leygardagur 22. januar 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2005
37
týðiligt at søgan broytir dám, tí
kvinnan er glað, spent, ill ella
keðir seg, men eisini tá onki av
hesum hendir, tá søgan eftir
øllum at døma verður søgd orða-
rætt umaftur, fata vit hana kortini
øðrvísi. Og kanska, kanska ikki
verður tú, sum frá líður, greið
yvir, at tínir egnu fordómar eru
vorðnir partur av listaverkinum.
– Vit hava øll eina rúgvu av
fastløstum mynstrum við í okk-
ara visuella viðføri. Vit kenna
altíð ein dokumentarfilm aftur,
vit vita, hvat vit kunnu vænta
okkum av eini heimavideo ella
eini tíðindasending, og í einum
gysarafilmi er ljóssetingin nokk
til at geva okkum gásahúð. Í
filmsheiminum er tað ein við-
tikin lóg, at formurin skal hóska
til innihaldið - tú finnur til dømis
ikki uppá at taka eina tíðinda-
sending upp við gysaravinklum
og -ljósið, sigur Birgit.
Í Territorial Statement er tað
formurin, sum skapar innihaldið.
Ella tað vil siga - okkara vænt-
anir til formin skapa nýggjar
væntanir til innihaldið. Velja vit
at ganga við uppá nýggju treyt-
irnar, fáa vit eina nýggja søgu
hvørja ferð - eitt listaverk, um vit
vilja, har gerandisdagurin hevur
fingið eina røð av nýggjum
týdningum.
"I’m so fucking happy"
Á ein meir beinleiðis og ágang-
andi hátt halda listakvinnurnar
fram at kanna, hvar okkara mørk
ganga í stutta filminum "I’m so
fucking happy", sum koyrir uttan
steðg á einum lítlum skíggja. Í
filminum verða tilvildarligar
kvinnur steðgaðar á gøtuni og
bidnar um at siga "I’m so
fucking happy" framman fyri
einum upptøkutóli. Summar eru
við uppá hugskotið alt fyri eitt,
stilla seg gleðiliga upp og
mestum rópa setningin við eld-
huga. Aðrar eru meir kroystar,
standa gráar í andlitinum og siga
setningin á ein næstan mekanisk-
an hátt fyri at vísa, at tær ongan
lut eiga í honum.
Aftur her verður markið mill-
um list og veruleika togað og
tambað. Vit og kvinnurnar vita,
at útsøgnin ikki botnar í veru-
ligum kenslum, at tær hava
fingið boð um at spæla sjónleik
til æru fyri upptøkutólinum, og
at fleiri av kvinnunum ikki
kundu funnið uppá at brúkt ein
slíkan setning nakrantíð. Men
mátin, tær siga setningin,
avdúkar samstundis kenslurnar
hann vekir í teimum, á ein hátt
so sjónleikurin í sær sjálvum
verður autentiskur.
"I’m so fucking happy"
stendur eftir sum ein slag av
fyribils speiskum punktum í
einum langum spæli við mørkini
millum tað veruliga og tað
pallsetta, tað erliga og tað kon-
strueraða, tað privata og tað
almenna. Tað hevur list gjørt
fyrr, og í so máta flytur Terri-
torial Statements neyvan nøkur
listasøgulig mørk. Men fram-
sýningin er áhugaverd, tí hon er
so jarðbundin og insisterar uppá,
at list oftast hendir, har tú minst
væntar tað - nakað, sum tær
báðar listakvinnurnar hava gjørt
til sítt listarliga sereyðkenni, og
sum fekk rættiliga nógva
umrøðu, tá tær fluttu listina út á
gøtunar í Esbjerg herfyri. Ein
ummælari tók soleiðis til:
"Tá myndlistakvinnurnar
Johnsen & Nielsen seta upp-
tøkutól og ljós upp í smogum og
sýnisgluggum í Esbjerg, broytir
nýggja og óvanliga samanset-
ingin týdningin á støðunum. Frá
at vera ein sniðgøta, millum tvær
gøtur, sum hevur til endamál at
vit kunnu koma skjótari fram,
verður smogan til eitt hugtakandi
listaverk. Við uppsetingunum
umskapa tær smogurnar til verk,
vit ikki sleppa undan at traðka
inn í, um vit annars vanliga
ferðast í hesum rúmum. Men
áðrenn vit velja at uppliva tey
sum myndir, kunnu vit ikki fata
hesi rúmini sum list. Og harvið
eru vit aftur við valið. Lista-
fólkið og áskoðarin hava her eitt
felags ørindi. Tí tað er bara, tá
vit velja at hyggja at einum verki
sum list, at tað veruliga verður til
sum listaverk.. Velja vit tað,
kunnu vit í listaverkunum hjá
Johnsen og Nilesen førka okkara
vanamyndir av verðini, merka at
vit eru til og hugsa um, hvar
okkara pláss í verðini er."
Seks kvinnur, seks søgur
Í Territorial Statements hitta vit:
Ungu kvinnuna, sum verður meir og meir frustrerað av, at vinkonan altíð er meir upptikin av
sínum barni enn at vera saman við sær.
Iransku gentuna, sum verður noydd at taka støðu til, um hon skal fara við foreldrunum aftur til
Iran, um kollveltingin gerst veruleiki.
Føroysku kvinnuna, sum ein vanligan gerandisdag knappliga skal verja sín tjóðskaparliga
samleika yvir fyri eini púra fremmandari kvinnu.
Kvinnuna, sum uttan at vita hví, knappliga fortelur persónligu søguna um sín hjúnarskilna fyri
einum, hon ikki kennir serliga væl.
Ungu kvinnuna, sum framvegis pínist av eini hending, har hon ikki gav sær tíð til at hjálpa
einum skaddum manni, sum bað hana um hjálp.
Afrikansku kvinnuna, sum ikki fær sín nærgangandi granna at skilja, at hon ikki er áhugað í
honum.