hósdagur 16. desember 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 16. desember 1999
tíðindablaðið
Hvat vigar Snar, tá tú
fært hann í nakkan?
Krasjar tú frontalt við bilinum við 60 kilometra ferð — og tú fært hunda-
hvólpin undir bakrútinum í nakkan — so vigar hann 567 kilo! Við einans 60
km/t fær fartelefonin eina vekt uppá umleið 10 kilo! Ein hálv akvavitt er sum
ein upper-cut frá Mike Tyson!
Í
ER
Hundurin uppá 10 kilo fær eina vekt uppá 567 kilo. Dokumentkuffertið rýkur frá 5 upp á 283 kilo, manualbókin frá
2 til 113 kilo um tú rennir frontalt saman við eini ferð upp á 60 km/t…
Fáur hugsar helst um, at um
ein krasjar frontalt við 60
kilometra ferð, so fær eitt
borðtennisbatt — ið kanska
liggur undir bakrútinum —
eina ferð, sum gevur batti-
num eina vekt uppá 30,6
kilo. Tað svarar til at fáa ein
undir vangan frá Mike Ty-
son!
Hetta skrivar viðurkenda
spanska ferðslublaðið Traf-
ico, sum hevur gjørt eina
umfatandi kanning av van-
ligum lutum, vit ofta draga
við okkum í bilarnar. Út-
gangsstødid er ein Renault
Laguna, sum við 60 km/
rennir beint í ein múr.
Kannað verður so, hverja
vekt teir ymsu lutirnir fáa,
tá teir verða slongdir fram-
eftir.
Demi
Hundurin uppá 10 kilo fær
eina vekt uppá 567 kilo.
Dokumentkuffertið rýkur
frá 5 upp á 283 kilo, manu-
albókin frá 2 til 113 kilo,
Hóast tað fleiri ferðir verður gjórt við tað, so
gongst illa at fáa fólk at brúka ljósini rætt
EIRIKUR LINDENSKOV
Fyrr í vetur vísti ein lesari
okkara á, hvussu vanda-
mikið tað er, tá bilar standa
við vegjaðaran við tendr-
aðum lyktum í myrkri.
Hann vísti serliga á vand-
an við skúlarnar í Havn, har
foreldur beinleiðis lata
børnini í eina deyðsfellu, tå
tey sleppa teimum úr bilu-
num, samstundis sum tey
blenda mótkoyrandi ferðsl-
una.
— Slíkur hugburður hevur
kostað mannalív - og tí átti
tað ikki at verið so ringt hjá
bilførarum at funnið út av
at sløkt niður til parkerings-
ljós, tå steðgað verður. Tað
tekur bert brotpart av sek-
undi at gera tað - og gkir
munandi um ferðslutrygd-
ina, sigur- lesarin, sum
undrast á, at einki hjálpir,
hóast skrivað hevur verið
um tað í Sosialinum og
hóast tey á Koyribreytini í
útvarpinum fleiri ferðir
vísa á sama vandan.
Hendan myndin vísir,
hvussu lítið foreldur
hugsa um ferðslutrygd-
ina, tá tey seta børnini
av við Argja skúla.
Slóktu tey niður til park-
eringsljós varð trygdin
munandi økt…
dagbókin frá 0,770 kilo til
43,7, regnskjólið frá 0,440
til 25 kilo, leikur frá 0,330
upp á 30,6 kilo, fartelefonin
frá 175 grammum uppá 9,9
kilo, brilluhúsin frá 150
grammum uppá 8,5 kilo og
ein fyllipennur frá 25
grammum upp á 1,4 kilo.
Í hesum seinasta førinum
má ein bara vóna, at penn-
urin ikki rakar nakkan við
tí spíska endanum fremst!
Vil ein so vita, hvussu
nógva vekt ein ølkassi ella
ein akvavittfløska fær — so
er bara at falda vektina við
á leið 56! T.v.s. at ein hålv
Alborg gevur á leið somu
slagvekt sum ein upper-cut
frá Mike Tyson!
Tað stutta av tí langa er,
at vit eiga at ansa okkum
við leysum lutum í bilinum
Flestu bilar í dag hava fleiri
rúm o. a. til smálutir, sumt
av hesum hoyrir heima í
viðfórisrúminum — og
trygdarbelti fáast eisini til
hundar í dag!