fríggjadagur 17. desember 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 17. desember 1999
| 13
er ER 13
vatn. Hesar ferðirnar vóru ikki
vandaleysar. Í bókin /n Siberia,
sum kom út í Onglandi í heyst,
skrivar ferdafråsøgumadurin
Colin Thubron, at SS Indigirka
sakk f 1939 vid øllum sinum
trælafarmi. I 1933 royndu mynd-
ugleikarnir eina nyggja sigling
arleið, og SS Dsjurma varð send
norður gjøgnum Beringssundið
við kós móti havnabýnum Am-
barsjik við munnan á Kolyma á
norðursibirisku strondini. Men
skipið var farið avstað ov seint
og lá fastfryst í pakkísinum í 9
mánar. Sambært Thubron frystu
teir 12.000 trælirnir í hel.
MEN NIÐRI í lastini lúrdu eis-
ini vandar av øðrum slag. Fang
arnir kundu sum heild býtast
sundur í tveir bólkar. Har var ein
bólkur av vanligum brotsmonn
um, teirra millum sonevndir
urkas, eitt serligt slag av ungum
yvirgangskroppum. Hin bólkurin
fevndi um rikisfiggindar, fólk, ið
vóru løgd undir landa- ella tank-
asvik. I hesum bólkinum vóru
ofta eitt nú mentafólk ella gaml-
ir flokslimir og konur teirra. Tað
var siðvenja, at tey ungu bøl-
mennini løgdust á fólk í hesum
seinna bólkinum, bardu tey av,
rændu ognir, klæðir ella skógvar
og styr lar frá teimum og neyð-
tóku konufólkini. Vaktarmenni-
nir løgdu ikki uppí og høvdu,
um teir vildu, neyvan kunnað
formått sær nakað. Her valdaði
frumskógarlógin. Eleanor Lipp-
er, sum hevur skrivað um sov-
jetskar arbeiðslegur, greiðir
soleiðis frá:
Brotsmenninir, sum vóru tann
stórri parturin av menniskja-
farminum umborð, høvdu púra
fríar ræsur niðri í lastini. Teir
brutu ígjógnum skilarúmið inn í
lastarúmið, har teir kvinnuligu
fangarnir vóru, og neyðtóku tey
konufólk, teir fingu hug á. Nakr-
ir mannligir fangar, sum royndu
at verja konufólkini, vórðu
stungnir til deyðis. Dagliga varð
breyðið stolið frá fleiri gomlum
monnum. Teir doyðu í hungri. Á
einum av brotsmonnunum, sum
hevði tikið eitt konufólk, sum
oddamaðurin fyri harkaliðnum
heyði kannað sær, vórðu eyguni
stungin út við nál.
Kolymaøkid er so nordalaga,
at ein partur av ti hoyrir til tað
russiska Arktis. Veturin her er
ómetaliga kaldur, við einum
utalag, ið vidhvørt nærkast = 70
stigum. Norðalagast sæst sólin
ongantíð, longur suðuri hongur
non blýgrá beint yvir havs-
yrúnni. Ta stuttu tíðina summar
er sveima mýggjabitar yvir tí
ovasta lagnum av tiðnaðum
permafrosti. Í blotanum veksur
myrifipa og dvørgpilur.
KOMNIR TIL Nagajevo vóru
angarnir fluttir til tær ymisku
arbeiðslegurnar í Kolymaøki-
num. Longu fyrst í triatiårunum
varð farið undir at grava eftir
gulli á hesi leiðini. Eftir at træla-
flutningur hevdi tikið dik á seg,
bleiv hesin gullgrevstur ein týð-
andi partur av tí sovjetska bú-
skapinum. Fangarnir høvdu m.a.
til arbeiðis at kynda eld, høgga
gler úr áunum, fáa tað at tiðna
og hita tað upp, bloyta ta frystu
moldina, grava hana upp og
sálda hana.
Arbeiðstíðin var vanliga 12
tímar. Ein ávísur setningur varð
kravdur av hvørjum arbeiðsfólki.
Varð setningurin hildin, var
breyðskamturin afturfyri 800
gramm. Varð setningurin ikki
hildin, fór skamturin niður í 500
gramm. Hetta var beint oman
fyri hungursmarkið. Um fólk
skuldu revsast, fór skamturin
niður á 300 gramm. Hetta var
tann vissi deyði.
