið. Og tøkk fái Axel, ið orðkringur bar tann stimbrandi lúður vestur um hav og loysti ta týðing úr lagdi. Hestprent læt lúðurin prenta væl, og á snøggum papir, ei dyljast tað skal, so keyparin ei verður nipin. Fyri 100 krónur hann fáast kann, so far bert av húsum kvinna sum mann at ogna tær henda gripin. Petter Dass: Norðlandslúðurin. Axel Tórgarð týddi. Forlagið Stidin gav út. Kostnaður 00 krónur. 15 Leinkjurnar Vóru saman í mong ár Hann stásklæddur Eg í posatroyggju Hann møtti Altíð Langt áðrenn Nakar annar Ljós geislaði Ur skrivstovugluggunum Langt út á kvøldarnar Hansara likam og sál Brúsaðu Av orku, framskygni Og lívsgleði Hóast langan arbeiðsdag Var hann í øllum Hugsani nevndum Almenn og privat Høvdu álit á honum Eitt arbeidsgres Ein orkan Fyrstu árini Virkin í trúarbólkum Síðan í kaggum og Klubbum I ollum mentanarligum høpi I fremstu rød Hann helt Ongin kundi Gera honum tad eftir Meg minnist hann segði >eg vil liva meðan eg livi« Eg leitaði til aðrar strendur sá hann aftur einsamallur á veg innar í kaggan við skjáttu ið boygdi ryggin togaði hann niður, niður orkaði ikki at standa ímóti varð drigin eftir hárinum eg heilsaði honum men hann kendi meg ikki aftur eg í posatroyggju hann í rivnum og skræddum klæðum køstaluktur eygu hans vóru hans voru tom sål og likam skríggjaðu bert gralaði í honum oll høvdu svikið seg vent sær bakið neyðars hann havt tríggjar konur 2 høvdu læst seg inni myrkrið tók tær í favn triðja var flýggja av landinum børnini reikaðu um 8000 í somu stóðu hoyrist róp frá klubbum, kaggum cafeeum eftir øllum hesum Góði vinur! Kom við mær! Men hann leitaði Sær heldur Innar á drykkjustovuna Sólmundur Joensen Konsert við Sang- kórinum í Siloa Leygarkvøldid 18. des. kl. 20.30 fer Sangkórið í Siloa, Fuglafirði undir leiðslu av Eyðun á Lakjuni at hava jóla- konsert í nýggju høllini á Studentaskúlanum á Kambsdali. Skráin verður rættuliga fjølbroytt við bæði nýggjum og gomlum jólasangum og -sálmum. Kórið fer bæði at fram- føra a capella og saman við orkestri. Í hesum sambandi hevur kórið fingið tríggjar ungar menn at hjálpa sær við undirspæli. Hans Poulsen, klaver, Rúna Lómstein, bass og Bjarna Jøkladal, guitar. Eisini fara vit at hoyra Bárð á Lakjuni leika á tvørfloytu Solistar verða eisini at hoyra saman við kórinum á konsertini. Hanna Eliasen fer t.d. at syngja sangin av jólafløguni hjá Mariah Carey: >Jesus, Oh what a wonderful Child« Konsertin, sum sjålvandi er almenn er eisini …keypis. Tel +298 31 95 4 Fax +298 31 75 4 Alt innan Mail" jakza«