leygardagur 22. januar 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 15 - 22. januar 2005
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Emil Gunnarstein er
kanska ikki líka kendur kring
Føroyaland, sum Trøllaomman
er. Men tá tey bæði eru eini og
sami persónurin, so er hann tað
kanska kortini. Emil elskar at
spæla Trøllaomman, og smílini
og gleðin í børnunum, tá tey
síggja ommuna, er løn í sjálvum
sær, sigur hann.
Fyrstu ferð Trøllaomman sá
dagsins ljós var í 2001. Síðani tá
hevur tað bara gingið skjótt
framá, og í dag er hon minst líka
vældámd, sum Trølla Pætur. Tá
hugskotið um Trøllaommuna av
fyrstan tíð kom fram, vóru tað
mong, sum skýrdu tað ørt og
hildu ikki, at tað fór at ganga.
Men Emil og Niclas Heri, alias
Trølla Pætur, hildu við sítt.
Úrslitið sæst framvegis, tí enn
ringir telefonin fleiri ferðir um
vikuna, har omman og Trølla
Pætur verða biðin um at koma at
undirhalda til øll møgulig tiltøk.
– Eg elski at síggja gleðisstrál-
urnar, sum lýsa av børnunum, tá
vit eru og vitja tey, og eg vil gera
alt fyri tey, sigur rokkaraomman,
sum til dagligt er elektrikarin
Emil Gunnarstein, ið arbeiðir
sum maskinmaður á virkinum,
Pure Water, í Klaksvík.
Beiggi – systir - omma
Trølla Pætur hevði verið frammi
í eina tíð, áðrenn Trøllaomman
sá dagsins ljós. Niclas Heri og
Emil eru bestu vinmenn og hava
verið tað longi. Tað var sera
orkukrevjandi fyri Niclas Hera at
vera einsamallur um sín leiklut,
so hann plagdi at "plága" Emil
um at hjálpa sær.
Stórflennandi greiðir Emil frá,
at Niclas legði út við at spyrja,
um hann ikki kundi vera
systkinabarnið hjá Trølla Pæturi.
Nakrar dagar seinni var tað
beiggi Trølla Pætur, síðani systir
hansara. Men nei, Emil noktaði
hvørjaferð, tí honum dámdi ikki
hugskotini.
Tankin um ommu Trølla Pætur
var tá byrjaðu at spíra í høvdin-
um á Emil, men hann hevði als
ikki hugsað hann ígjøgnum. Ein
dagin, tá hann skuldi fara á flot,
kom Niclas Heri koyrandi við
sínum bili fram við bátabrúgvun-
um.
– Hann rópti út gjøgnum bil-
rútin, at nú visti hann, hvør eg
skuldi vera. Tvíburðabeiggin hjá
Trølla Pæturi, og tá var tað, at eg
rópti aftur, nei, eg skal vera
omma hansara, greiðir fryntiligi
klaksvíkingurin frá.
Niclas Heri gjørdi skjótt av.
Báturin hjá pápa hansara lá eisini
við bátabrúgvarnar, so hann leyp
í hann og helt aftan á Emil. Hann
fekk fatur á honum umvegis
VHF´in og tað fyrsta hann spurdi
Emil, var, um hann meinti hatta
við ommuni. Tað gjørdi Emil, og
so fór bólturin á rull.
Ræddarvenjing
Emil greiðir frá, at túrurin á floti
tann dagin fór við at mynda hesa
góðu Trøllaommuna. Túrurin var
ikki langur, men tá Emil kom
aftur til lands, hevði hann so at
siga skapt eina mynd av, hvussu
Trøllaomman skuldi síggja út.
Klæðini hjá ommuni fekk Emil
frá sínari egnu ommu. So tann
blomstruti kjólin, sum mátti
leggjast út, frakkin og teir fyrstu
skógvarnir, sum Trølla omman
gekk í, eru klæðir, sum Emil
hevur lænt frá ommu síni.
Síðani var tað skorturin. Hann
bleiv gjørdur í Havn, og tey
flestu munnu vera á einum máli
um, at skorturin á Trølla ommuni
ikki er tann vakrasti her á landi.
Men fitt er hon kortini. Og Emil
leggur dent á, at hann eisini er
slitsterkur. Hevur hildið øll árini.
Tað einasta, sum er skift út við
ommuni, eru skógvarnir, og tað
er kanska ikki so løgið, tá hugs-
að verður um hennara gongulag.
Tá omman hevði fingið sín
búna, skuldi røddin finnast. Tað
var, sambært Emil, ikki bara sum
at siga tað. Hann royndi bæði eitt
og annað, og tað var longi,
áðrenn hann fann ta røddina,
sum vit kenna so væl í dag.
