leygardagur 22. januar 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2005
35
eisini førast út í lívið. Onki við
at ganga og hugsa og hugsa, og
so verður tað kortini ikki til
nakað, sigur hann avgjørdur.
Hetta gjørdi so eisini tað, at
Trølla ungin sá dagsins ljós, at
filmarnir komu, at Jógvan
Politimeistari og Erling politistur
komu við. Og tað steðgar heldur
ikki har. Emil greiðir frá, at teir
hava nógvar fantasiir um, hvat
kann gerast víðari, men okkurt
av tí er sjálvandi sera krevjandi,
um teir skulu føra tað út í lívið.
– Tað má vera realistiskt, sjálv-
andi. Eg trúgvi, at sum støðan er
í dag, so er Trølla omman komin
fyri at verða. Tað leggjast nýggj
børn til allatíðina, og øll elska
hana – næstan øll, sigur Emil og
sipar til tey børnini, sum hava
hug at ræðast øgiligu trøllini.
Hann sigur, at tey, sum ræðast,
ræðast øgiliga illa og gráta nógv.
Tað løgna er kanska, at tað eru
mest dreingir, sum ræðast Trølla
Pætur og ommuna.
Vaksin eisini
Tað er ongin loyna, at vaksin
eisini hava hug at flenna nógv at
teimum báðum kendu trøllunum.
Emil sigur, at tá hann kemur til
tiltøk, so plagar hann at geva sær
far um, hvør er tilstaðar. Um tað
eru bara børn ella eisini nógv
vaksin. Á henda hátt kann hann
geva øllum eitt sindur.
Á einari av sínum vitjanum,
býtti hann Twix út til børnini.
Meðan hann býtti út, rópti hann,
at omma hevði sjálv bakað.
Hetta er bert nakað spontant,
sum kemur frá honum, og als
ikki nakað, sum hann tilvitað
hevur hugsað um, áðrenn hann
kemur á vitjan.
Trølla Pætur og omman vórðu
eisini umbiðin til fleiri jóla-
frokostar í fjør. Teir vóru til
jólafrokostin hjá Shell, og har
høvdu teir gjørt eina videoupp-
tøku, har omman rokast við at
skifta eitt oljufýr. Hetta gongur
sjálvandi galið, og alt brestir.
– Vit royna at gera skemt og
undirhald, sum passar til tey, ið
eru tilstaðar, greiðir Emil frá og
heldur fram, at longu nú eru
Trølla Pætur og omman umbiðin
til jólafrokostar í ár.
Seinasta omman
Hetta er annars ikki fyrstu ferð,
at Emil Gunnarstein spælir
omma. Tá Gjáaromman hjá
bólkinum Dynamitt, sum bæði
Emil og Niclas Heri vóru við í,
kom fram, fekk Emil eisini
leiklutin sum omman í sjón-
bandalagnum.
Mong munnu minnast Niclas
og ommuna, sum fóru umborð á
Norrønu, tí tey skuldu til
Gardarsjógvin – og ikki komu
langa leið, tí omman bleiv ov full
og datt av í barrini.
Tá vóru tað tveir nakað yngri
menn, sum fingust við tónleik, ið
myndaðu leiklutirnar.
Emil greiðir frá, at Niclas Heri
skrivaði sangin um Gjáaromm-
una, meðan teir gingu í fólka-
skúlanum. Tá Dynamitt so skuldi
geva teirra fyrsta band út,
manglaðu teir ein sang. Teir
gjørdu so av at koyra Gjáar-
ommuna sum triðja ella fjórða
sang á B síðuni, tí honum
væntaðu teir sær als onki av.
Men Gjáaromman bleiv ein av
størstu landaplágunum í
áttatiárunum. Tað bandið kom út
í 1986.
Emil sigur, at nú er nóg mikið.
Hann væntar, at Trøllaomman
hevur langa tíð fyri framman, tí
tað tykist bara sum at hon gerst
betri og betri umtókt.
– Men hetta er tann seinasta.
Eg hevði ikki orkað ella tímað at
byrja aftur av nýggjum, um vit
steðgaðu við hesum . Tað er heilt
vist, sigur Emil Gunnarstein,
meðan hann roynir at fáa hárið á
Trøllaommuni at síggja so frísut
út sum gjørligt til æru fyri
myndamannin.