Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

atalið 5.000 GSM skipa For oya Tele hevur nú verið virk 4 mánaðir. Ikki kann sigast annað, enn at skipanin hevur verið væl hesar 14 mán- aðirnar hava nærum 5.000 føroyingar valt at fáa sær GSM. Fyri at gera okkurt eyka burturúr, fer Foroya Tele at geva fel- aga nr. 5.000 ein flog- ferðaseðil til Danmarkar. Fyri Føroya Tele hevur tann góða måttøkan av GSM merkt, at útbygg- ingarnar kundu fremjast fyrr enn upprunaliga ætl- að. Longu tíðliga í | summar var útbyggingin, sum varð ætlað fyri alt árið 1999, liðug, og í vet- ur hava fleiri útbygging | verið framdar, har tað hevur víst seg, at sam- bandið kundi verið betri, t. d. yvir við Strond, í Hósvík og á Porkerisnesi. Hetta seinasta hevur við sær, at nú virkar GSM fartelefonin á nærum øll- um vegastrekkinum mill- um Vág og Tveroyri. Hesar útbyggingarnar var annars ikki ætlanin at fara undir fyrr enn í komandi ári. Dagførd útbreiðslu- kort eru at finna inni á http://www.tele.fo/ telefoni/Fartelefoni GSM/. Fyri kundan hevur tann góða måttøkan av GSM merkt lægri samtalu- gjøld. Tå GSM-skipanin | byrjadi i oktober i fjør, var gjaldið fyri at ringja vid eini GSM fartelefon SM - felag- ast teimum nærk- 3,50 kr. um minuttin Hetta gjaldið er síðani lækkað 2 ferðir, fyrstu ferð í sambandi við at | uppringingargjøld vórðu sett í verk tann Í. juni í ár, tá gjaldið lækkaði nið- ur í 3,30 kr. og aðru ferð 1. des., tå samtalugjaldið lækkaði niður í 2,80 kr. Tey nevndu gjøldini eru øll daggjøld; kvøld- og nåttargjøldini eru helm- ingur av daggjøldunum. Komandi år verda vænt- andi aftur lækkingar gjørdar í gjøldunum. Eisini er tað vorðið 6- líka lættari at útvega sær eina GSM fartelefon, tí tey flestu sølustød, sum selja GSM fartelefonir, selja SIM-kort, soleiðis at telefonin virkar í tí lotu, hon verður keypt. SIM- kortið (Subscriber Iden- tity Module) er lykilin til GSM fartelefonina og e neyðugt, fyri at telefonin skal virka. GSM-haldið gevur ikki bert atgongd til kervið hjá Føroya Tele. Eisini eru gjørdar samstarvsavtalur vid adrar kervisveitarar. Tann 1. des. vóru avtalur við veitarar í hesum lond- um: Danmark, Norra, Svøriki, Island, Finnland, Ongland, Belgia, Sveits, Eysturriki, Luksemborg, talia, Pólland, Rumenia, Tjekkia, Portugal, Israel, Turkaland, Russland og Hong Kong. Tað koma stødugt fleiri avtalur, og hesar verða lystar í út- varpinum so hvort. Í ———nnnniidwiwwewd Jørgen Dahl ger comeback á føroyska flógumarkaðinum eftir nærum fullkomna tøgn í fleiri enn 15 år Nr. 240 - 16. desember 1999 Mynd: Eyðun Klakkstein Jørgin Dahl aftur á slóðina - Tað er eitt stórt mistak, at eg ikki havi útgivið tónleik í Føroyum í meira enn 15 ár, sigur Jórgin Dahl, sum gevur nýggja fløgu út í Føroyum fyrst í februar EYÐUN KLAKKSTEIN KEYPMANNAHAVN Hann er madurin aftanfyri sangir sum Komið øll við, Me and Virgina, Breaking my Heart og Heading for Disaster. Hann er tiltikin tonleikar og hevur langt síðani sligið sitt navn so rimmarfast í før- oysku tonleikasøguna. Jørgin Dahl var undan- gongumadur i føroyskum roocktónleiki í 70'unum, og 80'unum staðfesti hann sína stødu sum framúr komponist og tónleikari. Hann skrivaði mesta av tónleikinum hjá Straight A- head, og seinni heyði hann eisini týðandi leiklut í Hjarnum. Men síðani 1983 hevur Jørgin Dahl mest sum tagt fullkomiliga. Hann hevur gjørt tónleik til onkra sjón- varpssending og ein stutt- film, men eingin verulig út- gáva er komin frá honum, síðani hann í 1983 var við til at gera plátuna We come for you hjá Hjarnum. Men nú fer aftur at ljóma. Jórgin Dahl er í hesum døgum í Media Sound Studio í Keypmannahavn, har róddirnar verða lagdar á tónleikin til nýggja fløgu, sum rakar føroyska tónleik- amarknaðin fyrst í februar. Ein brølari Tad er eitt stórt mistak, at eg ikki havt útgivið tónleik í Føroyum í meira enn 15 ár, vidurkennur Jørgin Dahl anno 1999. Tað hevur verið lítið at hoyrt til Jørgin Dahl tón- leikaliga, síðani hann flutti til Danmarkar miðskeiðis í 80'unum, men seinast árið er hann komin eitt sindur afturíaftur, tí fleiri sangir hjá honum eru endurútgivnir á