Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 15 - 22. januar 2005 FRAMSÝNING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Jens K. Vang Hon bítur seg í vørrina, rættar uppá blusuna og flytur seg eitt sindur á stólinum. Ein einsamøll kvinna frammanfyri einum upp- tøkutóli fortelur um ein drøjan granna, sum altíð gongur og ger seg lekran fyri henni. Nakrar dagar seinni situr hon aftur har í sama rúmi frammanfyri sama upptøkutóli og fortelur somu søgu. Og aftur nakrar dagar seinni. Sama kvinnan, sama søgan. Ella næstan, tí sjálvt um søgan er tann sama, er okkurt øðrvísi. Vit fara at ivast. Nær kunnu vit vera vís í, at vit hoyra tað sonnu søguna? Video-installatiónin "Terri- torial Statements" hjá teimum báðum Birgit Johnsen og Hanne Nielsen, sum er at síggja í Lista- savninum í løtuni, letur spurn- ingarnar hanga í luftini, meðan áskoðarin verður spunnin inn í eina søgu fyri og aðra eftir - seks í alt, fyribils í fýra útgávum, fyribils í Listasavninum sum eitt brot av tí, vit plaga at kalla veruleikin Fremmant vinkonuprát Territorial Statements snýr seg um mørk. Persónlig og listarlig mørk, sum verða flutt og tambað í eini áhaldandi provokatión av gomlum sannføringum og sið- venjum. Kvinnan á skíggjanum dregur teg inn í eina søgu, eina persónliga tvístøðu, sum er løtt at kenna aftur, og sum tú avgjørt veit, hvussu tú sjálv hevði snúð tær úr. Inntil tú hoyrir hoyrir søguna fyri 3. ella 4.ferð, tá søgan, hóast hon er tann sama, knappliga ikki er so einføld longur, tí hon er kropin inn undir húðina á tær, har hon hevur vaksið seg stóra, sum smáar hendingar bara kunnu gera tað í einum vinkonupráti . Intima vinkonuhuglagið stendst í fyrsta umfari av at kvinnurnar eru so ótilgjørdar. Onki smyrsl, vanlig klæðir og ongin roynd at spæla sjónleik. Tær fingu 20 minuttir einsamall- ar saman við upptøkutólinum hvørja ferð, og vórðu tær lidnar at fortelja aftaná 5 minuttur, skuldu tær bara sita har og bíða. Bíðiløturnar eru síðani kliptar inn á ein hátt, sum gevur tær kenslu av at eygleiða nakað privat. Tú verður tveitt aftur og fram millum leiklutin sum eygleiðari og vinkona, millum list og veruleika, har tað eftir- hondni er ógjørligt at gera av, hvar markið gongur. Eina løtu, í hvussu er. Inntil ógvusliga installatiónin knappliga fær teg at rakna við og verða varuga við, at alt er ein stór pallseting. Gamlar søgur av nýggjum Ongin av okkum fortelur somu søgu uppá sama máta hvørja ferð. Tað er bara nakað vit halda. Tað er líka mikið, um tað snýr seg um eina lítla gerandishend- ing ella okkurt, sum veruliga hevur kollvelt tínum lívið. Ein søga verður nýggj, hvørja ferð vit fortelja hana. Sjálvt tey minstu tingini kunnu gera, at okkurt í søguni broytist. Tað veldst um, nær vit fortelja søguna, hvar vit fortelja hana, hvør er til staðar, hvussu vit hava tað sálarliga ... – Eg havi til dømis ikki tal á, hvussu ofta eg havi fortalt hesa søguna um, hvussu vit hava arbeitt við Territorial Statements. Nú fortelji eg hana so einaferð afturat fyri tær. Eg royni at vera so greið og neyv, sum til ber, men eg veit, at eg sikkurt havi gloymt okkurt, at tað er okkurt, sum eg haldi meg hava sagt fyri tær, men sum var nakað, eg segði seinast ella næstseinast, eg fortaldi hesa søguna. Men tað veist tú jú ikki av, so tú heldur teg beint nú fáa alla søguna um Territorial Statements, sigur Hanne og smílist eitt sindur argandi. Tað eru nú tvey ár síðani Hanne og Birgit byrjaðu hesa verkætlanina. Tær eru báðar myndahøggarar, men hittust á einum filmsskeiði, har hugskotið til Terrritorial Statements byrjaði so smátt. Hvørgin av teimum hevði serliga nógvar royndir við upptøkutóli, og sjálvar halda tær kanska hetta vera ein av orsøkunum til, at tær hava verið so opnar fyri øllum teimum møguleikunum, sum eru í hesum miðlunum. Væntanir og innihald At síggja til er tað onki, sum órógvar kvinnurnar í Territorial Statements, meðan tær fortelja sínar søgur. Onkuntíð er tað Tá gerandissøgur verða list Duchamp gjørdi tað í 1917 - setti eitt pissoir inn á eitt savn og kallaði tað list. Birgit Johnson og Hanne Nilesen gera tað nú - fortelja gerandissøgur á Listasavninum og kalla tær list. Restin er upp til tín, og gongur tú við uppá treytirnar, verður tað ikki keðiligt ... Myndlistakvinnurnar Birgit Johnsen og Hanne Nilesen hava tikið gerandisdagin við inn í Listasavn Føroya.