Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið DUPI Nr. 241 - 17. desember 1999 Jon ur Leyden og eftirmenn hansara Brot úr ámæli tjúgundu aldar And what rough beast, its hour come round at last. slouches towards Bethlehem to be born? Hanus Andreassen EITT HØVUDSMAL hjá Stalin og termum eltiblødrum, hann heyði rundan um seg, var at lemja sjálva mønuna í tí russiska kommunistaflokkinum. Henda ætlan var útint við Moskva- rættarmálunum, sum tey vórðu rópt. Í tí fyrsta av hesum sakar- málum vórðu Sinovjev. Kamen- ev, Smirnov og aðrir åkærdir, dømdir og í flestu forum skotnir. Í tí næsta stóra sakarmálinum vóru høvudsmenninirnir millum teir åkærdu Pjatakov, Sokolnik- ov, Serebriakov og Radek. Í ti triðja og gitnasta rættarmálinum William Butler Yeats sótu m.a. Bukharin, Rykov, Krestinsky og Rakovski á ákærubonkinum. At kalla allir teir ákærdu við- gingu uttan himpr, at teir vóru brotsmenn. Men í roynd og veru vóru allar tær brotsgerðir, teir vóru ákærdir fyri — njósning, sabotasja. landasvik, morð- royndir — íspunnar. Her var við ødrum orðum talan um sjónleik á høgum stødi. Munurin millum vanligan sjónleik og hesi sakar- mál var bara, at kúlurnar, sum teir dømdu í hesum føri vórðu skotnir vid, vóru veruligar. Hesir leikararnir vóru bara á pallinum ta einu ferðina. Mangt hevur verið gitt um, hvussu tað bar til at fáa harð- vunnar stríðsmenn at leika við í slíkum sjónleiki. Men hetta er ikki longur nøkur gáta. Teir ákærdu vóru i summum fórum illa píndir, og, sum fyrrnevndi Meyerhold tók til, eftir slíka viðferð "for eg at ákæra meg sjálvan í teirri vón, at um ikki annað hetta skjótt fór at føra meg á avrættingarpallin”. Aðrir vórðu hóttir v ið, at løgreglan legði hendur á konu og børn. um teir ikki vístu lýdni. Um Buk- harin er at siga, at hann veruliga skuldsetti seg sjálvan og læt lív í teirri trúgv, at henda ge ro tænti einum hægri máli: tí nýggja Jerusalem, sum einaferð fór at verða skapt. Tann einasti kendi flokslimur- in, sum sýtti fyri at leika við í hesi makabru framførslu. var Martemian Rjutin, sum varð nevndur í fyrra parti av hesi grein. Rjutin, ein lítillátin skúla- lærari, fór longu fyrst í tríatiáru- num at skipa fy ri virknari, polit- iskari mótstøðu móti flokskós- ini, tí — sum hann skal hava sagt — “Stalin er ein skálkur og ein politiskur illibirtil, sum fer at leiða landið út í Gføri”. Rjutin varð koyrdur úr flokki- num og handtikin. Ú tafturslopp- in helt "hann fram við sínum Y Seinni partur politiska virksemi móti floks- kósini. Í 1936 varð hann fongsl- aður og biðin um alment at við- ganga sínar syndir. Hann nokt- aði. Hann varð píndur í fleiri månar av tí sovjetsku loynitæn- astuni. Men hann var ikki til at vika. Rjutin varð skotin tann 13. januar 1937. FRAMMAN FYRI mær havi eg eitt kort av Sibiria. Landið er so Stórt , at tað einsamalt fevnir um eitt umráði, ið er ein tólvtipartur av allari heimsins vídd. Her ferðaðist tann ungi, vakri Sigert Patursson árini 1890 til 1895 á sletu, á hestbaki ella við skipi. Hansara frásagnir anga av frísk- leika og ungdómi. og tað er sum tað velduga meginlandið rísur úr teimum í moyardæmdum frísk- leika. Longu um hetta mundið var vanligt at senda fólk, ið vóru dømd fyri ólýdni móti myndug- leikunum. í útlegd henda vegin. Teir útlagnu høvdu tað ikki bara ringt. Teir kundu lesa, veiða, fiska ella fara útferðir. Teir høvdu brævaskifti við skyldfólk, vinir ella politiskar lagsbrødur. Rásarúm høvdu teir, ti sav ning- arlegan var ikki uppfunnin um hetta mundið. Summir fingu enntá eitt slag av sosialhjálp. Tíðir og siðir broyttust. Um eg aftur hyggi at kortinum, ansi eg eftir, at tað er sandrað við svørt- um prikkum, ið minna um ein staraflokk, sum dagar móti klár- um himli. Hetta eru tær sav ning- arlegur, tær arbeiðslegur og tey fongsul, sum tann russiski Jón úr Leyden og felagar hansara fingu stundir at byggja ta tíð, teimum var unt at