– Í fyrstuni orkaði eg yvir-
høvur ikki…ella rættari inntil eg
hevði funnið júst hasa røddina
orkaði eg illa at tosa. Tað er
rættiliga strævið at skula broyta
tína rødd allatíðina, men í dag er
tað als ongin trupulleiki, greiðir
Emil frá.
Musikalsk omma
Tey, sum hava verið til framførsl-
urnar hjá Trølla Pæturi og omm-
uni vita, at Trølla Pætur er tann,
ið dámar betur stillan tónleik.
Tað skal ikki vera so vilt. Men
omman er beint øvugt.
Emil greiðir frá, at Trølla-
omman er sera musikalsk. Hon
dugir at spæla upp á fleiri
ljóðføri, meðan Trølla Pætur
meira er til trianglu og lítlar
floytur, sum ikki krevja so nógv
av honum.
– Eg veit ikki rættliga hví, men
tað man nokk vera tí, at eg eri
eitt sindur villur sjálvur, og
Niclas meira niðri á jørðini,
svarar Emil, tá hann verður
spurdur um, hví leiklutirnir
vórðu býttir júst soleiðis millum
Niclas Hera og hann.
Hann minnist aftur á, at fyrstu
ferð omman stóð á palli, var í
høllini á Hálsi í Havn. Tá var
Trøllaomman nakað lítillátin,
men tað rann skjótt av henni.
Hon mentist skjótt og bleiv til ta
villu ommuna, sum vit kenna
hana í dag.
Errin børn
Emil og konan, Elsa, eiga tvey
børn. Níggju ára gamla Sissal og
seks ára gamli Daniel. Tey bæði
vita væl, at tað er pápi teirra,
sum rennur runt sum Trølla-
omman bæði her og der. Emil
sigur, at hann tímdi ikki at fáast
við at krógva tað fyri sínum egnu
børnum, tí tað hevði blivið ov
trupult.
– Sonurin plagar at eygleiða
meg, meðan eg lati meg í búnan,
og so gongur hann og hermar
eftir ommuni og hoppar upp um
gáttirnar, sum hon plagar at gera.
Gongulagið dugir hann eisini.
Hann er púra býttur í henni,
sjálvt um hann sær meg lata meg
í. Tað ger ikki mun, og eg haldi,
at dóttirin er eitt sindur errin av,
at pápin er Trøllaomman, sigur
Emil og leggur so skemtandi
afturat, at tað er ikki gott at vita,
um hon framvegis verður tað, tá
hon verður 14 ár.
At ferðast kring alt landið sum
Trøllaomman og Trølla Pætur
krevur nógv av Emil og Niclas
Hera. Onkuntíð gerst tað ov
nógv, og teir noyðast at siga nei,
tí teir hava báðir familju og
arbeiði við síðuna av.
– Eg skal ikki siga, at telefonin
ringir hvønn dag, men minst
triðjahvønn, sigur hann smílandi.
Tað er hann glaður fyri og sigur,
at hann og Niclas Heri ikki
høvdu droymt um, at tað fór at
blíva so stórt fyri børnini, tá teir
byrjaðu.
Gott hugflog
Samanspælið millum tey bæði
trøllini er sera gott. Ein fyritreyt
fyri tí, heldur Emil er, at hann og
Niclas Heri sampakka so væl.
Teir komu at kennast í fólka-
skúlanum sum 14 ára gamlir.
Teir gingu í flokki saman, men
tað var ikki fyrr enn tá, at teir
varnaðust, at teir funnu væl út av
tí saman.
– Upp á mangar mátar er
hugflogið hjá Niclas og mær líkt.
Vit hava gjørt mangt og hvat ørt
saman. Vit hava eisini tað
tilfelags, at tá ein tanki spírir í
høvdinum á okkum, so skal hann
Eg vil gera alt
fyri børn
Hann er eitt og alt hjá flestu børnunum í Føroyum. Tey
vita bara ikki av, at tað er hann. Emil Gunnarstein alias
Trøllaomman úr Klaksvík hevur fýra tey seinastu árini
saman við Trølla Pæturi runnið landið upp og niður sum
tann garvilla omman, sum elskar rokk
– Trøllaomman er ein fitt omma, sum
onkuntíð ger okkurt skeivt, men vit
leggja okkum altíð eftir, at hon so
kortini ger tað rætta aftur. Hetta er
eitt slag av einum boðskapi, sigur
Emil Gunnarstein, alias Trøllaomman
Mynd: Bárður Lydersen