savnsfløgum. - Eg havi altíð havt ilt við at venda aftur til nakað, sum eg áður havi roynt, og tá eg fór til Danmarkar, ætlaði eg mær víðari við mínari karr- ieru. Tí vildi eg ikki brúka orku uppá at geva tónleik út í Føroyum, sigur hann. - Men tað var ein brølari. Eg kundi saktans havt givið tónleik út i Føroyum, sam- stundis sum eg royndi at vinna meg fram i Danmark. - Eg havi ofta verið spurd- ur um, hví eg ikki havi givið okkurt út í Føroyum, og tað eru nógv fólk, sum hava mælt mær til tað, og nú kann eg bara siga, betri seint enn ongantíð. Nú fáa før- oyingar umsíðir eina nýggja fløgu frá mær, sigur hann. Saman við Jørgeni eru tveir danir og ein skoti um at gera nýggju fløguna. Danirnar hevur Jørgen áður samstarvað við, meðan samstarvið við skotska sangaran John McCherry er nýtt. Við stødi í ti gamla Jørgin Dahl hevur sentralan leiklut á nýggju fløguni. Hann hevur skrivað allar sangirnar, hann spælir key- board og bass, og hann syngur kór. Men hann syngur ikki solo. - Eg vil helst sleppa und- an at verða forsangari, tí eg havi ongantíð mett meg at verða tann stóra sangaran, men eg syngi gjarna kór, sigur Jørgin Dahl. Um tónleikin á nýggju fløguni sigur hann: - Tónleikurin er rættiliga ymiskur, men sum heild haldi eg, at talan er um víð- ariútvikling av tí, sum eg gjørdi í Føroyum fyri 15 árum og meira síðani, sigur Jørgin Dahl. Tónleikurin á nýggju fløguni er rockinspireraður, men pláss eru eisini fyri balladum, sum Jørgin Dahl áður hevur prógvað, at hann dugir at skriva — til dømis Breaking my Heart, sum er ein tann besta føroyska ball- adan nakrantíð. - Elsti sangurin á nýggju fløguni er skrivaður í 1989, men allir hinir sangirnir eru skrivaðir seinastu tvey ella trý árini. Stílurin er ymisk- ur, men alíkvavæl er talan um ein reyðan trá, sum gongur igjøgnum, og so skuldi tað hoyrast aftur, at eg havi gjørt tónleikin. Tað er plátufelagið Tutl. sum útgevur nýggju fløguna hjá Jórgeni Dahl, og fyrst í februar skuldi hon verið at fáa í føroysku fløgusølu- num. Viðmerking: Brandur, Annika og Í Tyskvøldid, 14. des. 1999 var = jólaveitslan, sum Stuðlafelagið I.S.B. stuðlaði fyri, millum 250-300 fólk vóru. Hetta má uttan iva vera besta jólaveitsla av øll- um. Spontan gleði og væl- nøgd eyðkennir øll, sum lut- taka. Umframt at Stuðlafelagið er ein framúr góður fíggj- arligur stuðul, so er henda veitsla eitt stórt tiltak, sum er gjørd fyri oll tey, sum luttaka í ymsum ítróttar- greinum fyri brekað, s.t.d. svimjing, frælsa ítrótt v.m. Eitt nýtt og spennandi til- tak var fyrstu ferð við. Brandur Øssurson og Ann ika Højgaard hava vant eitt orkestur við menningartarn- aðum, og er hetta tiltak skipað undir Térshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Tíbetur var Napoleon Nolsoy leiðari av kvøld- skúlanum aftur við í ár, so- leiðis sum hann plagar. Vit vita væl, at nógv sæst eftir á tí handaliga økinum samb. framsýningum. Urslitid av arbeiðinum hjá Brandi og Anniku sóu og hoyrdu vit á hesi somu jólaveitslu. Tað er ótrúligt, at tit uppá so stutta tíð eru komin so langt ávegis. Eg skilji, at tey eru byrjað við rytmum. Frá- líkt - ein glaður flokkur, sum heilt seriøst fór undir hesa framførslu við lika so spentum áhoyrarum. Fyrst byrjaðu tey við trummunum og rytmuinstrumentum og so tóku hornini undir. Tað var dyrdartøgn og so livdi allur salurin við. Stóra tøkk - fyrst og fremst Brandur og Annika, síðani tit, sum gleddu okk- um vid tykkara spæli. So fingu vit eina cornetsolo! Tað var Malan, sum frøddi åhoyrarnar við 2 ferðir at spæla cornet fyri okkum. Sjálvdan hava solistar møtt stórri fagnað enn Mal- an og orkestrið. Eingin endi var á fagnaðinum. Hetta er tað, sum eg altíð havi víst á, at tað er ótrúliga nógv, tey menningartarnaðu kunnu, um bert vit gera um- støðurnar eftir teirra treyt- um. Her var >sjón fyri søgn«. Annika og Brandur tit eiga stóran heiður og tøkk fyri tykkara Gtroytti- liga arbeiði. Tit prógvaðu, at tað ber til. So at enda takk til nevnd- ina í Stuðlafelag Í.S.B. og vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og góðan arbeiðshug í tí nýggja ári- num, og gott ítróttarár hjá Hanna Lisberg