Millum onnur viðurskiftir,
sum ávirkaðu gerandisdagin á
hesum arbeiðsplássum, kann eg
nevna, at fangarnir vórðu tving-
aðir at arbeiða uttandura, til
hitalagið kom niður á = 50 stig.
Hóast hetta var loðskinn — sum
tilfar til pløgg — bannað frå
1938 og bara vattfóður loyvt.
Fangarnir gingu í løriftsskóm.
Fáir fangar slitu meira enn 2 ella
3 ár undir hesum umstødum.
Hjá teimum, sum arbeiddu í
gullnámunum, fór heilsan ofta
eftir fáum vikum.
UNDIR KALDA var ofta tví-
dráttur um, hvgrjar avleiðingar
eitt nú amerikonsk ella sovjetsk
imperialisma hevði fyri vanlig
fólk í teimum londum, hesi stór-
veldi ráddu yvir ella royndu at
fáa bilbugt við. Tíðarskeiðið var
kensluborið — og metingarnar
av tí sama ymiskar og subjektiv-
ar. Í dag er lættari at gera sær
eina uttanveltaða mynd av hes-
um viðurskiftum. Í bók síni
Europe setir enski sógumaðurin
Norman Davies — sum heldur
seg til metingar eftir R. Medve-
dev og Robert Conquest - talið á
fólkum, sum vórðu dripin í Sov-
jetsamveldinum í tíðarskeiðinum
frá 1917-53, til millum 47 og 54
milliónir. Tá eru tær o.u. 20
milliónirnar av russarum, sum
doyðu orsakað av 2. heims-
bardaga, ikki taldar uppí.
JON UR LEYDEN var á mang-
an hátt ein maður, ið ikki hevði
eydnuna við sær. Eitt nú slapp
hann ikki at ráða yvir sínum
nýggja ríki í meira enn slakar 10
mánar. Hansara rásarúm var
avmarkað til ein týskan miðald-
arbý, við neyvan meira enn o.u.
10.000 íbúgvum. Tann revsing,
hann fekk, var — sum vera man
í teirri tíðini — lítið tespilig. Í
januar 1536 var hann, saman við
høvudsmonnurum í síni rørslu,
píndur til deyðis við glødandi
jarni.
Olíka betri hevur vignast hjá
summum av hansara líkum í 20.
øld. Benito Mussolini slapp at
hava valdið í Ítalia í 21 ár. Adolf
Hitler ráddi í Týsklandi í 12 ár.
Báðir vóru - sum Jan Bockelson
- tvingaðir at lata valdið frá sær,
og báðir máttu lata lív fyri gerð-
ir sínar. Um serstakliga tann
seinna kann ikki sigast annað,
enn at hann brúkti tíð sína væl.
Eitt nýtt ríki varð sett á stovn og
Antikrists fjøldir týndar. Hesin
politikkur hevði m.a. við sær, at
2. heimsbardagi brast á. Taka vit
tølini á hermonnum og vanligum
borgarum í Europa, sum doyðu
orsakað av bardaganum, og
leggja vit talið á týndum jødum
aftrat, fáa vit heildartalið 47
milliónir.
Tann hepnasti í 20. aldar
messianska liði var kortini tann
listinlærdi taktikarin úr Gori. Frá
1929, tá hann sat tryggur í sín-
um hásæti í Kreml, og til hann
doyði í 1953, gingu 24 ár. Í
hesum tíðarskeiði eydnaðist
honum at fullføra ætlanir av
búskaparligum og samfelagslig-
um slag, sum — eftir mínum
tykki — forkomu Russlandi
møguleikan at fetta sær sum
mentað samfelag í 20. øld.
Kjarnin í hansara politikki
kann lýsast sum trúgvin á, at tað
ber til at fara við tí menniskjans-
ligu organismuni ella samfelags-
heildini, sum tú fert við tingum,
við jarni ella betongi: lemja
tíðindablaðið
HÆKGC FACÍES-HIC-CVITVS ERAT
REx-ovoaBoat]isop
HENRICVS-ALDE GR
zen
Se
SED BREVE-TEPVS EGO
Kj
á
Ég
V-SEPTRA-TENE
ER-SVXATIE -FACiFBAT- ll
- ÅNNO-M - I XXXVÍ i
MACHT- IST - MYN:- CRACH'1 il
Jón úr Leyden. Koparstunga úr midøldini. Veldisknøtturin við tveimum svørdum er ímynd av andaligum
og verðsligum valdi
hana, stoypa hana um, kuta stór
pettir burtur úr henni. Morðið á
millum 47 og 55 milliónir av
ósekum menniskjum var ein
avleiðing av hesi lívssjón. Ein
onnur avleiðing er tann ruðuleiki
og tað lógloysi, sum valda í
Russlandi í dag.