virka á fold- um. Vesliana, Petsjora, Novi Bor og Khabarikha. Mordino, Lapi- dino, Ust Nem, Jaksja og Zaim- ka. EYSTURSIBIRIA VAR í hesum tíðarskeiði umsitið av einum stovni, ið róptist Dalstroy. Umráðið, ið er fýra ferðir so stórt sum Frakland. breiðir seg frá ánni Lena vestanfyri móti Beringssundinum eystanfyri, frá Okhotskahavi sunnanfyri til Eystursibiriahav fyri norðan. Tann norðari parturin er taktur av tundru og permafrosti og er eitt tað kaldasta umráðið í heim- inum. Landið verður, eftir einari av áunum, sum rennur út í Eyst- ursibiriahav, rópt Kolyma. Søgan um tær milliónir, sum vórðu tvingsilsfluttar henda vegin, og sum í flestu fórum ikki bóru boð í bý, er sum eitt veld- ugt glerdrama, kundi næstan verið eitt millumtekstaligt uppí- skoyti til tey køldu kapitlini í Divina Commedia eftir Dante. Fangarnir vórðu fyrst fluttir, innistongdir í i stúgvandi fullum Stalin verður fagnaður á 70 ára degnum í 1949 vognum, úr Russlandi til eina transittlegu ikki langt frá Vladi- vostok. Henda ferðin vardi mill- um 25 og 35 dagar, og fangarnir vóru ofta bæði kropsliga og sálarliga niðurundirkomnir. tá hon var at enda. ÚR TRANSITTLEGUM við Kyrrahavið — eitt nú Nakhodka ella Vanino — vórðu trælirnir førdir við skipi um Okhotskahav til havnabýin Nagajevo, stutt frá býnum Magadan. Millum tey skip, sum vórðu brúkt til henda trælaflutning, kann eg nevna Sovlatvia, Dalstroy, Dsjurma og Indigirka. Skipini førdu vanliga millum 8.000 og 12.000 trælir å hvørjari ferð. Fangarnir vórðu riknir niður í lastina, sum van- liga varð býtt sundur í búr við rimaverki úr jarni ímillum. Fangarnir vóru innistongdir undir dekkinum teir o.u. 8 dag- arnar, ferðin vardi. Ein mann- ligur fangi, sum starvaðist á sjúkradeildini á Sovlatvia í 1949, hevur greitt soleiðis frá umstødunum í lastarúminum: Vit gingu við stríð niður igjøgn- um eina ógvuliga reysta, håla trætrappu og komu endiliga niður á botn. Tað tók okkum nakað av tíð at venja eyguni við tað káma ljósið á tí ónossliga niðara dekkinum. Sum eg so smátt varnadist, hvar vit vóru staddir, sá eg eina sjón, sum hvorki Goya ella Gus- tave Doré nakrantíð hevði kunn- að ímyndað sær. Meira enn 2.000 kvinnur vóru stúgvaðar saman í tí risastóra, helliskenda. skýmliga lastarúminum. Av dúrkinum og upp undir loftið vóru tær, sum í einum veldugum høsnafarmi, innistongdar í opn- um búrum, fimm í hvørjum búri sum var níggju ferføtur til vidd- ar. Dúrkið var avtakið av fleiri kvinnum. Av tí at tað var so heitt og so kvalid, vóru tær flestu lítið ílatnar, og nakrar høvdu latið seg úr at kalla hvørjum tråd. Orsakað av tí miskunnarleysa hitanum, og tí at tað ikki bar til at vaska sær, vóru teirra likam full av ónossligum reyðum blett- um, svullum og bløðrum. Tær flestu høvdu, umframt búksjúkur og blóðsótt, okkurt slag av húð- sjúku. Undir trappuni, sum vit beint vóru komnir niður í ígjógnum, stóð ein risastórur ke iggi. Ymsa- staðni á tromini. beint fyri eygu- num á teimum hermonnum. sum hildu vakt í erva, sótu konufólk. sum fuglar á einum vagli, og í teimum mest ótrúligu likams- støðum. Sum tær sótu og huku fyri at kasta sær á vatninum ella tóma tarmarnar, vístu tær hvorki skomm ella smædni. Tú hevði ein varhuga av, at hetta vóru skapningar, sum hoyrdu einum øðrum heimi og eini aðrari old til, til helvtar menniskju, til helvtar dýr. Og kortini, tá tær sóu ein mann koma niður í- gjøgnum trappurnar, sum bara var ein fangi sum tær sjálvar, fóru nógvar teirra at smílast og nakrar enntá at greiða sær. Hvat vóru hetta fyri konufólk? Og hvaðani vóru tey komin? rd eg meg sjálvan. Skjótt fekk e vita, at tær vóru handtiknar 5. alt Russland og f teimum lond- um f Eystureuropa, sum sov- jetski herurin hevði eftirlit við. Hjá mongum av fangunum má henda ferðin hava havt ein óver- uligan dám. Mangir teirra høvdu ongantíð sæð havið. Nú vórðu teir fluttir, undir tilskálkaðum lúkum, igjøgnum sjaskut far-