MEN EISINI á annan hátt var
Jósef Stalin heppin. Upp igjøgn-
um søguna hava altíð verið døm-
ir um, at einstaklingar — ofta
humanistar og skald - talaðu at
órætti. Emile Zola og Anatole
France talaðu at, tá ið Dreyfus
varð órættvíst dømdur og revs-
aður, og franskir myndugleikar
royndu at verja henda órætt.
Læknin Michel Servet sýtti fyri
at akta tað teokratiska harðræði,
sum Calvin framdi í Geneve frá
árinum 1541, og varð brendur á
báli afturfyri.
Tað serliga við tí russiska Jón
úr Leyden var, at hann ella hans-
ara politikkur sum heild vóru
fagnað av mongum andsmenn-
um vestanfyri. Halda vit okkum
til eitt lítið land sum Danmark,
so fekk stalinisman stuðul frá
rithøvundum sum Hans Kirk,
Hans Scherfig og Martin Ander-
sen Nexø. Hugsa vit um alt
Europa, verdur listin av studlar-
um glæsiligur. Ikki bara var
Stalin av mongum høvundum
lyftur til skyggja, eisini hansara
blóðuga atsókn móti óndskapar-
ins fjøldum eitt nú Moskva-
rættarmálini fingu dyggan
stuðul vestanífrá. Theodore
Dreiser, Louis Aragon, Leon
Feuchtwanger og Henri Barbus-
se tóku allir undir við Moskva-
sakarmálunum
Millum aðrar, sum i størri ella
mini mun stuðlaðu stalinismuna,
kann eg nevna André Malraux
og Bertolt Brecht. Mong vita, at
Knut Hamsun heiðraði Adolf
Hitler við einum rósandi eftir-
mæli. Minni kent er tað helst, at
chilenska skaldið Pablo Neruda í
einari odu um deyða Stalins
líknaði mannin, hvors brøgd eru
lýst í hesi grein, saman við
”"månan”.
MIDØLDIN VERDUR av søgu-
frødingum vidhvørt sett til at
enda i 16. øld, um tad mundid
trúbótin tekur seg upp, og tað
kopernikanska modellið — har
sólin er miðdepil í okkara stjørn-
uskipan — so líðandi seyrar inn
í tann mentaða heimin. Sum
mentunarligt hugtak hevur mið-
øldin kortini verið meira harð-
vunnin.
Og tá ið vit um stutta tíð fara
inn í 21. øld, er tað - millum
mong framstig, eitt nú av vísind-
aligum og tøkniligum slag -
eisini midøld, vit síggja aftan
fyri okkum, ítí hurðin verður
latin aftur: stokkut túsundára-
ríkir, sansaleysar profetar, ágang
móti milliónum av sakleysum
menniskjum — og ta pátrúgv. ið
fær sjálvt vitug fólk at lata eyg-
uni aftur fyri órætti og verja
hann.
Læran av hesum er neyvan, at
tað ræður um at stremba fram
ímóti einum heimi, har tann
reina skynsemin - ratio — verð-
ur sett í hásætið. Ein slík
stremban er helst bæði nyttuleys
og skilaleys. Tær messiansku
rørslurnar í 20. old tykjast nett-
up at hava sprottið á tí andiliga
oyðisandi, har gomul mentunar-
virðir vórðu avrøkt, og fingið
taðu úr tí andiliga tóma, har
gomul trúgv var vrakað.
Vidhvørt kann tað tykjast, sum
var 20. old tíðarskeiðið. tå
menniskjans hugmóð kom henni
sjálvari dyggiliga aftur um
brekku
Kanska er læran um nøkur
læra er — at vit eiga at fjålga
um eina lívssjón, har tilverunnar
kensluliga, flótandi lind ikki er
undirmett: ekta tjóðskapar-
kensla, ekta samhaldsfesti og
ektaður átrúni.